Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-09-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. september 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Bryggjariini verda meint rakt av inntøkulogum — Alkoholpolitikkurin hjå landsstyrinum er å skeiv- ari leið. I ellum ødrum londum verður roynt at fáa fólk at drekka veikari drykkir, tí tað við ovur- nýtslu er minni skaðiligt fyri heilsuna. Hetta siga umboð fyri tey bæði føroysku bryggj- aríini í einum skrivi tey hava sent til landsstýrið og skattanevndina í sam- band við nýggju innteku- lógirnar. Spurt verður um tað veruliga er meiningin hjá landsstýrinum at venda nýtslumynstrinum soleið- is, at fólk ístaðin fyri at drekka øl, sum bert er millum 4 og 5%, nú skulu til at drekka vín og spiri- tus, sum eru ávikavist 13- 20% og 40-50%. Nýggju inntekulógirnar fara nevniliga at gera tað nógv dýrari at drekka øl. Bryggjaríini mótmæla tí at framleiðslugjaldið á eli er við í uppskotinum. Uppskotið hjá lands- stýrinum miðar ímóti, at framleiðslugjaldið á eli kl. Í og kl. A (veðr/silvur og gull) verður hækkað við ávikavist 15 og 18%. Framleiðslugjaldið í Fer- oyum hevur seinastu árini verið nógv hægri enn í grannalondunum og varð eisini munandi hækking gjørd í 1985. Vidari siga bryggjariini, at tá grundgevingina hesaferð fyri at bjarga landinum undan undir- gangi ikki er at hækka gjeldini á spiritus, eli, víni og sigarettum, so skal orsekin vera tann, at danskt øl við ciffs-skatt- ingini verður ov dýrt og tí má framleiðslugjaldið á foroyskum øli eisini hækk- ast. Vit skulu gera vart við, at ølinnflutningurin úr Danmark seinastu árini hevur ligið um 10-12% og sostatt ikki hevur tann stóra týdning fyri lands- kassan. Um landsstýrið tekur synd í donsku fram- leiðarunum, kunnu teir eins væl undantaka danska ølid frá cif-regluni og samstundis ikki hækka framleiðslugjaldið á fer- oyskum. Í dag er framleiðslu- gjaldið á øli í Føroyum eitt tað hægsta í heiminum. T.d. er liturgjaldið fyri gulløl í Danmark 5.68 kr., meðan tað í Feroyum er 13.55 kr. og er ætlanin at hækka tað til 16 kr Hetta hevur so við sær, at ein kassi av gulleli fer at kosta góðar 25 krónur meira enn nú, og tá eru so ikki aðrar útreiðslur í hes- um uppskoti tiknar við. Víðari verður víst á, at spiritusprísirnir hækkaðu lítið og einki í 1985 og sama verður hesaferð. Spiritusprísirnir í Feroy- um eru í dag ikki meira 25. september 1986 enn helvtin av prísunum í Danmark. Umboðini fyri bryggjar iini spyrja at enda, hvar logikkurin er, tá lands- stýri ger av at hækka bátatollin fyri partvíst at stuðla feroyskari báta- framleiðslu og um somu tíð gera umsteðurnar hjá eðrum ídnaði, so sum øl- framleiðslu uppaftur ring- ari og tískil gera tað meira attraktivt fyri brúkarar- nar at keypa vín og spiri- tus úr Danmark heldur enn at keypa føroyskt øl. jan Havsbrun verður meint rakt av inntøkulogunum Tað verður 10 mill. kr. dýrari árliga at reka virkið, tá nýggju í inntekulógirnar verða settar í gildi. Hetta kemur so m.a. at fáa ! avleiðingar fyri alivinnuna, sigur stjórin, Ditlev Eldevig. Stersta framleiðsluvirkið í landinum verður hereftir ikki longur kappingarfert í prísum á ídnaðarfiski og meguleikarnir at fáa rá- veru frá eðrum londum verður burtur við teimum nýggju avgjeldunum, sigur Ditlev Eldevig, stjóri í Havsbrún. Frá almennari síðu hava fleiri = kanningar verið gjørdar uttanlands í sam- band við prisin á idnadar- fiski í føroyum. Serliga samanborið við prísirnar í Danmark — Atti tað almenna ikki heldur at hava kannað, hverjir meguleikar og fyri- munir donsk virkir hava í mun til eitt feroyskt virki av sama slag, við als ong- um avgjøldum. Tvertur- ímóti fáa donsk virki stuðul m.a. bæði til orku- sparandi tiltek og til um- hvervis átbetur. Feroyar liggja nú einaferð langt frá meginlandinum, sum eisini ávíst av onkrum poiitikara og er tað tí nógv dýrari hjá okkum, bæði at fåa veru til landið og út av :ndinum. Í 1985 nýtti virkið 27 milliónir í orku íroknað ís- virkið (1,4 mill. kr.) Teir seinastu 12 mánaðirnar, frá 1. okt. í fjer til endan av september í ár, hava vit nýtt 10 mill. litrar av olju og við tí uppskoti, ið landsstýrið hevur lagt fyri tingið umleið 80 oyru fyri hvenn litur, gevur hetta 8 mill. kr. Eisini fáa vit ein hægri elprís 12-14 oyru pr. kwt. sambært SEV, og við eini nýtslu uppá 7,5 milliónir kwt. um árið gevur el- hækkanin umleið 1 mill. Umframt nýta vit onnur hjálpievni, sum t.d. forma- lin, sodu, v.m. Og eyka- lutir, ið eru rættiliga stór- ur partur av okkara út- reiðslum. Fyri hetta sein- asta vil eg meta útreiðslu- hækkanina til útvið 1. mill. Tað verður sostatt 10 mill. dýrari árliga at reka virkið nú eftir tí, ið nú er framlagt á tingborð. Tað skal eisini havast í huga, at virkið frammanundan hevur goldið og framvegis kemur at gjalda avgjeld ið donsk virkir ikki gjalda og umframt teir framman- fyrinevndu fyrimunir er flutningurin bíligari fyri donsk virkir bæði fyri tann partin av veruni, ið teir keypa uttanlands og tilvirkaðar verur til selu- marknaðin. Tá so hugsað verður um skipini, ið veiða skulu til virkið, so hevur marknað- urin gjert, at vit ongantíð síðani 1975 hava sæð lægri prís á ídnaðarfiski og samstundis verður studningurin tikin frá skipunum og nú til sein- ast koma so hesar 10 mill- iónirnar at lækka prísin við umleið 5 oyru fyri kg. um vit rokna við eini rá- verunegd millum 190.000 og 200.000 tons. Seluvirðið hjá virkinum i 1985 var æ71 mill. krón- ur. Harav tann stersti parturin til útflutnings, men sum frálíður ekist parturin ið nýttur verður í alivinnuni. Tí kemur hetta lógaruppskotið eisini at raka alivinnuna og kapp- ingarferið við onnur fóður. '6000 fólk i beinleiðis neyð um inntøkulogir verða samtyktar sigur Sosialráðgevarafelag Feroya í skrivi til legting og lands- stýri í samband við, at landsstýrið hevur lagt uppskot fram um nýggjar inntekulógir Sosialráðgevarafelag Før- oya hevur á fundi 19/9- 1986 viðgjert uppskot landsstyrisins um inn- tekulógir og sigur í skrivi til løgting og landsstyfi. „Í Feroyum eru 5.-6.000 vaksin fólk, sum hava minni enn kr. 50.000 um árið at liva av. Hetta eru fólkapensionistar, avlam- ispensionistar og onnur, sum hava sosialar veiting- ar sum inntekugrundar- lag. Hesi eru illa stødd, sum er. Tað eru vit nógv, sum vita, og landsstýrið og legtingið kunnu ikki vera óvitandi um torferu steðuna hjá pensionistun- um. Inntekulógir landsstýri- sins koma, um tær verða samtyktar, at raka nevndu fólk so meint, at tey koma í beinleiðis neyð. Talan er millum annað um eldri fólk og rerslubrekað, ið stóran part av samdøgr- inum eru inni hjá sær sjálvum. Tev kunnu ikki velja, um tey vilja keypa olju og aðrar neyðsynjar- verur fyri at yvirliva. Smávegis ábetur á bjálv- ingarstuðulin er eingin bati fyri tey flestu. Sosialráðgevarafelag Føroya vil tí heita á lands- stýrið og legtingið um inntøkulogaruppskotini verda samtykt, at veita fólki, hvers inntøkugrund arlag eru sosialar veiting- ar, fult endurgjald fyri eyka avgjeld á olju, og at sleppa ætlanunum um eyka avgjald á flutningin av husarhaldsvørum.« Samtykt á limafundi fríggjadagin 19/9-1986. Sosialráðgevarafelag Feroya 1986 ast. Føroya Sjómansskúli Radiotelefoniskeið Radiotelefoniskeið til VHF byrjar á Føroya Sjómansskúla mánadagin 29. sept. 1986 kl. 19.00. Prévtøka verður mánadagin 6. okt. Áhugaði eiga at siga frå sum skjót- 0 ————3— FF ———————————- ———