Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Framdrift á Eiði Betrað verður um umstøðurnar fram við havnarlagnum á Eiði. Serliga er tað smábátarnar hugsað verður um, sigur borgarstjórin. Eisini aðrastaðni í bygdini er framdrift KOMMUNUTÍÐINDI Edvard Joensen Eiði: Streym- og vatnleið- ingar verða settar upp fram við bryggjukantinum á Eiði. Virkisbygningur er á veg á havnarlagnum. Fleiri bátar rógva út. Fólk byggja hús, og ítróttarhøllin er við at koma undir land. – Tað er framdrift í bygd- ini, fegnast borgarastjórin í Eiðis Kommunu, Tordur Niclasen, um. Tað hevur leingi verið ynski um at bøta um um- støðurnar hjá teimum, sum hava bátar liggjandi í havnini á Eiði. Eitt nú at lata teimum el og vatn. Og nú verður tað so gjørt, sigur borgarstjórin. Fram við bryggjukantin- um verða settar tíggjar talv- ur við el-stikkum og vatn- kranum. El-stikkini verða fimm í tali í hvørjari talvu. Eitt til 380 volt og fýr til 220 volt. – Tað er serliga, meðan várróðurin er norðanfyri, at nógvir bátar liggja við bryggju á Eiði, og fólk meira og minni býr um- borð. Tá er tað ikki meira enn natúrligt, at vit lata teimum slíka tænastu, sigur Tordur Niclasen. Men eisini útróðurin á Eiði er mentur seinnu tíð- ina. Fyri ikki so øgiliga langt síðan var at kalla bara ein bátur, sum róði meira ella minni fast út av Eiði. Nú eru fleiri komnir aftur- at, umframt at bátar aðra- staðni eisini leggja reglu- liga upp á Eiði, vísir borg- arstjórin á. Sunnanvert flótibrýrnar er planerað øki at seta eitt virki á. Tað er felagið Sal- mon Proteins, sum fer at byggja virki til reinsing av slógvi frá alifiski. Grund- økið er um at vera klárt. Grivið verður í løtuni fyri kloakk og øðrum leiðing- um, sum bindast skulu í verandi skipan longri inni á havnarlagnum, sigur Tordur Niclasen. Móttøkuhøllin, sum bygd varð fyri nøkrum árum síð- an, stendur tó enn tóm, hó- ast onkrar samráðingar hava verið við áhugað felag um at leiga hana frá komm- ununi. – Og tað má tað so verða til, sigur borgarstjórin, tí kommunan fer ikki at reka nakað virksemi í høllini, staðfestir hann. Longri uppi í bygdini er eisini lív. Uppi í Kolli eru fýra grundstykki klár, har grivið verður út á onkrum teirra. Og út eftir Gerðisgarðin- um, vestan fyri skúlan og ítróttarhøllina, er ætlan um nýggja útstykking við 14 grundstykkjum. Ognarvið- urskiftini eru ikki heilt komin upp á pláss enn, og samráðingar eru í løtuni um keyp av lendinum, sigur Tordur Niclasen. Men áhugin er stórur, og fyri- spurningar eru um øll stykkini. Tvey kommunal vegaarbeiði eru eisni í gongd á Eiði. Avgerð er tikin um vetr- arfriðing, sigur Tordur Niclasen, men tað praktiska í tí sambandinum er enn ikki komið upp á pláss. So sum hvar hegnast skal. Eisini ítróttarhøllini gongur tað væl við, sigur borgarstjórin. Arbeitt verð- ur fram í móti, at hon skal standa liðug til várs, og tað heldur borgarstjórin, at han kann lova. Tó vil hann ikki seta nakran dag á, tí várið er langt, sum hann sigur. Onkur hevur tó verið so bjartskygdur at siga, at hon verður liðug seinast í febru- ar, tá Eiðis Bóltfelag, EB, fyllir 90 ár. – Sjálvandi hevði tað ver- ið heilt stuttligt og eitt upp- lagt høvi at tikið høllina í brúk, heldur tordur Nicla- sen, borgarstjóri á Eiði, men tað tori eg als ikki at lova. Komið er væl áleiðis við arbeiðinum upp á ítróttarhøllina á Eiði. Hon er klødd innan við ljósum tilfari og kennist løtt og hugnalig at vera inni í Mynd: Edvard Joensen 4 Nr. 224 - 21. november 2002 Nr. 224 - 21. november 2002 5 Gera barnagarð og vøggustovu í Vági Næsta ár ferð Vágs Býráð at skipa bøggustovu og barnagarðí Vági BARNAANSING Áki Bertholdsen Vágur: Næsta ár fer Vágs Býráð at gera vøggustovu og barnagarð í Vági. Tað samtykti býráðið ein- mælt, nú fígjarlógin varð endaliga samtykt í farnu viku. Í hesum sambandi hevur Býráðið gjørt av at seta 1,1 millión av til barnaansing, har eitt sindur fer til frítíð- arskúlan, men tað allar- mesta fer til vøggustovuna og barnagarðin. Hetta kemur afturat teim- um 3,8 milliónunum, ið eru settar av til dagrøktina. Á Býráðsfundinum upp- lýsti borgarstjórin Jógvan Krosslá, at stórur tørvur er á vøggustovu og barnagarði í Vági. Kommunan hevur fingið fleiri áheitanir um at skipa vøggustovu og barnagarð og hann hevði eisini fingið at vita, at fólk í bygdini fóru í ferð við at savna inn undirskriftir til Býráðið við áheitan um at skipa vøggu- stovu og barnagarð. Hóast dagrøktin er, rigg- ar tað ikki so væl, at ald- ursspjaðingin er so stór hjá dagrøktarunum, tí áhuga- málini hjá stórum og lítlum børnum eru so heilt ymisk, at tað ber illa til hjá tí ein- staka dagrøktaranum at geva øllum eitt fullgott tilboð. Tí hevur Býráðið samtykt at skipa vøggustovu og barnagarð. Í fyrstu syftu er ætlanin at gera pláss til 20 børn. Ætlanin er í fyrstu syftu at leiga høli til vøggustovu og barnagarð og onkur høli eru í kikaranum. Men sum frálíður, tá ið fíggjarligu umstøðurnar í Vági batnað, er ætlanin at byggja á einum stykki, sum kommunan eigur Yviri við Kráir. Tað er stórur tørvur av vøggustovu og barnagarði íVági og tað fer kommunan at gera nakaðvið næsta ár Blokadan stendur við Lærarafelagið kennir onki til nakra semju um savnsrøkt á skúlum og tí stendur blokadan við SAVNSRØKT Áki Bertholdsen Føroya Lærarafelag kennir onki til nakra semju ímill- um Mentamálaráðið og Føroya Kommunufelag um savnsrøkt á skúlunum í teimum skúlunum í komm- ununum í Kommunufel- agnum. Tað sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Før- oya Lærarafelag. Hon sigur, at sostatt stendur blokadan ímóti skúlunum í kommununum í Føroya Kommunufelag við. Hon sigur, at tað er Lærara- felagið, sum skal góðkenna eina avtalu um savnsrøktina og tað er Lærarafelagið, sum skal taka blokaduna av. –Vit kenna onki til nakra semju og enn minni hava vit góðtikið nakra semju . Tessvegna fara vit heldur ikki at taka blokaduna av, sigur Elsa Birgitta Petersen. Sostatt broytir semjan ímillum Føroya Kommunu- felag og Mentamálaráðið als onki, leggur hon afturat. Í øllum førum verður ongin blokada tikin av, fyrrenn Lærarafelagið er kunnað um semjuna og góðtekur hana. Men samstundis leggur hon dent á ,at ongin lærari røkir søvn, uttan hann fær løn sambært semjuni um savnssamskipara. – Hetta er semjan, sum kommunurnar í Kommunu- samskipan Føroya halda seg til, og hetta er eisini kravið til kommunurnar í Føroya Kommunufelag, sigur Elsa Birgitta Petersen. Eftir semjuni ímillum Før- oya Kommunufelag og Mentamálaráðið skal Mentamálaráðið betala lær- arunum løn fyri tann náms- frøðiliga partin. Hinvegin skulu kommun- urnar og skúlaleiðslurnar gera avtalu um tann røktar- liga partin. Sostatt kunnu kommunurnar ikki áleggj- ast at betala nakað og tað, sum skal betalast, skal be- talast í samráði í millum kommunurnar og skúla- leiðslurnar. Eitt samt Býráð í Vági hevur samtykt at hækka skattin næsta ár. Samstundis verður farið undir útbygg- ingar fyri at gera tað liviligari hjá vinnulívi og húskum ÚTBYGGINGAR Áki Bertholdsen Vágur: Næsta ár verða vágbingar noyddir at gjalda meiri skatt, enn teir gjalda nú. Tað er greitt eftir at Vágs Býráð einmælt hevur sam- tykt fíggjarætlanin a fyri komandi ár. Jógvan Krosslá, borgar- stjóri, sigur, at tað er við ringum tannabiti, at komm- unuskattaprosentið verður sett upp. Men kommunan verður noydd til at fara undir yms- ar útbyggingar, sum kosta rættiliga nógv og tí slepst ikki undan at hækka skatta- prosentið. Í ár betala vágbingar 21,75% í kommunuskatti, men næsta ár verður kommunuskatturin 22,5%. Kommunuskatturin hækkar sostatt 0,75%. Hinvegin verður barna- frádrátturin óbroyttur, 2.500 krónur. Orsøkin til, at skattapros- entið fer upp, er, at næsta ár noyðist kommunan undir eina havnaútbygging, sum kostar nógvan pening. Har- afturat fer Býráðið at gera vøggustovu og barnagarð í Vági. Tilsamans fer kommunan at byggja út fyri 8.750.000 milliónir komandi ár. Av teimum verða átta milliónir brúktar til at byggja havnina út fyri. Afturat tí koma 1,1 millión til vøggustovu, barnagrð og frítíðarskúlan. Fer at løna seg aftur Jógvan Krosslá sigur, at tað er neyðugt at byggja havn- ina út, so at hon verður djúpari. – Vit vera noydd at ganga krøvunum frá vinnulívin- um á møti um eina djúp- havn, tí havnin er so grunn, at tað tarnar virkseminum rættiliga nógv og verður onki gjørt, er vandi fyri, at vinnulívið fer av fjørðinum og tað kann kommunan ikki lata henda. – Og skulu vit byggja út, mugu vit sjálvi útvega pen- ingin, tí fíggjarliga er kommunan er soleiðis fyri, at vit hava ikki loyvi at taka lán. Vit leggja eisini alstór- an dent á at fáa skuldina niður so at vit fáa eitt størri, fíggjarligt frælsi. Sam- stundis er hetta er fyrsta veruliga útbyggingin, kommunan ger í nógv ár. Men hinvegin ivast borg- arstjórin heldur ikki í, at tað fer at løna seg í longdini hjá vágbingum at kýta seg. – Hóast tað verður eitt tungt tak, koma vágbingar at síggja ítøkilig úrslit av skattahækkingini, tí útbygg- ingarnar verða ein veldug- ur fyrimunur fyri vinnulívið og tey einstøku húskini. Annars hevur verið upp á tal, at landskassin skuldi vera uppi í havnaútbygg- ingini í Vági. Løgtingið hevur samtykt, at Smyril skal sigla á Vág og í tí sam- bandi samtykti Løgtingið at vera við í havnabyggingini í Vági, so at ein sam- ferðsluhavn kundi byggjast samstundis sum vinnu- havnin. Men síðani er kinkur komin í og nú veit ongin, um landið verður við. Men Jógvan Krosslá ger púra greitt, at Vágs Býráð fer at byggja djúhavnina, sama um landið er við ella ikki. Men verður almenna samferðsluhavnin ikki gjørd í sama viðfangi, verð- ur útbyggingin sjálvsagt minni, enn upprunaliga ætlað. – Sjálvandi vóna vit, at Løgtingið stendur við tað, sum er samtykt. Men loypir tingið frá, gera vit tað sjálvi, ongin ivi um tað, sigur hann. Ætlanin er at byggja havnina út tey bæði næstu árini í 2003 og í 2004. 34 milliónir inn Annars væntar Vágs Býráð, at 34 milliónir fara at koma inn í kommunuskatti kom- andi ár og tað er nakað meir enn í ár. Í ár komu 32,8 milliónir inn í skatti. Fíggjarætlanin javnvigar við 43,5 milliónir, men tá er roknað við einum undir- skoti upp á 2,7 milliónir. Samstundis sum vág- bingar hækka skattin, leggja teir stóran dent á, at betala rentur og avdrátt fyri at fáa skuldina niður, tí har er ikki ætlanin at slaka. Næsta ár fer Vágs Kommuna at betala 3,4 milliónir í rentum og 7,6 milliónir í avdráttum. Jógvan Krosslá sigur, at hetta ber í sær, at um trý ár, í 2005, fer kommunan bara at skylda eina álíkning og tá fær hon eitt heilt annað, fíggjarligt frælsi, enn hon hevur havt. Fyrrenn vit hava góðtikið semjuna, verður ongin blokada tikin av, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag Vágbingar hægri skatt komandi ár Vágs Býráð hevur einmælt samtykt at hækka skattin komandi ár, so at farast kann undir nakrar útbyggingar, sum eru alneyðugar fyri at varðveita tað vinnulív, sum er á fjørðinum, tí í løtuni er tað óliviligt hjá vinnulívinum C M Y K 5 4