Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 224 - 21. november 2002 Nr. 224 - 21. november 2002 3 UTTAN ÚR HEIMI Sjórænarar hava tikið ein russiskan trolara í Japanska Havinum einar 400 fjórðingar sunnan fyri russiska havnarbýin Vladivostok. Tað vóru sjóverjurnar í Japan og Suðurkorea, sum komu eftir sjóránin- um, og tær boðaðu alt fyri eitt russisku mynd- ugleikunum frá, hvat var hent. Síðani hava russar leitað eftir trolaranum, men í gjár var hann ikki funnin. Tað var heldur ikki greitt, hvat var vorð- ið av teimum 23 russisku fiskimonnunum, sum vóru við trolaranum "Tulun". Tað er als ikki óvan- ligt, at sjórænarar gera um seg á havleiðunum millum Russland, Japan og Suðurkorea, og suður- koreansku myndugleik- arnir hava fyrr biðið um altjóða hjálp fyri at fáa enda á sjóránunum. Sjórænarar tikið trolara Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Al Gore, heldur, at stjórnin hjá George W. Bush, forseta hevur gjørt eitt mistak við at leggja størri dent á at avvápna Irak heldur enn at halda fram við bardaganum ímóti al- tjóða yvirgangi. Í samrøðu við CNN- sjónvarpið segði Al Gore, at sambært amerikansku trygdartænastunum er yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda ein líka stór hóttan ímóti amerikansk- um málum í dag sum tann 11. september í fjør. Tí heldur hann, at stjórn- in átti at lagt størri dent á stríðið ímóti yvirgang- inum og nýtt sína orku til tað heldur enn Irak. Al Gore legði dent á, at hann hevur lítla virðing fyri irakska forsetanum, Saddam Hussein, men hann vísti tó á, at tað var ikki Saddam Hussein, sum leyp á USA fyri einum góðum ári síðani, og at tað er heldur ikki Saddam Hussein, sum alment hóttir USA í dag. Bush mistekur seg Skattatrýstið í Svøríki er tað hægsta í ES-londun- um og er sambært einari kanning 10 prosent hægri enn meðalskattatrýstið í ES-londunum. Samanborið við brutto- tjóðarframleiðsluna er svenska skattatrýstið 51,4 prosent í ár, og í 2004 verður tað 51,8 pro- sent. Harafturímóti var tað 54,3 prosent í fjør. Fyri átta árum síðani var tað niðri á 47,3 prosent- um. Sambært kanningini er Danmark á øðrum plássi, tá tosað verður um skattatrýstið í ES saman- borið við bruttotjóðar- framleiðsluna. Í Dan- mark er skattatrýstið 48,1 prosent, og í Belgia, sum er á triðja plássi, er tað 46,1 prosent. Lægsta skattatrýstið er í Írlandi, har tað er 29,4 prosent, og Spania er næstniðast við 36,0 prosentum. Sviar hægsta skattin Amerikanska løgreglan handtók týsdagin meiri enn 100 starvsfólk í teimum báðum størstu floghavnunum í New York. Fólkini vórðu tikin, eftir at samveldisløg- reglan FBI hevði kannað viðurskiftini hjá øllum teimum 40.000 trygdar- starvsfólkunum í John F. Kennedy- og LaGuardia floghavnunum. Kanningin hjá FBI av- dúkaði, at 98 starvsfólk høvdu roynt at fingið atgongd til floghavnirnar við at nýta falsað sam- leikaprógv, meðan onnur høvdu dult sína ivasomu fortíð. Í 20 førum vísti tað seg, at fólkini vóru komin ólógliga til USA, og tey kunnu nú vænta at verða send av landinum. Amerikansku myndug- leikarnir hava roynt at sissa fólk við at siga, at eingin av teimum tiknu hevði nakað samband við yvirgang ella yvirgangs- felagsskapir. Tóku starvsfólk Fyrrverandi general- urin Amram Mitzna er valdur til nýggjan formann í ísraelska arbeiðaraflokkinum ÍSRAEL Árni Joensen Amram Mitzna fekk 53,9 prosent av atkvøðunum, tá teir 110.000 limirnir í ísraelska arbeiðaraflokkin- um valdu nýggjan formann fyrradagin. Fráfarandi formaðurin, Benyamin Ben-Eliezer, fekk 38 pro- sent. Tann 57 ára gamli Mitzna hevur seinastu níggju árini verið borgarstjóri í býnum Haifa. Sum so nógvir av teimum leiðandi ísraelsku politikarunum er hann fyrrverandi generalur, men hann hevur verið lítið uppi í landspolitikki. Upp undir formansvalið hevur Amram Mitzna sagt, at Ísrael eigur at taka friðarsamráðingarnar við palestinar uppaftur, og hann hevur eisini verið talsmaður fyri at flyta ísraelsku búsetingarnar í teimum hersettu pale- stinsku økjunum burtur haðani. Nú hann er valdur til floksformann og harvið eisini forsætisráðharraevni hjá arbeiðaraflokkinum, sigur Mitzna, at verður hann stjórnarleiðari aftan á valið tann 28. januar, fer hann at virka fyri at flyta niðursetufólkini aftur til Ísraels. Men sambært veljara- kanningunum skal Mitzna ikki vænta sær stjórnarleið- arastarvið, tí arbeiðara- flokkurin tykist ikki hava nakran møguleika at vinna valið. Í Likud-samgonguni er framvegis ikki greitt, hvør verður forsætisráðharra- evnið, verandi forsætisráð- harrin, Ariel Sharon, ella avbjóðarin, Benjamin Netanyahu. Mitzna nýggjur floksformaður Her fer tangaskipið "Prestige" til botns við 60.000 tonsum av olju í tangunum. Spurningurin er, um tangarnir fara at halda til trýstið niðri á 4.000 metra dýpi UMHVØRVI Árni Joensen Fara tangarnir umborð á "Prestige" at tola tað stóra trýstið niðri á 4.000 metra dýpi, ella verður oljan trýst úr skipinum, upp í sjógvin og vatnsskorpuna, har hon síðani kann dálka nakrar av teimum bestu fiskileiðun- um í Atlantshavinum? Umhvørvisfólk og fiski- menn í Spania bera ótta fyri tí versta, eftir at "Prestige" fór av um tvøran og sakk 135 fjórðingar úr sponsku útnyrðingsstrondini. Mill- um 5.000 og 10.000 tons av olju vóru runnin úr tangun- um, áðrenn skipið fór til botns. Umborð eru 60.000 tons. Ein umhvørvisbumba. Fiskivinnan er høvuðs- vinna í hesum paretinum av Spania. Nógvir fiskimenn hava longu verið noyddir at binda skipini, tí oljan hevur dálkað havið nærhendis strondini, men uppaftur fleiri bera ótta fyri, at teir verða noyddir at gera tað sama. Stjórnin í Madrid hevur lovað fiskimonnun- um 225 krónur í endur- gjaldi um dagin, men tað tykist troystarleyst hjá monnum, sum kanska hava mist sítt livibreyð fleiri ár fram í tíðina. "Prestige" rak fyri vág og vind úti fyri galicisku strondini, meðan myndug- leikarnir í Spania og Portu- gal sýttu fyri at lata skipið koma í havn, so oljan kundi pumpast úr tí. Ístaðin tog- aðu spaniumenn skipið longur til havs, har aldurnar at enda gjørdu enda á tí og sendu tað til botns við oljuni. Mánadagin t.v.s. dagin fyri skipið sakk, segði tals- maðurin hjá kenda bjarg- ingarfelagnum Smit Inter- national, Lars Welder, at felagið leitaði eftir einum staði, har skipið kundi sleppa inn, men sjálvur roknaði hann ikki við, at tað fór at lata seg gera, fyrr enn skipið fór at nærkast norðurafrikansku strondini. Hetta fekk øði í nógvar umhvørvisverndarfelagssk apir, sum leggja felagið undir at hava ætlað at flyta ein umhvørvistrupulleika hjá Vesturheiminum til tann fátæka partin av heiminum. Onnur eftir 10 árum Nú eru so bretar og spaniu- menn farnir at keglast um, hvagar "Prestige" skuldi við oljuni. Bretar halda uppá, at skipið var á veg til Spania, men spaniumenn siga, at tað var á veg til bretska hjálandið Gibraltar. Spanski forsætisráðharrin, Jose Maria Aznar, hevur sagt, at teir, sum høvdu ábyrgdina av vanlukkuni, skulu sjálvir gjalda tað, sum vanlukkan kostar og fer at kosta. Hann hevur eisini sagt, at tað 26 ára gamla skipið hevði ikki verið til eftirlit seinastu trý árini. Skiparin á "Prestige", grikkin Apostolus Magu- ras, situr í varðhaldi í ein- um fongsli í La Coruna. Hann er skuldsettur fyri at hava sýtt fyri at gera eftir boðum frá sponsku sjó- ferðslumyndugleikunum og fyri at hava elvt til um- fatandi umhvørvisdálking. Men tað hjálpir ikki fiskimonnunum í Galicia stórvegis. Fyri tíggju árum síðani vórðu teir eisini raktir, tá grikska tanga- skipið "Aegean Sea" fór á land har, og næstan 70.000 tons av olju runnu út í havið. Avleiðingarnar av teirri vanlukkuni eru fram- vegis sjónligar. Og nú kom ein afturat. Her søkkur ein umhvørvisbumba Burturvið at nerta játtanina til lækna- miðstøðina Hetta sigur Magnus Magnussen, komm- unulækni í Klaksvík. Býráðið samtykti í seinastu viku at gera enn fleiri umvælingar á verandi viðtaluhølir – og um tað gerst neyðugt at flyta eina møguliga meirnýtslu av íløgujáttanini, sum er ætlað nýggju læknamiðstøðini við Sandin KOMMUNULÆKNAR Rúna Sivertsen – Nú ræður um at fáa læknamiðstøðina lidna sum skjótast, so fjórða ásetta kommunulæknastarvið í Norðoyggjum kann verða sett, sigur Magnus Magn- ussen, kommunulækni í Klaksvík. Síðani juni 2001 hava bert tveir læknar røkt økið í Norðoyggjum, sum er normerað til fýra komm- unulæknar. Magnus sigur, at ein lækni, sum hevur røtur í Klaksvík, er undir útbúgv- ing til kommunulækna. Hesin maður hevur áhuga í einum kommunulækna- starvi í Norðoyggjum. – Hann verður liðugur um fá ár, men skal hann fá- ast hendavegin, krevst, at vit fáa eina viðtalu aftrat, sigur Magnus. – Maðurin, eg tosi um, er ungur, og tað hevði verið ógvuliga gott at fingið hann higar, sigur hann. Teir báðir kommunu- læknarnir, Jaspur Petersen og Magnus Magnussen, hava verið ovbyrjaðir av arbeiði í langa tíð. – Hetta er ikki eitt lív, tú kanst bjóða familju tínari, sigur Magnus. Hann sigur, at tað eru samanhangandi vaktirnar og vøkunæturnar, sum gera arbeiðið óúthaldiligt í longdini. Nóg mikið pjøssað – Tað nyttar ikki at pjøssa upp á hølini her, tí tað stytt- ir ikki okkara arbeiðstíð, sigur Magnus. Hann sigur, at tað, ið nú er brúk fyri, eru nýggj við- taluhølir og støðug arbeiðs- viðurskifti. Magnus Magnussen, sum kom í starvið hjá Ólavi Gaard, sála, er nú fluttur í viðtaluhølini hjá Steingrími Weihe. Í viðtaluhølini niðaneftir, har Magnus var, kemur Denise Andersson at virka sum vikarur eina tíð. Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík, sigur, at nú má ikki nýtast meira peningur uppá læknahølini í Norðoya Banka. - Øll orka eigur at verða løgd í at fáa læknamiðstøðina við Sandin lidna, so ásettu læknastørvini í Norðoyggjum kunnu mannast, sigur hann (Mynd Rúna Sivertsen) C M Y K 3 2