fríggjadagur 22. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 225 - 22. november 2002
Nr. 225 - 22. november 2002
3
Tann 75. Álmanakkin
hjá H. N. Jacobsens
Bókhandli er út-
komin – hesaferð við
myndum av skipum
yvir 20 tons
ÁLMANAKKI
Tíðindaskriv
Síðani 1928 hevur H. N.
Jacobsens Bókhandil givið
Álmanakkan út á hvørjum
ári, og tað hevur við sær, at
Álmanakkin 2003 er tann
75. í røðini.
Í samband við rundu út-
gávuna eru nógvar ábøtur
gjørdar fyri at gera ál-
manakkan
enn
betur.
Størsta broytingin er, at
listin við skipum yvir 20
tons er nú skrýddur við
myndum av skipunum, og í
tí sambandi verður Álma-
nakkin nú, allur sum hann
er, prentaður í litum.
Í fyrsta parti er sjálvur
ámanakkin 2003, mána- og
sólstøður og annað, sum
vert er at vita um stjørnur
og himmalhválvið komandi
ár. Har fáa vit m.a. at vita,
at ein sólarmyrking verður
at síggja í Føroyum 31. mai
2003, og mánamyrking
verður bæði 16. mai og 9.
november.
Harumframt
hendir tað sjáldsama koma-
ndi ár, at gongustjørnan
Merkir fer fram við sólini
7. mai 2003.
Síðani koma nógv nýttu
streymkurvarnar, streym-
talvan og streymkort saman
við lista yvir motorbátar
undir 20 tons. Listin við
føroyskum skipum yvir 20
tons er sum áður nevnt
myndskrýddur, og tað hev-
ur við sær, at hann er meir
enn 100 síður langur nú. Í
pørtunum um bátar og skip
eru eisini komnir hendir
upplýsingar
um
Fiska-
marknaðin og yvirlit yvir
løggildaði virkir, verk-
smiðjuskip og frystiskip og
yvirlit
yvir
løggildaðu
landingarmiðstøðirnar. Fyri
skip og bátar er harumframt
hópin av øðrum tilfari, sum
er hent at hava við hondina.
Eitt nýtt kort er yvir ali-
og smoltstøðirnar í land-
inum, har eisini tey ymisku
aliøkini eru á. Saman við
hesum korti er eitt nýtt
dagført yvirlit, sum Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan hev-
ur gjørt.
Í síðsta partinum við
hentari vitan eru øll yvir-
litini sjálvandi dagførd.
Hetta hevur við sær, at
nýggja løgtingsmanningin
og nýggju landsstýrisráðini
eru við, eins og nýggj hag-
tøl eru til mannstalslistan
og fólkanøvnini. Av serlig-
um áhuga hesu ferð er
sjálvandi eisni, at Vág-
oyggin er komin uppí yvir-
litið yvir vegalongdirnar á
meginøkinum, so nú ber til
at síggja, hvussu langt tú
skal koyra, tá tú um stutta
tíð ætlar tær við bili úr
Fuglafirði til Sørvágs.
Nógvu
broytingarnar
hava við sær, at síðutalið er
økt úr góðum 340 upp í
góðar 420 síður. Hetta hev-
ur tó ikki við sær, at álma-
nakkin er vorðin størri í
vavi, tí pappírið er heldur
tynri, so enn ber til at hava
álmanakkan liggjandi júst
har tær hóvar best. Hóast
Álmanakkin 2003 er nógv
øktur, er prísurin tann sami
sum undanfarin ár, nevni-
liga 180 krónur fyri inn-
bundnu og 130 krónur fyri
vælkendu heftu útgávuna.
Góða omma, ja, nú eru
tað skjótt tríggir mánaðir
síðani, tú fórt hesum
foldum frá, heim til Jesu
pápa. Sjálvt um saknurin
er stórur, so finna vit
troyst í Guði, tí vit vita, at
tú, omma setti títt álit á
Jesus, og tað vildi tú
eisini, at øll onnur skuldu
gera. Tað er við takksemi
í hjartanum, at vit kunnu
minnast teg, sjálvt um tú,
næstan alt eg minnist,
vart plága av sjúku, so
vart tú altíð smílandi og
glað.
Sum lítil var eg altíð
saman við tær og abba og
tit vóru altíð so góð við
meg. Eg elskaði at sova
niðri hjá tykkum at fara
oman á Høvdan at keypa
fyri tykkum, tí so visti eg,
at eg altíð fekk eitt oyra
afturfyri. Eg eri eisini
takksamur fyri allar tær
ferðir tú og abbi hava
biðið meg sett mítt álit á
Jesus.
Tá Kristina kom í
familjuna, vóru tit so glað
og góð við hana. Eisini tá
so tann stóri dagurin hjá
okkum kom tann 20. juli,
so kundi tú tíverri ikki
verða við, tí tú lást á
sjúkrahúsinum. Vit komu
tá at vitja teg brúðarnátt-
ina uml. kl. 04.00 á
morni, og tá vart tú so
glað, og vit fingu kaffi og
køkur.
Tann 5. aug. andaðist tú
og fórt heim til Harran,
men vit vita, at vit skulu
síggja teg aftur har heima
ein dag, vit sum hava sett
okkara álit á Jesus. Vit
koma øll at savnast aftur.
Í Jóhs. 3,16 stendur so-
leiðis: "Tí so elskaði Gud
heimin, at hann gav Son
Sín, hin einborna, fyri at
hvør tann, ið trýr á Hann,
skal ikki fortapast, men
hava ævigt lív."
Tað var hetta tú gjørdi,
omma. Tú elskaði Jesus,
livdi fyri hann og tú lat
okkum øll vita av tí.
Góði abbi, vit ynskja,
at Jesu pápi skal vera hjá
tær og styrkja teg, nú tú
hevur mist tína konu.
Og um tað er nakað,
sum vit skulu hjálpa tær
við, so mást tú endiliga
siga frá, vit elska teg og
eru so góð við teg. Tú
skalt vita, at vit eru altíð
her fyri teg.
Við hesum vilja vit lýsa
Harrans frið yvir minnið
um elskaðu ommu okkara
Ásu Sólbrún Høj.
Kristina og Jógvan
Martin Hansen
Minningarorð um ommu
okkara, Ásu Høj
Álmanakkin í 75 ár
Hesaferð er Álmanakkin skrýddur við myndum av skipum yvir 20 tons
Ætlanin við ALS eydnaðist
Hetta er greiða nið-
urstøðan hjá leiðslu
og nevnd, nú Arbeiðs-
loysisskipanin hevur
10 ár á baki. Við hálv-
ari milliard í ryggin-
um er ALS í dag væl
konsoliderað og
brynjað til at standa
ímóti eini møguligari
kreppu.
HÁTÍÐARHALD
Jón Brian Hvidtfeldt
Forkvinnan í stýrinum fyri
Arbeiðsloysisskipanina
valdi at tríva í orðini úr
søguni hjá H.C.Andersen
um »at først skal man gå så
gruelig meget igennem, før
man bliver lykkelig«, tá
hon við einum setningi
skuldi lýsa gongdina, nú
ALS hevur 10 ár á baki.
Og hátíðarhaldið í Norð-
urlandahúsinum í samband
við 10 ára dagin hjá ALS
var eisini merkt av hesum
orðum. 1.august 1992 varð
á fyrsta sinni goldið úr
Arbeiðsloysisskipanini og
fyrstu árini var brekkan
brøtt hjá ALS. Hóast inn-
gjaldið var høgt, heilt upp í
2,75 prosent, so var fyrstu
árini fleiri ferðir neyðugt at
útvega skipanini meira
pengar, skuldi hon klára
sínar skyldur mótvegis
mongu arbeiðsleysu føroy-
ingunum. Ikki fyrr enn í
1996 hevði ALS á fyrsta
sinni yvirskot, og síðan
hevur gingið rætta vegin.
Seinnu árini hevur Arbeiðs-
loysisskipanin verið før fyri
at seta pengar til síðis, og
við árslok í ár fer eginognin
at tátta í 480 milliónir krón-
ur. Henda gongd hevur eis-
ini
ført
við
sær,
at
inngjaldið til skipanina er
lækkað fleiri ferðir, og á
nýggjárinum lækkar tað
niður í 0,5 prosent.
Karin Kjølbro, sum hev-
ur verið forkvinna í stýrin-
um fyri ALS síðan 1996,
segði millum annað, at
stýrið bað politikararnar
um arbeiðsfrið, tað fekk
stýrið, og nýtti hon eisini
høvi til at takka fyri tað.
– Endamálið er, at ALS
framvegis skal vera óheft,
av politisku skipanini og
partapolitiskum kjaki, men
ein skipan, ið partarnir á
arbeiðsmarknaðinum sjálv-
ir umsita, segði Karin Kjøl-
bro millum annað. Hon
vísti á, at ALS er eindømi í
mun til okkara grannalond,
m.a. tí at skipanin ikki fær
pengar frá tí almenna, eingi
beinleiðis krøv verða sett til
aktivering av arbeiðsleys-
um, og harumframt eru
Føroyar at rokn sum eitt
arbeiðsøki.
Forkvinnan í stýrinum
sigur, at ALS í dag er brynj-
að til eina møguliga nýggja
kreppu. Hon vísir á, at tá
tað gongur væl í samfel-
agnum, hevur tað tvinn-
anda faktorar á ALS: Meira
kemur inn og minni fer út
úr skipanini. Sama ger seg
galdandi, tá búskaparliga
gongdin versnar: tá verður
meira útgoldið úr ALS,
meðan minni kemur inn. So
hóast inngjaldið lækkar á
nýggjárinum, so fer tað at
hækka aftur, gerst tað neyð-
ugt, vísir Karin Kjølbro á.
ALS skal endurskoðast
Nú ALS hevur 10 ár á baki
hevur stýrið biðið Bjarna
Djurholm, landsstýrismann
í arbeiðsmarknaðarmálum,
um at seta ein arbeiðsbólk
at endurskoða og eftirmeta
skipanina. Hetta verður
mett neyðugt, millum ann-
að tí fleiri grundleggjandi
spurningar standa ósvaraðir
og tørva svar.
Millum annað skal støða
takast til, hvørt Arbeiðs-
loysisskipanin er privat ella
almenn. Um eitt inngjalds-
loft skal setast í gildi aftur,
um útgjaldið úr skipanini til
arbeiðsleys skal hækka.
Eisini skal metast um,
hvørt lækkingin í inngjald-
inum, sum kemur í gildi á
nýggjárinum,
møguliga
eigur at nýtast til at leingja
barnsburðarfarloyvi. Har-
umframt er ivi sáddur um,
hvørt inngjaldið til ALS er
at rokna sum ein skattur. Er
niðurstøðan, at talan er um
ein skatt, so er hetta í stríð
við stýrisskipanarlógina
Arbeiðsbólkurin,
ið
landsstýrismaðurin
skal
seta í samstarv við partar-
nar á arbeiðsmarknaðinum,
er ikki settur enn, men
verður settur ein av fyrstu
døgunum, segði Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur, í síni røðu við hátíðar-
haldið í Norðurlandahúsin-
um hósdagin.
Bjarni Djurholm vísti í
síni røðu á, at ein megin-
regla við ALS er, at tað
framvegis skal loysa seg at
arbeiða. Og hann staðfesti
samtíðis, at tað í dag er
ósemja um, hvussu høgt
útgjaldið úr skipanini skal
vera. Eitt andstøðuuppskot
um at hækka útgjaldið úr
verandi 70 prosentum upp í
80 prosent av eini arbeið-
araløn, liggur í løtuni í løg-
tinginum, og harumframt
hava 20 fakfeløg kravt, at
útgjaldið hækkar upp í 80
prosent.
Fallandi arbeiðsloysi
Síðan ALS fór at virka fyri
10 árum síðan, er arbeiðs-
loysi broytt nógv. Elisabeth
O. Gaardbo vísir á, at síðan
1993, tá arbeiðsloysi lá
omanfyri 20 prosent, hevur
tað verið javnt fallandi, og
er í dag komið niður á um-
leið 2,2 prosent.
Síðan skipanin fór at
virka, hevur ALS havt
umleið 14.000 viðskifta-
fólk, ið hava fingið van-
ligan arbeiðsloysisstuðul og
stuðul úr fiskavirkisskipan-
ini. Tilsamans eru útgoldn-
ar umleið 1,4 milliard krón-
ur úr skipanini, hesi tíggju
árini.
Nærum øll árini, ella líka
síðan 1994, hava fleiri
kvinnur enn menn verið
arbeiðsleys. Talan hevur
verið um eina javna gongd,
har kvinnurnar hava um-
boðað ein vaksandi part av
arbeiðsloysu føroyingun-
um. Í dag eru umleið 400
føroyingar arbeiðsleysir, tá
eru tey í fiskavirkisskipan-
ini ikki íroknað. 65 prosent
av teimum eru kvinnur.
Elisabeth O. Gaardbo, stjóri í
ALS, bjóðar vælkomin til 10
ára hátíðarhald í Norður-
landahúsinum hósdagin.
Talið á arbeiðsleysum er nú
komið niður á góð tvey pro-
sent, og ALS skipanin hevur
seinnu árini havt møguleika
at leggja pengar til síðis, so
eginognin í dag táttar í hálva
milliard krónur.
Mynd: Jens Kr. Vang
- Stýrið fyri ALS bað um
arbeiðsfrið, tað fingu vit, og
tað takka vit fyri, segði Karin
Kjølbro, forkvinna í stýrinum
fyri ALS, millum annað á 10
ára hátíðarhaldinum. Hon
vissaði um, at í dag megnar
ALS at standa ímóti eini
møguligari búskaparkreppu.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá útgjaldið úr ALS var hægst, rindaði skipanin nærum 300 milliónir krónur í
arbeiðsloysisstuðuli. Í dag er støðan ein onnur, og skipanin hevur nú konsoliderað seg við útvið
500 milliónum í eginpeningi.
Talið av arbeiðsleysum er støðugt minkað síðan 1995, og er í
dag nærum komið niður á 400 fólk.
C
M
Y
K
3
2