Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týsmorgunin byrjaði rættarmálið móti tí 25 ára gamla manni- num, sum fyri góðum tveimum mánaðum síðan nýtti byrsu í Magnus Heinasonar- gøtu í Havn. Maðurin er millum annað skuldsettur fyri drápsroynd móti politistunum, ið royndu at handstaka hann, henda miku- morgun í september. Maðurin viðgongur, at hann hevur skotið móti politistunum, men noktar seg sekan í drápsroynd. RÆTTARMÁL Jón Brian Hvidtfeldt Ein 25 ára gamal maður úr Havn er skuldsettur fyri drápsroynd móti tveimum løgreglufólkum, ið vóru til arbeiðis, mikumorgunin tann 11.september í ár. Hetta er tann álvarsligasta av fleiri ákærum, ið kunnu geva upp til fýra ára fong- sul. At ovara markið er sett til fýra ár, gingu bæði verji og ákæri við til. Málið byrj- aði í Føroya Rætti týsmorg- unin. Hendingin fór fram í Magnus Heinasonargøtu í Havn, um seks tíðina um morgunin, mikudagin tann 11.september. Politiið verð- ur boðsent á staðið til tann 25 ára gamla. Hann er drukkin, hevur byrsu hjá sær, og er tíðiliga ikki væl fyri sálarliga. Tvey løg- reglufólk koma á staðið, er maðurin komin út á trapp- una. Hjá sær hevur hann eina høglbyrsu og eina vodkafløsku. Endin er at eitt skot frá høglbyrsuni smellir í politibilin, ið stendur umleið 21 metrar harfrá. Skotið rakar beint við mannliga politistin, ið beint áðrenn hevur fingið goymt seg aftanfyri bilin. Síðan eydnast tað politi- num, eftir at hava skotið tvey skot, eitt ávaringarskot upp í loft, og eitt skot, ið var ætlað at raka tann 25 ára gamla í beinið, at hand- taka mannin. 25 ára gamli maðurin hevur sitið varðhalds- fongslaður líka síðan 11. september. Tvær ferðir er varðhaldsfongslingin longd, meðan kanningar- arbeiðið er farið fram. Mill- um annað hava serfrøðingar úr Danmark hjálpt politi- num við kanningararbeiði- num, og gjørd er ein eftir- gerð, ein »rekonstruktión«, av tí, sum fór fram í Mag- nus Heinasonargøtu 11. september. Eftir at kanningarnar eru lidnar, hevur ákærin gjørt av at grundarlag er at ákæra mannin fyri drápsroynd móti tveimum politistum. Ákærin vísir á, at maðurin skeyt við høglbyrsu bein- leiðis móti politistunum, ið stóðu 21 metrar burtur. Eis- ini er maðurin skuldsettur fyri at sigta við byrsu móti politistunum, og beinleiðis seta teirra lív og heilsu í vanda. Umframt fongsuls- revsing hevur ákærin reist eitt endurgjaldskrav uppá umleið 35.000 krónur móti manninum. Hetta er tað, ið tað kostaði at gera politibil- in, ið varð raktur av skoti- num frá høglbyrsuni, aftur. Afturat hesum kemur eitt umleið fýra mánaðir eldri mál, snýr seg um, at tann 25 ára gamli hevur skotið ein postkassa við eini aðrari høglbyrsu. Í Føroya Rætti týsmorg- unin játtaði tann 25 ára gamli maðurin at hava latið skot av móti politistunum. Men hann noktar, at hann ætlaði at raka politistarnar. Hann greiddi frá, at hann henda mikumorgun var sera drukkin. Hann hevði drukkið umleið hálva aðru vodkafløsku, og hann var heldur ikki serliga væl fyri sálarliga. Eftir at tað gjørd- ist honum greitt, at politiið var komið eftir honum, fór hann útum. Við sær hevði hann byrsuna, ið longu tá var lødd, og harumframt eina vodkafløsku. Maðurin greiddi frá, at hann ætlaði bara at fáa politistarnar at fara avstað aftur. Hann hugsaði tó, at politistarnir helst ætlaðu at taka byrsuna og koyra seg í brummuna. Eftir at hava sitið og prát- að við politistarnar í umleið fimm minuttir, reisir hann seg og fer yvirum vegin, har hann setir seg á eina aðra trappu. Hann vil síggja betri, hvussu nógvir poli- tistar eru komnir. Maðurin tekur byrsuna upp, peikar móti politistunum og biður teir um at sleppa sær burtur. Eftir umleið 20 minuttir hevur hann fingið nóg mik- ið. Hann reisir seg upp, og siktar móti politistunum við byrsuni. Hann helt seg duga at síggja, at annar politisturin sat aftanfyri politibilin, meðan hin stóð aftan fyri húsahornið við hárfríðkanarstovuna har í grannalagnum. Í rættinum greiddi maðurin frá, at hann siktaði móti bilinum, men lyfti síðan byrsuna eitt sindur upp, fyri at vera vís- ur í, at hann ikki rakti poli- tistarnar. Hann trýstið síðan á avtrekkjarar, og skotið smellur í bakrútin á politi- bilinum og í annan bak- stólpan á bilinum. Politisturin, sum í hesi løtu sat aftanfyri politibilin, segði í síni vitnisfrágreið- ing í rættinum týsmorgun- in, at bara umleið tvey se- kund gingu, frá tí at hann bukkaði seg, til skotið brast í bilin. Hann sigur, at triðji politisturin, ið var komið á staðið nakað seinni, ávaraði hann umvegis politivarpið, og at hann dukkaði seg í somu løtu sum ávaringin kom. Tí metti hann, at tað bara gingu umleið tvey se- kund frá tí at hann bukkaði seg niður, til skotið small. Verjin hjá tí 25 ára gamla manninum setti spurnartek- in við, um tað veruliga gekk so stutt tíð, frá tí at politisturin bukkaði seg, til tann 25 ára gamli skeyt. Hann legði dent á, at hetta er rættuliga umráðandi, tá dómurin skal ásetast. Umfatandi mál Rættarmálið við tí 25 ára gamla manninum er rættu- liga umfatandi. Sum nevnt hava serfrøðingar úr Dan- mark verið í Føroyum og gjørt kanningar í samband við tilburðin, fyri at fáa staðfest, hvat veruliga fór fram, og um talan er um drápsroynd móti politistum. Serliga ákærin, men eisini verjin, nýttu nógvar av eftirgjørdu myndunum í síni próvførslu fyri at lýsa hendingina í Magnus Heinasonargøtu. Ákærin roynir í sínum lagi at prógva, at talan veruliga var um drápsroynd, og at politistarnir vóru í beinleið- is lívsvanda, henda miku- morgun fyri góðum tveim- um mánaðum síðan. Eydn- ast tað ikki ákæarnum at fáa mannin dømdan fyri drápsroynd, so fer hann at krevja, at maðurin verður dømdur fyri at hava komið lívinum og heilsuni hjá politistunum í vanda. Harðasta revsing í tílík- um málum liggur væl omanfyri fýra ár, men longu nú er greitt, at mað- urin í mesta lagi fær fýra ár. Kemur tað uppá tal at revs- ingin kann gerast meira enn fýra ár, skal eitt nevninga- ting taka støðu til tað. Men í rættinum søgdu bæði ákæri og verji seg taka und- ir við, at revsingin í mesta lagi gerst fýra ár, og tí vóru eingir nevningar til staðar. Ákæri og verji vóru ikki liðug við avhoyr- ingarnar av vitnum, tá blað- ið fór til prentingar, og enn er ikki greitt, nær málið kemur til dóms. Kann fáa upp í 4 ára fongsul 25 ára gamli maðurin viðgongur, at hann hevur skotið móti politistunum, men noktar seg sekan í drápsroynd. Endamálið var ikki at raka politistarnar. Málið byrjaði í Føroya Rætti týsmorgunin. Mynd: Jens Kr. Vang 4 Nr. 223 - 20. november 2002 Nr. 223 - 20. november 2002 5 Klokkan átta í gjára- morgunin fóru tey aftur til arbeiðis á flakavirkinum í Hvalba, eftir at virkið hevur ligið stilt í langa tíð FISKAARBEIÐI Áki Bertholdsen Hvalba: Nú er lív komið í aftur í flakavirkinum í Hvalba. Flakavirkið hevur ligið stilt í meiri enn eitt ár, men klokkan átta í gjáramorgun- in vóru dyrnar lætnar upp aftur. Síðani eitt samtak av klaksvíkingum og hvalb- ingum keyptu virkið, hevur verið arbeitt við at gera virkið ístand, so at tað kundi taka ímóti fiski. Og mánadagin var kom- ið so langt, at fyrsta fiska- rúgvan kundi keypast á uppboðssøluni. Hesuferð keyptu tey bara 10 tons av upsa at royna maskinurnar við og klokk- an átta í gjáramorgunin fóru ímillum 20- 30 fólk til arbeiðis á virkinum. Nakrir byrjanartrupul- leikar vóru í gjár, men tað høvdu teir væntað. Tá ið maskinurnar eru stillaðar inn, sum tær skulu, verða eini 40-50 arbeiðspláss á virkinum. Nú flakavirkið í Hvalba letur upp aftur, verður tað undir navninum Suðurís. Tað verður ein partur av samtakinum, sum Johan Páll Joensen hevur saman við øðrum. Frammanundan eru Norðís á Eiði, Eysturís í Klaksvík, Vestís í Vágum í samtakinum, men nú kem- ur so eisini eisini Suðurís í Hvalba uppí. – At tað eru fleiri virki í samtakinum, gevur tað okkum nakrar fyrimunir, sum gera raksturin bíligari. Eitt nú kunnu vit keypa fisk og vørur og tilfar í felag, vit kunnu hava felags sølu o.s.fr. Byggir á fiskivinnuna á staðnum Johan Páll Joensen, sum er stjóri á virkinum, sigur, at nú virkið letur uppaftur, verður tað við grundarlagi í tí fiskivinnu, sum er í Hvalba frammanundan. Sostatt fer virkið fer í mesta mun at taka ímóti kongafiski, svartkalva og upsa frá djúpvatnstrolarun- um, eins og tað gjørdi frammanundan. Hann sigur, at bátarnir fiska eini 5.000 tons um árið og, men at teir hava sett nøsina upp ímóti, at nýggja virkið í Hvalba skal taka ímóti 4.000 – 4.500 tonsum um árið. Tað er eitt felag hjá Johan Páll Joensen, sum eigur helvtina av virkinum í Hvalba. Hina helvtina eiga hvalbingar, við teimum báðum trolarunum Steintór og Niels Paula, arbeiðs- mannafelagnum og Ar- beiðskvinnufelagnum, á odda. Í sambandi við virkið nú letur upp aftur, er eitt ogn- arfelag stovnað. Hetta fel- agið eitur »Flakavirkið í Hvalba« og tað felagið eig- ur bygningarnar og annars tær ognir, sum eru í virkin- um. Men síðani er eitt annað felag stovnað, sum eitur »Suðurís« og sum skal standa fyri sjálvum rakstr- inum og sum leigar ognirn- ar frá Flakavirkinum í Hvalba til endamálið. Hvalbingar og klaksvík- ingar eiga hvør sína helvt í báðum feløgunum. Johan Páll Joensen sigur, at virkið kostaði tríggjar milliónir at keypa, men partapeningurin í feløgun- um, sum eiga og skulu reka tað, er útvið seks milliónir. Men nú virkið stendur klárt at taka ímóti fiski, stendur tað teimum í um- leið 10 milliónum. Virkisleiðari á virkinum verður Jens Sofus Thomsen úr Hvalba. Føroyingar hava verið við á eini ráðstevnu í Skotlandi, sum er ein liður í royndunum at fáa størri samstarv ímillum londini í útnorðri ATLJÓÐA SAMSTARV Áki Bertholdsen Londini, sum liggja við Atlantshav, hava nógv, sum tey áttu at samstarva um. Og tað verður av álvara roynt at bryggja brýr ímill- um hesi londini. Í gjár var ein ráðstevna í Skotlandi, har umboð í Før- oyum vóru við og endamál- ið við hesi ráðstevnuni er júst at menna samstarvið ímillum hesi londini, ið liggja við Atlantshav. Hugs- að verður um Føroyar, Ís- land, Grønland, Skotland, Hetland, Orknoyar, Suður- oyggjar og Írland, men eisini heilt vestur um hav til Ný Fundland. – Hetta er eitt gylt høvi hjá okkum at knýta bond ímillum føroyingar og aðrar tjóðir í útnorðri sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Norðurlandamálum, sum var við á ráðstevnuni. Annars er Jógvan á Lakj- uni, formaður í útnorður- ráðnum og Katrin Dahl Jacobsen, varalimur hjá Jóannes Eidesgaard í Norð- urlandaráðnum, eisini við úr Føroyum á ráðstevnuni. Tað er Ráðharraráðið í Norðurlandaráðnum og tingið í Skotlandi sum skipa fyri ráðstevnuni undir heitinum Størri samstarv í útnorðri. Stórur dentur Størri samstarv í útnorðri er ett mál, sum føroyingar hava lagt stóran dent á. – Seinastu árini hevur Norðurlandaráðið gjørt nógv burturúr at víðka samstarvið til grannalond- ini. Men higartil hevur bert verið tosað um grannalond- ini hjá teimum stóru lond- unum, eitt nú Baltalond, Russland og ES. – Hinvegin hava vit sagt, at skulu Norðurlond ikki detta av um tvøran og skulu vit framyvir síggja Norður- lond sum eina heild, má samstarvið við triðjalond eisini umfata grannalondini hjá okkum í útnorðri, Før- oyum, Íslandi og Grøn- landi, sigur Høgni Hoydal. – Tí eru vit fegin um, at Norðurlandaráðið tekur undir við okkum í hesum og seinastu tíðini eru fleiri stig tikin, fyri at fremja samstarvið í útnorðri. Høgni Hoydal sigur, at sostatt gongur rætta vegin og nú hevur Norðurlanda- ráðið samtykt at seta eina nevnd at kanna, hvussu tað ber til at styrkja leiklutin hjá londunum í útnorðri og samstarvið ímillum londini í útnorðri og grannalondini hjá teimum. Hann leggur afturat, at tey ensktmæltu londini framvið Atlantshavi eru eisini ógvuliga áhugað í at styrkja samstarvið. Sjálvsagt Høgni Hoydal heldur, at tað er sjálvsagt at londini við Atlantshav samstarva, tí tað eru nógv øki, har tað er ein fyrimunur fyri øll, at tey finna eitt felags stev. Eitt nú verður hugsað um havumhvørvið og um, hvussu havsins ríkidømi verður best gagnnýtt. Men hugsað verður eisini um mentanarligt og handilsligt samstarv. Hann sigur, at í løtuni er ikki ætlanin at skipa eitt formligt samstarv ímillum hesi londini, eins og Norð- urlandaráðið. – Men vit ætla at fáa í lag árligar fundir ímillum polit- isk umboð úr øllum hesum økinum og at menna sam- starvið tann vegin, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at kemur verulig gongd á hetta samstarvið, er tað ein veldugur fyrimunur fyri tey londini í útnorðri, sum ikki eru limir í ES. – Fáa vit eitt samstarv ið Skotlands, kann hetta verða eitt portur hjá okkum inn í ES og eitt portur til sam- starv við ES, hóast vit ikki eru limir. Sum eitt dømi um tað, nevnir hann granskingar- samstarvið ið nevnist »Nor- røni Útjaðarin«, har bæði Skotland, Føroyar og Ísland eru við og betala hvør sín part av útreiðslunum. Men tað er eitt samstarv, sum ES eisini letur stuðul til, hóast vit ikki eru limir. – Tað er henda vegin, vit spakiliga skulu byggja eitt slíkt samstarv út, heldur Høgni Hoydal. Og so leggur hann aftur- at, at tað er heldur ikki at forsmáa, at bæði Føroyar og Ísland eru í bólki við Skotlandi í undankapping- ini í fótbólti, tí eisini tað er við til at knýta bond. Byggja brýr um Atlantshav Lív komið í aftur í Hvalba Mánakvøldið var móttøka á virkinum, har tað var víst fram fyri almenninginum. Her er tað stjórin á virkinum, Johan Páll Joensen, vm, í práti við Svein Poulsen, skipara á Niels Paula, sum saman við hinum hvalbiartrolaranum, Steintór og arbeiðarafeløgunum í Hvalba, eru høvuðsstuðlar undir virkinum Í gjár var ein dagur, sum hvalbingar hava trákkast eftir longi, tí tá læt flakavirkið uppaftur. Eini 40-50 arbeiðspláss verða á virkinum C M Y K 5 4