mikudagur 20. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
brandur enni hevur sein-
astu tí›ina veri› nógv at
hoyrt og sæ›. konsertir,
fløguútgávur og anna›
hava merkt seinastu tí›ina
hjá brandi, og hóast hann
bert er 13 ára gamal, so
er hann longu komin langt
innan føroyska tónleika-
heimin
Sjálvur sigur Brandur, at hann hev-
ur altíð sungið nógv. Áðrenn tað
varð aktuelt at syngja við millum
annað Kulum Rótum, sang Brand-
ur nógv saman við beiggja sínum.
Eisini spælir hann kornett, og tað
hevur hann gjørt síðani hann byrj-
aði í fyrsta flokki. Og nú er Bran-
dur eisini farin at spæla klaver.
– Ja, eg eri farin at spæla klaver,
men tað havi eg ikki gjørt so
leingi. Eg ætli mær at keypa eitt
klaver skjótt, og gera eitt sindur
meira við tað, og læra meg at
spæla ordiliga, soleiðis, at eg kann
syngja og spæla í senn, sigur
Brandur, sum leggur afturat, at
tað er gott at hava eitt akkord-
ljóðføri, sum tú kanst vísa teimum
tú arbeiðir saman við, hvat tú vilt
við tónleikinum.
Eisini hevur Brandur verið við í
bólkinum Faroe Teens. Teir vunnu
millum annað árligu Pop Top kon-
sertina í fjør, og sluppu tí at vera
við á ólavsøkukonsertini eisini.
– Ætlanin við Faroe Teens var at
hava ein ungdómsbólk, sum dugdi
at syngja og spæla væl. Eg haldi
sjálvur, at tað var sera gott at
spæla saman við teimum, tí har
fekk mín rødd nógv størri avbjóð-
ingar, enn hon hevði fingið áður.
Ein stjørna
Hóast hann bert er 13 ára gamal,
so hevur hann longu fingið eitt
slag av stjørnustatus bæði millum
ungar gentur og dreingir í Føroy-
um. Men hvat sigur Brandur sjálv-
ur til at vera ein stjørna?
– Eg haldi, tað er stuttligt, og eg
njóti tað so leingi tað varðar, sigur
Brandur.
Enn er skúlin hjá Brandi ikki liðug-
ur, og við allari venjingini og øllum
tí, sum hann hevur at gera, kann
tað tykjast eitt sindur ringt at fáa
alt at hanga saman.
– Nú gongur alt fínt, og kabalin
gongur upp. Eg eri norðanfyri um
vikuskiftini, har eg venji og geri
studioupptøkur. Viðhvørt missi eg
nakrar dagar í skúlanum, sigur
unga stjørnan.
Brandur sigur, at hann viðhvørt
kemur eitt sindur afturút, men
hann megnar sum oftast at koma
inn aftur, sjálvt um tað kanska til
tíðir er tungt
– Sjálvt um eg ikki havi verið í
skúla líka nógv sum mínir floksfel-
agar, so havi eg lært okkurt ann-
að, har eg havi verið, meðan teir
hava verið í skúla, greiðir Brandur
frá.
– Eg haldi, at eg havi upplivað
eins nógv og teir, og eg haldi, at
mín sjónarringur er eins stórur og
teirra.
Tá ein er so ungur sum Brandur
er, so er tað sjálvsagt, at nógv
vaksin eru um hann, tá hann er í
studio, til konsertir og annað.
Men Brandur letur væl at, sjálvt
um hann ikki er umringaður av
javnaldrum allatíðina.
– Mær hevur altíð dámað væl at
vera saman við vaksnum fólkum.
Tey hava nógvar royndir, og eg
kann læra nógv av teimum. Eg sigi
ikki, at mær dámar betri vaksin
fólk enn mínar javnaldrar, men í
mínari verð er tað pláss fyri báð-
um. Eg eri nú farin at spæla sam-
an við gittaristinum, Benjamin Pet-
ersen, og tað eri eg sera glaður
fyri. Vit báðir vóru eisini við í
bólkinum Faroe Teens. Tá tað eru
smærri tiltøk fara vit báðir út og
spæla einsamallir.
Framtíðin er greið. Brandur vil
sleppa út í verðina við tónleiki sín-
um.
– Tað eru ógvuliga góðir tendensir
uttanlands, og har er nógv
áhugavert at fara eftir, umframt,
at har eru nógv fleiri møguleikar,
hvat tónleikinum viðvíkur.
Men sjálvt tey flestu halda, at
Brandur dugir ógvuliga væl at
syngja og dugir væl at framføra,
so er kritikkur eisini nakað, sum
hann fær.
– Eg taki onki sum negativan
kritikk. Fólk vilja bara hjálpa, og tá
eg hyggi eftir konsertunum upp-
tiknar, so síggi eg tað, sum var
gott og tað, sum eg kundi gjørt
betur, sigur Brandur.
Men sjálvur metir hann, at hann
hevur ment seg nógv síðani hann
av fyrstan tíð byrjaði.
– Eg eri ikki bangin fyri pallinum.
Kanska eg var tað eitt sindur í
byrjanini, men nú veit eg betur,
hvussu eg skal brúka hann, sigur
Brandur Enni at enda.
Sosialurin Nr. 223 - 20. november 2002
3
Navn:
Brandur Enni
Aldur:
13 ár
Starv:
Lesandi, sangari
Føðingardagur:
05.04.1989
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stórur,
tá tú vart lítil?
Handilsmaður
Vangamyndin:
Brandur Enni
15041989
15
2
Sosialurin Nr. 223 - 20. november 2002
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Gó›a dagbók.
Flokslærari okkara kemur inn í skúlastovuna
og spyr okkum , um vit hava hug at skriva eina
dagbók til Sosialin. Nøkur svara›u : " Jú, ta›
kunnu vit gott", Onnur søgdu: "Jú, kanska,
ta› hev›i veri› skeg at skriva eitt brot til
Sosialin ."
Eg sjálvur eri vi› at ver›a troyttur av at
skriva í heila tiki›. Vit hava havt fimm stílar -
tveir í føroyskum, ein í enskum og tveir í
donskum.Harumftamt hava vit havt tvey innfør-
ingsørk í støddfrø›i - alt innanfyri tríggjar
vikur.
Eg gerist tunglyntur av hesum.
Og so er ta› ve›ri› - myrkt, grátt og
kalt.Oysandi regni› teir seinastu dagarnar
hevur ikki gjørt ta› betri
Fyri at koma í betri lag, eri eg saman vi›
familju og vinum, tá hugni eg mær.Ta› hjálpir
væl.
Á ungdómsmøti fari eg eisini , á legur har man
møtir n‡ggjum fólkum og fær n‡ggjar vinir -
ta› styrkir. Ná, eg má skunda mær, eg skal
spæla fótbólt nú …………
…………Hey aftur ! Venjingin gekk væl, hó-
ast ta› var kalt og regna›i illa. Í umklæ›ingar-
hølinum var lív í.Ein garrvillur drongur jakst-
ra›i ein annan drong út um vi› einum hand-
klæ›i - kalt var at standa uttanfyri uttan
klæ›i. Men ta› vardi bert stutt , so slapp
drongurin inn aftur, og teir gjørdust gó›ir vin-
ir aftur.
Geisp - geisp ! Nú eri eg troyttur aftaná ta
hør›u venjingina , best er at sleppa sær undir
d‡nuna ….
…… gó›a nátt !
Gó›a dagbók.
Klokkan var farin av sjey, tá fjallmenninir
møttust. Ve›ri› var ikki av tí besta, tvørtur-
ímóti, tjúkt og vánaligt s‡ni. Menn tosa›u um,
um ta› nú var rá›iligt at fara í slíkum ve›ri.
Men eftir at hava práta› eina løtu, var›
hildi›, at vit skuldu royna at fara.
Ta› gekst væl at reka fyrru gonguna og fáa
sey›in í rættina
Næsta gongan var verri at fara eftir, tí mjørkin
hev›i lagt seg ni›ur á fjøllini, har sey›urin
gekk.Men vit b‡ttu okkum upp í bólkar, og so
var› herja á. Eg og tveir a›rir ungir dreingir,
skuldu ovast at reka , har mjørkin var mestur.
Ta› kundi ver›a vandafult at ganga har uppi -
ein kundi bert detta einafer› - men vit hava
gingi› har fyrr, so vit vóru sta›kendir.Ovast
á fjallinum, vór›u vit so óhepnir at missa ein
tri›ing av sey›inum , men ta› var bert tann
eina ærin, tí samla›a tali› har uppi var tr‡.
Væl gekst annars at reka og fáa allan sey›in í
rættina
Lagi› var gott á monnum , tá teir sóu , hvussu
væl sey›urin sá út. Eg og systkinabarn mítt
hjálptu abba at fáa sey›in í bilhúsi›, har hann
skuldi flettast.Eftir at hava fingi› heita suppu
frá ommu, var› fari› at fletta. Vit sum yngri
vóru hjálptu til at fletta og ganga abba til
handa.Flett vór›u 1o lomb , og besta lambi›
viga 40 pund.
Eg var troyttur av degnum , tá eg fór til
hús.Eftir at hava eti› náttur›a , fór eg í
song. Eg sovna›i, so skjótt høvdi› kom
ni›urat.
Gó›a nátt.
Gó›a dagbók
Vit skuldu til Gjáar á seturskúla.
Vit koyrdu leingi til Gjáar, tí vit máttu fara um
Ei›isskar›, tí arbeitt var› í Nor›skálatunlinum.
Næmingarnir og lærararnir vóru í gó›um lag - ta›
var› sungi› og spælt á gittar í bussinum.
Ve›ri› var av tí besta, sólin skein oman og ni›an.
Setursskúlin byrja›i vi› einari gó›ari morgun-
máltí›.
Eftir at hjava eti›, fóru vit at skifta klæ›i, tí vit
skuldu út í ta vøkru náttúruna vi› Gjógv.
Vit vóru eins og smábørnini, áin dróg okkum til
sín - henda vakra áin, i› rennur oman gjøgnum
bygdina.Vit lupu í ánna , ró›u á flakum, sum vóru í
ánni - ja, vit n‡ttu hvørja løtu.
So komu lærararnir bá›ir, og róptu, at vit skuldu
ein túr ni›an í Ambadal. Flest allir næmingarnir
fóru ni›an í dalin, men nakrir vóru eftir í ánni, har
dámdi teimum best.
Túrurin í Ambadali var gó›ur , har var sera vakurt
.
Tá i› vit komu omanaftur, fóru vit at gera døg-
ur›a.Ta› gekk væl, og døgur›in var gó›ur - øll
lótu væl at.
HM - dystirnir vór›u vístir í sjónvarpinum um
hetta mundi, og mong av okkum høvdu stóran
áhuga fyri fótbólti - og ikki minst lærarar okk-
ara.Sjónvarp høvdu vit tiki› vi› okkum, ta› var›
sett til, og øll sótu sum á gló›um og hugdu at fót-
bólti .
Seinni fór vit so út at spæla m.a. hoppa›u vit øll
um band - eisini lærararnir - hvør skuldi trú› tí ?
Um midnáttina fóru vit øll til gongu oman í sjalva
gjónna - annar lærarin hev›i gittarin vi› sær, og
har sótu vit og sungu og hugna›u okkum . Ein
ógloymandi løta.
Um hálvgum tvey - tí›ina fóru vit ni›an aftur í
bygdarhúsi› , fóru í soviposarnar og ta› gekk
ikki long tí›, so vór›u øll sovna› .
Jú, stuttligt og læruríkt er at gera slíkar fer›ir.
Dagbókin - 10 fl. í Fuglafjarðar skúla skrivar:
C
M
Y
K
14