týsdagur 19. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2002
23
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
23
22
Nr. 222 - 19. november 2002
Men hóast føroyski
álopsspælarin skoraði
sigursmálið, so held-
ur FCK venjarin ikki,
at Todi eigur sjálv-
sagdan rætt at vera
ímillum teir fyrstu
ellivu
ÚTISETAFELAG
Jóannes Hansen
Todi Jónsson var mest um-
røddi spælarin í Parkini
sunnudagin. Hóast hann
hevði skorað í tveimum av
trimum teimum seinastu
dystunum, so hevði FCK
venjarin, Hans Backe, gjørt
av, at føroyski álopsspælar-
in, sum er í høgum metum
millum FCK viðhaldsfólk-
ini, skuldi sita á beinkinum,
tá ið uppflytararnir úr Køge
vitjaðu í Parkini. FCK venj-
arin hevði gjørt av, at Peter
Møller, sum var liðformað-
ur, nú bæði Christian Løns-
trup og Peter Nielsen vóru
skaddir, og Jörgen Petters-
son, sum var komin fyri seg
eftir skaða, skuldu manna
álopsódnirnar.
Synd er at siga at svenski
landsliðsmaðurin stóð seg
serliga væl, og ein partur av
teimum 17.047 áskoðarun-
um, sum høvdu lagt vertin
á kalda heystarveðrið og
vóru møttir í Parkini, nýttu
øll høvi at geva til kennar,
at tey vildu hava Toda á
vøllin í staðin fyri svensk-
aran.
Gestirnir vardu og
Todi skoraði
Køge var ikki komið í
Parkina fyri at undirhalda
nógvu áskoðarunum. Teir
vardu og dyrgdu eftir javn-
leikinum, samstundis sum
teir vónaðu, at møguleikin,
sum kundi geva teimum
sigursmálið, skuldi stinga
seg upp. Tað var um reppið,
at teir í 2. hálvleiki fingu
henda møguleikan, men
fyri tað mesta var tað FCK,
sum hevði bóltin. Teir á
oddaliðnum
royndu
og
royndu, men teir høvdu ikki
hugflogið, sum skuldi til
fyri at koma ígjøgnum tøttu
verjuna, og tær fáu ferð-
irnar, sum tað eydnaðist,
vóru teir ikki hepnir. Tað
næsta, sum teir komu málið
fyrsta tíman, var, tá ið Peter
Møller sendi í stólpan.
Tá ið seinna umfarið var
átjan minuttir gamalt, varð
Todi Jónsson undir stórum
áskoðarafagnaði settur á
vøllin. Ábendingar vóru
um, at tað skuldi ganga,
sum tað gekk á útivølli
ímóti AB næstsíðsta sunnu-
dag. Tá endaði dysturin
málleysur.
Men
trettan
minuttir undan leikloki
fekk FCK sigursmálið.
Todi Jónsson fekk bóltin
inn um verjuna, og hesa
ferð var hann tryggur, tá ið
hann í besta Michel Owen
stíli setti framvið málverj-
anum. Og so var fagnað-
urin sera stórur.
Køge spælararnir vildu
vera við, at talan var um
rangstøðu, og Todi er ikki
heilt ósamdur við teimum:
– Eg hugdi beinanvegin
út á linjuverjan, tí eg helt
meg sjálvan vera rang-
staddan, men linjuverjin
góðkendi støðuna, sigur
Todi Jónsson, sum sjálv-
andi fegnast um málið, og
samstundis er nóg pro-
fessionellur til ikki at geva
nakra misnøgd til kennar
fyri, at hann aftur hesa ferð
var á beinkinum.
– Tað er venjarin, sum
setur liðið, og vit spælarar
hava einki annað í at velja
enn at virða avgerðirnar,
sum venjarin tekur, segði
Todi Jónsson, tá ið pressan
ivaleyst fiskaði eftir út-
søgnini um misnøgd og
harvið einari góðari yvir-
skrift.
Passa ikki saman
Hans Backe, FCK venjarin,
varð spurdur, hví hann ikki
hevði Toda Jónsson ímill-
um teir fyrstu ellivu, og
hann royndi at greiða frá:
– Vit hava sæð, at Todi
Jónsson og Zuma hava
spælt væl saman í álopin-
um. Nú brúka vit fyri tað
mesta Zuma í høgra borði.
So eru Peter Møller, Todi
og Jörgen Pettersson eftir
til álopsplássini, og har
hava vit mett, at Todi ikki
riggar so væl saman við
Peter Møller, sum er fyrsta
val fyri tíðina. Kanska er
tað tí, at teir báðir, Peter
Møller og Todi, eru vinstra-
beintir, sum er ein av
orsøkunum til, at teir ikki
tykjast hóska so væl saman,
segði Hans Backe, sum
kortini helt møguleikan
opnan fyri, at júst teir báðir,
Todi og Peter Møller, vera í
álopinum, tá ið FCK kom-
andi vikuskifti fer at spæla
ímóti AaB.
Í 1999 var Hans Backe
venjari, tá ið AaB vann
DM. Peter Møller er eisini
gamal AaB spælari.
At Todi Jónsson hevur
skorað fleiri mál seinastu
vikurnar, og at hann hesa
ferð skoraði sigursmálið og
varð nógv umrøddur, hevur
ikki viknað um hansara
støðu undan sáttmálasam-
ráðingunum, sum hann skal
hava við FCK um tvær
vikur.
Í næstsíðstu viku segði
AGF venjarin, Poul Han-
sen, at teir vóru áhugaðir í
at knýta Toda Jónsson
afturat felagnum, um Todi
ikki samdist við FCK um
framhaldandi
samstarv.
Todi spældi sum unglingur
eitt skifti við AGF, og hann
vil ikki heilt avvísa møgu-
leikanum at flyta aftur til
Århus. Men tað er eingin
ivi um, hvar hann helst vil
vera.
– Mær dámar sera væl í
Keypmannahavn, og her vil
eg helst vera, sigur Todi.
Tað eru nógv fótbóltsfeløg í
danska
høvuðsstaðnum,
men feløgini, sum kunnu
bjóða upp á Toda eru
neyvan so nógv. Umframt
FCK er Brøndby ivaleyst
einasti møguleikin. Men nú
fáa vit at síggja.
Danska superligan
v
t
d
v - j - t
mál mál
+/- stig
1
FCK
16
10-4 - 2
26
15
11
34
2
AaB
16
8 - 1 - 7
24
25
-1
25
3
Esbjerg
16
6 - 6 - 4
35
31
4
24
4
Farum
16
8 - 0 - 8
23
27
-4
24
5
Brøndby (M) 16
6 - 5 - 5
27
19
8
23
6
FCM
16
5 - 6 - 5
23
21
2
21
7
OB (S)
16
5 - 5 - 6
26
24
2
20
8
AB
16
4 - 7 - 5
19
18
1
19
9
AGF
16
5 - 4 - 7
24
30
-6
19
10 Køge
16
6 - 1 - 9
26
35
-9
19
11 Viborg
16
4 - 6 - 6
26
31
-5
18
12 Silkeborg
16
4 - 5 - 7
20
23
-3
17
Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK)
Áskoðararnir vilja hava Toda
Fyri áskoðararnar hjá FCK
tykist tað óskiljandi, at hann
ferð eftir ferð er at finna á
beinkinum. Hetta hoyrdist
eisini á fagnaðinum, tá
føroyski álopsmaðurin varð
skiftur inn í dystinum móti
Køge
C
M
Y
K
22