Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 224 - 21. november 2002 Nr. 224 - 21. november 2002 11 Almenna tænastustøðið er støðugt lækkandi. Fyrr var tað so, at landsvegakervið var fíggjað yvir skatt og vegskatt. Soleiðis er eftir øllum at døma ikki longur. Undirsjóvartunnilin, ið kostar á leið tað sama sum Sumbiartunillin, skal partvíst fíggjast við brúkaragjaldi. Brúkaragjald er sera ringt at fáast við, tí hvat er rímiligt? Hví er tað júst ein triðingur, ið skal fíggjast við brúkaragjaldi og ikki helvtin ella ein fimtingur? Øll konstellatiónin við at lánifíggja almennar íløgur uttan at hesar lánibyrðar figurera á landskassarokn- skapinum er sera ivasom. Hetta hava vit gjørt vart við oftani áður. Hóast talan er um eitt partafelag, so vita vit, hvør kemur at standa við endan, um kredit- orar vilja hava pant í tunlinum. Á hesum stað vóru vit hart ímóti stovnanini av P/F Vágatunnilinum, tá annlegslógin var løgd fyri tingið og mæltu til, at Landsverkfrøðingurin tók sær av hesum arbeiði, eins og teir hava gjørt við øðrum tunlum gjøgnum nógv ár. Tey, sum fylgdu málinum nær, minnast, at Heini O Heinesen úr Tjóðveldis- flokkinum var ein av teimum, ið var heldur skeptiskur um partafelagskonstellatiónina, men sum við so nógvum øðrum hjá sitandi samgongu, so trumfaði Fólkaflokkurin sín vilja ígjøgnum. Fólkafloksveljarar í Vágum hava ongan annan enn seg sjálvan at takka fyri príslepan, ið gjaldast skal fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, og tí er tað løgið at síggja, at Jóanis Nielsen leikar í fyri at fáa prísin niður. Hann kundi bara havt lurtað eftir samgongufelaganum Heina O Heinesen. Brúkaragjald fyri almennar vegir brýtir við solidar- iska fíggingarprinsippið, ið landsvegir hava verið grundaðir á. Vil man broyta hetta í Føroyum, so eig- ur brúkaragjald at merkja lægri skatt ella lægri veg- skatt. Tað er órímiligt at gjalda líka nógvan skatt við brúkaragjaldi, sum uttan brúkaragjaldi. Annaðhvørt ikki bæði. Farsan tykist fullkomin, tá man nú hoyrir, at politik- arar ikki skulu blanda seg í, hvat tað skal kosta tvørt- urum Vestmannasund. Um man heldur sum Fólka- flokkurin, at hetta skal sammetast við eitt vinnuligt projekt, har raksturin skal bera seg, so er tað kanska løgið, at politikarar blanda seg, men um man hevur eitt politiskt sjónarmið, ið sigur, at almennar ann- legsíløgur skulu stýrast av ti almenna og ikki einari pseudo-privatari nevnd, so er einki løgið í tí. Tað, ið øll allarhelst eru samd um, óansæð um tey eru fyri partafelagsforminum og brúkaragjaldi ella ikki, er at um politikarnir nú fara at avgera prísin, so er alt konseptið við partafelag og nevnd fallerað. So er spurningurin bert, um ein gerst vónbrotin ella ikki. DAGSINS MEINING Sosialurin Annaðhvørt - ikki bæði VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Síðsta orðið neyvan sagt Klæmint Olsen umboðsnevndarlimur Hans Tausen Olsen, for- maður í umboðsnevnd SEV’s, hevur gjørt semju við stýri og stjóra. HTO tykist nøgdur, men hvat sigur umboðsnevndin sjálv? Eingin ivi er um, at HTO hevur skyldu til alt fyri eitt at kalla umboðsnevndina saman. Viðtøkur SEV’s heimila ikki formanninum einsamøllum at taka av- gerðir ella gera semjur utt- an um umboðsnevndina. Ein og hvør formaður eigur at tryggja sær undirtøku frá nevndini. Í fyrstu atløgu er spurn- ingurin tó, um talan yvir- høvur er um eitt umboðs- nevndarmál. Í 1998 eydn- aðist tað nevniliga leiðsluni - eftir tógvið stríð - at fáa broytt viðtøkurnar. Um- boðsnevndin gekk sjálv- boðin við til at skerja sín myndugleika. Í dag kann leiðslan t.d. keypa og selja fasta ogn uttan góðkenning frá umboðsnevndini. Men eisini ein onnur viðtøku- broyting varð gjørd. Fram- yvir skuldi tað ikki longur vera umboðsnevndin, sum skuldi áseta setanartreytir og reglugerðir hjá stjóran- um, men stýrið sjálvt. Hetta mál tykist júst at snúgva seg um viðurskifti stjórans. Hinvegin hevur HTO í fjølmiðlunum orðað seg í hvøssum vendingum, m.a. hevur hann tosað um skeiv- ar mannagongdir og heim- ildarloysi. Og tá koma aðrar greinar í viðtøkunum uppá tal. Umboðsnevndin er fram- vegis hægsti myndugleiki SEV’s. Tað er umboðs- nevndin, ið velur stýrið, og kann hon sjálvsagt skifta stýrið út, um neyðugt. Sama er galdandi fyri um- boðsnevndarformannin. Eisini er tað umboðsnevnd- in, ið setur stjóran í og úr starvi. Um umboðsnevndin er ónøgd við stjóran, ber henni sostatt til at loysa hann úr starvinum. Hetta ljóðar sjálvsagt alt sera álvarsamt, men hvussu ið víkir ella vendir, so sleppur umboðsnevndin ikki uttanum, at tað er hon sjálv, ið skal ansa eftir, at lógir, semjur og viðtøkur verða fylgdar. Soleiðis stendur í viðtøkum SEV’s. Okkurt bendir á, at so er ikki í hesum føri, ta ið um- boðsnevndarformaðurin málber seg soleiðis. Sum helst stórur partur av Føroya fólki kenni eg meg ikki nóg vitandi um um- støðurnar í hesum máli. Satt at siga veit eg ikki meir enn øll onnur. Kortini áliggur tað mær saman við hinum umboðsnevndarlimunum at síggja til, at alt fer rætt fram, bæði tá ið tað snýr seg um leiklutin hjá stjóranum, stýrinum og umboðsnevnd- arformanninum. Eg mæli tí harðliga til, at umboðsnevndin verður kallað saman við einari dagsskrá, sum tryggjar, at neyðugar avgerðir kunnu takast. klamint@kallnet.fo Oddfríður Marni Rasmussen Carl Johan Jensen, rithøv- undur og ummælari, um- mælti yrkingasavnið hjá mær »Kvørkringar« í Fregnum fyri einari viku síðani. Tað, sum hann hug- nemur um savnið, fari eg ikki at leggja meg útí. Hann kann meina tað sum hann vil, eg taki tað ikki fyri fult ei heldur tungt, men tað er hvussu hann framber tað bókmentaliga rákið, at hann fer so dundrandi skeivur. Eg veit ikki, hvar CJJ hevur fingið allar upp- lýsingarnar, men eg veit, at hann hevur onkrar úr einari bók, eg lænti honum fyri tveimum árum síðani um teir amerikonsku Lanuage poetarnar, og sum eg ikki havi fingið aftur enn (vón- andi fái eg hana skjótt). Stórur partur av amerik- anska lyrikkinum, ella skaldskapinum, hevur ikki verið og er ikki ein ring- gongd um tungumálið. Stórur partur av amerik- anska lyrikkinum, er bein- leiðis ættaður úr fronskum lyrikki, og ikki úr tí partin- um av fronskum lyrikki, sum er um mál. Eg var í San Francisco í 1999, og har hitti eg Michael Palmer, hann vil undir ongum um- støðum setast í samband við The Language Scool of Poetry, og sjálvur haldi eg, at hann hellur meiri til franskar bókmentir enn nakað annað. John Asbery er ikki ein sokallaður languagepoet. Hann hoyrir til tað, sum bókmentafrøðingar kalla The New York Scool og Poetry. Tað er tann skúlin, sum Ron Padgett (tað er hann, sum var á Listastevn- uni í ár) sigst at skula hoyra til - sjálvt um hann heldur ikki vil hoyra til nakran skúla sum so. Tað sum eyðkennir hesi bæði yrkingasløgini er, at nærum allir rithøvundarnir hava tætt samband við Frakland. Nógvir hava búð har í fleiri ár, sum til dømis John Ashbery, Ron Padgett og Michael Palmer. Bókmentafrøðingar hava tað fyri at seta alt í bás, annars er ógjørligt hjá teimum at skilja tey ymisku rákini frá hvørjum øðrum. Teir gerast málleysir, um teir ikki hava ein knaka at heingja rákini úppá. Tað er tí sera óheppið, um hesir yrkjarar verða hongdir uppá skeivan knaka. Og víðari sigur CJJ, at Per Højholt og Søren Ulrik Thomsen eru av sama hug- burði til mál og merkingar- skapan. Per Højholt viður- kennir sjálvur, at hann er nógv inspireraður av fronskum bókmentum, eitt nú Stéphane Mallarmé og Charles Baudilaire, meðan SUT er ein ganska gemen- ur sentrallyrikkari, sum ikki er verdur at taka uppá tungu í hesum sambandi. Eisini haldi eg, at CJJ átti at skrivað so, at fólk skilja tað, sum stendur at lesa. Føroyar eru helst einasta land í heiminum, har tú situr og lesur eitt vikublað, skrivað á móðurmálinum, við orðabók í hendi, fyri at skilja tað sum har stendur. Ein leiðbeining til Carl Johan Jensen Bergur Rasmussen ummælir leik nummar 70 hjá 25 ára gomlu GRÍMU - LIST eftir Yasminu Reza Leikhúsið Gríma hevur gjørt tað enn einaferð! - Sett leik upp, sum brýtur gomul tabu, og fær áskoð- aran at kenna veruleikan og seg sjálvan betur. LIST er leikurin, og leik- urin er LIST, og nú eru tey farin undir tær seinastu sýningarnar. LIST, Ginu Søgur … Meðan konufólkini Birita, Kristina og Gunnvá í Leikhúsinum Gríma fara ginandi um landið alt við tí eftir øllum at døma sera tiltrongda javnstøðu mani- festinum, hava mannfólkini Hans, Bárður og Kári niðarlaga í Tróndargøtu trengri kor, tí her traðka ongar krimpurumpur al- ment fram og hótta við at skerja játtanir og at fremja sensur, hóast bæði lygnin og tøgnin eru millum evnini í leikinum. Ella kanska er tað nevnliga tí, ein leikur sum LIST ikki fær ta uppmerksomheit, hann so sanniliga hevur uppiborið í tí føroyska kjakinum. Spell tí meistarliga væl spældi leikurin LIST hevur so sanniliga nakað at siga okkum, tá ið tann reina vreiðin, tað sleikjandi snobbaríið og støðuleysa behagisjúkan bresta saman rundan um tann hvítgrund- aða, hvíta málningin við teimum hvítu tvørstrípun- um. Tað er okkara hykl, ið verður útstillað, og tað, vit royna at billa øðrum (og okkum sjálvum) inn, verð- ur avdúkað, sum tað tað er, nevnliga innantómt gykl. …og tabu-brot í 25 ár Tað eru í hesum døgum 25 ár síðan, at Gríma ferðaðist kring oyggjarnar við fyrsta leikverki sínum ’í einum gomlum oksablóðlittum "rugbreyði"’, sum skrivað stendur í leikskránni, ið við síni beru permu leiðir tank- arnar aftur á Hvítu Plátuna. Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, hvussu tað hevði riggað, um Gríma hevði brúkt hesa permuna á teimum plakatum, sum hanga ymsastaðni í Havn- ini. Hevði ein stór hvít plakat við innsiglinum ’LIST’ ikki kunna vakt áhugan og stimbrað for- vitnið hjá fólki, og á tann hátt fingið fleiri at leita sær í Leikhúsið? Veit ikki, um tað hevði brotið niður nøkur tabu aftrat í landinum, men uppseting nummar 70 hjá Grímu hevði um ikki annað fingið ta eyka umtaluna, sum kanska skal til í hesum so inntrykksfullu tíðum. Tað er jú líka nógv tað, sum ikki verður sagt, sum hevur týdning, tá ið vit peila okkum inn á hvønn annan, sum alt tað vit rópa eftir hvørjum øðrum í ill- sinni. Har er ein farri av … LORTI Serge hevur keypt ein heilt fantastiskan málning! Hann er hvítur! - Krita hvítur, og tó, tí í tí hvíta eru nakrar hvítar strípur, um tú gert tær ómak at hyggja og kanska er ein farri av øðrum litbragdum … Marc heldur málningin vera nakað helvitis LORT! - Og tað, at hann kostaði 200.000 frankar ger tað absolutt ikki betur. Yvan fær ikki ordiliga tikið støðu, men hann skal jú eisini giftast nokkso skjótt … Tað er eyðsæð! Nógv stendur uppá spæl. Marc hevur sært kenslur- nar hjá Serge, og Yvan er sum so samdur, men einans tá ið teir eru tveireinir, tí Serge er slett ikki so galin, og hvat so ’viss tað kann gleða hann!’. Men slíkt uttanumtos hóvar als ikki Marc, ið heldur, at rættir vinir eisini hava rætt til at kritisera hvønn annan. Og Serge, sum er sera errin av keypinum (og hevur brúkt eina øgiliga rúgvu av pengum upp á tað), hevur ilt við at góðtaka, at Marc kanska hevur rætt, so hann leitar sær stuðul hjá Yvan, ið er somikið ósikkur uppá seg sjálvan, at hann gongur til terapi. Og tá ið Yvan eisini skjótt skal giftast við einari eftir øllum at døma sannari britu, so hevur hann kanska meiri brúk fyri vinum sínum nú enn nakrantíð. 15 ára long vinarbond eru í vanda, tá ið nýmótans LIST stendur fyri skotum. Skemtileikur - og so einki meir? Vit hava hoyrt lýsingarnar. - ’Skemtileikurin LIST verður framførdur í Gamla Meiarínum’, og jú leikurin er so sanniliga skemtiligur. - Men, hann er eisini so nógv annað!! LIST er meistarliga væl spældur. - Man trýr uppá persónarnar Marc, Serge og Yvan, og tað samanspæl og mótspæl vinir, sum hava kenst í ein mansaldur, geva hvør øðrum, tá ið ein teirra fer og ger nakað so raplandi sinnsjúkt, sum at keypa eitt hvítt lorift fyri eina hálva millión. LIST er eisini ein stutt- ligur leikur. - Marc er farin at vitja vinmannin Serge, sum sera stoltur vísir fram dýrabæra fongin. Ein ektaður Andréaux! O.u. 160 ganga 120. Hvítur! - Long, long, long gransk- andi tøgn, vónrík tøgn. Marc veit ikki hvussu hann skal fóta sær, og Serge stendur og trippar av berum spenningi ... - Dýrur?! - 200.000 ! Ella hin pallmyndin, tá ið teir báðir høvuðkambarnir eru um at leypa í krovi hvør á øðrum, meðan teir bíða eftir forsinkaða Yvan, sum so endiliga kemur við síni líðilsissøgu um giftarmál, svigermammu, skildum foreldrum, sum ikki orka gronina hvør á øðrum best lýst við orðunum hjá mammuni um pápan: ‚sum eg ikki hevði roknað við at vísa meg fyri við mínum undirhøkum og dellum aftur.’ Og so hjartasuffið: ‚Eg eri lætnaður fýra kilo av berari stúran og kúran.’ Jú, sanniliga er talan um skemt! Men LIST er harumframt ein tankavekjandi leikur - Hvussu langt eru vit til reiðar at fara, tá ið vit skulu løna onkrum tað aftur, sum hevur sært okkara kenslur? Samkenslan áskoðarin úti í salinum hevur við ymisku leiklutunum skiftir, sum leikur fer. Ta einu løtuna er Marc tann aggressivi, sum ikki hevur uppiborið sam- huga okkara, tí hann tramp- ar á kenslurnar hjá Serge. Ta næstu er grenjið hjá Yvan so mikið útpenslað, at tú hevur hug at ilskast inn á hann: Bara tað, at tú ert her fær Marc og meg at skræða hvønn annan sundur! LIST er í hvussu er ein kensluborin leikur. - Teir tríggir vinmenninir Serge, Marc og Yvan noyðast at gera upp við seg sjálvar, hvat telur mest: Prinsippið um óplettaða æru, ella sambandið millum menn- iskju gjøgnum ein mans- aldur. Mundi ikki onkur eygna- krókur úti í salinum kenn- ast vátur, tá ið olivin- skálirnar komu á borðið? Og tað seinasta steinhjartað blotnaði helst, tá ið bláa tusjin varð havd á lofti. Um so LIST er ein lukku- ligur leikur, má vera upp til hvønn einstakan at meta um, sum í hesum døgum leitar sær í tað einasta, vit eiga, sum minnir um eitt Tjóðarleikhús. Eg rokni í hvussu er ikki við, at nakar fer út aftur haðani uttan at hava fingið nakað at hugsa um. Markn- aðar- dagur á Fossá- nesi MARKNAÐAR- DAGUR Tíðindaskriv Leygardagin verður marknaðardagur á Skúlanum á Fossá- nesi. Tað eru sættu og sjeynduflokkarnir sum saman við for- eldrum og lærarum, ið skipa fyri. Á skránni verða m. a. loppumarknaður, fiskibrunnur, bóltkast, tombola, kaffisø.la og 16 ymiskir sølubásar. Eisini fara musikk- skúlanæmingar á Fossánesi at hava tón- leikaframførslu. Seinasta ár varð eisini skipað fyri marknaðardegi, og var hetta tiltak sera væl eydnað, og nógv fólk vitjaðu. Tey á Fossánesi vóna, at undirtøkan verður eins góð í ár. Tiltøkini bryja kl 14 og enda kl. 21 – tó byrjar tombola kl. 15. Nakað heilt fantastiskt … LORT! … viss tað kann gleða hann … Mynd úr leikinum C M Y K 11 10