týsdagur 19. november 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2002
21
Laudrup boðar
frá broytingum
Henrik Larsen var
millum áskoðararnar,
tá ið Jón Rói Jacobsen
spældi væl á næst-
besta Brøndby lið-
num. Í gjár fekk
Brøndby 30 milliónir
afturat at arbeiða við
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Kappingarneytarnir
hjá
FCK vóru í gávuhýri í
vikuskiftinum. Teir góvu
eina rúgvu av stigum burt-
ur, og harvið øktist munur-
in frá FCK og niður til
næstu kappingarneytarnar
til níggju stig. FCK liðfor-
maðurin, Peter Møller, hev-
ur eina ferð vunnið DM við
Brøndby við fimtan stigum
fleiri enn næstu liðini, og
hann sigur seg ikki duga at
síggja, hvørjum teir nú
skulu tapa ímóti.
Todi Jónsson tosar ikki
so nógv um DM, men hann
staðfestir, at munurin á
FCK og hinum liðunum í
løtuni er, at FCK spælir
javnt ella vinnur, tá ið spæl-
ið ikki hongur so væl sam-
an. Tað gera hini liðini ikki.
Nú eru tað fimtan mánaðir
síðani, at FCK seinast tapti
landskappingardyst
á
heimavølli.
Meiri pengar
til Brøndy
Sunnudagin var Brøndby í
Ikast og spældi ímóti FCM.
Í 1. hálvleiki hevði heima-
liðið fleiri møguleikar, men
Mogens Krogh, veteranurin
í Brøndby málinum, sum
fyri ellivu árum síðani flutti
úr Ikast og til Brøndby,
spældi heilt væl.
Í
2.
hálvleiki
var
Brøndby greitt omaná, men
teir høvdu ilt við at fáa mál.
Undan summarsteðginum
varð Peter Madsen roknað-
ur sum møguligur álops-
spælari í fleiri stórum fel-
øgum í Europa. Tað var
hann, tí at hann skoraði
eina rúgvu av málum fyri
Brøndby. Í heyst hevur
gingið av skriðuni, og aftur
sunnudagin kiksaði hann
fleiri upplagdar møguleik-
ar.
19 ára gamla Thomas
Reths legði Brøndby á
odda, og tað tóktist vera
sigursmálið. Men í síðstu
løtu javnaði heimaliðið, og
harvið øktist fjarstøðan frá
Brøndby og upp til FCK til
ellivu stig.
Michael Laudrup var ikki
væl nøgdur, og hann endur-
tók enn eina ferð, at í vetr-
arsteðginum fara broyting-
ar at verða gjørdar á Brønd-
by liðnum. Teir tykjast hava
pengarnar til tað. Fyrra-
partin í gjár varð boðað frá,
at felagið hevur fingið 30
milliónir afturat at arbeiða
við.
Ein av spælarunum, sum
kanska ikki fer at kosta so
nógv, er Jón Rói Jacobsen.
Mikukvøldið í síðstu viku
var hann í miðverjuni á
næstbesta Brøndby liðnum,
sum spældi ímóti Køge.
Millum áskoðararnar var
Henrik Larsen, landsliðs-
venjari. Hann kundi saman
við hinum staðfesta, at Jón
Rói Jacobsen var ímillum
teir
mest
eyðsýndu
á
Brøndby liðnum, sum vann
6–1.
Málríkt
Triði síðsta umfarið í sup-
erliguni
undan
vetrar-
steðginum var merkt at
nógvum
málum.
Leygardagin hevði Esbjerg,
sum er triði fremst, vitjan
av OB. Talan gjørdist um
sera
undirhaldandi
uppgerð, sum endaði 4–4!
AaB er framvegis á næst-
fremsta plássinum. Teir
høvdu sunnudagin vitjan av
AB, sum er næstaftast, men
tað sást ikki á spælinum og
úrslitinum. AB kom á odda,
tá ið lítið korter var farið,
og teir vunnu 4–0! Hetta
var fjórða AaB tapið á
heimavølli í heyst, og tað
var ikki at undrast á, at
áskoðararnir tíðliga í 2.
hálvleiki fóru til hús. Und-
an hesum dystinum hevði
AB í seks útidystum í hes-
um kappingarárinum bara
skorað fimm mál íalt.
AGF vil fegið vera ímill-
um tey fremstu. Onkra
ferðina spæla teir væl, men
so detta teir niður í djúp
hol. Soleiðis var sunnudag-
in, tá ið Viborg vitjaði og
fór til hús við 4–2 sigri.
Farum var – burtursæð
frá FCK – einasta av
fremstu
liðunum,
sum
vann. Teir høvdu vitjan av
botnliðnum Silkeborg og
vunnu 3–2. Christian And-
ersen, venjarin hjá Farum,
helt, at teir høvdu víst besta
spælið higartil í hesum
kappingarárinum, og hann
harmaðist um, at sigurin
ikki var vorðin størri. Far-
um hevði nógvar møguleik-
ar, men aftaná vóru teir
nøgdir við at hava vunnið.
Tað er væl skiljandi. Nógv-
ur turbolensur var aftur í
síðstu viku kring felagið.
Fyrrverandi býráðsformað-
urin í Farum og fyrrverandi
formaðurin í Farum Bold-
klub,
Peter
Brixtofte,
royndi aftur at fáa valdið í
felagnum, men tað mis-
eydnaðist.
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j -
t
mál
mál
munur
stig
1
VB
6
6 - 0 -
0
147
120
27
12
2
VÍF
7
4 - 0 -
3
156
136
20
8
3
StÍF
7
4 - 0 -
3
168
167
1
8
4
Neistin
8
3 - 1 -
4
151
160
-9
7
5
Kyndil
7
3 - 0 -
4
176
167
9
6
6
Stjørnan 6
2 - 1 -
3
122
130
-8
5
7
Tjaldur
7
1 - 0 -
6
134
174
-40
2
1. Deild menn
vunnin tapt mál-
dystir
v - j -
t
mál
mál
munur
stig
1
VÍF
8
6 - 0 -
2
261
202
59
12
2
StÍF
8
6 - 0 -
2
232
205
27
12
3
Neistin
8
5 - 0 -
3
225
213
12
10
4
Kyndil
7
4 - 1 -
2
201
189
12
9
5
KÍF
8
2 - 1 -
5
201
207
-6
5
6
H71
7
2 - 0 -
5
161
199
-38
4
7
Tjaldur
8
1 - 0 -
7
190
256
-66
2
Flogbóltsúrslit og –støður
16-11-02
1K
Nøvan
Fleyr
1-3
16-11-02
1K
SÍ
Mjølnir a
3-0
17-11-02
1K
Dráttur
Mjølnir b
3-0
16-11-02
1M
NFL
Fleyr
16-11-02
1M
SÍ
Fram
1-3
16-11-02
2K
Nøvan
Mjølnir
0-3
16-11-02
2K
TB
Fossánes a
3-0
16-11-02
2M
Fossánes
Fram
3-2
16-11-02
2M
Mjølnir
Nøvan
0-3
17-11-02
2M
Mjølnir
Fram
0-3
16-11-02
D16
ÍF
Fleyr
3-1
17-11-02
D16
SÍ
Mjølnir
17-11-02
G16
Dráttur
Mjølnir
3-2
1. deild kvinnur
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
SÍ
3
3
0
9
0
9
6
Dráttur
2
2
0
6
0
6
4
Mjølnir a
2
1
1
3
3
0
2
Nøvan
2
1
1
4
4
0
2
Fleyr
2
1
1
3
4
-1
2
KÍF a
2
0
2
1
6
-5
0
Mjølnir b
3
0
3
0
9
-9
0
1. deild menn
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Mjølnir a
2
2
0
6
0
6
4
Fleyr
2
2
0
6
4
2
4
NFL
1
1
0
3
0
3
2
ÍF b
1
1
0
3
1
2
2
Fram
2
1
1
5
4
1
2
ÍF a
1
0
1
0
3
-3
0
Mjølnir b
2
0
2
1
6
-5
0
SÍ
3
0
3
3
9
-6
0
2. deild kvinnur
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
TB
2
2
0
6
0
6
4
Fossánes a
3
2
1
6
3
3
4
SÍ
2
1
1
3
3
0
2
Mjølnir
2
1
1
3
3
0
2
ÍF
1
0
1
0
3
-3
0
Nøvan
2
0
2
0
6
-6
0
2. deild menn
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Fossánes
3
3
0
9
6
3
6
Fleyr a
2
2
0
6
0
6
4
Flram
2
1
1
6
3
2
2
Nøvan
3
1
2
5
6
-1
2
Mjølnir
4
0
4
2
12
-10
0
Gentur 16
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Dráttur
3
2
1
6
5
1
4
TB a
1
1
0
3
0
3
2
SÍ
1
1
0
3
0
3
2
KÍF
2
1
1
3
3
0
2
Mjølnir
3
1
2
5
6
-1
2
Fleyr a
2
0
2
0
6
-6
0
Dreingir 16
Dystir
Sett
leiktir
vunnir
taptir
vunnin
tapt
munur
Stig
Mjølnir
2
2
0
6
0
6
4
SÍ
1
1
0
3
0
3
2
ÍF
2
1
1
3
4
-1
2
Fleyr
3
0
3
1
9
-8
0
21
20
Nr. 222 - 19. november 2002
Neistin-VÍF 27-38 (14-17):
VÍF-maskinan koyrdi Neistan um koll
Neistin fylgdi við
vestmenningum í trý
korter, men seiansta
korterið gekk orkan
undan, og tá VÍF sam-
stundis setti ferð á,
gjørdist talan um satt
málrok
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tó at vestmenningar vóru
favorittar móti Neistanum
sunnudagin, so mundi fáur
ivast í, at skuldi talan gerast
um sigur, so skuldu tier
gulu leggja alla orku í. Ikki
minst tí Neistin við avrik-
unum í ár hevur prógvað, at
hóast liðið hevur mist hóp-
in av sterkum leikarum, so
hevur liðið ein stríðsvilja,
sum kann bera heilt langt,
um væl vil til.
Ingi uttanfyri
Og fyrstu longu løtuna av
dystinum var eisini sjón
fyri søgn, at her skuldu
vestmenningarnir
ikki
rokna við nøkrum sum
helst. Kanska var spælið
hjá VÍF eitt sindur ávirkað
av, at Ingi Olsen hevði valt
at byrja uttan fyri fyrstu
góðu løtuna, men tað darv-
aði á ongan hátt teimum
bláu. Serstakliga tóktist
Morgan Knezevic vera sera
væl upplagdur. Hann skor-
aði mest sum eftir vild, og
var ov trongt fyri, var hann
aloftast førur fyri at finna
leysar viðleikarar, so hesir
kundu skora.
VÍF hekk alla tíðina í,
men uttan Inga gjørdist
spælið í stóran mun ov
stirvið, soleiðis at blái
verjumúrin mest sum alla
tíðina fekk flutt seg á rætt
stað, áðrenn skotsterku
bakspælararnir hjá VÍF
fingu løtt kanónirnar, og
fram til seinastu fimm min-
uttirnar undan steðginum
vóru tað teir bláu, sum tókt-
ust at hava takið.
Breiddin er styrkin
At Ingi Olsen kann loyva
sær sjálvum at sita næstan
ein heilan hálvleik á beinki-
num, sigur kanska nakað
um, hvussu breiður hópurin
hjá VÍF er. Ikki minst, tá
tað
samstundis
verður
hugsað um, at Sámal Joen-
sen ikki verður við í ár.
Seinastu løtuna undan
steðginum kom venjarin á
vøllin sjálvur, og tað var
heilt skjótt, at hetta broytti
spælið. Væl meira av ferð
kom á í uppspælinum. Verj-
an fekst nú eisini at rigga
munandi betri, soleiðsi at
Eli Müller fekk framt nakr-
ar bjargingar, og við eitt
kom gongd á vandamikla
kontraspælið hjá teimum
gulu.
Og í seinna hálvleiki varð
turbo’in veruliga sligin til.
Fyrstu løtuna fekk Neistin
framvegis hildið fast, men
so gekk orkan undan. Í mun
til VÍF er hópurin hjá
Neistanum ov smalur. Leik-
liga ábyrgdin verður í sera
stóran mun løgd á teir báð-
ar, Morgan Knezevic og
Áka Mørk, og ímóti einum
liði sum VÍF er hetta ov
nógv í samfullar 60 minutt-
ir. Einsamalli rmegnaðu
teir ikki at halda teimum
bláu í dystinum, og um
miðjan hálvleikin skrædn-
aði.
Neistin hevði tá strítt seg
upp á 22-22, men meðan
teir fingu fimm mál restina
av dystinum, fekk VÍF ikki
færri enn 16, og var tað ikki
fyri stórspæl frá Zeljko Jo-
tic í málinum, kundi talan
væl verið um nógv størri
sigur til meistararnar.
Við sigrinum skeyt VÍF
seg upp á ovastu rók, og
mikukvøldið fæst helst ein
ábending
um,
hvussu
drúgvir teir verða á hesum
plássinum. Tá kemur StÍF á
vitjan, og tó at strandingar
hava tóktst sera sterkir fyrr
í ár, so benda seinastu av-
rikini á, at kurvan nú
peiggjar nakað niðureftir.
Hjá VÍF er júst øvugt.
Seinastu dystirnar hevur
maskinan koyrt við fullari
ferð, og megna teir at hava
somu kraft á spælinum
mikudagin, skal meira enn
vanligt stórspæl til hjá
strandingunum, um teir
skulu gera sær vónir um at
endurtaka sigurin frá fyrra
dystinum.
Hóast stórtapið, so er
langt ífrá víst, at Neistin
skal
avskrivast.
Sum
nevnst,
so
líður
liðið
kanska undir, at spælið í ov
stóran mun er bygt á Mor-
gan og Áka, men hinvegin
er tað so langt ífrá altíð, at
mótstøðuliðið hevur somu
breidd, sum vestmenning-
arnir hava. Stríðsviljin hev-
ur borið liðið langt higartil,
og megna teir framhaldandi
at halda hesum uppi, sam-
stundis sum roynt verður at
brýna ungu leikararnar til
stóru uppgávurnar, so er
ikki heilt óhugsandi, at lið-
ið
framhdaldandi
kann
verða partur av stríðnum
um heiðursmerki.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 27-38 (14-17)
Málskjúttar:
Neistin: Áki Mørk 10(3),
Morgan Knezevic 8, Dann
Thorleifsson 3, Helgi Just-
inussen 3, Ragnar Stakk-
sund 1, Kári Mortensen 1,
Ræni Slættanes 1
VÍF: Áki Olsen 7, John
Zachariasen 7, Ingi Olsen
7, Daniel Rápa 4, Áki G.
Olsen 4(1), Piti Negru 4,
Agnar Joensen 2, Petur
Frank Olsen 2, Fríðbjørn
Seloy 1
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar
úr
Kyndli:
Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen. Yvirhøvur var
talan um ein reinan dyst, og
hesum eiga dómararnir væl
sín part av æruni fyri.
StÍF er nú á triðja
plássið á stigalvuni,
og komandi viku-
skiftið fæst at vita,
hvørt hetta er meint í
álvara
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir fleiri góð avrik sein-
astu dystirnar varð roknað
við, at kvinnurnar hjá StÍF
fóru at gera av við Tjaldur,
sum enn ikki hevur fingið
ferð á, hóast liðið í fleiri
førum hevur verið nær við
at fáa fleiri stig enn tey
bæði, sum tað higartil er
vorðið talan um.
Og tað var eisini skj´tt, at
StÍF hevði staðfest, at her
ætlaðu tær at vera við yvir-
lutan. Frá fyrsta bríksli
royndu tær at leggja trýst á
Tjaldur, og hóast Maria í
gula málinum royndi at
taka tað, sum kom so
megnaði hon ikki einsamøll
at forða fyri muninum, sum
mátti koma í.
Longu eftir fyrsta korter-
ið var gongdin greið, men
tó at StÍF fyri tað mesta helt
fast eftir hetta, so var tað tó
um reppið, at Tjaldur aftur
fekk skapt spenning í. Eitt
skifti í seinna hálvleiki
minkaðu tær munin niður í
eitt mál, men tá StÍF aftur
fekk skil á, gjørdist kortini
einki.
VÍF bíðar
Við sigirnum helt StÍF fast
í stríðnum um silvurpláss-
ið, har tær í løtuni eru
ájavnar VÍF í stigum.
Mikudagin skal StÍF royna
seg í Vestmanna, og tá fæst
helst at vita, hvørt tær
framhaldandi ætla sær ein
leiklut í oddinum, ella um
eitt nú sigurin á VÍF bert
var eitt lítið upplop, sum nú
er hæsað av.
Tjaldur hevur hinvegin
framvegis til góðar at
prógva, at tær eru nóg
sterkar at standa seg í bestu
deildini. Verður sæð burtur
frá sigrinum á Kyndli, so
hava úrslitini ikki verið nóg
góð, og í løtuni eru trý stig
upp til næsta liðið, sum er
Stjørnan. Júst Stjørnan er
næsta mótstøðuliðið hjá
Tjaldri komandi vikuskifti,
og spurningurin er so, hvørt
Tjaldur tá fær skapt nýggj-
an spenning í botnstríð-
num, ella um tær verða púr-
asta isoleraðar í niðara enda
av talvuni.
Dysturin í tølum
StÍF-Tjaldur 21-15 (10-6)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene
6(1), Alina Olaru 4(1),
Poula D. Olsen 4, Anna B.
Danielsen 3, Sunfríð B.
Jacobsen 2, Kristina Grik-
saite 1, Ata Gregersen 1
Tjaldur: Beinta Joensen
4(2), Oddvá Fossdalsá 3,
Kristine Ellingsgaard 2,
Milica Ergic 2, Lenka Rib-
aric 2(1), Mona Langgaard
1
Brotskøst: StÍF 5, Tjaldur
5
Útvísingar: Tjaldur 1
Neistin fylgdi við í trý korter,
men spæl teirra er í ov stóran
mun bygt kring fáar
lyklaleikarar, og tá orkan hjá
hesum gekk undan, kundu
vestmenningarnir seta turbo-
løðarin til, so talan at enda
gjørdist um sanna málveitslu
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF-Tjaldur 21-15 (10-6):
Eingin ivi á Skála
C
M
Y
K
20