Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 225 - 22. november 2002 Nr. 225 - 22. november 2002 9 Hittust aftur eftir 30 ár Leygarkvøldið hittust starvsfólk aftur á Sjómansheiminum, sum arbeiddu har fyrst í 70´unum HUGNAKVØLD Ingrid Bjarnastein Leygarkvøldið savnaðust starvsfólk á Sjómansheim- inum. Talan var tó ikki um starvsfólk, sum starvast har í dag, men tey, sum høvdu sína dagligu gongd har fyri 30 árum síðani. – Vit vóru 12 gentur úr Sandavági, sum arbeiddu á Sjómansheiminum fyrst í 70´unum. Vit hava leingið tosað um at savnast aftur, men tað er ikki fyrr enn nú, at vit hava tikið okkum saman, sigur Kristianna Haraldsen, sum sjálv er úr Sandavági og arbeiddi á Sjómansheiminum í Havn frá 1970 – 71. Kristianna er eisini ein av stigtakarunum til hugnakvøldið leygar- dagin. Eini 30 fólk vóru komin saman, og var Elis Poulsen, sum er kendur frá Útvarp- inum, einasti hanin ímillum allar hønurnar. Elis ar- beiddi sum kokkur í 70´unum. – Frúan var eisini har. Tað er Herborg Olsen, sum var fyristøðukvinna tá. Vit handaðu henni eina gávu, sum tøkk fyri eina góða tíð. Kristianna sigur, at be- stýrarindan, ella fyristøðu- kvinnan, var strong, men góð við tey, sum arbeiddu. Sjálv arbeiddi Kristianna sum gongsgenta og í køk- inum, men tað mesta av tíðini arbeiddi hon á mat- stovuni. – Tað var ógvuliga hugnaligt at koma saman aftur. Fleiri av teimum, sum komu, havi eg ikki sæð í 30 ár. Onkrar kendi eg aftur, meðan onkrar aðrar kendi eg ikki beinanvegin, sigur Kristianna Haraldsen at enda. Leygarkvøldið komu starvsfólk, sum arbeiddu á Sjómansheiminum í Havn fyri 30 árum síðani, saman aftur. Eini 30 fólk vóru tilsamans Mynd: Jens Kr. Vang Í gjár læt handilin Spegl & Rammur við Sundavegin upp við nýggjum navni, nevniliga Glas & List. Men hetta er ikki einasta broyting, tí eisini er víðkað um handilin bæði um stødd og vøruúrvali HANDILSLÍV Birita í Dali & Mariann Mortensen, praktikantar Í gjár læt handilin, sum fyrr hevur itið Spegl & Ramm- ur, uppaftur. Handilin hevur nevniliga verið stongdur í eina tíð vegna umbygging og víðkan av handlinum. Umframt hetta hevur hand- ilin eisini fingið nýtt navn. Nú kallast hann Glas & List. Orsøkin til hetta er, at vøruúrvalið er víðkað, og nú ber til at fáa millum annað munnblást glas frá danskari listarkvinnu. – Vit hava valt at fara at selja glaslist fyri at kund- arnir kunnu fáa størri úrval og ogna sær serliga hond- gjørda brúkslist, sigur Djóni Ziska, sølustjóri. Tað er Rikke Bruzelius Vejle úr Keypmannahavn, sum er listarkvinnan aftan fyri teir ymsu lutirnar, sum eru at fáa í handlinum. Vínkaraflir, gløs, vasar og lampuskermar. – Sum nakað nýtt fara viðurkendir føroyskir lista- málarar eisini høvi at sýna fram málningar teirra her. Eitt serligt pláss í handl- inum verður sett av til listafólk, greiðir Djóni Ziska frá. Fyrsta framsýningin er ein hjá Kára Svensson, sum kemur at hanga uppi við Sundsvegin til 9. desember. Handilin hevur nú havt opið um 10 ár og klárar seg væl. Sjálvt um handilin ikki liggur mitt í býnum, eru nógv fólk, sum hyggja inn á gólvið. Kundatalið er vaks- andi, og væntar sølustjórin, at fleiri nýggir kundar fara at hyggja inn. Munnblást glas við Sundsvegin Djóni Ziska kann nú stoltur vísa handilin fram. Spegl & Rammur er nú latið upp aftur í nýggjum hami, og eisini er víðkað um sjálvan handilin Mynd: Jens Kr. Vang Sum nakað nýtt hevur Glas & List fingið munnblást glas úr Danmark at selja Mynd: Jens Kr. Vang Virknir pensionistar: Gamla»konu«dansur í Losjuni Pensionistafelagið í Havn beyð miku- kvøldið luttakarun- um á pensionista- skeiði á Háskúlanum til hugnakvøld í Losj- uni. Farið varð upp á gólv í orðsins rætta týdningi, har varð kvøðið og har varð dansað til harmon- ikkuna hjá Flóvanum. Tað sermerkti eisini kvøldið, at har vóru næstan bara konur. Orð og myndir: Jan Müller Fimm til seks menn millum trýss konur. Hetta er oftani støðan og dagsins veruleiki í Pensionistaføroyum. Er okkurt tiltakið, onkur hugnaløtu er úrslitið oftani tað sama: fáir menn og nógvar konur. Hví tað er so skal her standa ósvarað. Kanska tí menninir liva stytri ella tí at menninir eru meira smædnir og ikki halda seg til eins og konur- nar ella teir eru ov dovnir. Frægast man vera at sita heima framman fyri sjón- varpið!!! Tað gekk so eisini sjón fyri søgn, tá umboð fyri bæði tey stóru bløðini vórðu boðin við til hugna- løtuna í Losjuni í Havn mikukvøldið. Pensionista- felagið í Havn skipaði fyri. Luttakararnir: pensionistar úr bygd og bý á einum av mongu og vældámdu há- skúlaskeiðunum. Forkvinnan hjá pension- istunum í høvuðsstaðnum, Karin Jacobsen ger sítt ítar- sta fyri at halda lív í teim- um gomlu. Hon heldur tað vera so gott fyri tey gomlu, at tey eru upptikin av onkr- um og at tey ikki bara fáa alt borið upp í hendurnar heldur. Saman við hinum nevndarlimunum í felag- num, eitt nú tí uppfinning- arsama og virkisfýsna kassameistaranum Súna Joensen, leggur hon nógva orku í at skipa fyri tiltøkum av ymsum slag. Tey gomlu í høvuðsstað- num tvs. limirnir í tí heldur unga felagnum, Pension- istafelagið í Havn, sum fylti 25 ár í fjør, seta hvørj- um øðrum stevnu hvørt mikukvøld til bingo, upp- lestur og onnur tiltøk. Karin fegnast um at hava fingið meira enn 30 pensionistar, sum eru á Háskúlaskeiði, á vitjan. Hetta er forkunnug vitjan, og tí hava eisini 30 av limunum í felagnum leitað sær út hetta kvøldið. Sum felagskvinna heldur hon fyri, at tað hevur alstóran týdning, at pensionistar møtast á henda hátt og hev- ur tað eisini nógv at siga, at pensionistar kring landið tekna seg sum lim í teimum lokalu pensionistafeløgun- um, tí tað er við til at halda lív í. Og tað er ein sann- roynd, at tað er lív og virk- semi, har pensionistar møt- ast. Hetta sluppu fjølmiðl- arnir at uppliva mikukvøld- ið. Kaffi, viðskeri og køkur. Súni Joensen, nevndarlim- ur setur sín serstaka dám á løtuni, hevur bakað breyð, køkur og skinsað kjøt. Upplesari av Guds náði. Røður og prát. Ikki bara stovuhiti men eisini nógvur menniskjahiti. Men eingin hugnaløta fyri pensionistar uttan fagurt ljómandi har- monikkan hjá Flóvanum. Henda skekksíða spælandi kempan eigur sín stóra lut í, at slík hugnakvøld eru so væleydnað. At tey gomlu hugna sær so óført. Hetta kvøldið í Losjuni var einki undantak. Ein ella tveir svingom og síðani uppá gólv. At enda kendir før- oyskir og útlendskir sangir. Stutt og greitt: eitt frálíkt kvøld, har gomul koma saman til gaman og álvara, har er lív og lívsgleði. Há- skúlin eigur so eisini at fáa eitt herðaklapp á leiðini, tí hesin annars so “smædni” skúlin raðfestir ikki bert tey ungu og tilkomnu men eis- ini tey gomlu høgt. Pen- sionistaskeiðið endar í dag, men tiltøkini fyri pension- istarnar halda fram í sama lag. Og í hølunum hjá Pen- sionistafelagnum verður hildið fram við fullari ferð heilt til jóla. Her hendir nakað. 27. november er jólaútsøla, 4. desember er jólahugni og 18. november verður endað við eini rimmar jólaveitslu. Tey eru 100 limir í felagnum men Karin heldur, at tey áttu at verið nógv fleiri. Við at bjóða pressuni við til slíkt tiltak vónar hon, at pen- sionistar, sum fyri tað mesta sita heima, taka seg um reiggj og gerast limir. Harvið koma tey at gagna bæði øðrum og sær sjálv- um. Ein rár hending í pensiónistafelagnum. Dansikongurin Petur Skeel Jacobsen í bíðistøðu, meðan konurnar hugna sær. Flóvin fløvar um 91 ára gamal nólsoyingur í góðum selskapi Pensiónistar úr Havn og av bygd hittast í Losjuni Konurnar í meiriluta Súni Joensen setti serligan dám á hugnaløtuna í Losjuni C M Y K 9 8