hósdagur 25. september 1986síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 108 — 25. september 1986
Sjóvinnubankin
stovnað dótturfelag
Nýggja fíggingarfelagið
hjá Sjóvinnubankanum
hevur longu skift navn. Tá
viðtekurnar hjá felagnum
vórðu staðfestar tann 10.
september, kailaðist fel-
agið S.B. Leasing. Men
týsdagin boðaði Sjóvinnu-
bankin til tíðindafundar
um nýtt felag, S.B. Fin-
ans.
— Vit broyttu navnið, tí
nýggja felagið eisini skal
umsita > diskonteringina
hjá bankanum, segði
Steingrím Nielsen, stjóri í
Sjóvinnubankanum og
fyribils stjóri í S.B. Fin-
ans P/f, á tidindafund-
inum.
Í partafelagsskráseting-
ini stendur, at endamálið
hjá hesum nýggja felag er
at reka allan handil og
íðnað, leasingvirksemi og
figgingarvirksemi. Men
tad er greitt, at høvuds-
endamálið hjá felagnum
verður leasing, langtíðar-
leigusáttmálar.
— Feroyingar leasa og
diskontera nógv uttan-
lands og nú royna vit at
fáa fatur í einum parti av
hesum marknaðinum,
segði Steingrím Nielsen.
Hann segði, at Sjóvinnu-
bankin leingi hevur ar-
beitt við hesi ætlan, men
tað hevur ikki borið til at
gera álvara burturúr fyrr
enn nú, heli eru tek í
Gongini. Sjóvinnubankin
flytur í nýggja húsið við
R. C. Effersøesgøtu í nov-
ember.
Fyri øll
Hóast Sjóvinnubankin
eigur allan partapeningin,
5 mill. kr., í P/f S.B. Fin-
ans, er nýggja felagið ikki
einans fyri viðskiftafólk
bankans. Øll eru vælkom-
in at venda sær til felagið,
sum byrjaði virksemi
sítt týsdagin, varð upp-
lýst á tíðindafundinum.
Í nevndini hjá S. B. Fin-
ans eru Regin Olsen, stjóri
i Sjóvinnubankanum,
hann er nevndarformaður,
Jens Kári Vilhelm, stjóri í
P/f Teknocon, og Finnbogi
Arge, stjóri í P/f Óli Arge.
Sjóvinnubankin hevur
biðið teir báðar, tí teir eru
virknir vinnulivsmenn og
tí kenna nógv vinnulivs-
fólk. Nýggja felagið er
fyrst og fremst ætlað
vinnulívinum og almenn-
um stovnum. Einstak-
lingar fáa ikki so nógv
burturúr at leasa í staðin
fyri at keypa. Renturnar
av einum keypssáttmála
kunnu dragast frá í skatti.
Tað kann leasinggjald
ikki.
Onki útgjald
Leasing ella langtíðarleiga
er ikki nakað nýtt fyri-
brigdi í fígging. Hesin
fíggingarháttur var
serliga væl umtóktur
beint eftir annan heims-
bardaga. Helst, tí hann
krevur onki útgjald. Og
eftir bardagan hevdu
vinnuvirki og onnur ikki
so nógvan pening tøkan
og meguleikarnir at lána
vóru ikki teir bestu. Eisini
í Feroyum hevur hesin
fíggingarhátturin verið
kendur í nógv ár. Men for-
oyingar leasa hjá út-
lendskum felogum, serliga
donskum og bretskum.
Allur hesin peningur fer tí
av landinum.
Stjórarnir í Sjóvinnu-
bankanum vistu íkki,
hvussu nógv leasingfeløg
hava viðskiftafólk í Fer-
oyum, men mettu eitt tal
millum 10 og 20.
Leasing er tann besti
fíggjarhátturin fyri likvid-
itetin, gjaldførid. Onki út-
gjald verður kravt og leas-
inggjaldið lagar seg eftir
inntekuni hjá tí, sum leas-
ar. Til demis, um eitt
byggifelag leasar eina
Breyt, so kann leasing-
gjaldið vera sterri um
summarið enn um veturin,
tí um summarið fær
Brøytin arbeitt hvenn
dag.
S.B. Finans eigur
og leigar
Hans Danielsen, fulltrui i
Sjóvinnubankanum, segði
á tíðindafundinum týs-
dagin, at í prinsippinum
ber til at leasa alt, eisini
skip og hús. Men vanlig-
ast er at leasa vinnutól, so
sum maskinur, lastbilar,
teldur.
Mannagongdin er tann,
at eitt byggifelag til dømis
ætlar at fáa sær eina
nýggja Brøyt. Byggifel-
agið ger avtalu um prís og
annað við Breytseljaran
og síðani keypir S.B. Fin-
ans Breytina. Og so leasar
byggifelagið Breytina frá
S.B. Finans. Vanligt er at
leasa yvir tvey til sjey ár.
Kann leasaði luturin fram-
vegis brúkast, ber til at
leasa hann áfram fyri 1/10
part av upprunaliga leas-
ingargjaldinum. Luturin
kann eisini keypast frá
S.B. Finans.
Tann, sum leasar, rindar
viðlíkahald og trygging.
Ávirkar ikki
gjaldferið
Tann, sum leasar, rindar
ikki fullar kostnað fyri
leasaða lutin, greiddi
Hans Danielsen frá. Eitt
sokallað „scrapvirði<
verður drigið frá.
Leasingargjald kann
dragast frá sum rakstrar-
útreiðsla. Men Sjóvinnu-
bankamenninir legdu dent
Síða 5
á, at skattfyrimunurin er
ikki stersti fyrimunurin
við leasing. Stersti fyri-
munurin er tann, at leas-
ing trýstir ikki gjaldferið
skeivan veg, varð sagt.
hd
Nýggjasta gandaorðið:
LEASING
Leasing (langtíðarleiga) er nýggjasta ganda-
orðið hjá bankunum í Feroyum.
Sjóvinnubankin hevur stovnað partafelag.
Dótturfelag hjá Feroya Banka gjerdi longu
fyrsta leasingarsáttmálan í 1984 og hevur nú
sekt eftir stióra í Danmark. Og Fossbankin
hevur frá tí, hann varð stovnaður, fyrireikað
leasingardeild.
Sum tað skilst fara allir tríggir bankarnir
at bjóða viðskiftafólki sínum leasing fyri
árslok.
Leasing gamalt orð
i Føroya Banka
S.B. Finans er ikki fyrsta
felagið i Føroyum, sum
roynir seg vid leasing.
Hjå Føroya Diskonto-
felag, dótturfelag hjá Før-
oya Banka, er leasing ikki
ein ókendur fíggingar-
háttur. Felagið er stovnað
í 1967 og í endamálsgrein-
ini stendur, at tað skal
fáast við >finansiering af
enhver art«. Og í 1984
gjørdi felagið sín fyrsa
leasingsáttmála. Hann
varð gjerdur við eitt flaka-
virki og krónutalið var
millum eina og tvær mill-
iónir, upplýsir Jóhan Sim-
onsen, stjóri í Feroya
Banka. Og hann upplýsir
eisini, at Feroya Banki nú
rættiliga ætlar í holt við
henda fíggingarháttin.
Hálvan august var lýsing
í donskum bleðum, har
sekt varð eftir ungum
stjóra at byggja upp og
standa fyri leasingvirk-
semi í Havn. Feroya
Banki var ikki nevndur í
lýsingini, sum eitt danskt
managementfelag setti í
blødini.
Men tad er Føroya
Banki, sum skal hava
stjóra til Feroya Dis-
kontofelag.
Krevur kunnleika
og royndir
Jóhan Simonsen sigur,
at nakrar umsóknir eru og
samráðingar . nú við
umsekjarar. Og enda tær
við, at starvið verður
mannað, so verður farið
undir at útbyggja Dis-
kontofelagið longu í heyst.
Orsekin til, at Feroya Dis-
kontofelag ikki hevur
gjørt so nógv burturúr
leasing higartil, er einfald-
liga tann, at hesin fígging-
arháttur er rættiliga flokt-
ur og krevur bæði kunn-
leika og royndir, sigur Jó-
han Simonsen.
hd
Hittast aftur
i næstu viku
— Ongin avgerð tikin, tá peningastovnar
og Landsstýrið hittust týsdagin.
Onki ítekiligt kom burtur-
úr fundinum millum pen-
ingastovnar og Lands-
stýrið týsdagin. Ætlanin
er at hava nýggjan fund í
næstu viku, frættist úr
Tinganesi.
Peningastovnarnir, Fer-
oya Sparikassi, Feroya
Banki og Sjóvinnubankin,
høvdu biðið Landsstýrið
um fund um búskaparligu
støduna í løtuni. Á fund-
inum, sum vardi hálvan-
annan tíma, varð tosað um
m.a. uttanlandsskuldina,
rentusteðið og rentu-
spekulatión.
Ongin avgerð varð tó
tikin uttan tann, at fundur
skal verða aftur í næstu
viku.
Á fundi við umboð fyri
yrkisfeløgini sunnudagin
segði Jóngerð Purkhús, at
seta peningastovnarnir
rentuna niður eitt prosent,
so fáa fólk aftur tað, inn-
tekulógaruppskot Lands-
stýrisins kostar teimum.
Sum tað skilst, hevur
Landsstýrið ikki beinleið-
is biðið peningastovnar-
nar um at broyta rentuna.
Fossbankin, sum annars
ikki hevur so lítla — onkur
vil siga avgerandi —
ávirkan á rentuna í Føroy-
um, var ikki boðin við á
fundin týsdagin.
hd
Fyri-
reikingar
frå fyrsta
degi
Eisini Fossbankin
fyrireikar seg til at
bjóða viðskiftafólki
sínum og eðrum
figgjarhåttin leasing.
Helgi Fossådal,
bankastjóri, upplýsir,
at arbeitt hevur verið
við hesum, síðani
bankin byrjaði og so
væl er komið áleiðis,
at byrjað verður í
hesum árinum.
Helgi Fossádal sig-
ur, at Fossbankin
ætlar ikki at stovna
felag í hesum sam-
bandinum. Tað verð-
ur hinvegin ein deild í
bankanum, sum skal
taka sær av leasing-
ini.
hd
Tíðindablaðið Sos-
ialurin sóknast
eftir ítróttarskriv-
arum. Ringið til
okkara á telefon
11820.