leygardagur 23. august 1986síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
|
|
——————
Nr. 94 — 23. august 1986
At skapa fortreytir fyri
Búseting, trivnaði og
øktum vinnulivsmøguleikum
er okkara adalmål, sigur Dånjal av Rana, byråds-
formaður á Tvøroyri.
At vera býráðsformaður á
Tvøroyri er annarleiðis
enn aðrar staðir í Feroy-
um. Meðan aðrar komm-
unur sum mest bert hava
umsitingarligar uppgåv-
ur, so hevur Tveroyrar
Kommuna átikið sær eina
uppgávu aftrat. Nevniliga
at luttaka aktivt í vinnu-
lívinum á staðnum. Og
uttan kommununnar lut-
tøku hevði mangan
svárt út, sigur Dánjal av
Rana, býráðsformaður á
Tvøroyri.
Tilikar umstødur krevja
meira av byrådsformann-
inum og kommunustyris-
limuuum annars, men ger
hetta arbeiðið eisini meira
áhugavert, avbjóðingin
gerst størri, sigur Dánjal
av Rana.
Spurdur um hverjar
framtíðarætlanir byrådid
nú hevur sigur hann, at
dentur var frá byrjanini
av lagdur á, at betra um
fíggjarligu viðurskiftini í
kommununi. Lánibyrðan
er í dag umleið 74 miljónir
og góðar 14 miljónir hava
verið nýttar til lånsgjøld.
Arbeitt verður nú við at
umfiggja lánini. Tá hetta
er fingið í rættlag, verða
lånsgjøldini 9,4 miljónir
um árið.
Skattainntekan hjá
kommununi er mett til 24
miljónir í 1986. Dánjal av
Rana sigur, at arbeitt
verður eisini við at beta
um búsetingarmeguleik-
arnar hjá ungfólki. So
gott sum eingin almenn
sæð
jerð er i kommununi og ti
verður tað dýrt fyri
kommununa at ogna sær
byggilendi.
Stórur partur av teim-
um, sum byggja her,
hevur meguleika til at
ogna sær grundøki bilia,
kanska fyri einki, frá
familju. Hetta setir stór
krøv til kommununa, ti at
kloakeringsarbeidi, vegir
og annað í samband vid
sethúsabygging verða so
spjadd. Men býráðið fer í
mest meguligan mun at
bera so í bandi, at fólk
kunnu byggja har tey eiga
eitt stykki at byggja á.
Trivnaður
Tað verður ofta ført
fram, at eingin fólka-
vekstur hevur verið á
Tveroyri í nógv ár og at
tað eru sosialistarnir, sum
hava skyldina.
Hesum afturvisir by-
ráðsformaðurin á Tvøroyri
og sigur, at ein kundi ikki
vænta, at tann fólka-
vekstur, sum fór fram
fyrst í hesi eldini, skuldi
gerast varandi. Hóttafoll
og ólegi av ymiskum slag
gjørdu sítt til steðgin.
Eisini metir býráðsfor-
maðurin, at tann mið-
savnan sum er farin fram
eisini hevur sett síni spor
á Tveroyri.
Ein av hevuðsuppgáv-
unum hjá býráðnum er at
skipa so fyri, at fólk stød-
ast her.
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
søkir avloysara fyri sjúkrasystir til
psyk. deild 1 frá
desember 1986.
september til 31.
|
Nærri upplýsingar um starvið fáast |
við at venda sær ti! sjúkrasystra- |
Í leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, tlf.
13540 lokal 127.
Umsókn verður at senda til fyri-
stødukvinnuna,
3800 Tórshavn.
rr
Landssjúkrahúsið,
| Lýsiði sosialinum |
Nogv arbeidi
I løtuni er arbeidi til allar
hendur og kemst hetta av,
at størsta arbeiðsplássið í
býnum, Tveroyrar Flaka-
virki, hevur steðuga rå-
verutilgongd frá teimum
skipum, ið avreiða til
virkið, og ger hetta, at
arbeiði er fimm dagar um
vikuna meginpartin av ár-
inum
Dánjal av Rana sigur,
at hjá handverkarum er
mangan ov lítið at gera,
men tær byggingar, sum
millum annað býráðið um
stutta tíð fer at seta í
verk, skuldi givið arbeiði,
eisini á hesum eki. Al-
mennar byggingar, ið
verða settar í verk um
stutta tíð, er barnagarður,
læknamiðsteð, tollbúð,
havnaskrivstova og post-
hús. Eisini skal eitt reinsi-
verk gerast í samband við
kloakkina frá skúlanum í
Trongisvági og bústaðar-
økinum har á leið.
Tveroyrar Býráð hevur
gjørt avtalu vid Havnar
Kommunu um samstarv i
samband vid grótfram-
leiðslu og har koma eini 14
arbeiðspláss at vera.
Privatar fyritøkur hava
eisini ætlanir um at fara
undir byggingar å Tvør-
oyri. Av itøkiligum ætlan-
um kunnu nevnast Føroya
Sparikassi, Føroya Banki
og Faroe Oil, sum ætlar at
byggja oljugoymslu á
sunnara armi á Trongis-
vágsfirði. Onnur privat
virki hava eisini útbygg-
ingarætlanir, sigur bý-
ráðsformaðurin.
Fríðka
um miðbýin
»Gløgt er gestsins eyga«
verður sagt. Tad er mang-
ur tvøråmadur, id kennir
skomm á sær tå ið Smyril
kemur stúgvandi fullur av
fólki,og eitt tað fyrsta tey
fáa eyga á, er gamla
kommunuskrivstovan,
eitt av elstu húsum í býn-
um, sum ikki hevur kent
fjálgandi hond nú í eitt
mannaminni.
Til hetta sigur Dånjal
av Rana, at eitt fornminn-
issavn er stovnað á Tver-
oyri, og at býráðið á sein-
asta fundi samtykti,at
taka samráðingar upp við
felagið, i* er áhuga at fáa
húsið sett í stand og nýta
tað sum býarsavn.
Annars eru arbeiði í
gongd at fríiðka miðbýin.
Í samband við 150 ára
dagin sigur Dánjal av
Rana, at tað er vert at
leggja sær í geyma, at tá
ið úthandilin kom í 1836
avreiddu fólk plegg. fjød-
ur og lýsi. Eftir 150 árum
er hetta vaksið til eitt út-
flutningsvirði í kommun-
uni til umleið 100miljónir,
og tað er ikki einki, leggur
hann aftrat.
Venjingarsentur
Fyri fýra árum síðani var
nýggja ítróttarhellin og
skúlin í Trongisvági tikin í
nýtslu. Til tess at gera
sum mest nýtslu av teim-
um helum, sum eru til
taks í bygninginum, er
komið væl áleiðis við
ætlanunum um at gera
eitt venjingarsentur, sum
alt bygdafólkið, og oyggin
í sínari heild, bæði ung og
gomul, kunnu fáa gleði
av.
Okkara mál verður at
skapa tær bestu fortreytir
til búseting, trivnaði og
øktum vinnulivsmeguleik-
um til frama fyri tey, sum
her skulu búleikast nú og í
framtíðini, sigur Dånjal
av Rana, býráðsformaður
á Tveroyri.
ml.
VOLVO PENTA TAMD41A
24 VOLT EL-ANLEGG
v/ skrúvutoyi, útstoytslangu og útstoytsgjógnum-
føring, relage og vatnumtaki v/krana og síl.
EINANS: 106.000,-.
| P/FALFRED JOHANNESEN -
| Rasmussargøta 4 3800 Tórshavn - Tlf. 1 1735 |