hósdagur 21. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 224 - 21. november 2002
Nr. 224 - 21. november 2002
7
Longu áðrenn nýggja
suðuroyarskipið er
bygt, er tað greitt, at
suðuroyarleiðin við
skipinum liggur tungt
í sjónum. Sum er
vanta tretivu milli-
ónir í til eina nýggja
atløgu bryggja.
Alternativið er, at
nýggi Smyril leggur at
har og tá tað er pláss
fyri honum í Havn
SMYRIL
Heri á Rógvi
— Vinnumálaráðið er í
einari truplari støðu.
Hesi orðini eigur lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um,
Bjarni
Djurholm.
Spírin til truplu støðuna er
nýggja suðuroyarskipið.
Fyri uttan at vera kostn-
aðarmiklasta verkætlanin
av sínum slag nakrantíð at
smíða skipið, so skulu
havnirnar í Suðuroynni og í
Havn eisini riggast til,
soleiðis at nýggja skipið
skal kunna leggja at á
bestan hátt.
Jan Christiansen hevur
fyri Sosialinum áður gjørt
vart við, at Tórshavnar
kommuna ikki er sinnað til
at gjalda kostnaðin fyri eina
nýggja atløgubryggju til
komandi suðuroyarskipið.
Hetta hevur Bjarni á
Djurholm eisini sannað á
fundum við Tórshavnar
havn og borgarstjóran.
— Sum landsstýrismaður
skal eg tryggja optimal
viðurskifti
fyri
nýggja
suðuroyarskipið,
sigur
Bjarni Djurholm.
Sum landsstýrismaðurin
málber seg, so liggur hetta
arbeiðið tungt í sjónum í
løtuni.
Arbeiðið at gera eina
nýggja atløgubryggju á
eystarubryggju í Havn er
met at kosta einar 30
milliónir. Harumframt skal
eitt arbeiðið gerast fyri 55
mió. á Tvøroyri til nýggja
suðuroyarskipið. 25 milli-
ónir eru játtaðar í 2003 og
30 milliónir mugu so játtast
í 2004. Harumframt skal
landið av við í øllum førum
18,5 mió. til útbyggjan av
havnini í Vági.
Nýggja Suðuroyarskipið
skal handast eigaranum 12.
oktober 2004 og verður sett
í sigling nakað eftir.
— Eingir pengar eru
játtaðir til atløgubryggju í
Havn, tí tað eru ongir
pengar. Sum er gongur illa
við at fáa alt at ganga upp,
sigur Bjarni Djurholm.
Í fyrstu atløgu varð tosað
um, at landið skuldi rindað
ein triðing av móttøku-
torninum
á
Eystaru
bryggju. Hesin kostnaðurin
skuldi ikki gerast størri enn
seks milliónir.
— Hetta legði fyri lands-
stýrið, men vilji var ikki til
at játta hesar pengarnar, og
vit eru nú farin um evsta-
mark, og eg havi boðað
Tórshavnar kommunu frá,
at vit hava ikki pengar tøkar
til tornið, sigur Bjarni
Djurholm.
Eftir hvat landsstýris-
maðurin
skilur,
verður
tornið bert bygt í samstarvi
við Smyril Line og ikki við
nýggja suðuroyarskipinum
sum endamálið.
Landsstýrismaðurin ar-
beiðir nú eisini við møgu-
ligum loysnum, sum inni-
bera, at Tórshavnar komm-
una skal gjalda ein mun-
andi part av arbeiðinum, og
endurgoldið
verður
so
kommuni í form av endur-
gjaldi ella havnagjaldi.
Hetta er tó ikki komið long-
ur á borðið hjá landsstýris-
maðurin.
Tórshavnar
kommuna
hevur ongar pengar sett av
til at gera atløgubryggju til
nýggju
Norrønu,
men
nýggja Norrøna verður
uppfatað sum ein vanligur
góður kundi, og harvið
verður ein nýggja atløgu-
bryggja og torn gjørd.
Liggja har tað er pláss
Tekningarnar, sum hava
staðið í Sosialinum, eru
annars gjørdar í sambandi
við nýggju atløgubryggj-
una hjá nýggja suðuroyar-
skipinum.
Hetta
gevur
skipinum eitt fæst og gott
pláss tætt við verandi at-
løgustað.
Eru eingir pengar til
arbeiðið, so má skipið
húsast aðrastaðni.
Tórshavnar býráð hevur
greitt meldað út, at nýggja
suðuroyarskipið vil fáa
rúmd har og tá tað er pláss
fyri tí. Tað merkir, at
nýggja
suðuroyarskipið
kann leggja at við molan
ella við havnakontórið ella
kanska má bíða eftir plássi.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
Smyril sum er má leggja at
við havnakontórið. Hetta er
als ikki hóskandi, tí bilar og
ferðafólk mugu ganga út
við bakportri, og ferðslan
verður nógd darvað, og
fløskuhálsar stinga seg upp.
Sum tað er sær út nú, so
verður tað tó við sama stað,
at Smyril skal leggja at
kanska í eini tvey ár afturat,
tí rúm er ikki skapt fyri
honum nakra aðrastaðni.
Yvirtøka av málsøkj-
unum vitaverk og
uppmerking, tilbúgv-
ing og ávísum
sjóvinnumálum verða
nú fyrireikað
YVIRTØKUR
Heri á Rógvi
Landsstýrismaðurin í fiski-
og sjóvinnumálum, Jørgen
Niclasen, er farin undir at
fyrireika eina røð av yvir-
tøkum. Talan er um vita-
verkið og uppmerking, út-
búgving og ávísum sjó-
vinnumálum.
— Við hesum byrja
fyrireikingarnar av nøkrum
málsøkjum, sum lands-
stýrismaðurin varðar av
samsvarandi ætlanini hjá
samgonguni, og soleiðis
sum semja er um og sagt í
felags fráboðanini frá løg-
manni og forsætismálaráð-
harranum hin 14. januar
2002, har sagt verður, at
semja er millum partarnar
um at byrja fyrireikingarnar
um yvirtøku av teimum
málum, ið ikki standa á
lista A ella B í heima-
stýrislógini, skrivari Fiski-
málaráðið í tíðindaskrivi.
Sum er verður vitaverkið
umsitið av Farvandsvæsen-
et, ið er stovnur undir
danska Verjumálaráðnum.
Ein av trupulleikunum við
at yvirtaka vitaverkið hevur
verið, hvat ráð skuldi máls-
økið fella innanfyri. Talan
er um danskt verjumál, og
avgerð er nú tikin um, at
hetta hóskar seg best inn
undir sjóvinnumál í Føroy-
um.
Í Føroyum arbeiða sjey
fólk fyri Farvandsvæsenet,
og liggur kostnaðurin eina-
staðni omanfyri tríggjar
milliónir um árið. Eisini
eru lokalir vitapassarar
ymsastaðni í Føroyum, sum
eisini síggja til, at teir 27
vitanir í Føroyum virka
sum teir skulu. Dagligi
raksturin í Føroyum verður
fyriskipaður av loranstøðini
á Eiði, ið Farvandsvæsenet
eisini rekur.
Tá
Sosialurin
síðsta
summar seinast skrivaði
um vitaverkið, søgdu tvey
av starvsfólkunum, at teir
einki ringt kundu bera
danska myndugleikanum á
økinum.
— Alt neyðugt arbeiði
verður gjørt, og vit vita
altíð, at peningur er settur
av til tær uppgávur, ið skulu
gerast, varð sagt tá.
Umframt vitatænastuna
hevur Farvandsvæsenet á-
byrgd av at merkja sigling-
arleiðir, vitalistanum og
kunngerðum í Efterretn-
inger for søfarende av
broytingum av avmerking-
um v.m. Farvandsvæsenet
hevur somuleiðis ábyrgd av
sjókortum yvir føroyskar
sjóleiðir, ið verða gjørd av
Kort- og Matrikelstyrelsen.
Tilbúgving
Málsøkið tilbúgving verður
í dag lutvíst umsitið av
føroyskum myndugleikum
og partar av tilbúgvingar-
økinum eru yvirtikin før-
oysk sermál — herundir
m.a. sjótilbúgvingin og
brunatilbúgvingin. Yvirtøk-
an fevnir um øll tey til-
búgvingarmál, ið enn ikki
eru staðfest sum yvirtikin
føroysk sermál soleiðis, at
føroyskir myndugleikar fáa
myndugleikan til at skipa
alt tilbúgvingarøkið.
Á sjóvinnuøkinum eru
flestøll málsøkir longu
yvirtikin føroysk sermál og
fevna yvirtøkurnar sostatt
um øll tey sjóvinnumál, ið
enn ikki eru staðfest sum
yvirtikin føroysk sermál —
herundir m.a. yvirtøku av
sjólógini og loðslógini.
Vit vildu fegin havt eina
viðmerking
frá
Jørgen
Niclasen, landsstýrismanni,
um víðari ætlanirnar við
yvirtøkuni, men hann var
staddur uttanlands, tá vit
royndu at fáa hendur á
honum.
Føroyskt vitaverk
Kall
almanna-
kunnger
Í dag – hósdagin – al-
mannakunnger
Kall
teirra ætlanir og kon-
sept á GSM-økinum.
Kall tekur nú kapp-
ingina upp við Føroya
Tele um teir nógvu
GSM-kundarnar, og í
tí sambandi verður
skipað fyri móttøku í
Listaskálanum seinna-
partin hósdagin.
Longu nú er talið av
GSM-kundum mun-
andi størri enn talið av
fastnet kundum. GSM
hevur eisini verið ein
lønandi
íløga
hjá
Føroya Tele, sum kann
geva GSM stóran part
av heiðurinum fyri
metgóðu úrslitini sein-
astu árini.
Spurningurin er so,
hvussu kappingin fer
at ávirka gongdina.
Hesin vitin, vitin í Mykinesi, er frá 1908. Í sínari tíð búði ein
heil familja úti í hólminum fyri at ansa vitanum. Nú er hann
vorðin automatiseraður. Næsta broytingin verður, at
vitapassingin verður føroyskt málsøki
Mynd: Bárður Eklund Johansen
Smyril liggur tungt í sjónum
Á hesum stað við eystara bryggju, har Norrøna liggur á myndini, skal Smyril leggja at næstu
árini, sum støðan er nú. Seinni kann hetta gerast atløgustað í besta føri.
Mynd: Jens Kristian Vang
Í meðal 337 bilar við Strandferðsluni um dagin
Tøl hjá Strandferðsl-
uni vísa, at higartil í
ár hevur Strand-
ferðslan í meðal flutt
337 bilar hvønn vegin
um Vestmannasund.
– Tað kann tykjast
løgið, at leiðslan fyri
P/F Vágatunnilin ikki
so mikið sum hevur
biðið um tølini hjá
okkum, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Í meðal fara 350 bilar at
koyra aftur og fram undir
Vestmannasund um sam-
døgrið. Hetta er metingin
hjá leiðsluni fyri P/F Vága-
tunnilin, ið sostætt hevur
nýtt 350 bilar sum ein
grundleggjandi faktor í út-
rokningunum, tá prísurin er
ásettur. Síðan talið 350
fyrstu ferð varð havt á
munni, hevur verið dúgliga
kjakast um, hvørt talið er á
eini leið ella heilt við síð-
una av. Eisini hevur verið
spurt, hvørjar metingar
leiðslan í P/F Vágatunnilin
byggir sína meting á.
Í øllum kjakinum og øll-
um metingum, ið eru gjør-
dar frammanundan, undrast
stjórin á Strandferðsluni,
Reidar Nónfjall á, hví
Strandferðslan, sum í dag
hevur til uppgávu at flyta
bilar um Vestmannasund,
ongantíð er biðin um nøkur
fesk tøl, ið kanska kunnu
siga eitt sindur um støðuna.
- Eg má siga, at tað undr-
ar meg ikki sørt, at leiðslan
fyri P/F Vágatunnilin als
ikki hevur spurt okkum eft-
ir nøkrum tølum fyri ferðsl-
una um sundið, sigur Rei-
dar Nónfjall, ið metur at-
burðin hjá P/F Vágatunnli-
num mest minna um stór-
læti, arrogansu.
337 bilar um dagin
Strandferðslan førir neyv
tøl yvir, hvussu nógvar bil-
ar og hvussu nógv ferða-
fólk, ið skipini hjá stovni-
num flyta millum oyggjar-
nar. Tølini verða skrásett
fyri hvønn einstakan túr,
bæðí í samband við inn-
krevjingina, og av tí at
trygdarkrøvini áseta hetta.
Uppgerðin yvir ferðsluna
um Vestmannasund vísir, at
higartil í ár hevur Ternan
flutt yvir 98.000 bilar um
sundið, aftur og fram. Í
meðal gevur hetta 337 bilar
um dagin. Her má havast í
huga, at frá 18.apríl til
15.maj var verkfall, og tá
sigldu skipini hjá Strand-
ferðsluni ikki. Lakasti mán-
aðurin var februar, tá
Strandferðslan flutti í með-
al 248 bilar aftur og fram
um Vestmannasund um
dagin. Mesta ferðslan var í
juli, tá Starndferðslan flutti
435 bilar aftur og fram um
sundið um dagin. Tølini
fevna sjálvsagt bara um bil-
arnar, ið pláss var fyri um-
borð á Ternuni, og ikki teir
bilar, ið stóðu eftir á
bryggjuni.
Hvat ferðafólkatalið við-
víkur vísa uppgerðir hjá
Strandferðsluni, at higartil í
ár hevur stovnurin flutt
318.000 ferðafólk um Vest-
mannasund.
Talan var ikki um
drápsroynd, tá ein 25
ára gamal maður fyri
góðum tveimum
mánaðum síðan skeyt
eftir politinum í
Magnus Heinasonar-
gøtu í Havn. Tað var
niðurstøðan hjá Før-
oya Rætti, sum í stað-
in dømdi mannin fyri
at hava sett lív og
heilsu í vanda hjá
politistunum
RÆTTARMÁL
Jón Brian Hvidtfeldt
Tað ber ikki til at staðfesta,
at ætlanin hjá tí 25 ára
gamla manninum var at
drepa politistarnar, og tí ber
heldur ikki til at døma hann
fyri drápsroynd. Tað var
niðurstøðan hjá Føroya
Rætti, eftir at málið seinna-
partin týsdagin varð tikið
upp til dóms.
Ákærin metti hendingina
í Magnus Heinasonargøtu í
Havn um morgunin hin
11.september at vera so
álvarsliga, at maðurin varð
skuldsettur fyri drápsroynd
móti politistunum.
Í rættinum vísti ákærin
millum annað á, at var ætl-
anin hjá manninum bara at
skjóta fyri at ræða politist-
arnar, so kundi hann havt
skotið aðrastaðni, t.d. upp í
loft.
Frástøðan
millum
mannin og politistarnar var
21 metrar, og skotið brast í
bakrútin og stólpan á politi-
bilinum, sum annar av poli-
tistunum goymdi seg aftan-
fyri. Ákærin førdi fram, at
25 ára gamli maðurin átti at
hava dugað sæð, at tað var
ein ávísur vandi fyri, at
skotið fór at raka politistar-
nar.
Í síni skuldseting førdi
ákærin fram, at um dómar-
in ikki metti, at 25 ára
gamli maðurin ætlaði at
drepa politistarnar, so mátti
hann í hvussu so er dømast
fyri at hava sett lív og
heilsu hjá politistunum í
vanda.
Verjin metti, at talan als
ikki kundi vera um dráps-
roynd. Hann vísti á, at tað
skal kunna prógvast, at
maðurin veruliga ætlaði at
drepa politistarnar, og at
tað var einki sum bendi á,
at so var.
Í síni niðurstøðu segði
Føroya Rættur, at hann
metti ikki, at tann 25 ára
gamli maðurin hevði í
hyggju at drepa politistar-
nar, ið stóðu ávíkavist aft-
anfyri ein bil og eitt húsa-
horn. Men av tí at maðurin
hevði skotið við høglbyrs-
uni móti politistunum, so
metti dómarin, at talan var
um eina »særlig hensynsløs
handling«, ið kundi seta lív
og heilsu hjá politistunum í
vanda.
Føroyar Rættur valdi tí at
døma mannin 10 mánaða
treytaleysa fongsulsrevs-
ing. Harumframt skal hann
gjalda góðar 15.000 krónur
í endurgjaldi fyri skaðan,
skotið
frá
høglbyrsuni
gjørdi á politibilin, um-
framt at politiið legði hald á
tvær byrsur hjá manninum.
25 ára gamli maðurin
hevur sitið í varðhaldinum
síðan hann var handtikin
11.september, og henda tíð-
in verður drigin frá teimum
10 mánaðunum, ið dómurin
ljóðaði uppá. Hóast maður-
in og verji hansara bóðu um
umhugsingartíð til at kæra
dómin, so verður maðurin
fyribils sitandi í varðhaldi-
num. Hetta góðtók hann í
rættinum týsdagin.
Ákærin rímuliga nøgd
Hóast ákærin, Dorthe Møll-
er Andersen, upprunaliga
metti grundarlag vera fyri
at skuldseta mannin fyri
drápsroynd, so hevði hon
kortini tikið fyrivarni og í
øðrum lagi skuldsett mann-
in fyri at seta lív og helsu
hjá politistunum í vanda.
Eftir dómin segði ákærin,
at tá rætturin nú ikki metti,
at talan var um drápsroynd,
so var hon rímiliga væl
nøgd við dómin. Hon vildi
tó mælt til, at maðurin átti
at havt fingið umleið eitt
ára treytaleysa fongsuls-
revsing.
Verjin, Jógvan Páll Lass-
en, segði eftir dómin, at eft-
ir hansara tykki var tað
mest umráðandi, at maður-
in ikki varð dømdur fyri
drápsroynd, og hann fegn-
aðist um, at dómarin var av
somu áskoðan. Hann metti
tó, at 10 mánaða fongsul
var í meira lagi. Verjin og
tann 25 ára gamli maðurin
hava nú 14 dagar at um-
hugsa, hvørt teir skulu kæra
dómin fyri hægri rætt.
Jóanis Nielsen, ting-
maður fyri Fólka-
flokkin í Vágum,
fekk einki burturúr
fundinum, ið flokkur
hansara hevði við
leiðsluna í P/F Vága-
tunnilin týsdagin.
Samgongutingmaður
in í Vágunum hevur
nú biðið um fund við
løgmann
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Fólkaflokkurin, og serliga
vágatingmaðurin
hjá
flokkinum, Jóanis Nielsen,
fekk einki burturúr fundi-
num við leiðsluna fyri P/F
Vágatunnilin. Jóanis Niel-
sen hevði annars undan
fundinum vónir um, at
fundurin
fór
at
geva
ábendingar um, hvussu tað
ber til at broyta prísin fyri
at koyra undir Vestmanna-
sund, tá fasta sambandið
verður tikið í nýtslu 10.
desember.
Men nú Jóanis Nielsen,
saman við restina av
Fólkaflokkinum,
hevur
verið á fundi við P/F
Vágatunnilin, kann hann
bara staðfesta, at leiðslan í
partafelagnum stendur við
sítt.
- Eg haldi, at leiðslan
fyri P/F Vágatunnilin á
fundinum fekk greitt at
vita, hvar vit halda um
prísin. Men leiðslan vardi
sína avgerð, og tí meti eg
ikki, at vit í dag eru komin
nærri eini loysn, so prísur-
in kann broytast, staðfestir
Jóanis Nielsen.
Sjálvur heldur Fólka-
flokstingmaðurin úr Vág-
um, at allir flokkar áttu at
biðið um fund við leiðsl-
una fyri P/F Vágatunnilin
fyri á tann hátt at royna at
ávirka leiðsluna at endur-
skoða sína avgerð um áset-
an av prísi.
Biðið um fund
við løgmann
Jóanis Nielsen sigur, at
hann nú hevur biðið um
fund við Anfinn Kalls-
berg, løgmann, fyri at
finna út av, hvussu til ber
at koma víðari við máli-
num.
- Endamálið við at tosa
við løgmann er at fáa mál-
ið umrøtt í samgonguni, so
vit saman finna eina loysn
á, hvussu til ber at broyta
prísin fyri at koyra undir
Vestmannasund. Koma vit
ikki víðari við málinum í
samgonguni, so liggur eitt
uppskot frá mær sjálvum
og Marjus Dam klárt at
leggja fyri løgtingið, sigur
Jóanis Nielsen. Uppskotið
frá
vágatingmonnunum
snýr seg í stuttum um at
flyta raksturin av tunnli-
num úr P/F Vágatunnilin
yvir í landskassan, fyri
tann hátt at minka um út-
reiðslurnar hjá partafelag-
num.
Jóanis Nielsen sigur, at
málið hevur skund, tí ein
loysn skal finnast, áðrenn
tunnilin letur upp, tann
10.desember.
Skal inn at sita í 10 mánaðir
Úrslitaleysur fundur við P/F Vágatunnilin
- Koma vit ikki víðari við
málinum í samgonguni, so
liggur eitt uppskot frá mær
sjálvum og Marjus Dam
klárt at leggja fyri løgtingið,
sigur Jóanis Nielsen, ið hevur
biðið um fund við løgmann.
Ein uppgerð hjá Strandferðsl-
uni vísir, at higartil í ár hev-
ur stovnurin í meðal flutt
337 bilar aftur og fram um
Vestmannasund um dagin.
– Tað kann tykjast løgið, at
P/F Vágatunnilin ikki so
mikið sum hevur spurt eftir
okkara tølum, sigur Reidar
Nónfjall, stjóri á Strand-
ferðsluni
C
M
Y
K
7
6