Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. oktober 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Íbúgvararnir við Tinghúsvegin eru framvegis Nr. 110 — 2. oktober 1986 Rætting Gíðslar mammons Meðan keglið um búfriðin og búrættin hjá fólki við Tinghúsvegin heldur fram, er tað mestsum eingin, sum tekur í álvara tær kærur um húsaskaðar, sum staðist hava av líkn- andi arbeiði við Tinghús- vegin áður. Tí hópur av myndatil- fari kann prógva, at so er. Eisini vita vit um hús, sum neyðugt hevur verið at klæða av nýggjum av hesum somu áðum. Har- umframt hevur ein av fremstu skilamonnum okkara inhan spreinging — við góðum 30 ára roynd- um — sagt, at skjótingin í onkrum feti hevur verið ov herð. Hirða ikki fólki svar í endurgjalds- spurningum Ikki hevði tað verið ov nógv at vænta, um skil fekst á endurgjaldsspurn- ingar, áðrenn sama ella størri vitloysi verður byrjað aftur av nýggjum. Málið er kært til lands- stýrið og ivist eg ikki i, at hetta fer at taka einhverja skilagóða steðu, men so leingi hetta endaliga loyvi er ikki er fingið, skuldi ein trúð, at vit fingu frið nakr- ar dagar afturat. Men so tykist ikki at skula vera. Uppmátingar fara nú fram av álvara og sjálvt arbeiðsskúrurin er komin á plássið, hóast nakað væl goymdur inn- anfyri garð við Tinghús- veg no. 47. Alt tykist at tala fyri, at hetta stórarbeiði fer í gongd ein av fyrstu degum. Men myndirnar sum Pihl og Sen fekk tikn- ar í samband við klagur um húsaskðarnar hevur búfólkið við Tinghúsvegin ikki fingið enn. Hetta at hirða fólki svar kundu teir saktans, áðrenn nýggja ragnarokið byrjaði. Borgarin skal múlabindast Til fulnar kenni eg ikki mannagongdina, sum verið hevur í hesum óhugnaliga máli, men van- lig hevur hon ikki verið — alt dult sum mansmorð líka til arbeiðið skal byrja. Skammiligast og hartil harmiligast er tó tað, at búfólkið, sum við hesi neyðteku av Tinghús- vegnum verður tikið á bóli, ikki fær veruligt høvi til at verja sín rætt og at mótmæli og hugsanir borgaranna í bleðum av hægsta manni býráðsins verða skýrd sum ikki eftir- farandi lesarabrev. Býráðið kundi annars í Bert ein av mongu umvælingunum aftaná spreingiskaðarnar við Tinghúsvegin hesum sambandi sagt okkum hvussu vit annars kundu gjert vart við okk- um, tí at tala vit hetta góða ráð beinleiðis hevur heldur ikki givið úrslit. Heldur bett um skaðan av SMS enn nýggja útbygging Nú skaðin við SMS er hendur skuldi henda fyri- teka og Tórshavnar býráð heldur sum skjótast aftur hampa um Tinghúsvegin og Húsagetu, men fyrst av ellum gjert nýggjar inn- og útkoyringar við R. D. Effersøesgøtu, eitt n ú við »slyngum« úr og undir R. C. Effersøesgøtu inn til hetta góða »mammons mekka« og steðgar allari ferðslu av Húsagetu til SMS-ekið. Búfólkið hevur íkki verið tikið fyri fult og hev- ur á opnum býráðsfundi fingið at vita, at hetta við- kemur íkki teimum. Heldur ikki vita vit, hvar vit hava landsstýrið í hesum máli, so frægasta vón okkara er, at Meinig- heitshúsið, sum sambært ålitandi keldum hevur havt fund um málið, fær bjargað Húsagetu. Byrådid kroystir fólk sum longst Himmalskríggjandi vit- loysið í hesi ætlan skal ikki endurtakast her, men freistandi kundi verið at heitt á SMS fyrst av ellum at fingið skil á innandura, eitt nú við nýtiligari ventilatiónsskipan og kanska unnað starvsfólki og kundum fleiri WC enn hasi 2 ferðir tvey og fingið í lag bestu trygdarskip- anir í samband við td. eldsbruna. Býráðið hevur ikki hug at lurta eftir okkum bú- fólkum, men gitir sær sum frægast til, hvussu langt vit vilja lata okkum kroysta. Tí má eisini verða okkum loyvt at gita um endamálið við tí nógva løgna, sum her fer fram. Portrið í viðarlundini við Hoydalsvegin er flutt inn, so helst skal hesin vegur opnast fyri ferðslu báðar vegir beinanvegin. Ikki vænta vit, at bú- fólkið við Hoydalsvegin verður tikið uppá ráð í hes- um heldur, men aftaná óhugnaligu ferðsudrápini á hesum teini er illa hugs- andi, at nakar sum bert ikki er beinleiðis stein- býttur, kann fáast at hugsa um slíkan erskap. Men sjálvt hesi offur á altari mammons tykjast ikki býráðnum nóg stór. Luftdálking Skal at enda loyva mær at fregnast eftir, um luft- kanningar eru gjerdar á ekinum. Eg vænti tað ikki, men luftdálkiugarkanningar eiga í øllum førum at verða gjerdar beinanveg- in. Ikki bert ein ella tvær, men í ellum veðurlíkind- um og árstíðum. Hetta ikki fyri at geva SMS ella Býráðnum um- bering fyri at siga, at úr- | slitið kanska ikki er so og | so ræðuligt, men einamest | fyri at kunna okkum í grannalagnum um veru- liga heilsuvandan, sum øll í vita stendst av hesum óneyðuga nogva bilroyk- inum. Ti eingin ivast i, at barnaansingin, sum vera skuldi i Meinigheitshåsin- um, datt niðurfyri av júst hesum áðum. Helgi Fríði Weihe Í samband við samreðu við Atla Dam, løgmann, seinasta leygardag, kom nakað skeivt fyri, sum heilt broytti mein- ingina í greinini. f Vit siteraðu løgmann fyri at siga, at fakfeløgini høvdu ikki tikið av tilboði frá landsstýrinum um samráðingar um nýggju inntekulógaruppskotini. Her datt eitt orð burtur- ímillum. Rætta orðaljóðið skuldi vera: „at fakfeløgini høvdu ikki tikið av tilboði um orienterandi samrådingar«. Bladstj. Vanligi føroyingurin livir ikki yvir evni Ofta verður havt á munni, at >feroyingar liva yvir evni«. Men hver er tað — ? Vanlig arbeiðsmaðurin, sum stríðist og strevast fyri at yvirliva? Fiskimað- urin, sum heldur landinum uppi? Er tað kanska tey arbeiðsleysu — sum verða segd ikki at vera til — og tískil ikki fáa rætt til ar- beiðsloysisstuðul, sum øll siviliserað lond uttan Feroyar hava? Tey undir útbúgving, sum mugu liva av hungurslen? Tey gomlu, sum liva av eini fólkapensión sum má sig- ast at vera skomm fyri eitt land, sum sigst at »lvia í luksus<? Nei, >luksusið< liggur í prestisjuprojektum sum til demis ítróttarhallir á hverjum tanga, heilur stadion-býur í Havn, tí at borgarstjórin er ítróttar- fanatikari, flogvallir á hverjum nesi — og gud náði meg er Jógvan við Ketuni ikki negdur við ketu, nú skal Klaksvíkin gerast til eitt akvarium fyri eg veit ikki hvussu nógvar milliardir. So vit onnur kunnu studera teir omanífrá. Men verður talað um eitt ungdómshús fyri allan ungdóm, og ikki bert tey ítróttaráhugaðu, so er tað ov dýrt. Verður tosað um rektarheim ella barna- garð, so er tað ov dýrt, og skommin fær prikkin yvir i-ið við at lata børnunum eina gamla ítróttarbarakk. Nei, vanligi feroying- urin livir ikki yvir evni, okg tað er ikki hann, sum skapar undirskotið á gjaldsjavnvágini. Tað er luksusprojektini hjá bestaborgarunum. Klassa- munurin er so stórur, at vit eins og danir kunnu tosa um »YVIRFØR- OYAR« og »undir- føroyar«. Vit hava i dag eitt javnaðarstýri. Hvat ætlar tað at gera við hetta óskil? Napoleon N. Nabeljohnsén, hugmyndafreðingurin Venjingartíðir hjá HAVNAR BÓLTFELAG í Ítróttarhellini uppi á Nabb MÁNADAG: MIKUDAG: FRÍGGJADAG: Småpiltar Pinkulingar Piltar Smådreingir Gentur 12-14 år Gentur 14-17 år og kvinnur Dreingir Unglingar og vaksnir 18-17 19-20 20-21 16-17 22-23 Havnar Bóltfelag : kl. 15-16 — 16-17 — 17-18