mikudagur 20. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 223 - 20. november 2002
Nr. 223 - 20. november 2002
11
Hendingarnar kring stjóran í SEV hava enn einaferð av-
dúkað, at SEV er eitt afturlatið land. Henda áskoðan á
SEV hevur ofta verið frammi í fjølmiðlum og á umboðs-
nevndarfundum, men sjáldan hevur hetta ført til størri
opinleika ella meira gjøgnumskygni. Hvat er tað fyri
leikur almenningurin hevur upplivað í seinastuni? Vit
hugsa ikki so nógv um tað heilt ítøkiliga málið, men um
skipanina sum heild. Men kortini: tað stutta av tí langa
er, at pressan, her ikki minst sjónvarpið við gravandi
journalistikki, avdúkar, at SEV-stjórin møguliga er
ógegnigur í sambandi við avgerðir, hann hevur tikið sum
SEV-stjóri, samstundis sum hann er formaður fyri parta-
felagsnevndini hjá P/F Vágatunnlinum. Kjarnan í hesum
er, at hevði pressan ikki havt tikið málið upp, so hevði
spurningurin ikki verið reistur. Ikki fyrr enn pressan fer
inn í málið vakna nevnd og umboðsnevndarformaður!
Hesi áttu at havt reagerað fyri langari tíð síðani ja, tann
dagin stjórin var tilevndur formaður fyri P/F Vágatunnl-
inum. Í hvussu er átti man tá at reist spurningin innan-
hýsis, um nakar gegnistrulleiki kundi standast av tí.
Afturat hesum kemur, at ein hevur varhugan av, at
nevndin í SEV ikki hevði tikið spurningin um gegnið
stjórans upp, um formaðurin í umboðsráðnum ikki var
farin til verka. Tað gjørdi hann og tað tænir honum til
heiðurs. Hinvegin situr almenningurin eftir við eini
mynd av einum afturlatnum og ódemokratiskum felags-
skapi. Tá nevndarformaðurin verður spurdur, hvat í
roynd og veru er farið fram, svarar hann, at nú eru vit
samdir og meira er ikki at tosa um! Hvat annað er farið
fram er almenninginum óviðkomandi! Hetta er sama
loynibryggið sum so oftani við SEV. Hetta kann ikki
góðtakast. Vit eiga øll SEV. SEV er ein almennur komm-
unalur stovnur og ikki ein privatfyritøka. Almenningurin
hevur rætt at vita um alt, sum gongur fyri seg innan-
veggja í SEV eins og í øðrum almennum stovnum, og
tað eigur tí ikki at verða góðtikið, at almenningurin ikki
fær alt at vita. Av hesi orsøk er tað spell, at eingin løg-
frøðilig kanning verður gjørd. Ikki til tess at hongja
persónar út ella finna syndabukkar men fyri at rudda
upp í eini skipan, sum treingir til nútímansgerð sæð út
frá einum almennum sjónarmiði.
Nú minnir úrslitið mest um ein rossahandil: Stjórin góð-
tekur at sleppa nevndarsessinum í Norðoyatunnellinum
– afturfyri sleppur hann undan kanning! Hetta er
møguliga ein skilagóð loysn fyri allar partar, men vit
eiga ikki at góðtaka, at nevndin dylur fyri almenningin-
um, hvat veruliga er farið fram. SEV hevur allar dagar
verið eitt afturlatið land. Tíðin er farin frá hesum polit-
ikki. Vit liva í einum demokratiskum kunningarsamfel-
ag. Hetta samfelag eigur ikki at góðataka nakað slag av
loynibryggi innan almennar stovnar. Kommunalir stovn-
ar eiga ikki at verða undantiknir. Nevndin og umboðs-
nevndarformaðurin gera tí klókt í at leggja øll kort á
borðið. Lat tað verða undirstrikað her, at hetta skal ikki
skiljast sum nakað persónligt álop á stjóran í SEV. Her
er talan um prinsipp. Er vitan og orka hansara so týðandi
fyri komandi Norðoyartunnilin, so eigur at bera til at
brúka hana á annan hátt. Tá avgerð nú er tikin um, at
hann skal ikki vera formaður fyri nevndini, so kundi
hann verið brúktur sum ráðgevi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt afturlatið land
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Viðvíkjandi nýtslugjaldin-
um av Vágatunlinum:
• Vága
Sambandsfelag
kann ikki undir nøkrum
umstøðum góðtaka kunn-
gjørda prísin, ið er alt ov
høgur og ein beinleiðis
hóttan ímóti oynni.
• Vága
Sambandsfelag
ásannar, at príslegan á
Vágatunlinum er so høg, at
prísurin minst eigur at
lækkast niður í helvtina av
tí nú lýsta prísinum.
• Vága Sambandsfelag vil
við hesum heita á Føroya
Løgting, um at lækka
gjaldsskylduna
hjá
pf
Vágatunlinum, við at land-
ið tekur á seg rakstarskyld-
urnar av tunlinum, eins og
tað ger á tunlum og brúgv-
um millum oyggjar ídag. Á
hendan hátt kann prísurin
lækkast, eins og nýtslan og
samfelagsnyttan
verður
størri av anlegginum.
• Vitandi um, at uppskot
verður lagt fyri Føroya
Løgting viðvíkjandi hes-
um, vil Vága Sambandsfel-
ag inniliga heita á Føroya
Løgting og pf Vágatunnil-
in, um at arbeiða skjótt við
málinum, soleiðis at lægri
prísurin verður settur í
verk, áðrenn tunnilin opnar
10.dec í ár.
Vinarliga
vegna Vága Sambandsfelag
Jan Johannesen, formaður
Yvirlýsing og áheitan frá Vága Sambandsfelag
Andreas Hammer
hevur gjørt fløguna
Stava við Lugo, sum
kann brúkast sum
hjálp til at læra at
stava
FLØGUÚTGÁVA
Tíðindaskriv
Bókadeild Føroya Lærara-
felags hevur givið út teldu-
fløguna Stava við Lugo.
Andrias Hammer hevur
gjørt innihaldið og forritað.
Stava við Lugo er lærandi
og mennandi telduforrit við
fýra
uppgávusløgum,
myndum og teknifilmi.
Lugo er ein animeraður 3D
figurur, sum hjálpir barnin-
um at stava. Í teimum fýra
uppgávusløgunum eru 20
uppgávur til hvørt upp-
gávuslag,
umframt
20
putlispøl og myndir at
skriva út. Barnið fær góða
vegleiðing, meðan spælt
verður.
Áður
hevur
Andrias
Hammer forritað teldufløg-
urnar Lítli reyði bilur og
Lær teg bókstavirnar, sum
Bókadeild Føroya Lærara-
felags eisini hevur givið út,
umframt Rokna, sum eins
og Lær teg bókstavirnar eru
undirvísingarforrit.
Lítli
reyði bilur, sum kom út til
jóla
2000,
var
fyrsta
føroyska teldutøka útgávan
til børn á føroyskum og
framleidd í Føroyum. Fleiri
útgávur eru á veg, eitt nú
Tummas Dreki, sum eru
fýra barnabøkur við eini
teldufløgu til hvørja bók.
Verður undirtøkan av Stava
við Lugo góð, fer Andrias
Hammer undir næstu fløg-
una við Lugo.
Andrias Hammer stendur
sjálvur fyri umbróting,
repro og prenti. Katrin
Hammer lesur upp. Stava
við Lugo kostar kr. 249 í
bókabúðunum.
Stavið við Lugo
VIÐMERKINGAR
Karr – eitt nýtt yrkingasavn frá Steinbjørn B. Jacobsen
FANNIR
Tíðindaskriv
Siglir tú undir bjørgum,
hoyrist lomvigakarr, og
kanska er eitt lítið karr av
eystri. "Karr" eitur yrkinga-
savn, sum Steinbjørn B.
Jacobsen júst hevur latið úr
hondum.
Steinbjørn er føddur í
Sandvík í 1937. Úti við
tríati ára gamal gav hann út
fyrsta yrkingasavn sítt, og
árini fram móti aldaskiftin-
um gav hann út fleiri søvn.
Á seksti ára degi skaldsins í
1997 gav forlagið Fannir út
heildarsavnið "Tinna og
tám". Nú gevur sama forlag
út nýtt savn við yrkingum,
ið yrktar eru hesi seinastu
árini.
Sjálvt heitið á savninum
kemur fyri í yrking, sum
leitar sær íblástur frá Jesaja
profeti: "Troysta ikki á
menn, ið bert hava lítið
fleyr av anda í nasum sín-
um, hvat virði hava teir?"
Her er eisini hugtakandi
yrkingakringur,
tíggju
yrkingar um nakrar av
málningum Mikines-málar-
ans, og ikki óvæntað eru í
savninum yrkingar, ið nerta
við tað sjálvbjargnisstríð,
vit føroyingar enn standa í.
Men Steinbjørn er ikki
tjóðskaparskald í trongari
merking. Ein samtíðarmað-
ur hevur skrivað soleiðis
um hann:
"Man ikki Steinbjørn
vera tann føroyskasti yrkj-
arin av øllum før-oyskum
yrkjarum, sum nú eru á
lívi? Nú heldur onkur meg
hugsa um tjóðskaparman-
nin. Nei, eg hugsi um tann
ljómbotn, ið litar skaldsins
hug, sum fær megi og mál
úr føroyskari náttúru, á
sjógvi og landi, í á og fjøru,
í líðum, á tindum, í gjótum
og giljum, í dølum og botn-
um, í skriðum og eyreyg-
um, í urðum og bjørgum -
allastaðni."
Bárður Jákupsson hevur
gjørt vakra kápu til bókina.
Hon kostar 100 kr.
Formula.fo hugsar um umhvørvið
Formula.fo er við í
eini størri altjóða
umhvørvisætlan, har
gamlar maskinur
verða tiknar innaftur
við endurnýtslu fyri
eyga
UMHVØRVI
Tíðindaskriv frá Formula.fo
Hvørki á skrivstovum ella í
privatum heimum, hevur
teldan langa livitíð. Tað
ganga ikki meir enn tvey ár
til teldan vanliga verður
skift út við eina nýggjari og
skjótari teldu. Tær gomlu
teldurnar verða so burtur-
beindar.
Sama er við kopimaskin-
um og printarum. Tað av
størsta týdningi, at tær ikki
enda sum vandamikið burt-
urkast á vanligu ruskdung-
unum, tí í hesum elektron-
iska burturkasti eru nógv
evni, ið ikki mugu vera lat-
in út í náttúruna.
Á hvørjum ári sendir For-
mula.fo fýra bingjur fyltar
við
teldum,
printarum,
kopimaskinum og øðrum
elektroniskum útbúnaði av
landinum til endurnýtslu.
Formula.fo er við í eini
størri altjóða umhvørvis0-
ætlan í sínum samstarvi við
fyritøkur sum Xerox.
Útreiðlslurnar av hesum
útflutningi eru um 100.000
kr. árliga, men Formula.fo
metir at tað vera eina neyð-
uga og skilagóða útreiðslu
umhvørvinum til frama.
Tað elektroniska burtur-
kastið, sum
Formula.fo
sendir av landinum, er
brúktar
kopimaskinur,
printarir, teldur, tónaraíløt,
fotoreceptorar, returemm-
ballaga v.m.
Hetta burturkast verður
sent til tann stóra altjóða
endurnýtslu miðdepilin hjá
Xerox í Venray, Hollandi.
Sum nú er, verða 93% av
lutunum endurnýttir, men
miðað verður ímóti 100%
endurnýtslu.
Nýggj tøkni.
Nýggjar teldur og kopi-
maskinur verða harafturat
útviklaðar við endurnýtslu í
huga. Hetta av tí at rávøru-
tilgongdin ikki heldur fram
í ævir, og Xerox ynskir at
varðveita tey tilfeingi sum
vit longu hava.
Afturat
hesum
nýtir
Xerox bert "grønt" pakki-
tilfar til allir sendingar,
hetta merkir pappír og pap
sum
kann
endurnýtast,
saman við innsavnan og
endurnýtslu av brúktum
pakkitilfari.
Umhvørvisgóðkenn-
ingar
Hin 15.juli 1996 fekk
Xerox, sum hitt fyrsta
virkið innanfyri sítt øki,
evropeiska umhvørvisprís-
in: "The European Better
Environment Award for
Industry", sum verður latin
av ES. Hendan virðislønin
varð júst givin vegna end-
urnýtslu- skipanina hjá
Xerox.
Sum liður í ISO 14001 góð-
kenningini Xerox bjóðar
øllum viðskiftafólkum at
taka lut í einifrívilligari og
ókeypis UmhvørvisRetur
skipan, hvar brúktar Xerox-
eindir so sum skermar, tón-
araíløt, fotoreceptorar, v.m.
verða savnaði inn og aftur-
send til endurnýtsluvirkið í
Venray í Hollandi. Hendan
skipan er sum tann einasta í
Danmark
góðkend
af
danska
Umhvørvismála-
ráðnum.
Og sum tann fyrsta fyri-
tøkan av sínum slagi megn-
aði Xerox eisini tann 28
juni 2001 at fáa góðkenn-
ing eftir tí nýggjasta kvalit-
etsstandardinum- ISO 9001
versión 2000. Hetta vil
siga, at fyritøkan hevur eina
kvalitets- og umhvørvis-
skipan at arbeiða eftir, sum
TÍðINDASKRIV FRÁ
DEYVAFELAG
FØROYA
Deyvafelagið og foreldra-
felagið hava í mong ár
stríðst við at fáa tíðinda-
sendingarnar
hjá
SvF
– Dagur&Vika - tekstað-
ar, teknmálstulkaðar og
endursendar, so teir deyvu
føroyingarnir kundu fáa
høvi at fylgja við í tí, ið
fyriferst bæði í okkara sam-
felag og annars kring allan
knøttin.
Eftir at Svf fekk nýggjan
stjóra, sum hevur verið sera
positivur mótvegis ynskj-
unum hjá Deyvafelagnum,
eydnaðist við hansara hjálp
at finna útvegir, so byrjast
kundi. Og síðan hevur
Dagur & Vika verið tekn-
málstulkað og endursend
forskotin til stóra gleði fyri
tey deyvu. Men ikki bert
tey deyvu hava gjørt vart
við, at tey eru væl nøgd, at
tíðindasendingin
verður
endursend. Eisini nógvir
hoyrandi persónar hava
gjørt vart við sítt nøgdsemi
yvirfyri Deyvafelagnum.
Deyvafelagið ynskir at
gera vart við sítt takksemi
mótvegis øllum teimum, ið
hava gjørt tað møguligt at
byrja hesar sendingarnar.
Fyrst og fremst vilja vit
takka Sjónvarpi Føroya og
tá
serstakliga
Mikkjal
Helmsdal sjónvarpsstjóra
fyri stuðulin hagani. Vit
takka eisini Mentamála-
ráðnum, at ráðið játtaði
okkum so mikið av peningi,
burturav játtanini til “Fram-
leiðslu av føroyskum fjøl-
miðlatilfari”, so at byrjast
kundi. Men vit fara avgjørt
ikki at gloyma Teknmáls-
tulkatænastuna og tulkar-
nar har, sum eru farnir so
positivt til verka og higartil
hava avgreitt sendinginar
eina fyri og aðra eftir við
góðum úrsliti!
Óneyðugt er helst her at
gera vart við, at tey deyvu
einans fáa sína vitan inn
gjøgnum eyga. Tey fáa t.d.
einki burturúr Útvarpinum,
tá tey ikki hoyra. Øll kunnu
tí ikki skilja, hvussu týdn-
ingarmikið tað er fyri tey
deyvu at hava fingið hesar
sendingarnar, og sjálvsagt
hvussu avbera neyðugt tað
er, at sendingarnar fara at
halda fram!
Sponsorar søkjast!
Men nú tykist vandi verða á
ferð!
Áðrenn árslok verður
játtaði peningurin uppi, og
sendingarnar verða sostatt
steðgaðar, um ikki annar
peningur verður fingin til
vega.
Deyvafelagið hevur søkt
Mentamálaráðið um meira
pening, men hevur fyribils
fingið avslag við teirri
grundgeving, at einki er
eftir av játtaðu upphæddini
fyri fíggjarárið 2002.
Vit í Deyvafelagnum
loyva okkum við hesum at
heita á allar fyritøkur, fel-
agsskapir, bankar, oljufeløg
ella onnur (tó ikki í hesum
umfarinum privatpersónar)
at bjóða seg fram sum
sponsorar!
Tað kostar umleið kr.
6.800,00 um vikuna at fáa
teknmálstulkað og avgreitt
tær fýra Dagur & Viku -
sendingarnar (men vit vildu
so fegin fingið ráð til nakr-
ar av hinum føroysku send-
ingunum eisini), og vit siga
tøkk bæði fyri størri og
minni stuðulsupphæddir,
og vit fara við gleði at
kunngerða nøvnini á teim-
um, ið vilja stuðla okkum.
Deyvafelag Føroya, Ís-
landsvegur 10B, Postrúm
2001, 165 Argir. Telefon nr.
317 597.
Teknmálstulkaða “Dagur & Vika” í vanda!
C
M
Y
K
11
10