Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað hevur leingi ligið í luftini, og týskvøldið skrivaðu KÍ og Jan Joensen sáttmála, sum inniber, at Jan verður leikandi venj- ari komandi árið. Afturat sær hevur hann ein annan KÍ- veteran, Olgar Joensen KÍ-VENJARIN Jákup Mørk Jóhan Nielsen, Ioan Geol- gau, Jákup Mikkelsen. Hetta eru bert nøkur av teimum nøvnum, sum hava verið sett upp sum møgu- ligir KÍ-venjarar, síðani Kurt Mørkøre stutt undan kappingarloki boðaði frá, at hann flutti til Noregs eftir kappingina. Olgar skal hjálpa Seinastu tíðina hevur tað tó verið alt meira greitt, at venjarin helst fór at gerast Jan Joensen, og týskvøldið varð so endaliga avtalan undirskrivað. At hetta hevur tikið so- mikið langa tíð, kemst einamest av, at bæði KÍ og Jan vildu hava, at øll formligu viðurskiftini kring venjarasessin vóru í lagi. At hjálparvenjararnir vóru settir og so framvegis. Loysnin til hetta seinasta er nú, at Olgar Danielsen verður hjálparvenjari hjá Jan. Olgar er eins og Jan ein av sonnu veteranunum í felagnum, har hann síðani einaferð í 80’unum hevur verið millum málsóknastu leikararnir í felagnum, og tó at talan ikki longur er um spæl í bestu deildini, so hjálptu mál hansara væl til, tá tilveran hjá teimum næst bestu skuldi bjargast í ár. Gleðir seg Og at tað er ein spentur venjari, sum nú er settur at taka við ábyrgdini, er einki at ivast í. - Hetta er ein risa stór uppgáva hjá mær. Men samstundis er hetta ein avbjóðing, sum er eri sera spentur upp á at fara undir, var fyrsta viðmkergingin, tá vit mikumorgunin fingu orðið á Jan Joensen. Royndir hevur hann ong- ar sum venjari, men longu nú er hann farin í holt við at fyrireika seg. Hetta verður millum annað gjørt við eini danmarkarferð komandi vikuna, har hann fer at fylgja venjingunum hjá FCK, og annars verður tað kanska mest gjørt við at fyrireika seg sjálvan. - Tað er jú einki at ivast í, at tað verður heilt øðrvísi hjá mær, nú eg skal verða venjari. Eg havi jú í fleiri ár verið ein partur av leikara- hópinum, og eg ætli mær so ikki, at gloppið millum venjarar og leikarar skal gerast ov stórt. Fyrst og fremst rokni eg við, at eg má royna at vera erligur og opin, og so er bara at vóna, at leikararnir skilja tær avgerðir, sum eg taki. Tað eru jú bara ellivu, sum kunnu vera á vøllinum í senn, og tað kann vera, at eg havi ein trupulleika, tá onkur skal setast á beinkin. Og at hann hevur ein góðan hóp at arbeiða við, er Jan Joensen als ikki í iva um. - Enn eru onkur ivamál. Hjalgrím Elttør kom upp á pláss í gjár, men enn er ikki víst, hvussu verður við Heðin á Lakjuni og Mein- hardt Joensen. Allan Mørk- øre verður helst í Havn komandi árið, og so hava vit fingið Arnold Joensen og Fríðin Ziskason aftur, so alt í alt ivist eg ikki í, at vit hava ein góðan hóp. - Har eru fleiri ungir evnaríkir leikarar, og so eisini nakrir meira royndir, og fáa vit alt at rigga, so ivist eg ikki í, at vit kunnu koma heilt langt. Og tað er so avgjørt nakað, sum eg eisini eri fegin um. At sleppa at venja eitt lið, sum kann røkka nøkrum málum. Allir gera sítt besta Um ætlanir sínar annars við liðnum, sigur Jan, at talan helst ikki verður um nakrar kollveltandi broytingar. - Nú havi eg sjálvandi tann fyrimunin, at eg kenni einstøku leikararnar, so eg veit, hvat teir standa fyri og megna. Kanska kundi eg hugsað mær, at KÍ framyvir spældi betri fótbólt. Ikki tí at vit hava spælt illa, men sjálvur kundi eg hugsað mær, at talan í størri mun var um kombinatiónsspæl niðan eftir vøllinum, og tað má eg so arbeiða við. Men annars dugi eg í løtuni ikki at siga nakrar serligar broytingar. - Eg ætli mær snøgt sagt at gera mítt besta, og eg ivist ikki í, at leikararnir standa aftan fyri meg í hesum, tí vit vilja jú allir gera tað besta vit kunnu fyri felagið. Tað er jú í veruleikanum tað, sum tað snýr seg um, sigur nýggi KÍ-venjarin at enda. Nr. 224 • hósdagur • 21. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Jón Rói Jacobsen var á vøllinum allar 120 minuttirnar, tá hjá eykaliðið hjá Brøndby eftur brotssparkskappin g mátti lúta fyri FMC DANMARK Jákup Mørk Finaludysturin í donsku kappingini fyri eykalið varð leiktur týskvøldið, tá Brøndby spældi ímóti FC Midtjylland. Hetta var onnur ferð- in, at Jón Rói Jacobsen hevði møguleika at royna seg í dystin, síðani hann kom til danska stórfelagið, og eins og seinast, so var føroyski landsliðsleikarin við frá fyrsta bríksli. Tveittu alt burtur Og leingi var líkt til, at Jón Rói eftir bert tveir dystir skuldi ogna sær fyrsta gullmerkið í gulu troyggjuni. Brøndby sat á dystinum frá fyrsta bríksli, og longu eftir hálvum tíma vóru teir tvey mál framman fyri. Rafal Miznik og Thom- as Lindrup skutu málini. Á tímanum eydnaðist tó brádliga FCM at skjóta tvey mál innan tveir minuttir, men tá Peter Foldgast lítla løtu seinni legði Brøndby á odda aftur, roknaðu tey flestu við, at avgerðin var follin. Jútlendingar- nir stríddust tó manni- liga, og fimm minuttir fyri leiklok eydnaðist teimum at javna. Hetta gjørdi tað neyð- ugt við umdysti, og tá einki mál kom í hesum, stóð brotssparkskapping á skránni. Her misnýttu Thomas Lindrup og Thomas Hansen tær báðar fyrstu royndirnar hjá Brøndby, og tá so FCM skoraði upp á fýra av sínum fimm roynd- um, stóð greitt, at gullið fór til Jútlands. Brøndby tapti finaluna Jan verður KÍ-venjari Jan Joensen og KÍ skrivaðu týskvøldið undir venjarasáttmála fyri komandi árið. Samstundis gjørdist eisini greitt, at Hjalgrím Elttør aftur verður at síggja í bláa KÍ-búnanum komandi ár Mynd: Solby Eliasen C M Y K 12 Nr. 224 - 21. november 2002 13 Nervaserfrøðingatænastan er vanrøkt – Vandi er fyri, at vit um stutta tíð als ong- an neurolog hava, sigur løgtingskvinn- an, Charlotta á Váli Olsen, sum hevur reist ein skrivligan fyrispurning á tingi um neurologtænast- una HEILSUVERKIÐ Vilmund Jacobsen Charlotta á Váli Olsen, sum í løtuni umboðar Miðflokk- in á tingi, hevur sett lands- stýrismanninum, Bill Just- inussen, ein skrivligan fyri- spurning um neurologtæn- astuna í Føroyum. Løgtingsmaðurin spyr í stuttum, hvussu landsstýr- ismaðurin ætlar at tryggja, at neurologtænastan í Før- oyum gerst nøktandi? Ikki nøktandi Í viðmerkingum sínum til fyrispurningin, sigur Char- lotta, at í løtuni er einki normerað neurologstarv í føroyska heilsuverkinum. Einasti neurologurin, ið er tengdur at heilsuverkinum, starvast privat og kann í grundini lata viðtaluhølini aftur, tá/ ella um hann vil. – Samanbera vit okkum við grannalondini, skuldu vit havt 3 nervaserfrøðingar í Føroyum, sigur løgtings- maðurin. Hon vísir á, at fleiri og fleiri sjúklingar og avvarð- andi eru ónøgd við støðuna, tí hjálpin í dag er ikki nøkt- andi, og bíðtíðin er long. Í fyrispurninginum greiðir Charlotta frá starvs- økinum hjá einum nerva- serfrøðingi. 1) Apoplexi: Um 100 nýggir tilburðir hvørt ár. Einir 200 sjúklingar hava eftirfylgjur av apoplexi. 2) Epilepsi: Tað eru um- leið 350 epilepsisjúklingar í Føroyum. 3) Parkinson: Í Føroyun finnast um 100 parkinson sjúklingar. 4) Sclerosa: Sum nú er, fara 5 sjúklingar 3 ferðir um árið til Danmarkar. Hetta kostar samfelagnum 2 milj. kr. um árið. 5) Tortocollis: Her hava vit 10 sjúklingarnir, sum mugu til Danmarkar 4 ferð- ir um árið. 6) Høvuðpína: 10 % av fólkinum í Føroyum líða av høvuðpínu av ymiskum slagi, sum skal kannast av nervaserfrøðingi. 7) Sjúkueyðkenni: Ein rúgva av sjúkueyðkennum eru, sum í fleiri førum hoyra undir aðrar sjúku- bólkar, men tó mugu kann- ast av nervaserfrøðingi. Hvat vantar? Charlotta vísir á, at tað, sum vantar í Føroyum til tess at fáa eina nøktandi neurologtænastu, er 1) ein tilbúgving – ella ein mót- tøka, har sjúklingar kunnu venda sær við spurningum, 2) ein apoplexideild, har sjúklingar kunnu vera í tryggum hondum hjá út- búnum fólki, og 3) ein habiliteringsdeild, har sjúk- lingar kunnu koma til upp- venjingar eftir heilabløð- ing, blóðtøpp ella aðrar heilaskaðar. – Hjá teimum sjúkling- um, sum hava brúk fyri ein- um nervaserfrøðingi, er støðan í dag ótrygg. Sum er, fæst ikki fatur á neuro- logi, tá brúk er fyri honum, tí hesin er ikki til taks. Charlotta á Váli Olsen er ikki í iva um, at nervaser- frøðingatænastan í Føroy- um er vanrøkt, og vandi er fyri, at vit um stutta tíð als ongan neurolog hava. – Hjá teimum sjúklingum, sum hava brúk fyri einum nervaserfrøðingi, er støðan í dag ótrygg, sigur Charlotta á Váli Olsen, løgtingskvinna. – Á sjóvinnuøkinum eru flest øll málsøkir longu yvirtikin sum føroysk sermál. Yvir- tøkurnar, sum nú verða fyrireikaðar, fevna sostatt um tey sjóvinnumál, ið enn ikki eru staðfest sum yvirtikin føroysk sermál, eitt nú sjólóg- in og loðslógin, sigur Fiskimálastýrið YVIRTØKUR Vilmund Jacobsen Landsstýrismaðurin í fiski- og sjóvinnumálum, Jørgen Niclasen, hevur vent sær til danska verjumálaráðharr- an, Svend Aage Jensby, um yvirtøku av málsøkjunum, vitaverk og uppmerking. Eisini hevur hann vent sær til innanríkis-og heilsu- málaráðharran, Lars Løkke Rasmussen, um yvirtøku av málsøkinum, tilbúgving. Í triðja lagi hevur landsstýr- ismaðurin vent sær til danska fíggjar-og vinnu- málaráðharran, Bendt Bendtsen, um yvirtøku av øðrum sjóvinnumálum. – Við hesum byrja fyri- reikingarnar til yvirtøku av nøkrum málsøkjum, sum landsstýrismaðurin varðar av, samsvarandi ætlanini hjá samgonguni. Hetta er eisini sambært semju og felags fráboðanini frá løg- manni og forsætismálaráð- harranum, 14. januar 2002. Í hesi fráboðan verður sagt, at semja er millum partar- nar um at byrja fyrireiking- arnar til yvirtøku av teim- um málum, ið ikki standa á lista A ella B í heimastýris- lógini. Loranstøðin dagliga raksturin Fiskimálastýrið upplýsir, at vitaverkið í Føroyum verð- ur umsitið av Farvandsvæs- enet, sum er stovnur undir danska verjumálaráðnum, ið hevur til uppgávu at tryggja sigling á donskum, føroyskum og grønlendsk- um havleiðum. Í Føroyum rekur stovnurin loranstøð- ina á Eiði, eina radiona- vigatiónsstøð (GDPS), 3 stórar og 24 smærri vitar umframt 3 radiovitar. Virk- semið í Føroyum er skipað undir Farvandssikringsaf- delingen í Keypmanna- havn, meðan dagligi rakst- urin verður fyriskipaður av loranstøðini á Eiði. – Umframt vitatænast- una, hevur Farvandsvæsen- et eisini ábyrgd av at merkja siglingarleiðir, um- framt ábyrgd av vitalist- anum og kunngerðum í "Efterretninger for søfar- ende" og av broytingum av avmerkingum v.m. Far- vandsvæsenet hevur somu- leiðis ábyrgd av sjókortum yvir føroyskar havleiðir, ið verða gjørd av Kort- og Matrikelstyrelsen í Danmark. Sjólógin og loðslógin Fiskimálastýrið upplýsir, at málsøkið, tilbúgving, verð- ur í dag lutvíst umsitið av føroyskum myndugleikum, eins og partar av tilbúgv- ingarøkinum eru yvirtikin føroysk sermál, t.d. sjótil- búgvingin og brunatilbúgv- ingin. – Yvirtøkan, sum nú verður fyrireikað, fevnir um øll tey tilbúgvingarmál, ið enn ikki eru staðfest sum yvirtikin føroysk sermál soleiðis, at føroyskir myndugleikar fáa myndug- leikan til at skipa alt til- búgvingarøkið. At enda sigur Fiskimála- stýrið, at flest øll málsøkir á sjóvinnuøkinum eru longu yvirtikin sum før- oysk sermál, og fevna yvir- tøkurnar sostatt um øll tey sjóvinnumál, ið enn ikki eru staðfest sum yvirtikin føroysk sermál, eitt nú sjó- lógin og loðslógin. Jørgen Niclasen í yvirtøkuhýri Japanes- arar taka kinversk fiskiskip Higartil í ár eru níggju kinversk fiskiskip tikin og dømd fyri ólógliga veiði í japanskum øki JAPAN Vilmund Jacobsen Tað gongst ikki so væl millum Japan og Kina á fiskivinnuøkinum beint nú, og mett verður, at eitt fiskivinnustríð er í upp- sigling millum londini. Japansk verjuskip hava higartil í ár tikið níggju kinversk fiskiskip fyri ólógliga veiði. Av hes- um vórðu trý skip tikin í endanum av oktober. Skipararnir umborð á kinversku skipunum eru dømdir fyri ólógliga veiði. Í fjør tóku japanskir myndugleikar bara tvey kinversk skip fyri ólóg- liga veiði, so ólógligi fiskiskapurin í japansk- um sjógvi hevur vundið nógv uppá seg í ár. Hetta hevur ført til, at japanska fiskivinnuum- sitingin hevur mótmælt gongdini harðliga hjá kinversku myndugleik- unum. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur nógv jørn í eldinum á yvirtøkuøkinum í hesum døgum. 13