týsdagur 19. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 222 - 19. november 2002
Talvið hesa vikuna
Nýggi maðurin á føroyska talvfelagnum í
Keypmannahavn, eitur Nicolaj Borge.
Hann er altjóða meistari, og ger eitt
come-back eftir nærum hálvtfjórða ára
talvpausu. Men at enn knotur er í honum,
prógvar hann sanniliga í sínum fyrsta
talvi fyri nýggja felag sítt
Torben Sørensen 2323 — IM Nicolaj Borge 2406
2 div. (1.umfar), 17.11.2002
(Viðmerkingar: Eyðun Nolsøe og Carl Eli N.
Samuelsen)
1.Rif3 Rif6 2.c4 g6 3.g3 Bg7 4.Bg2 0-0 5.Ric3 d6
6.0-0 e5 7.d3 Bd7 8.Rb1 Fc8 9.Re1 Bh3 10.Bh1 h6
11.b4 Ribd7 (hetta er mangan spælt fyrr - stødan er
jøvn) 12.a4 Re8 13.Rid2 Rif8 14.a5 Rb8 15.c5
[15.b5 er møguligt, og eisini eitt vet betri] 15...dxc5
16.bxc5 Rie6 17.c6 b6 18.Ric4 Ric5 19.Ba3 Bf8
20.Rib5 bxa5 21.Fd2 a6 22.Ria7 Ff5 23.Rxb8 Rxb8
24.Fxa5 Rig4! 25.f3 [25.Bxc5 Rb5! 26.Rixb5 Bxc5
27.Bf3 Bxf2+ 28.Kh1 axb5 29.Rib2 Rie3 — stórur
svartur fyrimunur] Rixd3! (avgerandi leikur, sum er
ómetaliga ringur at finna á borðinum) 26.exd3 Fxd3
27.Bxf8 Rb1! (enn ein superleikur, sum gevur
tvungið mát!)
28.Bc5 Ff1!+ 29.Rxf1 Rxf1 mát 0-1
Hvalvíkingar sigraðu
í fyrsta umfarinum á
Havnini og hava sam-
an við Klaksvíkini
lagt seg á odda í
liðkappingini
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eitt óvæntað og tvey nøk-
unlunda væntað úrslit í 1.
deild. Soleiðis kann ein
tulka fyrsta umfar í bestu
deildini í Føroyum, sum
bleiv leikt um vikuskiftið.
Taka vit fyrst óvæntaða
úrslitið, so er eingin ivi um
at hvalvíkingar framdu
stórt bragd við at vinna 3-1
á havnarmonnum. Ikki tí,
vit kenna hvalvíkingar sum
sera støðugir við nærum
somu manning seinastu
tíggju árini. Ein tílíkur stór-
sigur kemur allarhelst sera
væl við hjá Brekká & co.
Havnarmenn, sum høvdu
sterkari lið á pappírinum,
fingu bert tveir javnleikir
suður við aftur úr Hvalvík.
Martin Poulsen og Herluf
Hansen leiktu javnt móti
ávíkavist Martin Brekká og
Sámal Christiansen, meðan
Finnbjørn Zachariassen og
Gunnar Joensen vunnu
hvør síni talv móti Olaf
Berg og Andrias Ziska.
Bogi Ziska aftur á
toftaliðnum
Í fjør flutti einstaklinga-
føroyameistarin frá 1987,
Bogi Ziska, heimaaftur á
klettarnar.
Framanundan
hevði hann verið fastur
stuðul í mong ár hjá Talv-
felagnum Føroyum í Keyp-
mannahavn. Fyrstu — og
seinastu ferð teir av Toftum
gjørdist føroyameistarar,
varð í 1987. Tá mannaði
Bogi nevnliga fyrsta borðið
á liðnum.
Sunnudagin hittu tofta-
menn
klaksvíkingar
í
Klaksvík. Úrslitið bleiv
2,5-1,5 til heimaliðið. Bogi
leikti varið við hvíta fólk-
inum móti Ólavi Simonsen.
Ólavur fekk ikki tað stóra
burturúr vápninum hjá sær,
Chigorin byrjanin, og hóast
sterki klaksvíkingurin bæði
treiskaðist og offraði finnur
fyri spæl, leikti Bogi neyvt
og fekk sín javnleik.
Jens Kristian Hansen,
sum nú eftir mong ár á
fyrsta borði, mannaði ann-
að borð, vann við svarta
fólkinum á Rana Nolsøe.
Rani lat finnu við tí huga at
fáa gott spæl. Men heldur
hinvegin fekk Jens Kristian
so líðandi fyrimun av hes-
um, og vann trygt.
Á triðja borði vann
Tummas M. Anthoniussen
á Wenzil Højgaard, tá hesin
tapti uppá tíð. Ingolf Gaard
vann
somuleiðis
fyri
klaksvíkingar
á
fjórða
borði.
Mótstøðumaðurin
var super-veteranurin Jústi-
nes Hansen.
Torbjørn vorðin
kollfirðingur aftur
Vestmenningara hava í ár
mist eitt gott trumfkort.
Torbjørn Thomsen hevur
valt at venda aftur til sítt
gamla felag, og hetta má
smakka væl í munninum
hjá kollfirðingum. Teir
hava nevnliga ikki verið í
oddastríðnum
seinastu
árini, og við Hans Kristian
Simonsen
og
Torbjørn
Thomsen á liðnum, er
møguleiki fyri onkrum
nevniverdum í ár. Í fyrsta
umfarinum hittu kollfirð-
ingar júst vestmenningar.
Hans Kristian og IM
John Rødgaard leiktu javnt
á fyrsta borði, somuleiðis
sum Torbjørn og John
Jacobsen býttu stigini á
øðrum borði.
Evnaríki
unglingurin
Eyðálvur Johannesen, sum
vónandi tekur telvingina
uppaftur av álvara, vann á
vestmenninginum
Kára
Durhuus, men Jákup á
Rógvu Andreasen bjargaði
vestmenningum javnleikin
við sigri á Grettir Djurhuus.
Eitt úrslit bæði liðini ikki
heilt kunnu vera ónøgd við.
Stórsigur til
Talvfelagið Føroyar
Føroyska
útisetaliðið
í
Keypmannahavn fekk eina
flúgvandi byrjan í næst-
fremstu deildini í Danmark.
Liðið vann sunnudagin 6-2
móti sterkum liði (“Skak-
spilleren”), og fáur hevði
væntað somikið gott úrslit
framanundan. Rating við-
víkjandi vóru liðini sera
jøvn, har føroyska liðið
kanska hevði lítlan munin.
Tveir danir leika við
Talvfelagnum Føroyar í ár.
IM Nicolaj Borge, sum
mannar fyrsta borð framm-
anfyri John Arna Nilssen.
Hin nevnist Finn Nøhr, sum
leikti á sjeynda borði
frammanfyri Terja Peter-
sen. IM Borge er kendur
sum ein sera evnaríkur
telvari, men legði telving-
ina at kalla á hilluna fyri
góðum trimum árum síð-
ani. Onkursvegna hevur
hann tó hildið telvingina
við líka, tí hann vann eitt
ómetaliga vakurt talv við
svarta fólkinum móti ein-
um 2300-manni.
Hinir sum vunnu vórðu;
John Arni Nilssen, Eyðun
Nolsøe og Carl Eli Nolsøe
Samuelsen. Heini Olsen,
Heini Danielsen, Finn Nøhr
og Terji Petersen leiktu
javnt. Felags fyri dystin
kann sigast at eingin á før-
oyska liðnum stóð nak-
rantíð verri, og sigurin
kundi enntá verði enn
størri. Lyklaorðið hendan
dagin var kollektiv góð
telving.
Málið - sum er uppflyt-
ing - er als ikki veruleika-
fjart. Tað prógvaðu før-
oysku útisetarnir í viku-
skiftinum.
1. deild
KT — VT 2-2
Hans K. Simonsen — IM Rødgaard
0,5-0,5
Torbjørn Thomsen — John Jacobsen
0,5-0,5
Eyðálvur Johannesen — Kári Durhuus
1-0
Grettir Djurhuus — Jákup Andreasen
0-1
KTF — TT 2,5 — 1,5
Ólavur Simonsen — Bogi Ziska
0,5-0,5
Rani Nolsøe — Jens K. Hansen
0-1
Tummas M. Anths. — Wenzil Højgaard
1-0
Ingolf Gaard — Jústines Hansen
1-0
TFS — HT 3-1
Martin Brekká — Martin Poulsen
0,5-0,5
Finnbjørn Zachariasen — Olaf Berg
1-0
Sámal Christiansen — Herluf Hansen
0,5-0,5
Gunnar Joensen — Andrias Ziska
1-0
2. deild
VT — ST 3-1
Jón - Torkil Nielsen
0-1
Jákup Durhuus — Bernard Augustinusen
1-0
Palli Johannesen — Sonni Nielsen
1-0
Ingolf Debes — Jónfinn Thomsen
1-0
HT2-HT3 2-2
Haldur S. Johansen - Súni Ziska
0,5-0,5
Johan E. Hansen - Sigurð Justinussen
0-1
Óli Joensen - Jón Andreasen
0,5-0,5
Poul Poulsen - Ronny í Lon
1-0
RT-KTF2 3-1
Jógvan Næs - Rani Baldursson
0,5-0,5
Bjarki Ziska - Vagn Heldarskarð
1-0
Brandur Jacobsen — Finn Egilsson
0,5-0,5
Hendrik W. Joensen - Mannbjørn Anths
1-0
3. deild vestur
MT-ST 4-0
Eyðun Samuelsen - Rógvi Jacobsen
1-0
Allan Eldevig - Gutti Petersen
1-0
Hans A. Ellefsen - Rani Hansen
1-0
Ingi W. Joensen - Torkil Petersen
1-0
VT-HT4: 0-4
Unglingar
KTFa-KTFb 3,5 — 0,5
Rógvi Dragaberg - Bogi Hansen
1-0
Herborg Hansen - Eilif Arge
1-0
Danny Baldvinsson - Regin Sivertsen
0,5-0,5
Berit Kalsø - Dánjal P. Jacobsen
1-0
GTa-GTb 2-2
Per Jacobsen - Andras Mikkelsen
0-1
Heri Thomsen - Finnur Justinussen
1-0
Sam Jacobsen - Ottar Olsen
1-0
Hávarður Olsen - Frank A Guttesen
0-1
Einkultúrslit — 1. umfar
Liðkappingin av
bakkastokki
Martin Brekká og liðfelagarnir úr Sundalagnum vunnu ein
óvæntaðan sigur á Havnini í fyrsta umfarinum, nú
liðkappingin í talvi fór av bakkastokki
C
M
Y
K
24
Nr. 222 - 19. november 2002
25
KEMA Sirmdósir
- fullfíggja úrval
www.faroeyard.fo · E-mail: sale@faroeyard.fo
P/F Tórshavnar Skipasmiðja
Tel: 31 11 55 · Fax: 31 11 25
P/F Skipasmiðjan á Skála
Tel: 44 11 55 · Fax: 44 11 25
24 tíma Vakt
tel: 21 11 55
FTV-Bókhald
Vit átaka okkum
• Bókhald
• Roknskap
• Skattauppgerð
Eisini hava vit sølu av skrivstovuútgerð.
FTV-Bókhald
900 Vágur
Tlf. 37 41 05 · Fartlf. 22 56 03 · Fax 37 41 07
T-post: ftvb@post.olivant.fo
Porkeris kvøldskúli
Treytað av nóg stórari luttøku verður frálæra í tekn-
ing við einum ella fleiri litum.
Frálæran verður í 4 vikuskiftum,2 áðrenn og 2 aftan
á jól.
Tilmelding hjá læraranum Hans Jørgen Remmer tlf.
373587. Luttøkugjaldið verður 150 kr.
Porkeris Kvøldskúli · Tlf. 373 185
Toyota hiace 4 x 4
Vøruvognur el-rútar/spegl, hita í setrunum, rút í
høgru dragihurð, sleipikrók og onnur eykaútgerð.
Nýggj kavadekk. Sera vælhildin. Til sølu fyri kr.
144.000 + mvg, v/ mvg 180.000 kr.
Tlf. 218484
Føroya Óðalsfelag
Aðalsfundur felagsins verður
Sunnudagin 24. november kl. 15:00
á búnaðardeplinum í Kollafirði.
Skrá sambært lógunum.
Síðani greiðir formaðurin frá um lógaruppskotini
hjá felagnum:
- um at broyta matrikullógina
- um at selja smáu festini
- um at selja leigutraðir
At enda verður orðaskifti um skipan og lógir
felagsins í framtíðini.
Stýrið
Óðalsfelagið er felag fyri tey, ið eiga jørð – ella ynskja at
eiga jørð – og virkar fyri betri umstøðum hjá teimum, ið
fáast við smábrúk og varveita føroyska óðalsmentan.
Stýrið í Óðalsfelagnum:
Norðoyar:
Jógvan í Beiti í Klaksvík
Eysturoy:
Ditlev Róin í Fuglafirði
Streymoy:
Niels Th. Pedersen í Vestmanna
Vágar:
Jóannes Niclasen í Miðvági
Sandoy:
Bødvar Poulsen í Dali
Suðuroy:
Mikkjal Sørensen í Porkeri
Formaður:
Kári á Rógvi á Argjum
v/ Oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 2,0 Diesel GX
grønur, 5 hurðar,
árg. 1996.
89.000
Nissan Primera 1,6 A/C
reyður, 4 hurðar,
árg. 1998, 70.000 km.
125.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
59.000
Peugeot 306 DT 1,9 AC
bláur, 4 hurðar,
árg. 1999, 61.000 km.
125.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 307 SW 2,0 Hdi
gráur, 5 hurðar,
árg. 2002, 2.000 km.
239.000
Peugeot 406 ST 2,0 Hdi
vínreyður, 4 hurðar,
árg. 1999, 120.000 km.
164.000
Opel Astra 1,7 DT Van
bláur, 5 hurðar,
árg. 1998, 82.000 km.
78.000
Opel Astra 2,0 DT
grønur, 5 hurðar,
árg. 2001, 38.000 km.
175.000
Opel Vectra 1,8
svartur, 4 hurðar,
árg. 1996, 80.000 km.
122.000
Opel Astra 1,7 Diesel
reyður, 4 hurðar,
árg. 1995, 118.000 km.
76.000
Opel Omega 2,0i
gráur, 4 hurðar,
árg. 1989, 121.000 km.
22.000
Ford Escort 1,8 Diesel Van
bláur, 3 hurðar,
árg. 1995, 150.000 km.
45.000
Ford Escort 1,8 Diesel
grønur, 4 hurðar,
árg. 1995, 152.000 km.
65.000
Ford Escort 1,6 Van
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996
65.000
Ford Courier 1,8 Diesel Van
hvítur, 3 hurðar,
78.000
Opel Astra 1,7 DT
brúnur, 4 hurðar,
árg. 1996.
75.000
Opel Astra 1,6 Club Station Car
reyður, 5 hurðar,
árg. 1996, 98.000 km.
70.000
25