hósdagur 21. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 224 - 21. november 2002
Nr. 224 - 21. november 2002
9
Fiski- og lívfrøðingar
rópa varskó. Um
vistfrøðiskipanin
uppførir seg, sum hon
plagar, so kann verða
stór niðurgongd í
fiskastovnunum
næstu árini. Gróður-
in, sum er grundar-
lagið fyri øllum lívi í
sjónum, er dottin
niður á sama botn-
støði, sum tá fiski-
vinnan kollsigldi
LÍV OG GRÓÐUR
Ingi Rasmussen
– Neyvt samband hevur
verið millum gróður og
framleiðslu av fiski á land-
grunninum. Nú er gróðurin
so lítil, at vit kunnu vænta,
at nógv minni kemur und-
an, og fiskurin verður rak,
sigur Eilif Gaard, havlív-
frøðingur.
– Um sambandið heldur
sær, soleiðis sum tað hevur
gjørt síðstu tólv árini, so
bendir alt á, at tað verður
ein ógvuslig minking í
nýggjum tonsum av fiski,
sum koma afturat, sigur
Petur Steingrund, fiskifrøð-
ingur.
Teir báðir hava neyvt
innlit í, hvussu gróðurin av
plantuæti
ávirkar,
hvat
kemur undan av fiski í
havinum kring Føroyar. Og
útltini eru alt annað enn
góð, soleiðis sum gongdin
hevur verið síðstu árini.
Gróður í botni
Kanningar, sum Eilif Gaard
hevur gjørt á Fiskirann-
sóknarstovuni síðstu tólv
árini vísa, at gróðurin á
landgrunninum er komin
heilt niður á sama støði
sum í 1990. Tá vóru nøkur
álvarslig rakár í føroysku
fiskivinnuni og harvið tjóð-
ini allari.
Gróðurin í føroyskum
sjógvi kemur oftast í apríl-
mai mánaði og heldur sær
vanliga til september. Nøk-
ur ár kemur gróðurin tíðliga
á árinum, onnur ár kemur
hann seinni. Nøkur ár er
nógvur gróður, onnur ár er
hann minni. Tað vísir seg,
at tá gróðurin kemur seint,
er lítið av gróðri.
Í byrjanini av 1990 var
sera lítil gróður, og gróður-
in kom eisini seint á árin-
um. Í fyrru helvt av 90-un-
um øktist gróðurin ár um
ár, og hann kom eisini fyrr
á árinum. Í 1996 minkaði
gróðurin niður í helvt, men
síðan øktist hann aftur nógv
í 2000 og 2001. Tá var um-
leið fimm ferðir meiri
gróður enn í 1990. Men í
2002 kom gróðurin seint á
árinum, og hann var óvan-
liga lágur – á sama støði
sum í 1990 og 1991.
Hetta er ein ógvuslig
minking,
ásannar
Eilif
Gaard,
havlívfrøðingur,
sum hevur staðið fyri kann-
ingini.
Neyvt samband
Neyvt samband er millum
gróðurin á landgrunninum
og fiskastovnarnar, vísa all-
ar royndir higartil.
– Tey árini, tá kanningar
eru gjørdar av gróðri, hevur
verið neyvt samband mill-
um gróður og framleiðslu
av fiski á landgrunninum,
staðfestir Eilif Gaard, hav-
lívfrøðingur.
Petur Steingrund, fiski-
frøðingur, vísir eisini á
greiða sambandið millum
fiskaframleiðslu og gróður-
framleiðslu. Í byrjanini av
1990 árunum var lítið til av
fiski, hann var rak og vaks
spakuliga. Hetta batnaði
nógv fram til 1996. Í 1997,
árið eftir at gróðurin mink-
aði, hevði fiskurin aftur
minni at eta. Síðan batnaði
skjótt aftur og seinastu 2 til
3 árini hevur hann havt
nógva føði. Nógvur fiskur
er komin undan, og hann
hevur vaksið væl.
Vánalig útlit
Spurningurin er so, hvussu
verður hjá fiskivinnuni
frameftir, nú gróðurfram-
leiðslan er í botni. Petur
Steingrund er óttafullur.
– Vit vita ikki, hvussu
verður
við
gróðrinum
næsta ár. Men heldur
mynstrið sær, so skuldi tú
trúð, at talið av tonsum,
sum koma afturat árini
2003 og 2004, verður lágt,
sigur Petur Steingrund.
Støðan er ikki hættislig
fyri fiskivinnuna beint nú, tí
so nógv er til av fiski. Fiski-
frøðingurin sammetir tað
við eina kontu í bankanum.
– Í løtuni er nógv á kont-
uni, men tað kemur onki
inn á hana. Gongur tað,
sum vit higartil hava sæð,
so ganga nøkur ár, har lítið
kemur inn aftur á kontuna –
og so ræður um, ikki at
brúka ov nógv, sigur hann.
Eilif Gaard vísir á, at
mynstrið higartil hevur
verið, at gróðurin skrambl-
ar niður á botn, tá hann
lækkar, men byggir seg
spakuliga upp, tá hann
økist.
Um
tað
verður
gongdin aftur hesaferð, so
ganga nøkur ár, áðrenn
gróðurin av plantuæti, sum
alt lív í sjónum er treytað
av, hevur bygt seg uppaftur.
Fiskivinnan siglir vandasjógv
Føðiketur í sjónum. Grundarlagið undir øllum lívi er gróðurin
av plantuæti.
Gróðurin í sjónum er komin niður á sama støði sum í 1990, og
so eru vánalig útlit hjá fiskinum at vaksa og nørast
Slánar
spøkja
Óvanliga nógvur toskur
er at fáa inni undir landi
fyri tíðina. Slánar kalla
vit teir, tí teir eru stórir
og rak. Og teir staðfesta
úrslitini av kanningini
hjá Fiskirannsóknarstov-
uni um gróðurin í sjón-
um.
Slánarnir vísa okkum,
at fiskurin kemur undir
land at finna sær føði.
Og tað ger hann, tí onki
er eftir at eta á land-
grunninum.
Hetta er ikki gott tekin
fyri fiskvinnuna, tí vit
fáa onki gjørt fyri at
broytt gróðurin.
Veiðiorkan er stór, so
skjótt er at fiska tað,
sum er, samstundis sum
lítið kemur undan.
Tað er bara eitt at gera,
halda lív- og fiskifrøð-
ingarnir, og tað er minka
um
veiðiorkuna,
so
fiskivinnan
sleppur
undan teimum stóru
sveiggjunum. Men tað
er ein politiskur spurn-
ingur.
-ir
Petur Steingrund, fiskifrøðingur, og Eilif Gaard, havlívfrøðingur, staðfesta eitt greitt samband millum gróður í sjónum og tilgongd
av fiski. Tað sær ikki gott út fyri fiskivinnuna
Sosialurin skrivaði
herfyri um eitt
telduspæl, Xplore,
sum er um oljuleit-
ing, har næmingar á
miðnámsskúlunum
kappast um at finna
olju. Nú eru innleið-
andi umførini av, og
fimm bólkar eru eftir
av teimum 66, sum
byrjaðu. Finalan
verður 29. november
OLJUSPÆL
Solby A. Eliasen
Næmingar á Tekniska skúla
í Klaksvík hava eisini lut-
tikið í hesi kappingini. Og
tað var ein bólkur frá teim-
um, sum endaði ovast í
stigum nú bert finalan er
eftir. Teir, ið manna henda
bólkin eru: Hallur Joensen,
Rói Jacobsen og Gunnleiv-
ur Biskopstø. Teir ganga
allir á HT 2.
– Vit fingu at vita, at um
allur flokkurin teknaði seg
til kappingina, so fóru tím-
ar at verða settir av tíma-
talvuni til kappingina. Men
um vit meldaðu til sum ein-
staklingar, so mátti vit lut-
taka uttan fyri skúlatíðina,
greiða teir frá og leggja so
skemtandi afturat, at teir
harvið vórðu noyddir at
luttaka, tí tað var ein floks-
samtykt.
Men tað kunnu teir trígg-
ir so fegnast um í dag, tí teir
eru komnir víðari í final-
una, sum besti bólkur við
1.609 ROI. Tað merkir ret-
urn on investment ella mest
vunnið fyri hvørja brúkta
krónu. Og sum skilst so er
hetta eitt rættiliga gott úr-
slit, sum teir hava arbeitt
seg fram til.
– Um spælið var veru-
leiki, so høvdu vit verið
ríkir í dag, siga teir tríggir
og flenna.
Teir duga ikki at siga, um
peningurin, sum teir hava
havt til taks at arbeiða við
samsvarar við veruleikan,
men alt hitt, sum hevur við
spælið at gera samsvarar
avbera væl.
– Um vit ikki luttóku í
hesum spælinum, so høvdu
vit ikki vitað ein brotpart av
tí, sum vit nú vita um olju-
vinnuna, eru teir allir á
einum máli um.
Og tað er nevniliga enda-
málið við hesum spælinum.
At læra ungdóm í Føroyum
meira um oljuleiting og
vinnuna sum heild. Tað
halda teir tríggir er eydnast
fyrireikarunum til fulnar.
Xplore
Spælið byrjaði 4. november
og hildið varð fram í tvær
vikur til finalistarnir vóru
funnir. Teir tríggir greiða
frá, at tað vóru trý útbjóð-
ingarumfør og so ráddi um
at bjóða rætt og hægst. Teir
vísa eina plátu, sum er býtt
upp í smáar blokkar, sum
luttakararnir so bjóðaðu
uppá. Ikki fekst at vita, hvat
aðrir møguligir bjóðarar
høvdu bjóðað, so tí ráddi
um ikki at bjóða ov lágt.
Tann, ið átti hægsta boð
fekk so blokkin. Og so var
bara at fara í gongd við at
leita og vita, um nøkur olja
var.
Teir siga, at hetta spælið
eins væl og onnur spøl eis-
ini hevur nógv við hepni at
gera og vísa á, at teir vóru
sera hepnir í øðrum út-
bjóðingarumfari. Tá høvdu
teir bjóðað upp á tríggjar
blokkar, sum tað ikki eydn-
aðist teimum at fáa og tískil
bleiv ein blokkur tilvildar-
liga tillutaður teimum. Hes-
in blokkur vísti seg so, tá
farið varð at bora, at vera
fullur av olju.
Spurdir um tað er spenn-
andi at luttaka í einum tílík-
um spæli, siga teir, at longri
tað leið út á kappingina,
meiri spennandi bleiv tað.
– Serliga tað seinasta
korterið var spennandi, tí tá
lógu vit bert 0,5 prosent
frammanfyri nummar tvey.
Men teir funnu ikki nakað í
teirra blokki og so vunnu
vit at enda við umleið trim-
um prosentum, greiðir ein
teirra frá.
Teir siga, at teir høvdu
ikki trúð, at tað var so nógv
at vita, tá tað kemur til olju-
vinnuna, og teir fegnast
samstundis um, at teir hava
fingið henda møguleikan
til at ogna sær so nógva
vitan um hana.
– Hetta er ein fínur háttur
at læra okkum ungdómar, tí
um vit skuldu lisið okkum
til alt hetta, sum vit nú hava
lært, so hevði so gott sum
onki sitið eftir í høvdinum.
Tí ein lærir best við at
sleppa at royna seg sjálvur,
siga teir tríggir, sum eru
spentir til finaluna, sum
verður á skrivstovuni hjá
Agip fríggjadagin 29. nov-
embur, og tá hittast teir
fimm bólkarnir í stríðinum
um at gerast vinnari av
kappingini
og
15.000
krónum.
Finalistarnir til oljuspælið
Xplore funnir
Bólkarnir, sum fara
at kappast í
finaluni, eru:
Tekniski skúli í
Klaksvík
Hallur Joensen
Rói Jacobsen
Gunnleivur Biskopstø
Studentaskúlin og HF
skeiðið í Eysturoy
Sveinur Justinussen
Jaspur Højgaard
Hallur Simonsen
Rakul Mortensen
Súsanna K. Nielsen
Mary Højgaard
Føroya Handilsskúli,
Kambsdalur
Unn Laksá
Birgit Johannesen
Elsa Olsen
Absalon í Gerðum
Tekniski skúli í
Klaksvík
Hjalmar Andreassen
Helgi Hvannastein
Julius Biskopstø
Jógvan Gerðalíð
Hallur, Gunnleivur og Rói manna annan av bólkunum frá Tekniska skúla í Klaksvík, sum hevur ognað sær sess í finaluni í
Xplore spælinum
C
M
Y
K
9
8