mikudagur 20. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 223 - 20. november 2002
Nr. 223 - 20. november 2002
7
Skeri eg teg her missi eg teg har
Tað eru bæði fyri-
munir og vansar við
prísunum, sum kunn-
gjørdir eru fyri at
ferðast undir Vest-
mannasundi, sigur
stjórin á Flogfelag
Føroya
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar:
Flogfelag Føroya fer at
spara pening fyri vørubilar-
nar, sum flyta flogfrakt
millum flogvøllin og Havn-
ina. Hinvegin verður tað
dýrari fyri leigubilarnar,
felagið hevur. Og Hotel
Vágar fer helst ikki at fá ta
nyttu burtur úr undirsjóvar-
tunlinum, sum roknað var
við, sigur Uni Danielsen,
stjóri á Flogfelag Føroya.
Flogfelag Føroya hevur
vøruvognar, sum dagliga
koyra millum flogvøllin og
farmadeildina hjá Flogfel-
agnum í Havn.
Hesir hava goldið vøru-
vognstakst við Ternuni. Tað
vil siga, at teir hava goldið
kr, 110,- hvønn veg, sum nú
ein vøruvognur av teirri
stødd, teir hava, skal gjalda.
Men nú nýggja prísskip-
anin kemur undir Vest-
mannasundi, verða hesir
vøruvognarnir bíligari í
rakstri. Væl bíligari eisini,
sigur Uni Danielsen.
Hann vísir á, at hesir
vøruvognarnir eru bara um-
leið fimm metrar til longd-
ar, og verða tískil bólkaðir
við persónbilum, og skulu
gjalda lægsta gjald undir
Vestmannasundi. Tað vil
siga, at teir sleppa við at
gjalda 75,- krónur aftur og
fram, tá fyrst er goldið fyri
eitt 20 túra kort, ella Kubb-
an, sum tað verður nevnt.
Soleiðis vinnur vøruvogn-
urin heilar 145,- krónur,
ella næstan tveir túrar, und-
ir Vestmannasundi við hesi
nýggju skipanini, vísir Uni
Danielsen á.
Men so er tað aftur fyri
truplari við persónbilum
felagsins,
teimum
so-
nevndu
leiguvognunum.
Har verður nógv dýrari.
Talan er um persónbilar,
Flogfelagið leigar fólki,
sum eitt nú kemur við flog-
fari og vil hava bil, meðan
tey eru í Føroyum. Tey fáa
so bilin handaðan á flog-
vøllinum og kunnu so
koyra við honum móti
gjaldi, meðan til tey fara
avstaðaftur.
Tað ber ikki so væl til at
nýta avsláttarskipanina til
hesar bilarnar, sigur Uni
Danielsen, tí ikki ber til at
vita, hvussu ofta teir koyra
gjøgnum undirsjóvartunnil-
in, og skipanin trekkir túrar
av kubbanum. Ætlanin við
slíkum leigubilum er jú, at
fólk skulu gjalda fyri tað,
tey koyra. So neyðugt verð-
ur helst at leggja eitt fult
gjald inn í leiguna, tá bilur-
in veður heintaður á flog-
vøllinum, ella um hann skal
latast aftur har.
Heldur ikki Hotel Vágar,
sum Flogfelag Føroya eig-
ur, fær tað burtur úr undir-
sjóvartunlinum, sum vón-
andi var, sigur Uni Daniel-
sen.
At rokna við, at fólk fara
at koma aðrastaðni frá vest-
ur í Vágar at fáa sær ein
sunnudagsdøgurða
ella
bara ein kaffimunn, fer ikki
at bera til, sum støðan er
nú, staðfestir stjórin á Flog-
felag Føroya.
Heldur ikki aðrir møgu-
leikar, sum eitt nú at lata
fólk fara vestur í Vágar at
gista, tá fult er í Havn, tykj-
ast serliga áhugaverdir við
teimum prísum, sum útlit
eru fyri undir Vestmanna-
sundi, sigur hann.
Hotel Vágar fer helst ikki at fáa tað burtur úr Vágatunlinum, sum væntandi var, sigur Uni Danielsen, stjóri á Flogfelag Føroya,
sum eigur Hotel Vágar
Mynd.: Edvard Joensen
Sunnudagin fyri, at
Vágatunnilin verður
latin upp fyri al-
mennari ferðslu,
verður stór renni- og
gongukapping gjøgn-
um tunnilin. Byrjað
verður í Leynum, og
prógv og heiðurs-
merki verða latin á
Vágalandinum, tá
liðugt er
HÁTÍÐARHALD
Edvard Joensen
Sandavági:
Fasta
sambandið
undir
Vestmannasundi
verður
hátíðarhildið bæði áðrenn
og aftaná, at tunnilin letur
upp fyri almennari ferðslu.
Eitt stórt tiltak verður
sunnudagin 8. december, tá
rennast ella gangast kann
gjøgnum tunnilin.
Tað eru Sandavágs Ítrótt-
arfelag, SÍF, og felagið
Bragdið, sum skipa fyri
hesi rennikappingini.
Luttakararnir verða býttir
sundur í fleiri aldursbólkar
siga fyrireikararnir. Børn
undir seks ár verða í einum
bólki. Síðan verða bólkar-
nir býttir soleiðis: sjey til
níggju ár - 10 til 12 ár - 13
til 16 ár og 17ár og eldri.
Allir aldursbólkar vera
bæði fyri gentur og dreing-
ir. Tey, sum luttaka í bólkin-
um seks á og yngri, skulu
vera í fylgi við einum
vaksnum, siga fyrireikarar-
nir. Í aðrar mátar verða
eingi krøv sett teimum,
sum luttaka, onnur enn tey,
at tey gjøgnumføra túrin
fyri at fáa luttøkuprógv.
Talan er í grundini bæði
um kapping og ikki. Fólk
kunnu
sjálvandi
renna
gjøgnum tunnilin og so
vóna at verða fyrst og har-
við vinna eitt heiðursmerki.
Men ætlanin er, at øll skulu
kunna vera við, so til ber
eisini at ganga gjøgnum
tunnilin. Er onkur, sum
situr í koyristóli, er eisini
møguleiki at koma gjøgn-
um tunnilin við honum, um
bert onkur er at koyra á.
Barnavognar hava sjálvandi
sama møguleika.
Sjálvt tiltakið byrjar við
tunnilsmunnan Leynameg-
in, og runnið ella gingið
verður so allan vegin
gjøgnum tunnilin. Teinurin
er settur til fimm kilometr-
ar, sum er eitt lítið sindur
longri enn sjálvur tunnilin.
Tá komið er á mál Vága-
megin, fáa allir luttakarar-
nir eina t-shirt við áskrift
handaða sum minni um túr-
in. Eisini fáa vinnararnir í
hvørjum aldursbólki eitt
heiðursmerki.
Luttakararnir møta við
tunnilsmunnarnar tí megin,
tey eru stødd. Vágafólk
verða so koyrd við bussi
gjøgnum tunnilin til Leyn-
ar, haðani so verður farið
aftur hinvegin. Tá liðugt er,
verða tey, sum skulu yvir
aftur á Streymoynna, eisini
koyrd upp á pláss aftur, siga
tey, sum skipa fyri.
Á Vágalandinum fer SÍF
at selja kakao og bollar,
meðan tiltakið er, eins og
flogferðir eisini verða burt-
urlutaðar millum teirra,
sum luttaka í tiltakinum.
Tiltakið byrjar sunnudag-
in 8. december klokkan
14.00 og heldur væntandi á
einar tríggjar tímar ella so,
alt eftir hvussu skjótt fólk
koma ígjøgnum tunnilin.
Tilmelding og luttøkugjald
og -treytir verða lýst nærri
seinni.
Renna undir Vestmannasundi
Stórt tiltak verður í
Vágatunlinum sunnudagin
8. december, tá tað fer at
bera til at ganga ella renna
gjøgnum tunnilin
Mynd: Jens Kristian Vang
Eitt spilfrískt heilsuverk
Hóast trupulleikar
eru at dragast við í
føroyska heilsuverk-
inum, so er heilsu-
verkið í nógvum
førum fult á hædd við
tey í grannalondun-
um. Tað kom fram á
trivnaðar- og heilsu-
ráðstevnuni, sum
varð hildin í síðstu
viku
HEILSA OG TRIVNI
Ingi Rasmussen
Føroyska heilsuverkið virk-
ar yvirhøvur sera væl.
Tað vísir spurnarkanning-
in, sum Trivnaðar- og
heilsuráðið ger av almanna-
og heilsustøðuni í Føroyum.
Talan er bara um eina
ávegis frágreiðing, sum
varð løgd fram á eini ráð-
stevnu, ið var í Norður-
landahúsinum í síðstu viku.
– Sambært spurnarkann-
ingini virkar heilsuverkið í
nógvar mátar sera væl. Vit
kunnu eisini staðfesta, at
nøgdsemið tykist størri á
teimum
báðum
minnu
sjúkrahúsunum
enn
á
Landssjúkrahúsinum, sigur
Eyðun Christiansen, sum
viðger spurnarkanningina
fyri Trivnaðarráðið.
Sparingar spilla
Hetta tykist vera eitt sindur
í andsøgn við tað, vit javn-
an hoyra um sjúkrahúsverk-
ið í Føroyum. Men sambært
kanningini livir føroyska
heilsuverkið í nógvar mátar
við sítt fríska lív.
Treyðugt so eru eisini
vakurleikablettir í kanning-
ini, sum spilla glæstri-
myndina eitt sindur. Onkrar
deildir í heilsuverkinum
vísa á sparingar, stongdar
deildir og harav longri bíði-
listar. Tvær deildir nevna
ov lítla játtan til, at starvs-
fólkatalið er so høgt sum
ásett, og hølisumstøðurnar
eru heldur ikki nóg góðar á
øllum deildum.
Nøkur verri fyri
Ábendingar eru eisini um í
kanningini, at ávísar deildir
– ella ávísir sjúklingabólkar
– eru verri fyri enn aðrir í
føroyska sjúkrahúsverkin-
um.
Serliga Psykiatriski dep-
ilin á Landssjúkrahúsinum
og røktardeildin hava trup-
ulleikar at dragast við.
Partvíst er talan um ein
innanhýsis trupulleika. Eitt
nú áttu hølisviðurskiftini á
psykiatriska deplinum at
verið so fræg, at til bar at
bjóða einakamar við WC til
teirra, sum eru innskrivað á
deplinum.
Ein annar trupulleiki
liggur uttan fyri sjúkrahús-
ið. Stórur tørvur er á bú-
stovnum, útslúsingarstovn-
um, verkstøðum og til-
haldsstøðum til teirra, sum
hava verið til viðgerðar á
deplinum.
Smátt er gott
Á teimum størru sjúkrahús-
unum er nøgdsemið upp-
aftur størri enn á Lands-
sjúkrahúsinum, og starvs-
fólk hava sterkar kenslur
fyri sínum arbeiðsplássi.
– Stórur dentur verður
lagdur á tann týdning, sum
hesi sjúkrahús hava fyri
bæði trivnað og tryggleika í
nærumhvørvinum í ávika-
vist Norðoyggjum og Suð-
uroynni,
dregur
Eyðun
Christiansen saman um
kanningina higartil.
Líkt er sostatt til, at tað
ikki altíð er ein bági, at vit
eru smá. Hetta løgdu eisini
fleiri av útlendsku gesta-
røðarunum dent á, tá teir
hildu fyrilestrar á ráðstevn-
uni, og sambært teimum
var føroyska heilsustøðan
rættiliga góð sammett við
grannalondini.
Brúkarin fær orðið
Higartil eru bara stovnar,
feløg og deildir spurd um
teirra hugsan um støðuna í
føroyska
almanna-
og
heilsuverkinum.
Næsta
stigið í kanningini er at
spyrja brúkaran.
Kanningin hjá Trivnaðar-
ráðnum skal eftir ætlan
vera liðug á nýggjárinum,
men tað er ivasamt, um ráð-
ið megnar at koma við
nøkrum úrsliti til ta tíð.
Bill Justinussen, lands-
stýrismaður við trivnaðar-
og heilsumálum, segði tó í
røðu síni, at hann fór at
viðgera eina umsókn um at
leingja tíðarfreistina við
vælvild. Hann man vera
glaður fyri at hoyra, at
heilsuverkið ikki er so
sjúkt, sum tað ofta verður
gjørt til.
Viðgerðin eydnaðist, og sjúklingurin livir væl. Føroyska heilsuverkið fekk góð skotsmál á ráðstevnuni um trivnað og heilsu, sum
hevur verið í Norðurlandahúsinum
Miðfyrisitingin skal
spara, eru boðini frá
fíggjarnevndini hjá
løgtinginum. Langt er
kortini eftir á mál,
áðrenn fíggjarlógin
kemur aftur fyri
tingið.
FÍGGJARLÓG
Ingi Rasmussen
Aðalráðini í miðfyrisiting-
ini fáa minni pengar enn
tey trúðu at arbeiða við
næsta ár.
Tað tykist greitt, nú fíggj-
arnevndin stríðist við at fáa
stóru kabaluna við fíggjar-
lógini hjá løgtinginum fyri
2003 at ganga upp.
Onkur
aðalráð
hava
longu fingið ábendingar
um, hvussu nógv tey fáa
skorið av sínari fíggjarætl-
an fyri næsta ár.
Óli Breckmann, formað-
ur í fíggjarnevndini, váttar,
at talan verður um skerjing-
ar í mun til uppskotið hjá
landsstýrinum.
– Játtanin verður ikki so
høg sum ætlað.Vit hava
prátað við aðalráðini og
biðið tey verið meira mod-
erat við sínum krøvum,
men eg vil ikki kalla tað
eina sparing, Tey fáa bara
ikki so nógv, sum tey ætl-
aðu sær og halda seg hava
brúk fyri, sigur Óli Breck-
mann.
Hann vil kortini onki siga
um tøl enn, tí ov stutt er
fráliðið. Hann fær heldur
onki sagt um, nær nevnd-
arviðgerðin verður liðug.
Higartil hevur fíggjar-
nevndin havt 12 fundir um
løgtingsfíggjarlógina.
Sambært tingskipanini
áliggur formanninum at
gera nevndararbeiðið skjót-
ast gjørligt, og í vanligum
málum er freistin ein mán-
að, til álit skal latast
løgtinginum. Men tá um
ræður fíggjarlógina, er
freistin hjá nevndini at lata
løgtinginum álit tveir mán-
aðir eftir, at uppskotið varð
beint í nevnd.
Málið var latið fíggjar-
nevndini 10. oktober. So-
statt skal álit latast løgting-
inum 10. desember, um
løgtingsformaðurin
ikki
leingir freistina.
Aðalráðini fáa minni ráð
C
M
Y
K
7
6