Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-10-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 ØV RN „iðindaraðð Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn Óvissan um sjúkra- húsútbygging SPURNINGURIN um útbygging av fer- oyska sjúkrahúsverkinum hevur verið ein afturvendandi spurningur tey nógvu sein- astu árini, tó uttan at fólk hava fingið nak- að itøkiligt at vita um, hvussu henda út- bygging skal fremjast. Øll eru tó samd um, at neyðugt er at fremja ábetur á ver- andi sjúkrahúsum, umframt at tørvur er á at útbyggja í åvisum førum. YMISKAR nevndir og ráð hava arbeitt við hesum máli, men kortini er lítið itøkiligt komið fram um, hvat skal gerast og hvar. Og nú eingin rættiliga veit, nær og hvussu okkara blokkstuðulsskipan kemur at virka, er alt hetta stóra álvarsmálið í enn størri óvissu. TAÐ ER semja um, at neyðugt er at út- byggja øll try sjúkrahúsini í landinum. Spurningurin er so, í hvussu stóran mun henda útbygging skal gerast á teimum ymsu sjúkrahúsunum, og hvussu arbeiðs- býtið skal vera. FRÁ ávísum síðum hevur verið ført fram, at sergreinar eiga at verða lagdar út á tey smærri sjúkrahúsini. Frá aðrari síðu hevur verið sagt, at tað er heilt burturvið at spjada serdeildirnar út á øll sjúkrahúsini í so lítlum samfelag sum okkara. Sagt er eisini, at besta loysnin fyri sjúklingin og samfelagið er at útbyggja Landssjúkra- húsið við serdeildum og tá serstakliga serdeildum, sum eitt nú ortopedkirurgi. HÓAST ongar avgerðir eru tiknar um um- reddu útbygging. so er kortini nakað sum bendir á, at tað verður strongt á frá ávís- ari politiskari síðu at fáa útbygt sjúkra- húsið í Klaksvík — uttan tó at taka hædd fyri samlaðu útbyggingini; og hvat tænir øllum borgarunum og samfelagnum best. Sjálvandi hava politikararnir í Klaksvík til at verja og fjálga um sjúkrahúsið har, men hetta má ikki vera uppá »bekostn- ing« av, at ein skilagóð útbygging fyri samfelagið alt dettur niðurfyri ella fær slagsíðu. UTTAN at vit hava fingið nakað nærri at vita um, hverjar itøkiligar ætlanir eru við útbyggingini av sjúkrahúsverkinum og uttan at almenningurin enn hevur nýtt hevi til at siga sína hugsan um, hver loysn er tann besta, so frætta vit nú í sjón- varpinum, at nýggjur yvirlækni í ortopæd- kirurgi er settur vid Klaksvíkar Sjúkrahús og harumframt, at arbeitt verður við at út- byggja ventilatiónina har á sjúkrahús- inum. Tað at verandi skurðlækna tervar hjálp er einki at ivast i. Men vit, sum einki vita, kunnu so spyrja, hvat í veruleikanum býr undir hesum. í farna mánað skrivaði ein av yvirlækn- unum á Landssjúkrahúsinum grein í blød- unum, har hann vidgjørdi sjúkrahús- verkið. Hann skrivaði m.a., at endamálið við at útbyggja ventilatiónsskipanina á Klaksvíkar sjúkrahúsi er at byggja eina serskurðstovu í ortopædkirurgi. Hetta beint ímóti teirri tilráðing. sum Ráðlegg- ingarnevndin kom við á sinni. Ein freist ast ti at spyrja, hvar og hvert tekur av gerðir í loyndum um, hvussu sjúkrahúsini skulu útbyggjast uttan at ein heildar loysn, sum gagnar øllum samfelagnum best, er løgd fram fyri almenningin! Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Uppseting: Pif Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 TAÐ er eitt ár síðani, at føroyskur ser- lækni í ortopædkirurgi úttalaði seg í blød- unum um henda spurning. Hann segði, at tað er ørskapur at leggja sergrein sum ortopædkirurgi út á eitt annað sjúkrahús, nú eingin slík deild finst á LS. har stórur tørvur er á henni. Hann langaði út eftir lokalpolitikarum í Klaksvík og skuldsetti teir fyri at brúka sjúkrahúsverið sum jarn brot undir legtingssessum sínum. NU er so eitt ár farið og tað einasta vit vita, er, at okkurt hendir í Klaksvík. Hví og hvat, mugu vit gita okkum til. Hví skal hetta dyljast og hví skal ein loysn trýstast igjøgnum framum loysnir sum serkønir á læknagkinum hava víst á er skeivt? VIT eiga øll sjúkrahúsverkið. — Tað skulu vit øll kunna brúka, tå tørvur er á ti. Vit gjalda hetta sjúkrahúsverk gjøgnum okk- aa skattapening. og tí hava vit eisini rætt og skyldu til at vera við í tjakinum um, hvussu vit best og bíligast kunnu út- byggja hetta sama sjúkrahúsverk. VIT eftirlýsa einum sakligum og breiðum orðaskifti um júst hetta málið, og tað hava vit eisini gjørt fyrr her í blaðnum. Vit hava eftir førimuni roynt at lýsa málið frå øllum síðum, og fara eisini at gera tað frameftir. Men vit mugu samstundis við- ganga, at slíkt álvarsmál átti at havt inn- vist í teimum stóru fjølmidlunum sumút- varpi og sjónvarpi eisini. Hví hava hesir fjølmiðlar ongantíð enn „sett hola á hetta álvarsmálið? Hvat bleiv av vøkru orðun- um hjá útvarpsstjóranum, tá nýggju út- varpshúsinum vórðu tikin í brúk, at nú fór at vera betri møguleiki fyri einum almenn- um tjaki um ymsar samfelagsspurningar. SERSTAKLIGA útvarpið eigur part av skyldini í, at ongantíð er komið í gongd eitt breitt og sakligt orðaskifti um út- byggingina av sjúkrahúsverkinum. Men so skal eisini sigast, at teir flestu av okk- ara læknum og ødrum, ið starvast innan sjúkrahúsverkið, so sanniliga eiga part av skylduni. Hví hava so fá teirra sagt sína hugsan um hetta álvarsmálið, tí eru tað ikki júst tey, sum hava besta møguleikan at síggja tað iinnanifrå«! SOSIALURIN ætlar ikki at gevast vid at lýsa hetta málið. Vit fara í komandi blød- um at halda fram við viðgerðini av sjúkra- húsmálinum. iamú Nr. 114 — 11. oktober 1986 Rættleiðing til Thomas Arabo i Sosialinum 7. oktober 1986 Í Sosialinum henda dag leggur Thomas Arabo harðliga eftir fakfelogun- um og skírir samvitsku- fulla arbeiði teirra eftirap- ing. Í greinini sigur hann m.a.: »... so sum at syngja i køri vid Ola Breckmann, ... at fak- felagsleidarar pura kritik- leyst stóðu og tók tel upp- aftur, sum Dagblaðið skrivaði um...< Fakfeløgini hava havt triggjar hagfrødingar at rokna ut avleidingarnar av inntekulógunum. Hesi tel vórðu legd fram á tíðinda- fundi fríggjadagin 26. sept. 1986, har málgagnið hjá Thomasi Arabo, Sosialurin, ikki metti, hó- ast teir eisini vóru bodnir við. Tað taltilfar, vit hava brúkt, er sostatt okkara egna. Í greinini er Thomas Arabo eisini so skamm- leysur, at hann sigur, at nevndirnar í fakfeløgun- um eru tiknar av ræði av formonnunum. Hetta má sigast at vera ein sera grov undirmeting av nevndarlimum í fakfeløg- um. Eisini sigur Thomas Arabo í greinini: >... Vit sóu tann dagin í tinginum eina sjáldsama blanding av fakfelagsleidarum, »Vilja-følki«, sosialrådgev- arum 0.s.fr.« Henda orðing er so ónd- sinnað og ósaklig, at hon týðiliga sýnir á hverjum steði greinskrivarin er. Nidurstøda okkara er ti, at greinin hjå Thomasi Arabo er eitt ósakligt og illa undirbygt álop á fak- felagsrersluna, sum íkki byggir Thomasi nakran varða sum vinur verka manna. Feroya Arbeiðarafelag Starvsmannafelagið Havnar Arbeiðsmanna- felag Meginfelag Utróðrar- manna Sosialráðgevarafelag Feroya Havnar Arbeiðskvinnu- felag Feroya Prentarafelag Feroya Blaðmannafelag Klaksvíkar Arbeiðs- kvinnufelag Felagið Dagrekt Feroya Teknikarafelag Rætting til fakfeløg Tað er ikki serliga sakligt av fakfeløgunum at draga viðgerðina hjá Sosialinum av inntekulógunum upp í mótmælisgreinina, sum annars er rættað móti Thomasi Arabo. Tað eru tveir spurningar, ið einki hava við hvenn annan at gera. Thomas Arabo skrivar fyri egna rokning. Undirritadi visti ikki um nakran tíðindafund. Eftir at hava kannað málið er mær kunnugt, at boðini um fundin komu í húsið, men orsakað av onkrari misskiljing, fór eingin á fundin. Annars kann sigast, at júst fríggjadag seinnapart hava ell í húsinum úr at gera og sleppa illa frá. Blaðstjórin Konfirmantar í Klaksvík Sunnudagin 12. oktober Jóhanna Christiansen, Bumshamri Leila Sámalsdóttir Dalabrúgv, Norðdepli Heidi Ann Erlingsson, Undir Brúnni Kristin Eliasen (Vinna), Bumshamri Louise Fjallsbak, N. Pállsgeta Jóna Hansen, á Brekku Judith Jacobsen, Bøgøta Hildubjerg Sunrid Jacobsen, Haraldssund Tanja Johannesen, á Hædd Hjerdis Joensen, Gerðar Vinni Lilaa, Stoksoyravegur Dagny Miðskarð, Kráargeta Svanna Oknadal, Mylnugeta Hanne Bolette Askham Olsen, á Brekku Gudrun Óladóttir Poulsen, Bøgøta Arnhild Rubeksen, Bøgøta Lena Ziska, Kråargøta Hjalgrim Ellingsgaard, Garðsendi Allan Dam Fjallsbak, N. Pållsgøta Johnny Gudjonsson, Bøgøta Kenneth Hansen, Vikunum Edvin Rohan Wijenayake Heinesen, Mylnugøta Gudlaugur Haldurson Johansen, Uppsalagøta Aksel Vilhelmson Johansen, Liggjasarbrekka Janus Edvard Joensen, Geilin Eyðun Kjølbro, Heygavegur Kenneth Lind, Uppsalagøta Sofus å Dalinum Olsen, Nyggjavegi Peter Martin Olsen, Hamarsniðið Brian Rygaard, Undir Fossum Hjalgrim Kristoffurson Svødstein, Vikavegur Ingi Simonsen, Gardavegur Simun Michael Sørensen, Stangarvegur Brian Vågslid, å Brekku Fridin Ziskason, Kråargøta