Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 225 - 22. november 2002 Nr. 225 - 22. november 2002 7 – Tað er sannlíkt, at alt virksemið í Vági og í Porkeri verður lagt stilt fram til mánaðarskiftið, juni/juli. Tað merkir, at vit í fyrsta lagi noyðast at siga 120 fólkum úr starvi, harav onkrum leiðar- um, sigur Heri Hjelm, sum harmast um, at aðrir møguleikar ikki skulu vera ALIVINNA Vilmund Jacobsen Alt bendir á, at um ein mánaða ella so heldur alt virksemið hjá Hera Hjelm á Suðurlaks í Vági og á Roykivirkinum í Porkeri uppat í eitt hálvt. Tá eigur felagið ongan fisk eftir at arbeiða á virkjunum, og líkt er ikki til, at tað fer at loysa seg at keypa laks ella síl frá øðrum, soleiðis at arbeiði kann verða samanhangandi fram til komandi summar, tá ið fiskur aftur er búgvin til tøku. Á Suðurlaks í Vági, sum er fyrrverandi Polarfrost, verður fiskurin tikin og skorin ella fileteraður, sum tað verður rópt undir ein- um. Har hevur hann eisini verið góðskaður og pakk- aður. Roykingin fer fram á virkinum í Porkeri. Heri Hjelm hevur umleið 120 fólk í arbeiði á báðum virkjunum. Umframt tey, sum starv- ast innanveggja í Vági og Porkeri, hevur hann 20-30 fólk í arbeiði við fóðring, framleiðslu av útgerð og umvæling og á smolt- støðini. Stórur missur Ein illveðursdag í vár misti Heri umleið helmingin av árganginum, sum var tøkuførur, tá ið aliringar hjá honum slitu og róku á land. Hetta var ein stórur miss- ur og dyggur smeitur – ikki bara fyri virksemið hjá al- aranum, men eisini fyri tey mongu, sum vinna sítt livi- breyð í Vági og í Porkeri. Heri Hjelm harmast um, at eingin gongd leið vísir seg at vera sum kann byrgja uppfyri, at fólk nú noyðast til hús um ein mánaða ella so. – Tað er sannlíkt, at alt virksemið í Vági og í Pork- eri verður lagt stilt fram til juni ella juli, og hetta merk- ir eisini, at neyðugt verður at siga onkrar leiðarar úr starvi. Hann vísir á, at tað er ógvuliga keðiligt at noyðast at siga fólkinum upp, tí tú veitst ikki, um tey verða tøk, tá ið brúk verður fyri teimum aftur um mánaðar- skiftið, juni/juli komandi ár. Skotskur fiskur Sum skilst, hevur Heri kannað ymiskar møguleik- ar at keypa fisk til virkingar í Vági og í Porkeri, eitt nú hevur verið uppá tal at keypa ísaðan alifisk úr Skotlandi, men tað vísir seg, at fiskurin er ov dýrur. Hinvegin hevði hetta latið seg gjørt, tí Heri hevði ikki fingið trupulleikar við tolli, um fiskurin kom úr Skotlandi. - Tað vísir seg heldur ikki at vera nøkur gongd leið at keypa fisk aðrastaðni úr Føroyum, sigur hann. Sum enn ein møguleika, hevur Heri tosað við Før- oya Fiskavirking, sum eigur virkið í Vági, um at sleppa at arbeiða vanligan ísfisk, meðan bíðað verður eftir laksinum, men hesin tankin hóvar ikki Fiskavirking. Tað er torført at spáa um framtíðina, vísir Heri Hjelm á, men hann væntar, at tá ið fiskur aftur verður tøkuførur um mánaðar- skiftið, juni/juli komandi ár, verður aftur støðugt ar- beiði, bæði í Vági og í Porkeri. Heri Hjelm noyðist at siga 120 fólkum úr starvi Um stutta tíð noyðast 120 fólk í Vági og Porkeri til hús, tí Heri Hjelm hevur ongan tøkuføran fisk eftir. Mynd: Áki Bertholdsen Í døgunum, 18.19. november, vóru ár- ligu fiskivinnusam- ráðingarnar millum Føroyar og Grønland hildnar í Keypmanna- havn. Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er nøgdur við avtaluna, sum loysir uppí stríðnum, sum var millum Føroyar og Grønland fyrr í heyst FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á fundinum varð avtalan fyri árið, sum skjótt er um- liðið, endurskoðað, og hetta er eitt av málunum, sum Jørgen Niclasen, fiskimála- ráðharri, hevði sett sær fyri. Partarnir komu ásamt um, at føroysk skip í kom- andi ári kunnu fiska 4.000 tons av uppsjóvar konga- fiski av felags Føroy- ar/Grønland/ NEAFC- kvotuni í Irmingarhavinum ella í grønlendskum sjógvi. Í avtaluni er møguleikin innbygdur, at hendan kvot- an kann økjast við 1200 tonsum aftrat eftir ávísum leisti, sum semja nú er um. Grønlendsk skip kunnu fiska 2.800 tons av norð- havssild burturav føroysku strandarlandskvotuni í før- oyskum sjógvi ella í altjóða øki, men Grønland fær ikki makrel í føroyskum sjógvi komandi ár. Partarnir samdust um at halda fram at royndarveiða hjá hvørjum øðrum, so- leiðis at føroysk skip kunnu fiska við troli ella línu 150 tons av svartkalva í Vestur- grønlandi, norðanfyri 68 stig N. Aftrat hesum kunnu í mesta lagi 3 skip í senn fiska við troli ella línu eftir toski, brosmu og steinbíti í Eysturgrønlandi í upp til 100 fiskidagar tilsamans. Hjáveiðan av kalva og svartkalva er sett til 250 tons tilsamans. Hinvegin kann ein grøn- lendskur trolari fiska upp til 450 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi. Hjáveið- an av toski og hýsu kann í mesta lagi verða 20% av botnfiskaveiðuni. Eitt grønlendskt skip kann eisini royndarveiða eftir krabba á ytru fiskidagaleið- ini. Partarnir komu ásamt um, at tað aftur í 2003 skal vera møguligt at býta fiski- dagar eftir rækjum á NAFO- økinum, og hevur Grønland lodnu eftir í Eysturgrønlandi, skal vera møguligt hjá føroyskum skipum at keypa burturav hesi. Eisini kunnu føroysk skip fiska 50% av ís- lendsku lodnukvotuni í grønlendskum sjógvi. Eins og undanfarna ár, skal aftur komandi ár verða møguligt hjá føroyskum verksmiðjuskipum at taka ímóti fiski í Grønlandi, um toskafiskiskapurin skuldi byrjað aftur, og grønlendsk virkir ikki fáa tikið ímóti. Partarnir eru samdir um at virka fyri vaksandi fiski- vinnusamstarvi í vinnuni hjá báðum londunum. Hetta hevur við sær, at før- oysk og grønlendsk reiðarí- ir framvegis kunnu gera av- talur um yvirskotskvotur í grønlendskum sjógvi. Partarnir umrøddu sam- starvið um fylgisveinaeftir- lit og um veiðitøl. Eisini umrøddu partarnir sam- starvið í NAFO, NEAFC og NAMMCO umframt umsitingina av kongafiska- stovninum í Irmingarhav- inum. Landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, er nøgdur við avtaluna – ikki minst, tí hon greiðir spurningin um kongafiskakvotuna, sum stríð stóðst av millum før- oyskar og grønlendskar myndugleikar í heyst. Greiða fingin á ósemjuni millum Føroyar og Grønland um kongafiskin í Irmingarhavinuma Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, er nøgdur við avtaluna við Grønland – ikki minst, tí hon greiðir spurningin um kongafiskakvotuna, sum stríð stóðst av millum føroyskar og grønlendskar myndugleikar í heyst. Mynd: Vilmund Jacobsen Landið hevur longu goldið ein undirsjóvartunnil Kostnaðurin fyri undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er vorðin 155 millión- ir dýrari, enn tað upprunaliga varð ætlað VÁGATUNNILIN Heri á Rógvi 10. desember letur undir- sjóvartunnilin undir Vest- mannasundi – Vágatunnilin – upp fyri ferðslu. Kostnað- urin fyri tunnilin ger hann til størstu verkætlanina av sínum slag hjá landinum nakrantíð. Í mun til upprunaliga ætl- aða upphæddini, er væl meira brúkt Niels Winther, fulltrúi á Vinnumálaráðnum, upplýs- ir, at samlaða peninganýtsl- an til Vágatunnilin verður nú mett til einastaðni mill- um 275 og 280 milliónir kr. Orsøkin til ókonkreta talið er, at Vágatunnilin skal fremja nakrar gjaldingar íroknað byggirenta, ið goldnar verða beinanvegin, men sum fella til gjaldingar seinni, og virðið verður so- statt ógreitt. Kostnaðurin av Vága- tunnilinum varð uppruna- liga mettur til 240, tá gongd varð sett aftur á verkætlan- ina. Niels Winther upplýsir, at 203 mió. verða nýttar til tunnilsgerð, 31 til vegagerð v.m. og 21 milliónir til ann- að arbeiði íroknað prosjekt í sambandi við tunnilin. Hetta gevur 255 mió í alt til sjálvt annlegsarbeiðið Vinnumálaráðið hevur fingið upplýst, at samlaða peninganýtslan verður sum nevnt 275-280 mió. Av hesum pengum eru 160, 3 mió. játtaðar á fíggj- arlógini. Restin, umleið 120 mió., verður lánfíggjað til P/F Vágatunnilin við einari vanligari kommersi- ellari rentu. Eitt annað tal, ið eisini inngongur í roknistykki, er upphæddin, ið P/F Vága- tunnilin hevur fingið aftur- goldið fyri Mvg. Sum partafelag fær Vágatunnilin Mvg afturgoldið, og hend- an upphæddin svarar til umleið 60 mió. kr., upplýsir Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri. Hesin pen- ingur fellur aftur til parta- felagið, sum er Mvg skrá- sett, og hevur tí rætt til hes- ar pengar. Nú verður tosað um, at Vágatunnilin skal frítakast fyri Mvg fyri at gera ferðingina bíligari. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur seg iv- ast í, um P/F Vágatunnilin hevði kunnað fingið Mvg afturgoldið, um so var, at tað varð greitt frá byrjan, at ferðakostnaðurin skuldi frí- takast fyri Mvg. Upprunaliga 230 mió. Leita vit aftur til 1988, so varð tað eisini planlagdur ein Vágatunnil tá. Hesin sami tunnilin undir Vest- mannasund var eitt politiskt ynski, og tí varð farið undir at fyrireika. Saman við einari norsk- ari ráðgevingarfyritøka gjørdi Landsverkfrøðingur- in tá eitt prosjekt, sum skuldi meta um kostnaðin upp á ein undirsjóvartunnil. Tá varð arbeiðið mett til at kosta 230 mió. íroknað toll/Mvg. Viðmerkjast skal, at tá var eisini alt vegarb- eiðið íroknað. Játtaðar vórðu frá 1987 til 1989 45 mió til verkætl- anina. Táverandi stjórin fyri Landsverkfrøðingin, Henn- ing Jacobsen, upplýsir, at hesir pengar fóru til at fyri- reika arbeiði, at gera arb- eiðs brúgv, keypa maskinur og amboð, keypa arbeiðs- skúrar og annað. Leggja vit øll tølini sam- an, íroknað afturgoldið Mvg., so hevur landið hig- artil goldið 265 milliónir til verkætlanina, og hetta gev- ur væl meira enn ein undir- sjóvartunnil skuldi kosta. Afturat hesum kemur so lántøkan hjá P/F Vágatunn- ilin áljóðandi umleið 120 milliónir kr. Leisturin munurin Henning Jacobsen sigur, at tað eru fleiri ting, sum hann roknar við gera, at tunnilin so nógv dýrari, enn tað upprunaliga varð ætlað. –Arbeiðsleisturin í hesari verkætlani er øðrvísi enn tann, sum vit ætlaðu, og saman við tíðarspurningi- num er hetta nokk tann størsta orsøkin til dýrkan- ina, sigur Henning Jacob- sen. Í tí upprunaligu ætlanini skuldi arbeiðið taka eini 4 ár. Alt skuldi fíggjast um- vegis landskassan. Tað var ikki fyrr enn seinni, at tos- að varð um bummpengar og partafelag at fíggja tunnilin. Tær 230, sum tað upp- runaliga varð ætlað, at tunnilin skuldi kosta, vórðu við toll/Mvg, og Hennin Jacobsen minnist, at teir høvdu fingið loyvið til at fáa Mvg. afturgoldið. Seinastu tíggju dagarnar hevur Charlotta á Váli Olsen tikið sæti á tingi fyri Jenis av Rana. Hon tók sæti fyri Jenis hin 12. november. Jenis av Rana endaði sítt farloyvi í gjár – hósdagin. Í blaðnum í gjár frætti vit um ein fyrispurning hjá henni viðvíkjandi neurologtænastuni. Ting- ið samtykti uttan at- kvøðugreiðslu, at fyri- spurningurin skal svarast. Á øðrum plássi hjá Miðflokkinum í Suður- streymoy stóð á jøvnum. Tey bæði, Charlotta á Váli Olsen og Jónfinn Olsen, fingu bæði 47 at- kvøður. Tískil skuldi luta- kast til fyri at gera av, hvør av teimum skal ger- ast varamaður hjá Jenisi. Valstýrið tók lut, og valið fall so á Charlottu, sum fyri fyrstu ferð á hes- um sinni hevur tikið sæti á Føroya Løgtingi. Viðmerkjast skal, at tað eydnaðist okkum hvørki at fáa fatur á Jenis av Rana ella Charlottu á Váli Olsen til eina viðmerk- ing. Charlotta á Váli Olsen er 47 ára gamul og ættað úr Klaksvík. Hon er út- búgvin pedagogur og starvast til dagligt sum leiðari á frítíðarskúlanum á Argjum. Charlotta á tingi Charlotta á Váli Olsen hevur seinastu tíggju dagarnar sitið á tingi sum varamaður fyri Jenis av Rana Fakta •Vágatunnilin • Kostnaðurin mettur til: 240 milliónir kr. • Samlaða nýtslan til bygging íroknað veg: 275-280 mió. kr. • Játtaðar á fíggjarlóg: 160,3 mió. + 45 mió. í 87-89 • Lántøka: Umleið 120 mió. • Afturgoldið Mvg: Umleið 60 mió. Tað er støðugt vorðið dýrari at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasundi. Upprunaligi kostnaðurin varð mettur til 230 mió. íroknað Mvg. C M Y K 7 6