Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 30. august 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Bergholið bjargaði bygdini "ið bergholinum hendi stórbroyting og nýtt lív kom í bygdina — sigur Jakup Olsen, bygdarráðslimur í Sandvík Frá Feroyingaseguni vita vit, at Tórgrímur Illi búði í Sandvík um ár 1000. Tað var Tórgrímur Illi, sum var Sigmundi Brestissoni at bana. Seinri var Tór- grímur Illi sjálvur dripin av Getu Tróndi. Aftan á hesar hendingar doyði bygdin út. Jorðina, sum var í bygdini, komu hvalbingar at eiga. Jákup Olsen, fyrrver- andi lærari í Sandvík greiðir frá, at fjórðingurin av jerðini í Sandvík hoyrdi til prestagarðin í Hvalba. Í 1811 ella 1813 — menn eru ikki vísir í hesum — fekk Schreder, prestur í Hvalba, Jóan Petur og Jóhonnu Petersen, ið tæntu á prestagarðinum í Leirum, at flyta til Sand- víkar at rekta sær hagan. Og tað er hesa búseting, sandvíkingar skulu hátíð- arhalda um vikuskifti. Fyrsta barn, ið varð fett í bygdini, var Heindrikkur Pedersen. Hetta var í 1816. Jákup Olsen sigur, at um 1830 vóru seks hús í Sandvík. Hesi áttu ognar- menn, ið fluttu hagar. Annars vóru livilíkindini í Sandvík góð. Gott útróðr- arpláss til fisk og nærrett, samstundis sum nógvur fuglur var i bjørgunum fyri vestan. Navnabroyting Bygdin hevur ikki altid itið Sandvík. Um ár 13—14.000 broytti hon r navn til Hvalvik og hetta navn bar hon heilt til 1912 til hon fekk sitt gamla navn — Sandvik — aftur. Frå 1850 til 1900 vaks bygdin nógv, og Jákup Ol- sen sigur, at fyrst i 1940 búðu 205 fólk i Sandvík. Berghol Bygdin lá óhegliga fyri hvat sambandi við um- heimin viðvíkir. Skuldi tú av bygdini mátti tú annað- hvert ganga um fjøll ella fara við postbátinum, og mangan var tað ótespiligt. Men tá bergholið kom í 1969, hendi stór broyting. Jákup Olsen metir hetta Sandvikingar håtidarhalda 175-åra dagin Sandvikingar fara i dag og i morgin at håtidarhalda 175 åra dagin fyri buset- ing i bygdini. Kl. 14 i dag fer Stein- bjørn B. Jacobsen at halda rødu. Aftan å er ætl- anin at borðreiða úti vid kaffi og kekum, meðan bernini fáa sodavatn og pylsur. Um veðrið ikki verður til vildar, verður borðhaldið í Ranhøll. Aftan á verður skemti- dystur á vellinum inni í Dalinum millum konur úr Sandvík og Hvalba. Frá kl. 21 til midnátt verður føroyskur dansur, sum lansifelagið i Suðuroyar Norðaru helvt skipar fyri. Frá midnátt fer bólkurin Beat Shots at spæla til enskan dans. KI. hálvgum ellivu verður útimeti við luttøku úr Havn. Í morgin hevur Suður- oyar Norðara Bjargingar- felag bjargingarvenjing á bryggjuni. Eisini verður skemtidystur millum menn úr Hvalba og Sand- vík. Um kveldið verður harmonikutónleikur, har Jón Gulakur Jacobsen og Jón Eli Thomsen fara at spæla. Joan Poulsen, sum er ein av nevndarlimunum i Sólarris, sigur, at tey vænta nógv fólk til Sand- víkar til hátíðarhaldið. Í nevdnini í Sólarris, sum fyriskipar hátíðarhaldið, eru Sveinur Poulsen, Joan Poulsen, Sverri Jacobsen, Gunnar Thomsen og Sólrun Dan- ielsen. ml. Nr. 97 — sum eina kollvelting fyri bygdina. Túrurin til t.d. Tveroyrar, sum fyrr vardi nógvar tímar, vardi nú bert einar 20 minuttir. Við bergholinum kom nýtt lív í bygdina og sein- astu árini eru fleiri nýggj hús bygd. Arbeiðspláss eru eingi í bygdini. Tí koyra sandvík- ingar til Hvalbiar og Tver- oyrar til arbeiðis. Eisini eru nógvir sjó- menn í Sandvík. Summir til langfarafiskiskap, með- an aðrir eru við deks- bátum og trolarum sum rógva út frá Hvalba. Sandvík er í kommunu saman við Hvalba og met- ir Jákup Olsen, at í mun til aðrar bygdir hevur sam- starvið gingið hampiliga væl. Mentafólk Sandvíkingar eru tiltiknir sum góðir frásegumenn. Hetta bera nevn sum Martin Joensen, Johan Nielsen, Jákup Olsen, Suni Jacobsen, Sofus Pet- ersen, Steinbjørn B. Jac- obsen og mong onnur, ið eru ættað higani, prógv um. Í sekstiárunum varð ungmannafelagið Sólarris sett á stovn, og hevur tað síðani verið karmur um mentunnarlívið í bygdini. PO Box 2156 Far SS TRYGDARVORUR x) 30. august 1986 Sølarris er framvegis eitt virkid felag. I 1985 var Ranhøll, ið er nýggja fel- agshúsið, tikið í nýtslu. Í húsinum kann borðreiðast fyri umleið 160 fólkum og har er góður kekur at mat- gera í. Húsið kostaði 1,4 milliónir at byggja. Tað er eisini ungmanna- felagið Sólarris, sum skip- ar fyri 175-åra håtidar- haldinum nú um viku skiftið. mi.