Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. september 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SEA bo — Sende farsi pr. 109 Arbeiðseftirlitið - 18. september 1986 við fleiri skeiðum Skeiðvirksemið hjá Arbeiðseftirlitinum verður nú tikið upp aftur. Á skránni í heyst í ár eru bæði grundskeið fyri trygdarfólk, dagsskeið og onnur skeið um arbeidsumhvørvis- spurningar. Dagskeiðini, sum Arbeiðs- eftirlitið royndi fyri fyrstu ferð í juni mánað, eydn- aðust betur, enn nakar hevði væntað, og tí verða tey nú endurtikin. Dags- skeiðini verða í degunum frá 29. september til 3 oktober Hver dagur hevur sítt evni. Skeiðini fara fram á tann hátt, at ein granskari ella ein serfreðingur greið- ir fra tí uýggjastu vitanin um evnið. Luttakararnir fåa eisini skrivligt tilfar og kunnu seta spurningar Ætlanin vid dagskeid- unum er eisini at fåa vid- merkingar frå luttakar- unum, sum á tann hátt kunnu siga frá sínum royndum. Á skeiðunum kunnu trygdarumboð fáa hug- skot at arbeiða víðari við á arbeiðsplássinum. Skeið- ini geva vitan, ið ger tey betur fer fyri at virka fyri einum betri arbeiðsum- hvervi. Onnur skeið 26. september verður skeið um ljóðdoyving fyri maskinfólki á flakavirkj- unum. Onnur skeið eru eisini í umbúna. Boðað verður nærri frá hesum seinni Luttekutreytir Nekur av venda sær til ávísar bólk skeiðunum ar, men onnur kunnu tó koma við Dagsskeiðunum kunnu oll luttaka í, bæði trygdar- umboð, álitisfólk, arbeiðs- leiðarar, arbeiðsgevarar og annars øll, sum hava áhuga fyri hvervinum arbeiðsum- Nær og hvar? Skeiðið um ljóðdoyving fyri maskinfólki í fiski- ídnaðinum verður 26. sep- tember í helunum hjá Ar- beiðseftirlitinum í Havn. Skeiðini byrja klokkan 8 á morgni. Dagsskeiðini verða í degunum 29. september til 3. oktober, hvenn dag frá kl. 9 til 12 og frá 13 til 15.30. Dagsskeiðini verða oll í Havn — í hverjum hølum verður nærri boðað frá seinni. Mánadag 29. september Ljóðdoyving A arbeiðsplássini koma fleiri og fleiri maskinur, tól o.a., sum larma. Oljóð- ið økist í hverjum og er eitt av teimum álvarslig astu vandamálunum í ar- beiðsumhvervinum. Fólk kenna ampa av tí nógva óljóðinum, og heitl nóg fáa skadda hoyrn av tí At sleppa av við óljóðið er ikki altíð líka lætt, og ofta er tað eisini ógvuliga kostnaðarmikið. Fyri t kunna finna rætta mátan at minka um óljóðið er neyðugt nágreiniliga at vita, hverji óljóðini á ar- beiðsplássinum eru. Tí ræður um at útvega sær vitan um mátarnar at basa óljóði, og tað snýr hetta skeiðið seg um. Bent Christensen, verk- frødingur, leggur fyri Týsdag 30. september Heilsuvandin við organiskum loysingarevnum loysingarevni Organisk eru í nógvum tilfari, sum verður brúkt, bæði á ar- beiðsplássum og heima. Organisk loysingarevni eru ógvuliga skaðilig, og tí ræður um at handfara tey við varsemi. Evnini kunnu vera at- voldin til heila- og fostur- skaðar, og fólk kunnu fáa magatrupulleikar, eksem og aðrar arbiðsskaðar Hví verða hesi heilsu- skaðiligu evni brúkt? Hví eru tey skaðilig, og hvussu kunnu skaðarnir fyribyrgjast? Martin Dessing, reservalækni á Bispebjerg sjúkrahúsi, leggur fyri. Mikudag 1. oktober Inniluft Skrivstovur, skúlar og fleiri onnur arbeiðspláss hava trupulleikar við inni- luftini. Tað er ov kalt ella ov heitt, luftskiftið er ov vánaligt, luftin er turr, gjóstur osv. Byggitilfarið hevur eisini nógv at siga fyri luftina. Avleiðingarnar av vána- ligari inniluft eru, at fólk verða sjúk í eygunum, slímhinnurnar torna, tey fáa turran háls, ilt í høvdid, tey mødast skjótt osfr. skeivleik- unum kunnu måtast, men hvussu er rættast at máta? Og ber til at seta åvis mark? Bo Andersen, frødingur, verkfrødingafel. Crone & Koch, leggur fyri Summir a sivilverk- rådgevandi Hosdag 2. oktober Sjonarvidurskifti i telduarbeidi Tað verða fleiri og fleiri fólk, sum sita við teldur og arbeiða. Tey hava eisini trupulleikar. Nógv fáa ilt í eyguni, og tað erar fyri teimum, tey fáa ilt í hevdið, nakkan, akslarnar og í ryggin av arbeiðinum. Hvat er galið, og hvat kann gerast? Viggo Dreyer yvirlækni dr. med. á Ríkissjúkra- húsinum, leggur fyri. heilsu- pe Friggjadag 3. oktober Hvussu virka vit i arbeidinum? Fleiri ofðakir kunnu vera til, at fólk ikki trívast so væl ella ikki hava tað so gott á einum arbeids- plássi. Tað kann vera mátin, ið arbeitt verður, at at arbeitt verður undir stórum trýsti, ótrygg ar- beiðs- ella skifti, kenslan av ikki at rekka til ella annað. Sumt ber til at gera nakað við. Kitty Dencker, cand. psyk. Arbeiðseftirlitið á Fyn Serskeið fyri maskinfólk 26. september Ljóðdoyving á flaka- virkjum Endamálið við esum skeiðinum er at fáa starvsfólkini á virkjunum upp í arbeiðið at finna or- sekirnar til tað nógva óljóðið og koma við upp- skotum til ljóðdoyvandi tiltek. Ofta finna starvs- fólk á arbeiðsplássum sjálv fram til, hvussu óljóðið kann basast og fáa tey neyðugu tiltekini framd. Fleiri fyrimunir eru við at taka starvsfólkini við upp á ráð. Tey tinna loysnir, ið eru lagaðar eftir framleiðsluni, og tað er ofta nógv bíligari loysnir. Royndir og vitan teirra um óljóð, maskinur og ar- beiðsgongdir eru til gagns í samstarvinum; vitanin er fortreytin fyri at kunna lenarviður- Síða 11 gera nakað við sjálvar or- sakirnar til óljóðið. Alt er at vinna við at fara eftir sjálvari orsekini til = óljóðið. Gangurin minkar, og somuleiðis út- reiðslurnar av rakstri og rekiskapi. SPAR KRÓNUR OG OYRU! Bent Christiansen, verk- frødingur, leggur fyri Skeiðið er serliga ætlað maskinfólki á flaka- virkjunum. TYGARA YNSKI — OKKARA BECKERS MÁLING Tel. 13657 . Tórshavn Allar vanligar kiosk-og griti- verur Opið frá 7 3 Sunnudag fr SVERRISGOTA 15 Tel. 17690