týsdagur 16. september 1986síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104 — 16. september 1986
tíðindablaðið
. oktober fer
Pihl & Søn at
grava å Sundi
Um tit ikki fara út úr hús-
inum skjótt og brátt,
koma tit kommununi út í
figgjarligt óferi. Utlend-
ingar trysta å Hans Mort-
ensen sum aftur trystur å
meg. Ti noydist eg at
trysta å tykkum.
Hetta var m.a. tad, sum
Tóra Bærentsen, bónda-
kona á Sundi fekk at vita
frá býráðsformanninum í
Havn, Poul Michelsen
herfyri.
Hetta var m.a. tað, Sos-
ialurin skrivaði hósdagin.
Het a má vera ein mis-
skiljing. sigur býráðsfor-
maðurin, Poul Michelsen.
— Eg havi av góðum
grundum ikki sipað til
nakran útlendskan kapital
sum trýstir Hans Mort-
ensen. Hvaðani hann
hevur sín kapital — út-
lendskur ella ikki, veit eg
ikki og fari eg ikki at
blanda meg uppi tað, sig-
ur Poul Michelsen.
Tá eg greiddi
Tóru Bærentsen frá um
figgjarligt ófori var tað t;
at kommunan hevur gjort
bindandi avtalu við
byggifelagið E. Pihl &
Søn um fast tilbod og
somuleidis fastan dag at
byrja arbeidid. Um vit
ikki kunnu lata byggifel-
agið sleppa at byrja til
ásetta tíð, kemur tilboðið
sjálvandi ikki at halda.
Tað verður tá dýrari.
Annað liggur íkki í
hesum, sigur býráðsfor-
maðurin.
Bóndahjúnini
skulu út
Poul Michelsen sigur, at
spurningurin um bónda-
hjúnini á Sundi skulu úr
húsinum er fyri langari tíð
síðani avgreiddur. Tað
hevur alla tíðina ligið í
luftini, og hetta er fleiri
ferðir ført fram undir
samráðingunum. Jarðar-
ráðið hevur boðið teimum
nýtt hoyggjhús og nýtt
seyðahús longur inni móti
Kaldbaksbotni og komm-
unan hevur játtað teimum
nýggj hús á 1500fermetrar
stórum grundøki. Somu-
leidis vilja vit gjalda fyri
undirhagan. Men nu er
komið fram, at bóndin eis-
ini vil hava endurgjald
fyri tort og svida, sigur
Poul Michelsen sum legg-
ur aftrat, at tad sjålvandi
altíð er harmiligt at fara
úr egnum húsi, men hetta
er nú einaferð prísurin av
at vera bóndi í eini stórari
kommunu.
Poul Michelsen sigur,
at tað ikki ber til vegna
kommununa at gjalda
bóndanum meira enn
honum longu er boðið, tað
hava vit als ongan rætt
til, leggur býráðsformað-
urin aftrat.
Málið um at broyta
byggisamtyktina fyri
Sund frá at vera landbún-
adarøki til idnadarøki,
Sleppur byggifelagid E. Pihl & Søn ikki framat å Sundi 1. oktober, fer hetta at kosta
Tórshavnar kommunu eyka.
liggur í løtuni í Lands-
stýrinum. Poul Michelsen
roknar við, at landsstýrið
fer at avgreiða tað áðrenn
1. oktober. Hetta er dag-
urin, tá E. Pihl & Søn skal
byrja at grava å Sundi.
Hann ivast heldur ikki i,
at landsstýrið fer at góð-
taka byggisamtyktar-
broytingina tí annars
leggur landsstýrið seg út
í býarpolitisk mál, og
hetta hevur ikki verið
vanligt, sigur Poul Mich-
elsen.
Bensinsteð á Argjum
Leygardagin letur ein
bensinsteð upp á Argjum
Tað er ein Esso-steð, ið
bygd er vestan fyri Albert
Hall.
P/F Argja Service eigur
steðina. Í partafelagnum
eru Erland Jacobsen,
bygdarráðsformaður á
Argjum, Tordis Jacobsen
og Asbjern Sivertsen
Erland
fleiri ár hava tosað um at
þyggja bensinsteð á Argj
um. Eingin stød er nær-
hendis, og við ti øktu
ferðsluni er tað hóskandi
við eini bensinsteð á Argj-
um eisini, sigur Erland
Joensen.
Silfur, at (ey I
Bensinsteðin á ARgjum
hevur tangar og pumpur,
sum ESSO eigur. Stødin
skal hava alt tað vanliga,
bensin, dieselolju og ym-
ist til bilar. Góðgæti verð-
ur eisini sum á eðrum ben-
sinstødum. Seinni er ætl-
anin, at stødin skal hava
ein minni verkstað, har til
a.
i er 4%
må
ber at skifta dekklutir,
skifta olju o.a., sigur EÉr-
land Joensen.
Opið verður allar ger-
andisdagar frá kl. 7.30 til
22.00. Fimm starvsfólk
skulu arbeiða heilan dag á
steðini. Haraftrat verða
onkrir avloysarar.
Rekist fyri
semju um Al-
mannastovuna
pc