Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 1986síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 Bu Nr. 94 — 23. august 1986 halda fram.« Hann var so haråmæltur, at tær hoyrdu tað allar. Onkur snaraði smoykin høvinum, ein onnur smálæði fyri seg sjálva, men eingin enti aftur. Tær bara tutlaðu sínámillum Hann rópar á ein krambakallin, biður hann fara niðan í fiskahúsið og siga við Poulinu og Onnu, at koma tær ikki til arbeiðis, so ringir hann eftir læknanum >Ég átti kanska at farið sjálvur. Tað er helst ikki ráðiligt at senda henda rosinu- pilkaran,< mutlar hann fyri seg sjálvan og gánar niðan móti fiskahúsinum aftan á honum Fiskafólkini eru farin til verka. Tær ungu fáa sær eina beru tvær og tvær bera útum. Tær sum eldri eru breiða. Aðruhverja ferð skal sterturin venda móti tær og aðruhverja ferð uggarnir. Tær standa boygdar framyvir, taka ein fiskin fyri og annan eftir og leggja hann tilrættis. Tær duga væl at handfara fiskin. Tað fellur so lætt, tá hetta er sama mannagongdin ár um ár. Handils- maðurin sigur einki við tær, letur tær breiða í friði. Men hann hevur eyguni eftir teimum ungu, sum bera útum við beru, tí um tær ikki báðar stoyta av samstundis, so kemur fiskurin ikki at liggja flatur, men kemur niður á plássið at liggja í rulki. Tá loysir hann av: »Oreint sláist í labbarnar, liða børuna sundur, so tað brakar eftir. Hvussu kunnu nekur amboð halda hjá slíkum bullvirkjum. Ég havi trúttað inn í tykkum, at tit skulu steðga á, og so skal onnur siga: nú! so hálva báðar í senn. Hetta unga slagið, tað lærist ikki uppá tað heldur.« Av og á brotnaði ein børuarmur, og tå var hann ikki mjúkur orðum: „Hetta unga slagið, tað eigur hin versti sjálvur. Eingi synd at ripa tykkum beruna um rygg- in.« >Tað var eitt brák á henni, tá vit tóku hana,< læt í aðrari av teimum »Har liggur ein nýggj bera, takið hana, og standið ikki har sum ryssa upápi yvir deyðþum fyli.« Nú koma 6 konufólk út eftir vegnum. Tað eru tær, sum búgva inni í botninum, hava langan veg at ganga. Tær hava gingið sum (fyri lívinum, eru upp- tusnaðar í andlitinum og tiva. Tá ið tær kast, royna tær at smárenna og t LP konufólkini, so hann ikki sær. Nei, tað eydnaðist ikki. Hann fær eyga á tær og rópar: >Nú fyrstani koma tit, slabbandi skankarnar eftir tykkum. Tit skulu ikki lumpa meg.< Hann hálar urið úr vesta- lummanum og hyggur at ti. So tekur han vinstru hond niður í jakkalumman eftir eini svartari lítlari bók og ter at skriva: >Ég veit fullvæl, hvussu tit eita, tit mugu ikki halda, at tit skulu fáa somu løn sum hinar, nei fananstid.« Tær mæltu ikki orð, vóru pøstar av gongdini, fóru bara stillisligani at bera útum og breiða, tær kendu arbeiðslagið. Men tá ið ein leta var fráliðin, læt í einari av teimum: >Tað líkist honum at skava nøkur oyra av ti sindrinum, sum er.« Av og á fór hann inn í krambúðina at kanna b arometrið og ringja til hinar handlarnar at vita, hvussu teir mettu um veðurlíkindini. Hannringdi eisini til bygdirnar vestanfyri, at spyrja um luftin var klár ella ein sortubakki stóð vesturi í havi. Og skuldi tað hent, at eitt æl kom inn úr havinum, so bað hann teir vælsignaðir at ringja beinanvegin og siga frá. Nú hann var komin út aftur á plássið, er hýrurin batnaður. Hann gongur aftur og fram millum fiskafólkini, bríkslar og hevur hug at siga eitt og annað skemti- ligt, serliga við tær ungu. Ein teirra spyr, um barometrið gongur upp. »Ja,« sigur hann, >nú er tað komið upp á meget smukt. >Ja, eg haldi meg síggja tað,< sigur hon, og tær flenna allar í kíki. >Í morgun stóð tað á storm,< læt nú í einari av teimum eldru. >Tað er ikki altið so illa meint, sum tað er sagt. Ar- beiðiðn ú so hugaliga, fáið alt útum. Hetta verðurein góður dagur í dag.« So fór hann inn aftur í krambúðina. Klokkan fer at nærkast middegi, nú er liðugt at breiða, og øll plássini liggja snjóhvít. Ikki er skýggj fyri sól, men ikki er vandi á ferð, ti hetta er so mikið turrur fiskur, at hann loypist ikki, so tað slepst undan at breiða stertabreiðing. Handilsmaðurin bað tær nú fara heim. „Heldur dagurin sær, so verður ikki farið at leggja saman fyrr enn um 4-tið- ina. Tit hoyra lúðurin og síggja flaggið. Men kemur eitt æl, so mugu tit koma rennandi beinanvegin at kasta saman í rúgvur og tveita máttur omanyvir. Tá Framhald á síðu 16 } 6 Færøerne.” á fer lúðurin í gongd í somu ketu, sum teir boða frá ælingi úr vesturbygdunum.< — Tær, sum skuldu keypa okkurt, fóru inn íkrambúðina, meðan hinar skundaðu sær heim at eta dogurðapottin útá Dagurin helt sær. Solskin og eitt lítið lot vestaneftir. Eingin ringdi úr vestur- bygdunum, tí har var klárt úti í havs- brúnni. Handilsmaðurin kom av og á út í tún, stóð og skimaðist upp á luftina ymsar vegir, fór niðan á fiskaplássið og tók um nakkan á einum fiski, soleiðis at bara tummilin var omaná og hinir 4 fingrarnir inniundir, helt hann út frá sær og kannaði eftir, um sterturin bognaði Gjerdi hann ikki tað, var fiskurin full- turrur. Men var hann linari,so kanska 3/4 ella 7/8 turrur. Nú var liðið so væl út á dagin, at tað var tíð at leggja saman, táðmátti ikki draga so langt út, at fiskurin ránaði uppaftur. Ein krambakallur verður sendur at draga flaggið upp og at ýla við tokulúðrinum. Tá ið ein leta er fráliðin, koma tær so við og við. Handilsmaðurin kemur kurlandi út á plássið: >Komið nú, skjótt, skjótt, nú er ikki at draga heglarnar eftir sær. Hann skipar fyri, hvat ið fyrst skal leggjast saman. Tær eldru stakka, og tær ungu bera saman. Okkurt av tís, um fullturt Síða 17 hava vit lænt frá Matrikkul- stovuni og Fornminn- Myndirnar issavninum er, og sum liggur høgliga fyri, verður borið inn. Tey vóru betur mannað nú, ti nú vóru 12-13 ára gomul bern komin aft urat. Tey vóru ú sloppin úr skúlanum og vildu fegin vinna sær nekur oyru. Sera agrytin voru tey at bera saman Tá nú alt var samanborið og stakkað vórðu stakkarnir tyrvdir við 2-3 legum av máttum, og so ein prosending oman yvir og gekk útfrá íneðra. So varð band bundið um miðjuna og eitt umleið ein fót yvir og gekk úfrá í neðra. Steinar vórðu lagdir áprosendingina vindurin slapp at bretta segldúkin upp frá, um illveður skuldi brostið á Klokkan var mangan 8 og 9 við, áðrenn liðugt var at leggja saman. Tá Tá fyrstani kom alt fiskafólkið inn í krambúðina at keypa. Krambakallarnir runnu, so sveittin lak av teimum. Tað horydist ikki mannamál, og øll vildu sleppa framat skivuni í senn og troðkaðu á. Tá mátti handilsmaðurin gera seg mælskan: >Tey eldru konufólkini skulu fyrst sleppa framat diskinum at keypa, tey ungu mugu steðga!< Sum fráleið, fjaraði av so við og við. Men klokkan var farinav 10 áðrenn krambakallarnir sluppu heim, og handilsmaðurin læsti tær tungu krambadyrnar. Teir vóru út- lågvadir.« neðra, so ikki