Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 225 - 22. november 2002 Nr. 225 - 22. november 2002 5 Nýggja Landssjúkrahúsið kann skjótt verða ov gamalt – Tað ógvuliga óheppið, at vit ikki fáa tikið nýggja bygningin hjá Lands- sjúkrahúsinum í brúk beinanvegin, tí framburðurin gong- ur so skjótt, at í summum førum ganga bara eini fimm ár, so mugu broyting- ar gerast. Tað merkir, at gongur ov long tí, kann tað henda, at vit vera noydd at flyta inn í ein bygning, sum ikki er tíðar- hóskandi og tað er óheppið, sigur Hans Petur Nielsen, yvir- lækni HEILSUVERKIÐ Áki Bertholdsen – Tað er ógvuliga umráð- andi at vit fáa tikið nýggja bygningin hjá Landssjúkra- húsinum í nýtslu sum skjótast. Tað heldur Hans Petur Nielsen yvirlækni á Lands- sjúkrahúsinum og limur í bygginevndini fyri nýggja bygningin. Hann sigur, at verður peningurin ikki játtaður sum skjótast, so at útgerð kann keypast til nýggja bygningin, fer tað at fáa avleiðingar fyri effektivitet- in hjá Landssjúkrahúsinum og tað fer eisini at fáa av- leiðingar fyri tað nútíðar- liga í byggingini. Nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum verð- ur liðugur á Ólavsøku, men hann kemur at standa tómur og óbrúktur í óásetta tíð av tí, at ongin peningur er sett- ur av næsta ár, til at keypa útgerð fyri. Og enn er ongin vissa fyri, nær peningurin verður játtaður til útgerð, ella nær, tað fer at bera til at keypa hana. Og hetta kemur illa við hjá Landssjúkrahúsinum. Eftir ætlan skuldu nýggi bygningurin vera liðugur næsta ár, og tað verður hannn eisini. Mælir staðiliga frá at drála Í eini frágreiðing , sum varð gjørd á sinni, skrivar bygginevndin, at “Byggi- nevndin mælir staðiliga frá at leingja byggitíðina út yvir 2003, tá hetta helst kemur at fáa álvarsligar fylgir fyri samlaða byggi- kostnaðin, aktualitetin í innrættingini og funktións- loysnunum”. Vit hava spurt hans Petur Nielsen, sum hevur verið limur í bygginevndini alla tíðina, hvat hetta merkir. Hann sigur, at tað kemur ikki óvart á nakran, at brúk verða fyri 44 milliónum til útgerð til tann nýggja bygn- ingin, tí tað hevur verið greitt frá fyrsta degi og tað hevur bygginevndin gjørt greitt alla tíðina í frágreið- ingum og viðmælum. – Hetta er ein upphædd, sum eigur at verða játtað afturat upphæddini til byggingina- sum politikar- arnir hava boðað frá, kemur at liggja um 35 milliónir. Hann sigur, at framburð- urin innan sjúkrahúsvið- gerð gongurómetaliga skjótt og tí verður arbeitt við ógvuliga stuttari freist innan hetta øki. – Hyggja vit eftir nýggj- um sjúkrahúsum aðra- staðni, ganga ikki meiri enn fimm til átta ár, so verður farið undir at keypa nýggja útgerð, ella at broyta inn- rættingina, fyri at fylgja við tíðini. – Á summum øðrum ganga ikki meiri enn eini fimm ár, so er nýggj og betri útgerð tøk, sum er betri enn tann gamla. Hans Petur Nielsen sigur, at avleiðingarnar av at drýggja tað ov leingi at taka nýggja bygningin í nýtslu, kann tað enda við, at vit vera noydd at seta útgerð, sum er við at blíva ov gom- ul inn í høli, sum ikki eru ótíðarhóskandi og tað vildi verið óheppið. Verður tað tí forhálað ov leingi, kann tað henda, at vit vera noydd at byggja um, longu áðrenn vit flyta inn fyri at fylgja við tíðini. Gongur útyvir effektivitetin Hann sigur eisini, at tað er ein stórur bági fyri tilrættis- leggingini av arbeiðnum á Lanndssjúkrahúsinum, at nýggi bygningurin ikki verður tikin í nýtslu. – Tað er ein stórur trupul- leiki, at vit fáa ikki lagt arbeiðið nóg væl til rættis, so at tað verður so effektivt sum gjørligt. Vit skulu ikki samanbera eitt sjúkrahús og eitt flakavirki. Men vit skulu ikki bara hjálpa sjúk- lingum, vit skulu eisini gera tað efffektivt. Og høvdu vit havt betri um- støður, kundi Lannds- sjúkrahúsið verið væl eff- ektivari enn tað er í dag. Yvirlæknin sigur, at í sambandi við gamla og nýggja bygningin er tað ikki bara ein trupulleiki, at onki er sett av til útgerð. – Vit skulu eisini hava játtan til at broyta gamla bygningin so at hann kann verða samanbundin við tann nýggja bygningin, tí tað er neyðugt fyri at taka nýggja bygningin í nýtslu. Men tað er heldur onki sett av til tað. Hans Petur Nielsen sigur, at tað tí er ógvuliga umráð- andi, at peningurin verður játtaður, so at tað ber til at taka nýggja bygningin sum skjótast. – Stendur hann tómur í meiri enn eitt hálvt ár, er tað ógvuliga óheppið. Men trupulleikin er, at peningurin skal játtast á fíggjarlógini, men tað ber ikki til at keypa útgerð fyrr- enn fíggjarlógin er samtykt seinast í desember. Verður onki sett av í næsta ár, men er ætlanin at seta pening av til útgerð í 2004, kunnu vit sostatt ikki bíleggja útgerðina fyrrenn eftir 1.januar 2004. Síðani er ein ávís leveringstíð og tað tekur eisini tíð at seta útgerðina upp, so tað gong- ur tað mesta av 2005, árenn bygningurin verður klárur og tað mælir hann staðiliga frá. Hansara uppskot er tí, at verður onki játtað komandi ár, so má Løgtingið gera eina verklagslóg sum bind- ur tað at játta peningin í 2004. So kann útgerðin verða bíløgd beinanvegin, so at hon verður klár at seta upp longu 1. januar 2005. Men alt hetta eru polit- isku spurningar, sum Løg- tingið má taka støðu til. Hans Petur Nielsen, yvirlækni, mælir staðiliga frá at drála ov leingi við at játta pening, so at nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum kann takast í nýtslu, tí tíðin gongur ómetaliga skjótt undan og tað er skjótt, at tað ikki er tíðarhóskandi longur Stór oljutangaskip sigla av og á í før- oyskum sjógvi, men vandin er lítil fyri, at ein umhvørvisvan- lukka hendir, heldur Elmar Højgaard, stjóri í fiskiveiði- eftirlitinum DÁLKING Ingi Rasmussen Ongin skráseting er av tangaskipum, sum sigla í føroyskum sjógvi. Sostatt ber ikki til at siga, um stór tangaskip sum »Prestige«, ið fór til botns við 70.000 tonsum av olju, sigla í føroyskum sjógvi. Tað er kortini greitt, at stór tangaskip við fleiri tús- und litrum av olju javnan sigla í havinum kring Før- oyar. Serliga sunnanfyri oyggjarnar er nakað av tungari ferðslu. Ein umhvørvisbumba álík henni, sum brast, tá »Prestige« kollsigldi, hend- ir tó neyvan um okkara leiðir, metir Elmar Høj- gaard, stjóri á fiskiveiði- eftirlitinum. – Stóru tangaskipini koma eisini gjøgnum før- oyskt øki av og á, men tá eru tey langt úr landi, og ongin vandi er fyri, at tey renna á land, staðfestir Elmar Højgaard. Standurin umborð á »Prestige«, sum fór av um tvøran 135 fjórðingar úr landi, var syndarligur. Ein danskur loðsur, sum førdi skipið gjøgnum Oyrasund, 11 dagar áðrenn vanlukkan hendi, var skelkaður yvir útgerðina umborð, og hvussu ringum standi skip- ið var í. Radarútgerðin og antikollisjónsskipanin var í ólagi, og tað átti ongantíð at fingið loyvi at siglt, sigur hann við Jyllands Posten. Tað kemur fyri, at eitt nú russisk tangaskip koma inn á Redina at bunkra, men tey eru sjálvandi ikki so stór. – Vit hava verið umborð og kanna skipini, tá tey eru komin higar, og tey skipini eru í hampiligum standi. Tað eru nokk so seriøsar fyritøkur, sum eru her, og tær fylgja øllum altjóða normum, sigur Elmar Højgaard. Hann heldur samanum- tikið, at vandin er rættiliga lítil fyri, at ein umhvørvis- bumba kann bresta í før- oyskum sjógvi, men hann ásannar í somu vending, at skaðaleys sigling illa ber til. 9 Bonusskipanin er strangt persónlig, og tað ber als ikki til at tilluta einum almenn- um stovni stig fyri flogferðir. Tað sigur eitt umboð fyri Euro- bonus. Sostatt eru kravboðini frá fíggj- armálaráðnum til al- mennar stovnar um, at bonusstig skulu falla til stovnin, als ikki í samsvari við skipanina EUROBONUS Ingi Rasmussen Eini boð tikin úr leysum lofti. Soleiðis kann spariætl- anin við almennum uttan- landsferðum best lýsast. Fíggjarmálaráðið hevur givið almennum stovnsleið- arum boð um at flyta bon- usstigini, sum teirra starvs- fólk savna sær á ferðum uttanlands, til stovnin at brúka. Í brævinum verður álagt stovnsleiðarum at bera so í bandi, at tey bonusstig, sum starvsfólk- ini fáa, tá tey ferðast fyri tað almenna uttanlands, skal fella stovninum í lut – og ikki tí einstaka. Álagt verður sostatt stovnsleiðar- unum at tryggja, at vunnin tænastustig vera nýtt til tænastuendamál. Endamálið er at minka um útreiðslurnar hjá tí al- menna til tænastuferðir uttanlands, og boðskapurin í brævinum er lættur at skilja: Tað eru almennu stovnarnir, sum hava rætt til bonusstigini, sum verða vunnin á tænastuferðum uttanlands, tí teir hava goldið fyri ferðirnar. Víðfevnt samstarv Føroysku flogfeløgini nýta sonevndu Eurobonus-skip- anina, sum SAS skipar fyri. Talan er um eitt víðfevnt samstarv, sum fevnir um stóran part av Evropa. Bæði Atlantic Airways og Maersk Air hava keypt sær limaskap í samstarvinum. Fyri at vinna tær ein ókeypis túr til Keypmanna- havnar, skalt tú hava savnað 20.000 stig. Fyri hvønn vanligan túr aftur og fram, fært tú 2.400 stig, og tað vil siga, at tá tú hevur ferðast 8 ferðir báðar vegir, kanst tú ferðast eina ferð ókeypis. Stórur áhugi er fyri skip- anini millum fólk, verður sagt av Flogfelag Føroya. Ber ikki til Stendur tað til fíggjar- málaráðið, skal tað ikki bera til longur at savna sær sjálvum stig, tá tú ferðast í arbreiðsørindum fyri tað almenna. Men tað ber als ikki til at forða, sigur Anja Petersen, sum starvast í kundatænastuni hjá Euro- bonus. – Skipanin er ógvuliga persónlig. Tað er tann ein- staki persónurin, sum er limur. Tað er hann, sum skrivar undir og hann, sum kann savna sær stig. Ongin stovnur ella fyritøka kann vera limur, og tey kunnu heldur ikki fáa tillutað nøk- ur stig, sigur Anja Petersen. Hon ger púra greitt, at stigini heldur ikki kunnu latast frá einum persóni til ein annan. Og fer ein per- sónur úr starvi, so fylgja stigini, sum hann hevur vunnið av ferðum í starvs- ørindum, við honum. Sostatt er líkt til, at fíggjarmálaráðið als ikki hevur kannað skipanina við Eurobonus nærri, áðrenn boðini til stovnsleiðarar eru send út. Neyvan eitt føroyskt »Prestige« Vit skulu helst ikki óttast, at hendan sjónin verður at síggja í føroyskum sjógvi (Mynd: Reuter) Kravboð út í bláan heim Eurobonus-skipanin er strangt persónlig C M Y K 5 4