hósdagur 21. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 224 - 21. november 2002
15
14
Nr. 224 - 21. november 2002
FJALLAKLINTRARI
Ingrid Bjarnastein
Vestmenningurin, Johnny
Joensen, er nú komin aftur
til Føroya eftir at hava verið
á 7.129 metur høga fjalli-
num, Baruntse.
– Eg trúði, at kappróður
var tað harðasta, eg nakran-
tíð havi roynt, men nú havi
eg so funnið útav, at tað var
tað ikki, sigur Johnny Joen-
sen.
– Tá tú klintrar fært tú
onga ilt, og tað ger, at tú
orkar illa at ganga. Tú
missir javnvágina og er við
at detta alla tíðina. Tað
ringasta av øllum er, at tú
minnist als ikki, hvat tú
hevur gjørt har uppi. Tað
kemur ikki til tín fyrr enn
seinni, greiðir Johnny frá,
sum so sigur, at nú byrjar
hann so smátt at minnast
aftur – í smáum bitum.
30 dagar. Heili 30 dagar
skulu til fyri at koma yvir
ein slíkan túr.
– Eg orki nógv betur nú,
tí eg havi fingið nógv meira
reyð blóðlikam í kroppin.
Men eg eri framvegis móð-
ur í høvdinum, og tað er
tað, sum er so strævið.
Dýrt
Í løtuni sigur Johnny, at
hann hevur ongar ætlanir
viðvíkjandi Mount Everest.
– Eg hugsi als ikki um
tað í løtuni. Nú má eg fyrst
hvíla meg, og so fáa vit at
síggja.
At tað kostar um eina
hálva millión at sleppa upp
á heimsins hægsta fjall,
spælir sjálvandi eisini inn.
Grundinar til, at hesin túr-
urin er so dýrur, eru nógvar.
– Loyvið frá landinum at
sleppa upp á fjallið kostar
nógv. Harafturat skalt tú
hava professionellar guidir
við. Tær kosta eisini nógv.
Umframt tað, so dálka fólk
so illa har uppi, so myndug-
leikarnir verða noyddir at
gjalda í rúgvuvís av peningi
fyri at rudda aftur.
Tað eru japanarar, sum
rudda uppi á Mount Everest,
og teir hava eisini ruddað
nógv, nógv lík av vegnum.
– Hetta er so dýrt, tí tað
er lívshættisligt!
Føroysk undirklæðir
At ganga uppi á fleiri tús-
und metra hædd er kalt.
Onkuntíð kundu tað verða
heilt niður í minus 15
kuldastig.
– Eg hevði føroysk undir-
klæðir við mær, og um eg
ikki hevði tað, so hevði eg
verið
ísakaldur,
sigur
Johnny avgjørdur á máli-
num.
– Undirklæðini skriðaðu
ikki, og tað var tað, sum
gjørdi, at eg kláraði at vera
í teimum. Hini fólkini
høvdu fleece-blusur, og tey
máttu verða í eini trimum
tílíkum fyri at klára at halda
hitanum. Tá eg gekk var eg
bara í føroysku undirklæð-
unum og vindtøttum klæð-
um uttanyvir.
Johnny greiðir víðari frá,
at tá sovið varð, so noydd-
ust tey at liggja oman á all-
ari útgerðini, tí tað var so
kalt.
– Fyri at øll tey ymsu
tingini ikki skulu frysta, so
máttu vit hava alt niðri í
soviposanum. Myndatól,
klæðir, skógvar og so víð-
ari, og so mátti tú bara
venja teg við at liggja oman
á øllum, og hetta hevði
sjálvandi við sær, at tað var
ikki so nógvur svøvnur.
Veðrið var eisini ógvu-
liga skiftandi. Tað kundi
verða illveður í tveir tímar,
og síðani kundi tað vera
fínasta veður eina løtu, og
so aftur illveður. Tí noydd-
ist tú eisini at hava øll
klæðini klár um illveður
skuldi brostið á.
Toppurin varð náddur
eftir ein 21 daga langan
gongutúr.
– Tað var strævið, men
spennandi, sigur Johnny
Joensen at enda.
– Eg
trúði, at
kappróður
var tað harð-
asta, eg nakrantíð
skuldi royna, men so
er ikki, sigur Johnny
Joensen nú hann er komin
aftur til Føroya frá Nepal. Í
Nepal var hann sum kunnugt, tí
hann skuldi upp á 7.129 metur høga
fjallið, Baruntse
Baruntse í orðum og myndum
Johnny á toppinum á Baruntse
Á High Camp á 6.400 metra hædd.
Síðsti steðgur áðrenn toppin
C
M
Y
K
14