Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. august 1986síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

—— BE ske ES Nr. 94 — 23. august 1986 — John Reid Bjartalíð Klaksvik 70 år VW 3 Tann 26. august 1986 fyllir ein vælkendur klaksvikingur 70 år. Madurin er John Reid Bjartalid og ikki er hann bara ein vælkendur klaksvikingur. Hann er lika væl kendur um alt Føroya land, ti sannast må, at er tad nak- ar, sum hevur gjørt eitt megnararbeidi fyri føroyskan ítrótt, so er tað júst hesin sami John Reid frá Klaksvík. Fleiri ár sat hann sum stjórnarlimur i ISF og tað arbeiði, sum hann hevur gjert í Klaks- vík, tað verður ikki umrøtt við einari blad- síðu. Tað kunnu bekur skrivast um tað, men hesin lítillátni maður, sum hann í veruleik- anum er, hann skrivar bara um hini. Tað kom fram nú vit bæði hoyrdu og sóu hann í sjón- varpinum frá Norðoyastevnu, har hann greiddi frá, hvussu henda stevna var komin í lag, og sær sjálvum líkur, so vóru tað hinir, sum gjerdu tað stóra arbeiðið. >Ég skevdist uppí<, so segði maðurin. Eg eri so sannførdur um, at tann skøving- in, hon hevur verið í grovara lagi. Tað var sjálvandi John Reid, sum fekk tað hugskotið at bjóða Tveroyrar Bóltfelag at verða við til fyrstu Norðoyastevnuna, sum hann eisini umreður í minningarriti KÍs. Brátt kom annað lag á dansin. Tverámenn vóru komnir. Um tú í dag hevði staðið fyri, so hevði uttan iva verið skipað soleiðis fyri, at dystur hevði verið ímillum KÍ og TB. Lesið Hygg og Hoyr Tað er eingin loyna, at tað er júst tað øvugta. Øl] árini hevur tú gjert eitt megnar arbeiði. Tað hevur so sanniliga víst seg, tí teir, sum yvirtóku aftaná John Reid í KI, sóu, at tað ikki var so líkatil. Ikki so at skilja, at teir ikki vóru nóg góðir, men tað er ikki hvenn mans kostur at seta seg í sessin hjá einum stórmenni KI ella Klaksvíkar Itrottarfelag hevur nógv at takka hesum manni fyri. Tað ung- dómsarbeiði, sum er gjørt og verður fram- haldandi gjert, er grundað av John Reid Bjartalíð. Tað vísir ídni og framtakshuga, sum eisini fyrsta ítróttarhellin í Feroyum ber boð um, og so 50 ára haldið fyri fyrstu Norðoyarstevnu. Um tað er nakar, sum skuldi heiðrast við ítróttarligum gullmerki, so er tað mín góði vinur John Reid. Allir teir mongu vinningar innan fótbólt, hondbólt og ikki at gloyma róður, bera prógv um eitt virkið felag og eitt vælfyriskipað felagsliv Eg fari at heilsa tær min góði vinur og ynskja tær hjartaliga tillukku, samstundis sum eg øvundi norðoyingum og serliga Klaksvík, at tit eiga eitt slíkt stórmenni, sum ikki bara innan ítróttina, men líka nógv sum skrivandi, hevur borið áhugamál tykk- ara víða um landið. Einasta vinin vit nú eiga ímillum Foroya fjøll hinir hava burtur feiað okkum eins og troll Um enn vónir gerast ringar andlit gerast bleik gloyma vit ei Klaksvíkingar vinin sum ei sveik Henda heilsan varð gjørd av táverandi for- manni TBs, Páll Nolsee og bleiv í sínari tíð send til KI. Eg fari at enda hesa stuttu fødingardags- heilsu mína við somu heilsan. Til okkara góða vin John Reid Bjartalíð. Hjartaliga tillukku Sverre Midjord A hvíta tjaldinum Hun var danserinde, elskerinde og spion. Hun elskede sit arbejde og stribevis af mænd SYLVIA Mata Hari var listar- navnid hjå hålendsku dansarinnuni Margar- etha Macleod Hon dansaði á ymsum skemtistødum beint eftir aldarskiftid og somuleiðis tá fyrri heimsbardagin leikaði á sum harðast. Franskar hildu hana vera týskan njósnara og tóku hana av degum í 1917, men síðan tá hevur mangan ivast, um hon veruliga var sek í ákæruni. Í filminum fylgja vit Mata Hari eftir at heimsbardagin er brostin á. Hon hittir tveir heryvirmenn og verður ógvuliga væl við báðar tveir. Annar er týskur heryvir- oh bo UNDER HARRATOY KRISTEL „Á maður og hin franskur Te'r vita ikki hver av eðrum og síggja teir stórar meguleikar í at nýta hana sum njósn- ara Hon kemur at virka sum njósnari fyri báðar partar, men tó ongan- tíð av fullum huga, tí politikkur hevur ong- antíð verið hennara stersta áhugamál. Men heryvirmenninir ar- beiða miðvíst og hetta kemur at kosta henni lívið, tá fransar skulu hava onkran at skylda uppá. Hetta er fjórði Mata Hari filmurin. Hann verður vístur fyrstu ferð í "æikhús Bio tys- kveldið kl. 23. + 8 Á | | | : | | |