hósdagur 2. oktober 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 110 2. oktober 1986
Kvinnur í
Føroyum II:
Tann einliga mamman
i somu stødu sum
gomul og evnaveik
— Umleid fjórðingur av ollum børnum i
Føroyum verða fødd uttanfyri hjunarband.
»Tann einliga mamman er eitt slag av
undirmenniskja. Hon verður vanvird av
eðrum og til tíðir av sær sjálvari eisini.
Sosialt er hon í eini trongstødu, ið kennist
púra vónleys. Hon hevur tað ikki bert
verri enn onnur figgjarliga, men tann van-
liga hugsanin er tann, at hon skal hava
tað verri. Hon er kroystur minniluti uttan
nakran veruligan stuðul frá samfelagnum,
fíggjarligan ella moralskan.«
Hetta er niðursteðan av
samreðum, Sosialurin í
seinastuni hevur havt
við nakrar einligar
mammur í Havn.
At tað finst neyð í okk-
ara ríka vælferðarsam-
felag vita helst ell, men
hvussu stór er tann neyðin
og hverji líða undir henni?
Sum roynd at fáa svar
uppá henda spurningin,
bóðu vit tær einligu
mammurnar greiða lesar-
unum frá steðuni hjá sær
Felags fyri allar mammur-
nar, ið vildu svara hesum
spurningi, var, at tær ikki
vildu verða navngivnar í
blaðnum. Vit spurdu hví
Ræðast normarnar
í samfelagnum
»] hevuðsheitum hava vit
einki ímóti at koma fram
alment, men vit
normarnar 1
ræðast
samfelag-
num. Einligir forsyrgjarar
eru minnilutabólkur og
verða mettir ødrvisi enn
onnur. Vit kunnu veruliga
samanbera okkum við
bólkar sum gomul,b ern
og evnaveik, um vit hugsa
um livikor og virðing frá
samfelagsins síðu. Vit
verða ikki mettar at hava
rætt til at vera javnstillað
við onnur, tí vit liva ikki
eftir normunum um
kjarnufamiljuna. Vit hava
ikki ein mann í familjuni
og so er hugsanin einfald-
liga tann, at støda okkara
er okkara egna skyld
Hesa åskodan møta vit
|
|
næstan dag og dagliga
Alt hetta er við til at vit
ikki vilja vera hálaðar
fram í ljósið sum einkult-
persónar men sum lagnur í
einum sokallaðum væl-
ferdarsamfelagi.«
Íbúðarneyðin
„Ein tann fyrsti trupul-
leikin, einligir forsyrgj-
arar renna seg inn i er i-
búðarneyðin. Flestu fólk
iftra seg við at leiga íbúð