Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. august 1986síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

3 2 á AA AAA AAA AAA AA AA AA AA AA AA AA Nr. 95 veitslu fyri børnunum her i bygdini, so tey, sum ikki høvdu tey stóru ráðini, eisini fingu okkurt glæstriligt fyri eyguni og okkurt sett í munnin. Eisini her veldst um eyguni sum síggja. Onkur heldur kanska, at slíkt bert gjørdi, at tað fátæk- ara fólki av hesum kom at kenna sterri mun á sær og hinum. A Tveroyri fáa vit eisini nógv annað, sum eyð- kendi teir býir, sum vuksu fram í sambandi við idn- aðarkollveltingina í 19. eld. Fólkatalið vaks, og fólkinum tørvadi bústaðir. Spurningurin um bústaðir til alt tað nógva fólkið kom skjótt at vera átroðk- andi á Tveroyri. Handils- treðin ella doktaratreðin, sum kommunan keypti í 1880, varð útstykkjað til húsagrundir. Skjótt varð meira av haga lagt inn Her vaks fram ein arbeið- ara- og fiskimannabýling ir. Her búði eitt raskt fólk, arbeiðsretur, ognar loysingar og tilflutt fólk sum 2inki høvdu at líta á uttan hendurnar eitt glaðlynt fólk, sum tók lívi sum tað kom, hóast t ikki altid høvdu tað lætt, ti tey høvdu onga kúgv á básinum og epla- tunnu á loftinum. Tey fingu ikki í pottin, uttan at oyrini skuldu úr lummanum. Hesi fólk vóru bundin at peninga- inntekuni, tí kom kreppan í tríatiárunum at vera teimum sum so nógvum eðrum, sera mein. Vit mugu minnast til, at úr einum sosialum sjón- armiði var hetta peninga- samfelagið lítið ment. Kom hóttafall á, so var neyðin í durunum, sjálv- andi hjálptu fólk yvirhøv- ur hverjum eðrum, lótu kanska ein pjøka við onkr- um í standa eftir úti við dyrnar, tá tey fóru. Tað var ein fløvi i letuni, men eingin trygd fyri morgin- degnum Í teimum góðu árunum, fram til kreppuna eftir 1929, høvdu keypmenni- nir råd at lata folki skriva. Synirnir kundu hjálpa faðir sínum at gjalda tað sum var skrivað ov nógv í ey onga 26. august 1986 Á fólkafundi kontrabókina, tá teir komu til. Tá kreppan kom, varð alt eðrvísi, tå fóru keypmenn og fleiri við teimum á húsagang. Ein maður hevur greitt frá, at tá hann kom higar í starv í 1920-unum fall tann stóri klassamunurin honum í eyguni, ein mun- ur sum setti eitt skart mark millum arbeiðara- stættin og arbeiðsgevara- stættin á Tveroyri, ein munur, sum seinni er horvin, og hann segði, at tað ikki var stórt at siga til, at tað kom til eina vek- ing innan arbeidarastætt- ina Ein veking sum ferdi við sær fyrstu arbeiðara- felag i Føroyum. Arbeiðs- mannafelagið Fylking í 1915 og Fiskepigernes Fagforening í 1922. Teir fingu eisini skipað fyri fyrstu løngjaldsstovuni i Feroyum i 1934. Arbeið- arafjøldin her á staðnum var saman við oddafólki sínum fer fyri at seta egin virki á stovn í teimum vánaligu triatiårunum. Mótsetningarnir á Tver- oyri vóru partar av sjálv- ari samfelagsskipanini. Tað er tí eisini púra natúr- ligt at arbeiðararerslan í Feroyum kom at fáa sínar politisku retur her á stað- num, og at javnadarflokk- urin longu frá byrjan fekk mann valdan á Tveroyri. Eins og Tverafólk eiga at vera errin av teimum virkisfýsnu vinnulivs- monnunum, keypmonnu- num, reiðarunum og skip- arunum sum legdu steði undir ikki bert Tveroyri, men stóran part av Feroy- um, so eiga tey ikki at vera minni errin av teim- um arbeiðsfólkum og fiskimonnum, sum ikki bert bóru byrðarnar, men sum eisini høvdu oddafólk við sjálvsáliti og dirvi til at seta krev, og skapa sær og sínum eitt rimiligt livs- frælsi, sum er av stersta týdningi i ti samfelag, sum vit liva í í dag. Eg vil at enda takka fyri, at mær er sýndur tann heiður at halda reðu her í dag í sambandi við 150 ára dagin, og vil eg nýta hvei til at ynskja bý- ráði og fólkinum øllum, sum her býr, hjartaliga til lukku á 150 ára degnum og alt tað besta í komandi tíðum. Síða 13 KK KKA KAKAKAKAKAKAKAAAA -K x * Tvøroyrar- sangurin I summarskrud bjørt Suduroyggin lå Av ólavseku heim vit sigldu tå eg Hargafelli undan Nýpu sá, Borgarknappin við sólkrúnu á Í sólarloga speglblankt liavið lá, tå Tveráfjerð í silvitni eg sá, av hoyggj og urt av landi angin dró og úr líðunum fuglaljóð fró Stórt Oyrnafjall seg speglaði í vág, og Ravnaberg hátt yvir fjerðin sá, og silvurlitt var vág smaragd og gull tað er vænasta sjón, sum eg sá Kring fjørdin bygdir fimm vð sævarstr sum systrar góðar halda hond í hond mangt avreksverk i telag framd | aldri osemja ill æru Í orðu verovr 1 K 1 ) 1 SJOgV 4 and: fri re er K( MK É S Við skip og hand! Førova navn tú bar úr Leith til Rom, Madrid og Miklagari 1 0} og draga eina iinu øll 1 sent skal tú menna teg einaferð enr Náttúrin okkum gav í Feroyum mest tí ræður um at rekja tað sum best, hin fremsta vág til virkir eins og skip og í fjøllunum dýrasta grip Stór var tín fortíð, stór tann framburðssjón eg síggi bjart, b ert áræði og vón, í vonum moyggjum eins og dreingjum er, tú skal fram aftur ganga við ferð Vit skulu sýna tað, at Tverámenn í handans virki roynast fullvæl enn, í ítrótti og skaldskapi og list, stavhald vera skal: Tvøroyri fyrst! Dró útlongsil tin son frá heimastrond, til suðurheimsins gyltu dreymalond, og æintyrsins djór- og blómuverð, altíð heimlongsil higar hann ber Ti urtin trivist best har rótin rann og gamal har, sum móðir aldi han Hitt síðsta hvíldarstað er best á jørd millum blómur við Tvørovrar fjerð! Pól F. Joensen KK KK KKR KKR kKKKAKKAKKAKAKAKKAKAKAKKAKAKAKAKAKAKKAKAKAAAAKAKAKAKAKAKAKAKAKAKAKAKAKAA Bygdarráðsformaðurin og yngra ættarliðið á fólka + * * + + + + x * + + + + x x + + 4 + + * % * x * * * + x á * x x + + + »% + + * + *