leygardagur 23. august 1986síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Fiskaarbeiði fyrr
Ein av teimum kvinnum,
sum veit nógv at siga um
fiskaarbeiðið á Tveroyri
fyrr, er Ingeborg Jacob-
sen.
Ingeborg er 80 ara
gomul. Pápin var úr
Sumba og mamman ur
Vági, men tey fluttu, eins
og mong onur, til Tver-
oyrar, har tey kundu fáa
arbeiði
Ingeborg vaks upp !
Valinum, og sigur hon,
at mangan var tungt at
fáa endarnar at rekka
saman, men við felags-
tekum bar til
Aftan á lokna skúlatið
fór hon at arbeiða í fiski,
og gjerdist hetta —
burtursæð frá nekrum ár-
um, ið hon var í Danmark
— hennara lívsstarv. Tað
var ikki nakað lætt arbeiði
at vera ifiskinum, men
skuldi ein hava eina dag-
len, var einki annað til at
taka. Tá Ingeborg byrjaði
í fiskinum, var lenin bert
eini 10 oyru um tíman.
Arbeiðsdagurin var eisini
munandi longri og eingin
yvirtíðarlen var. Og ikki
var sjáldan, at arbeitt
varð út yvir vanliga tíð, tí
var fiskurin fyrst b reidd-
ur út á fiskaplássið, so
skuldi hann eisin fáast
saman aftur um dagin, so
tað var ikki óvanligt at
heimi seint á
Koma
kveldið.
Um veturin var fiskurin
turkaður inni, meðan
hann um summarið varð
breiddur á fiskaplássini.
Einki útvarp var, so tá
boðast skuldi til arbeiðis,
varð ringt við eini klokku,
ella eitt flagg vundið á
stong. So var at bera
skjótt at at fara til ar-
beiðis. Var veðrið til vild-
ar, varð byrjað kl. 6 á
morgni. So var at fáa
fiskin breiddan út á fiska-
plássini og tað skuldi
ganga skjótt fyri seg, tí
var sólki frammi, gjørdust
steinarnir heitir og fiskur-
in kundi loypast.
Tungt arbeiði
Fiskurin varð borin út á
beru, og var hetta tung
arbeiði fyri konufólk, tí
ofta var teinurin langur.
Heilt av brúnni og niðan,
har sjúkrahúsið stendur í
dag.
Tvær vóru um at bera
hverja beru. Mannfólk
vóru eingi. Teir vóru til
skips.
Væl skuldi fylgjast við,
nær fiskurin var nóg góð-
ur. Hetta varð gjørt við at
handla fiskin og so varð
mett um, um tað var 3/4,
7/8 ella fullvirkaður fisk-
ur. Var fiskurin fullvirk-
aður, varð hann pakkaður
inn í hessian, og fiskurin
var tá greiður til avskip-
ingar
Nr.
Um veturin, tá frost,
kavi og vindur herjaðu,
var mangan baldrut at
vera í fiskinum. Tá h endi
ikki so sjáldan, at klæðini
vóru nærum fryst uppi á
okkum, sigur Ingeborg og
tú hómar eitt tár í eygna-
krókunum, tá hon minnist
á tilikar dagar.
Tað var ikki óvanligt at
sláa ein ring og tríva í eina
vísu, so eitt sindur av hita
kundi fåat í kroppin.Inge-
borg sigur, at fólk á bygd
ofta løgdu hetta ut sum
um fiskagenturnar á
Tveroyri hevdu kenning,
men so var ikki. Kuldin
dreiv tær til hetta.
Tá var ikki nakað, sum
æt miðsteðuhiti, so ikki
var óvanligt at koma
heim til kalt hús. So var at
fáa øskuna úr komfýrinum
og kynt, so klæðini kundu
heingjast at turka, tí
somu klæðini skuldu nýt-
ast aftur dagin eftir.
Ingeborg minnist, at
tær funnu uppá t seyma
sær »kittlar«, sum tær
smurdu við fernis so regn
ikki slapp igjøgnum.
Hetta hjálpti munandi.
Stúvlar funnust heldur
ikki. Einans tuflur og
húðaskógvar, og tí var ikk
óvanligt at hava vátar
føtur.
Drúgvur dagur —
Lítil løn
r
t
ta leikaði hart á millum
fiskafólk og reidarar. Ti
tóku fólk seg saman og
stovnaðu fakfelag, so tey
kundu standa saman, tå
krøv um arbeidsumstødur,
hægri løn, o.s.fr. vórðu
ford fram.
Ingeborg var burtur-
stedd, tá Fiskepigernes
Fagforening varð stovn-
að, men minnist væl, tá
nakrar fiskagentur á vetr-
ardegi fóru til Hvalbiar at
tosa við »juristin« at fáa
hann at leggja teimum lag
á, hvussu fram skuldi far-
ast í samband við stovn-
anina.
Fyrsta krav tær fingu
framt, var at fyri at sleppa
til arbeiðis, mátti tú
melda teg inn í fakfelagið.
Tá Ingeborg kom aftur
til Tveroyrar at arbeiða,
luttók hon fleiri ferðir í
samráðingum, sum fóru
fram millum Fiskepiger-
nes Fagforening og reið-
ararnar. Samráðingarnar
fóru altíð fram í Klubb-
anum, og ofta gingu
bylgjurnar hegar millum
partarnar, og ikki so
sjáldan endaði tað við, at
lýst varð til verkfall.
Tað vóru íkki allir
reiðarar, ið vildu góð-
kenna verkfalsrættin hjá
arbeiðsfólkinum. Onkur
royndi seg við at koyra
flaggið upp og boða til ar-
beiðis. Tá var tað neyðugt
hjá fiskagentunum at
halda vakt á ymiskum
FR
stødum, so eingin fór til
arbeiðis, og ofta leikaði
hart á, eisini innan-
hýsis, tí tað var altíð onk-
ur, ið hevði lyndi til at
lýða boðum reidarans,
men: >Okur vunnu altid«,
heldur Ingeborg fyri.
Tað var heldur eingin
sjálvfylgja at fáa lenina
útgoldna. Vanligt var at
nýta »kladdabøkur« har
bæði tað, ið keypt varð,
og tann forvunna inn-
tekan. vóru ferd í.
Vóru pengar til avlops,
so vóru teir útgoldnir
seinni.
Hjá mannfólkunum
gekk altíð verri at fáa síni
krev framd. Komu teir at
heinta pening, teir áttu
fyri ein túr, kundu teir
verða spurdir um, hvat
teir skuldu brúka peng-
arnar til, hví teir skuldu
hava so nógv 0.s.fr.
Í dag er hetta
tíbetur sega
Alt hetta er tíbetur sega í
dag og er tað ikki minst tí
slóðbrótandi fakfelagsar-
beiðinum, ið fór fram á
Tveroyri, fyri at takka.
Teimum, sum stóðu
fremst í striånum, kostaði
tað mangan. Ti er Inge-
borg hørm um, at virding-
in fyri hesum fólkum er alt
ov lítil millum fólk í dag.
Tev kenna ov lítið til
94 — 23. august 1986
ES
Einasta arbeiði, id var at
fáa, var fiskaarbeiði.
Hetta var strævið arbeiði
og illa lent.
søguna.
Hesi, ið brutu slóð, eiga
at verða vird í spekt og
sóma. Uttan teirra strid
hevði stødan ikki verið so
fræg. sum hon er í dag,
sigur Ingeborg Jacobsen.
Ingeborg er í dag 80 ára
gomul, og er hon bert ein
av mongum, sum kann
minnast aftur á eina
strævna tid á Tvøroyri, tå
fólk ikki áttu pengar um
hendur, men kortini
kendu seg rík.
Tað lýsir av henni, at
hon er góð við staðin, og
hoast sín hega ladur fer
hon fegin upp í fylgið og er
altið til reiðar at verja
borg.
|
|
Í
|
|
i