Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tónleikarar hava vóru stak ónøgdir, tá Prix Føroyar fyrireikararnir søgdu, at hvør tónleikari bara slapp at spæla við einum bólki. Herfyri hevði FUT fund við tónleikarar, og eftir eini áheitan frá FUT, hava fyrireikararnir nú valt at slaka eitt sindur við krøvunum TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Ónøgdin var stór tá fyri- reikararnir til Prix Føroyar 2003 gjørdu av, at hvør tón- leikari bara slapp at spæla í einum bólki til kappingina hesuferð. Grundin var einføld. Fyrireikararnir vildu ikki, at teir somu tónleikararnir møguliga komu at ganga aftur í fleiri av bólkunum í finaluni, tí á henda hátt gerst finalan alt ov keðilig. Fyri nakað av tíð síðani hevði FUT fund við tón- leikararnar, har kjakast var um reglurnar til Prix Føroy- ar. Og nú eftir eina áheitan frá FUT, hava fyrireikararn- ir valt at slaka eitt sindur við reglunum. – Vit vóru kanska eitt sindur ov skjótir seinast, men nú hava vit valt at gera hesa einu regluna eitt sind- ur um, segði Fróði Vester- gaard á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í gjár. – Nú sleppur hvør tón- leikari at verða við í tveim- um bólkum. Men tó. Um tú ert frontfigurur, so sleppur tú bara at verða tað í einum bólki og ikki í tveimum. Ongin luttakari sleppur at vera við í meira enn tveim- um bólkum yvirhøvur. Vinningarnir Nú er eisini vorðið greitt, hvørjir nakrir av vinning- unum gerast. Vinnarin av finaluni sleppur beinleiðis í eina danska tónleikakapp- ing, sum eitur Star Fighters. Hetta er ein kapping, sum DR2 og P3 skipa fyri. – Føroyski vinnarin sleppur beinleiðis í final- una í hesi kappingini, sum verður á Skanderborg Festi- valen í Danmark. Tann, sum so vinnur hesa kapp- ingina, fær millum annað ein plátusáttmála við Sony, greiðir Fróði Vestergaard frá. Harumframt sleppa bólk- ar eisini til Nibe og Jelling og vinnarin sleppur í Lund- gaard Studio í Keypmanna- havn taka upp. – Møguleiki er eisini fyri øðrum vinningum. Um- støðurnar eru nógv broyttar seinastu árini, og áhugin uttanlands vísir seg at vera stórur. Vit hava millum annað fingið áheitanir frá Íslandi um at møguliga senda onkran bólk yvir har, so tað kann vera, at onkur vinningur verður afturat, sigur Fróði Vestergaard. Teir ymsu miðlarnir gera, sum vera man, nógv burtur- úr Prix Føroyum. Bæði Út- varpið og Sjónvarpið hava brynja seg við góðari manning til at gera tilfar frá Prix Føroyum næsta ár. – Útvarpið fer at senda beinleiðis frá øllum undan- umførunum. Hetta er ikki gjørt áður. Umstøðurnar eru broyttar nógv í ár, nú øll tey innleiðandi umførini vera í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sigur Ove Olsen frá Útvarpi Føroya. Edvard Nyholm Debes, ljóðprodusari, sigur, at tað, sum er serliga gott við, at øll umførini vera í Fugla- firði er, at á henda hátt nýt- ist teknikarunum ikki at byrja av nýggjum, hvørja ferð eitt umfar er, og hevur hetta nógv at siga. Útvarpið fer eisini at senda beinleiðis frá final- uni saman við Sjónvarpin- um, umframt, at ein live- fløga verður tikin upp, har allir finalubólkarnir fáa tveir sangir við í mun til bara ein sang hvør seinastu árini. Tá hevur bara vinn- andi bólkurin fingið tveir sangir á fløguna. Eisini Sjónvarpið er farið so smátt í holt við fyrireik- ingarnar til Prix Føroyar, og verturin er longu komin upp á pláss. Tað verður Tróndur Vatnhamar, sum eisini var vertur í fjør. – Sjónvarpið fer ikki at senda beinleiðis frá undan- umførunum, men vit fara at hava ein samandrátt aftaná hvørt umfar, umframt eitt eyka sending, har vit taka samanum tey sjey innleið- andi umførini, sigur Mikkj- al Helmsdal, sjónvarps- stjóri. Eisini verða talur og ann- að als ikki ein partur av live-kvøldinum í Norður- landahúsinum tann 26. apríl 2003. Tær verða lisnar inn áðrenn, so tær kunnu klippast upp í. Tað eru FUT, Norður- landahúsið, Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya, sum skipa fyri Prix Føroyum 2003. Fyrsta undanumfarið verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 25. januar. Prix Føroyar 2003: Fyrireikararnir boyggja seg Sjónvarpið er, eins og allir hinir fyrireikararnir til Prix Føroyar 2003, so smátt farið at gera klárt. Millum annað er verturin til sjónvarpssendingarnar funnin, og verður hann Tróndur Vatnhamar eins og í fjør Mynd: Jens Kr. Vang 2 Nr. 223 - 20. november 2002 Nr. 223 - 20. november 2002 3 Eftir at hava leitt flokkin í fleiri enn 10 ár og verið forsætis- ráðharri í fleiri enn níggju ár, leggur Poul Nyrup Rasmussen nú frá sær sum formaður í danska Javnaðar- flokkinum. Ókoyringarnar hava verið nógvar, og fyri fyrstu ferð síðaini 1924 misti flokkurin støðuna sum størsti flokkur í Danmark POLITIKKUR Eirikur Lindenskov Í gjár tók Poul Nyrup Rasmussen øll á bóli, tá hann boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær sum for- maður í danska Javnaðar- flokkinum. Tað er sum ein avleiðing av tapinum á seinasta fólkatingsvali og eftir støðugt trýst seiansta árið, at hann nú fer frá sum for- maður. Hetta váttar Jan Petersen, sum er næstformaður Javn- aðarfloksins á Fólkatingi. – Hetta er ein kenslubor- in og harður dagur, tí tað er ikki á hvørjum degi, vit skifta formann, sigur Jan Petersen í stuttari viðmerk- ing í Danmarks Radio. Danski Javnaðarflokk- urin hevði starvsnevndar- fund í gjár, har gjørt varð av at kalla inn til eykalands- fund, sum skal velja nýggj- an formann. Avgerðin hjá Nyrup kem- ur, eftir at hann seinastu tíðini hevur fingið nógvar ákoyringar fyri sín máta at leiða flokkin uppá. Hetta hendir eisini í kjalarvørr- inum av fíggjarlógarvið- gerðini. Fleiri tingmenn hjá Javn- aðarflokkinum hava dul- nevndir í miðlunum gjørt var við, at eftir teirra tykki hevur flokkurin í veruleik- anum ongan formann havt. 12 av 16 tingmonnum skulu hava gjørt var við, at flokkurin er í eini leiðslu- kreppu. Tá Poul Nyrup Rasmus- sen í fjør misti stjórnar- leiðsluna eftir níggju árum, merkti tað, at Javnaðar- flokkurin fyri fyrstu ferð siðani 1924 ikki var størsti flokkur í Danmark. Órógv tók seg upp í flokkinum síðsta summar, og fram til landsfundin í september fekk Nyrup nógvar árbeiðslur innan- floks. Poul Nyrup Rsmussen mátti broyta sína ætlan at seta fleiri av sínum fólkum í leiðandi størv í flokk- inum. Eftir landsfundin hevur hugburðurin í flokk- inum verið, at tað bert var ein spurnngur um tíð, nær Nyrup mátti velja at leggja frá sær sum formaður. Tá blaðið fór til prenting- ar hevði Poul Nyrup Ras- mussen enn ongar við- merkingar gjørt til støðuna. Poul Nyrup Rasmussen leggur frá sær Fakta um Poul Nyrup Rasmussen Føddur 15. juni í 1943 í Esbjerg, sonur Oluf Nyrup Rasmussen, ar- beiðsmann, og Veru Nyrup Rasmussen, vaskikonu. Studentur frá Esbjerg Statsskole 1962. Cand.polit., Lærda há- skúlan í Keypmanna- havn, 1971 Settur í starv sum bú- skaparfrøðingur í LO 1971-86, »cheføko- nom« 1986-88 Næstformaður fyri danska Javnaðarflokk- in 1987-92 Fólkatingsmaður fyri Ringkøbing Amtskreds frá 10. mai 1988 Forsætisráðharri frá 25. januar 1993 til 27. nov- ember 2001. Gifutr 14. mai 1994 við Lone Dybkjær, sum er sivilverkfrøðingur Mogens Lykketoft váttar, at hann stillar upp sum nýggjur formaður hjá danska Javnaðarflokkinum POLITIKKUR Eirikur Lindenskov So skjótt tað frættist, at Poul Nyrup Rasmussen fer at leggja frá sær, var heitt á Mogens Lykketoft, fyrrver- andi fíggjar- og uttanríkis- ráðharra, um at stilla upp sum nýggjur formaður. Fyri Danmarks Radio váttar Mogens Lykketoft, at hann er biðin um at stilla upp. – Eg eri biðin um tað, og eg stilli upp fyri at royna at savna flokkin um at taka upp stríðið við borgarligu stjórnina. Nú mugu vit so síggja, hvussu leikur fer. Landsfundur verður í næsta mánaði, og tað er sjálvsagt landsfundurin, sum skal gera av, hvør nýggi formað- urin verður, segði Mogens Lykketoft eftir starvs- nevndarfundin hjá Javnað- arflokkinum á høvuðs- skrivstovuni hjá Javnaðar- flokkinum á Thorvaldsens- vej á Frederiksberg gjára- morgunin. Hann vísti samstundis aftur, at hann bert verður fyribilsformaður. – Vit eru øll deyðilig, men eg havi góða heilsu, segði hann. Hann segði eisini, at Javnaðarflokkurin ikki stendur fyri stórum polit- iskum broytingum við hon- um við róðrið. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gleddu meg á 95 ára degnum 19. oktober við blómum, gávum og til tykkum, sum komu inn á gólvið. Serlig tøkk til sangararnar og til starvsfólkið á røktarheiminum. Heilsan Kaj Thomassen, Svínoy Anfinn Kallsberg 55 ár Í gjár, 19. november, fylti Anfinn Kallsberg, løgmaður, 55 ár. Anfinn er ættaður úr Klaksvík, sonur Gunnar og Katrinu Kallsberg. Hann er giftur við Berg- hild, sum er dóttir Sigrid og Hans Jákup Matras á Viðareiði. Løgmaður hevur handilsútbúgving, og hann hevur fyrr starvast hjá J. F. Kjølbro, tað var frá 1964 til 74. Hann var bókhaldari frá 1968-74, og síðani juli 1974 hevur hann havt sjálvstøðugt bókhaldsvirki. Anfinn Kallsberg varð valdur á ting í 1980. Hetta var tá gamli formaður Fólkafloksins, Hákun Djurhuus, ikki stillaði uppaftur, og Fólkaflokkurin mátti hava onkran at lyfta arvin, tí Hákun hevði røkt Norðoya valdømi fyri Fólkaflokkin síðani 1946. Tað má sigast, at Anfinn Kallsberg rættu- liga fekk fótin fastan í Norðoya valdømi, tí hann er afturvaldur fimm ferðir siðani 1980, og hevur hann sitið ósvikaliga tryggur í sessinum – og fleiri ferðir hevur hann fingið mann valdan afturat sær. Anfinn Kallsberg hevur fleiri ferðir verið landsstýrismaður, fyrstu ferð í 1983, tá hann tók við sætinum, tá Olaf Olsen legði frá sær í landsstýrinum hjá Paula Ellefsen. Tá umsat Anfinn fiskivinnu- og handilsmál. Hann tók viðaftur í 1989 – eisini tá Olaf Olsen legði frá sær, hesaferð fekk hann fiskivinnuna at umsita. Hendan samgongan fekk kortini ikki so langt lív lagað, tí val varð skrivað út at verða 17. november 1990. Tá vann Javnaðarflokkurin valið, og skipaðu Javnaðar- flokkurin og Fólka- flokkurin ta fyrstu tví- flokkasamgonguna sið- ani 1954. Anfinn Kalls- berg gjørdist tá løgtings- formaður. Tá Javnaðarflokkurin í 1996 segði seg úr sam- gonguni hjá Edmundi Joensen, vóru aftur boð eftir Fólkaflokkinum. Tá fekk Anfinn Kallsberg aftur sæti í Tinganesi sum fíggjarmálaráð- harri, hóast fleiri tá høvdu roknað við, at Edmund Joensen fór at skriva út nýval. Taktikari er Anfinn, tað má sigast, tí hann hevur sitið ósvikaliga tryggur í Tinganesi síðani – sein- astu hálvtfimta árið sum løgmaður. Anfinn Kallsberg gjørdist formaður Fólkafloksins, tá Jógvan Sundstein legði frá sær í 1994. Hann er triði løg- maður úr Fólkaflokk- inum og tann av teimum, sum hevur sitið longst. Hinir vóru Hákun Djurhuus (1963-67) og Jógvan Sundstein (1989-91). Av politiskum álitis- størvum annars kunnu vit nevna, at hann hevur verið limur í Norður- landaráðnum og í stýrin- um fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Hann var eisini bygdarráðsfor- maður á Viðareiði frá 1974-1980 Lykketoft helst nýggjur formaður Mogens Lykketoft er tann fyrsti, sum hevur boðað frá, at hann stillar upp sum nýggjur formaður hjá Javnaðarflokkinum Nógvar ákoyringar hava verið móti Poul Nyrup Rasmussen síðani flokkurin tapti valið í fjør. Hetta er fyrstu ferð síðani 1924, at Javnaðar- flokkurin ikki er størsti flokkur í Fólka- tinginum C M Y K 3 2