mikudagur 20. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 223 - 20. november 2002
Nr. 223 - 20. november 2002
9
Teir stóru keypa teir smáu
Í ár er útflutningurin
av feskum íslendsk-
um fiski við flogfari
størri enn flutning-
urin við skipi
ÍSLAND
Vilmund Jacobsen
Íslendingar eru í størri og
størri mun farnir at flyta
feskan fisk av landinum við
flogfari til marknaðirnar í
Evropu og USA.
Tað tekur minni enn tvey
samdøgur frá tí, at fiskurin
er veiddur, til hann liggur í
frystidiskunum hjá stóru
matvøruketunum í Evropu
og USA.
Íslendingar hava lagt so
stóran dent á flutningin við
flogfari í ár, at teir nú flyta
størri nøgdir av feskum
fiski loftvegis enn sjóvegis.
Útflutningurin av feskum
íslendskum fiski er vaksin
eini 30% seinastu 4-5 árini.
Ein norskur útróðrar-
maður hevur fingið
eitt boð uppá 34 milj.
krónur fyri ein gaml-
an, men umbygdan
bát, sum er verdur 8-
10 milj. krónur
NOREG
Vilmund Jacobsen
Eitt afturvendandi kjak í
fiskivinnupolitikkinum í
fleiri londum um okkara
leiðir er spurningurin, hvør
skal eiga og veiða tilfeing-
ið, sum svimur í havinum.
Í Íslandi hevur nógv ver-
ið frammi um, at tey stóru
reiðaríini hava uppkeypt
tey smáu, soleiðis at rættur-
in til tilfeingið er savnaður
á færri hondum. Somu
gongd hava vit sæð í Føroy-
um, og somu gongd síggja
vit í Noregi.
Í Noregi heldur onkur út-
róðrarmaður, at einasta
gongda leiðin er, at kvotan
verður tillutað hvørjum
manni sær, soleiðis at øll
fiskirættindi við tíðini ikki
enda í hondunum á teimum
stóru feløgunum.
Tríggjar ferðir
Útróðrarmaðurin,
Tore
Hillersøy í Tromsø, sigur,
at hann og bróðurin eiga
ein gamlan, men umbygdan
útróðrarbát, sum er 73 føtur
langur.
– Vit hava fingið eitt boð
uppá bátin uppá 34 milj.
krónur, sum er meira enn
tríggjar ferðir tað, sum bát-
urin er verdur, sigur hann.
– Seldu vit bátin, sigur
Tore Hillersøy, kundu hann
og bróðurin gjørt heilt onn-
ur ting her í lívinum – og
ikki verið fiskimenn meira.
Men samstundis høvdu
teir møguleikar, sum út-
róðrarbáturin hevur í dag
og tað, sum útróðrarvinnan
skapar, endað á hondunum
hjá teimum stóru feløgun-
um í norsku fiskivinnuni.
Tá ið eystursjóvar-
londini eru vorðin
limir í ES, verður
umsitingin av Eystur-
sjónum ein samráð-
ingarspurningur
millum ES og
Rusland
DANMARK
Vilmund Jacobsen
DFE í Danmark, sum er
Dansk
Fiskeindustri-og
Eksportforening, heldur tað
vera positivt, um ES-sam-
veldið verður økt við tíggju
londum í Eystur-og Mið-
evropu.
– Hetta fer at tæna donsku
fiskivinnuni, heldur DFE.
Við eini víðkan av ES,
sær danska fiskivinnan
møguleikarnar við øktum
marknaðum, tá ið tollmúr-
arnir, sum eru galdandi í
dag, verða burtur.
Formaðurin í DFE, Peder
Hyldtoft, sigur, at danir
ikki minst hugsa um at fáa
ein part av tí marknaði, sum
Noreg hevur í Pólandi.
Økt kapping
Vansin við einum øktum
ES, heldur Peder vera, at
danska fiskivinnan verður
noydd at taka upp kapping-
ina við nýggju limalondini,
serliga Póland.
Hinvegin halda danir eis-
ini, at umsitingin av fiski-
ríkidøminum í eitt nú Eyst-
ursjónum verður greiðari, tá
ið bæði Pólandi, Estland,
Litavia og Latvia gerast
limir í ES, har Danmark,
Svøríki og Finland longu
eru limir frammanundan.
Tá ið hesi londini eru
vorðin limir í ES, verður
umsitingin av Eystursjón-
um ein samráðingarspurn-
ingur millum ES og Rus-
land.
Í Noregi vilja tey stóru
reiðaríini geva nógvan
pening fyri at sleppa at
uppkeypa rættindini hjá
teimum smáu.
Danir positivir um eitt størri ES
Danska fiskivinnan væntar
sær fyrimunir av einum
øktum ES-samveldi, tí tá
fella tollmúrar burtur.
Flyta meira fisk
loftvegis enn sjóvegis
Tað verður nokk ein tíð enn, áðrenn føroyskir feskfiskaútflytarar fara at flyta størri nøgdir av
fiski við flogfari enn við skipi.
Ísland er nú vorðið
eitt land við stranda-
rættindum til tun-
fiskaveiði í egnum
sjógvi og í altjóða
sjógvi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Altjóða
felagsskapurin,
ICCAT, sum umsitir tun-
fiskaveiðina í Norðurat-
lantshavi, hevur nú tikið Ís-
land upp sum lim við rætt-
indum sum strandaland.
Hetta hendi á seinasta
ársfundi hjá ICCAT, sum
hildin varð herfyri.
Upptøkan merkir, at Ís-
land fær eina tunfiska-
kvotu, sum er góðtikin av
altjóða felagsskapinum, og
við hesi kvotu kunnu ís-
lendingar nú fiska tunfisk í
egnum sjógvi, eins og í
altjóða sjógvi.
Úr 30-60 tons
Fyrsta árskvotan hjá íslend-
ingum er sett til 30 tons,
men kvotan skal økjast
javnt til ár 2006, tá ið hon
verður 60 tons.
Ísland limur í ICCAT
Íslendska tunfiskakvotan, sum fyrsta árið verður 30 tons, skal økjast javnt uppí 60 tons ár 2006.
Restorffs bryggjarí
ætlar sær ikki
víðari við teirra
málið um
rúsdrekkalýsingar
til landsrættin
RÆTTARMÁL
Heri á Rógvi
Restorffs bryggjarí hev-
ur avgjørt ikki at kæra
dómin, teir fingu fyri
ólógliga at lýsa við rús-
drekka í einari lýsing í
Dimmalætting fyrr í ár,
fyri landsrættin.
Dómur varð sagdur í
málinum 1. november.
Jørgen
B.
Petersen,
sorinskrivari,
dømdi
Restorffs at gjalda eina
bót áljóðandi 10.000 kr.
fyri at hava lýst ólógliga.
Afturat hesum skal P/F
Restorffs bryggjarí eis-
ini gjalda sakarmáls-
kostnaðin. Hesin síðst
nevndi kostnaðurin hava
vit tó ikki fingið upplýst
støddina á.
Óla Svenn Nolsøe og
Johan Mortensen, sum
mynda leiðsluna hjá
Restorffs og eru tveir av
eigarunum, siga við
Sosialinum, at teir ikki
ætla at fara víðari við
málinum til landsrættin.
Eftir at dómurin varð
sagdur varð biðið um
umhugsunartíð.
Hesa
hevur bryggjaríið, ið
varð dømt, nú brúkt til at
avgera, at tikið verður
við dóminum.
Àkæra er eisini reist
móti Føroya Bjór. Hen-
dan snýr seg eisini um
blaðlýsingar.
Bíðað
verður eftir, at hetta mál-
ið skal koma fyri í Før-
oya rætti.
Restorffs tikið við
dóminum
Emma Mathiasdóttir
Heinesen sýnir hesa
vikuni fram í
Smiðjuni í Lítluvík
FRAMSÝNING
Heri á Rógvi
Emma
Mathiasdóttir
Heinesen segði sítt arbeiði
sum flogterna upp, tá hon
fylti hálvtrýss. Nú nýtir so
nógva tíð sum gjørligt til at
mála.
Hon hevur leingi dámað
væl at mála, men tað var
ikki fyrr enn í 1998, at hon
fyri fyrstu ferð sýndi fram
alment.
Hon hevur eina framsýn-
ing á Norðoyastevnu á
hvørjum ári, og nú leggur
hon seg eisini eftir at hava
eina framsýning hvørt ár í
Smiðjuni í Lítluvík.
Hendan seinasta fram-
sýningin hjá henni lat upp
leygardagin. Framsýningin
hýsir fjøruti oljumálningar.
Í føgrum litum, sum Emma
tekur til.
Allir málningarnir eru
málaðir í ár, og teir byggja
heldur á søgur enn motiv,
sigur Emma.
Hon er sjálvlærd sum
málari, og hon hevur tikið
okkurt kvøldskúla skeið.
Um summarið hevur hon
sítt egna gallarí í Klaksvík,
sum verður rópt fyri Gallarí
Emma.
Hon spælir við tankanum
um at fáa sær sítt egna fasta
gallarí alt árið. Eisini hugs-
ar hon nógv um at leggja
leiðina til Italia á háskúla.
Framsýningin hjá Emmu
er opin til og við hósdagin.
Higartil hevur Føroya
Tele havt góðar
royndir við
partnering
byggiháttinum
FJARSKIFTI
Heri á Rógvi
Arbeiðið við at fyrireika
byggingina av einum høv-
uðssæti til eina av landsins
størstu fyritøkum, Føroya
Tele, gongur eftir ætlan.
Byggiætlarnirnar snúgva
seg um at gera ein 6.000
fermetrar stórar bygning í
Klingruni í Hoyvík. Kost-
naðurin fer væntandi at
liggja um 100 milliónir.
Arbeitt verður eftir tí
leisti, ið kallast partnering
(partalag). Higartil hevur
hetta hepnast óføra væl.
Partnering snýr seg um, at
Føroya Tele sum byggiharri
samstarvar við eina entre-
prenør fyritøku og nakrar
ráðgevar, og allar avgerðir
verða tiknar í felag. Hesin
mátin er valdur framum at
gera avtalur við ein ella
fleiri høvuðsentrepenørar.
– Tað er sjálvandi ein til-
venjing hjá øllum pørtum,
men higartil hava vit merkt
nógvar positivar reaktiónir,
og arbeiðið gongur eftir
ætlan, sigur Andras Róin,
forstjóri fyri Føroya Tele.
Tað er so gott sum klárt
at seta spakan í. Eftir ætlan
skal stásiligi nýggi bygn-
ingurin standa liðugur á
heysti í 2004.
Tað frættist eisini, at onn-
ur í Føroyum hava víst vilja
at hyggja nærri at hesum
forkunnuga byggiháttinum,
sum er kendur aðrastaðni
frá eisini.
Bygningingurin skal vera
høvuðssæti hjá Føroya Tele
í framtíðini. Tað nógva av
umsitingini og tað mesta av
tøkniligu
útgerðini
fáa
rúmd í nýggja høvuðssæt-
inum.
Føroya Tele fer úr gomlu
telegrafstøðini og bygning-
inum á Tinghúsvegnum,
sum Løgtingið hevur yvir-
tikið. Øll tann tøkniliga
útgerðin í hesum bygning-
inum verður koyrd burtur
og nýggj útgerð sett upp í
Hoyvík.
FarIce
Ein onnur verkætlan, sum í
hesum døgum upptekur tíð-
ina hjá leiðsluni hjá Føroya
Tele, er FarIce. Talan er um
eina verkætlan, har lagdur
verður ein nýggjur sjókaðal
til alt telesamskifti úr Ìs-
landi til Skotlands umvegis
Føroyar.
Tann nýggi kaðalin fer
væntandi at rudda verandi
Cantat 3 kaðal úr minnin-
um á teim flestu. Munurin á
FarIce og Cantat er sum
nátt og dagur. Kapasiteturin
verður fyri sovítt óendaliga
stórur, og hetta fer at
merkja týðandi betringar.
Andras Róin sigur, at
hetta arbeiðið gongur eftir
ætlan, og miðjað verður
ímóti at skriva undir sátt-
málar 26. november, t.e.
komandi týsdag.
Verkætlanin fer væntandi
at kosta um 500 mió. Tann
føroyski parturin verður
20% ella 100 milliónir.
Allir føroyskir fjarskiftis-
veitarar eru við í føroyska
partinum, men tað er eyð-
sæð, at Føroya Tele fer at
eiga størsta partin av íløg-
uni.
Ætlanin er at leggja kað-
alin
komandi
summar.
Kaðalin kemur á land í
Føroyum í Funningsbotni.
Riggar væl við partnering
Oljumálningar í føgrum litum
Eftir byggiháttinum, sum
Føroya Tele nýtir til nýggja
høvuðssæti, sita øll við sama
borð í planleggingini.
Emma Mathiasdóttir Heinesen málar hvønn dag og roynir at nýta so nógva tíð sum gjørligt til
málningalistina. Hennara verk kunnu síggjast í Smiðjuni í Lítluvík hesa vikuna
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
9
8