Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 225 - 22. november 2002 Nr. 225 - 22. november 2002 11 Kjakið um Norðoyartunnilin vísir meira enn nakað annað, at fíggjarligu karmarnir eru ov trongir til risaíløgurnar, ið sitandi samgonga hevur stungið út í kortið. Vit síggja, at 30 milliónir vænta í til at gera ferjulegu til Smyril í Havn, havnabyggingin í Suðri, ið er samtykt, fær heldur ongan pening næsta ár, Norðoyartunnilin fær ikki tann pening, ið lógin legði upp til, nðggja sjúkrahúsið fær onga útgerð og innbúgv í ar o.s.fr. Hví skar samgongan blokkstuðulin við 366 milliónum um árið, samstundis, sum hon fór í spanderibrøkurnar? Hví varð ikki lurtað eftir and- støðuni og búskaparfrøðingum? Tað verður mangan ført fram, at um samgongan ikki skar blokkin við 366 milliónum, so fór andstøðan at brúka teir pengarnar. Problemið er, at pengarnir eru langt síðani brúktir av samgonguni, og nú er ringt at gjalda. Pengarnir skulu postast í tunlar, skip og havnir í nógv ár framyvir, og vegna alt ov ógvusliga niður- skurðin í blokkinum, verður hetta eftir øllum at døma uppá bekostning av børnum við cystiskari fibrosu og øðrum, ið hava tørv á sjúkraviðgerð. Tað er tragikomiskt at eygleiða, hvussu alvorligt man tekur íløgukarmin, samstundis, sum landið ger undar- ligar konstellatiónir við almennum partafeløgum og lánifígging, fyri at sleppa undan sjálvdefineraða íløgukarmin. Er íløgukarmurin ov trongur ella ov víður, so er at broyta hann, heldur enn at fáast við eksotiskar samansetingar fyri at sleppa uttanum henda sjálvskapta karm. Íløgukarmurin er eitt dogma, ið eingin vil pilka við, meðan kreativiteturin er øgiligur, tá landstðrismenn vilja brúka útum hendan karm. Tað sama tykist gera seg galdandi í umsitingini av almennum pengum. Játtanarskipanin er alt ov trong og óliðilig. Hon er gjøgnumsúrgað av misáliti á almenn starvsfólk. Almennir stovnar hava ongan fleksibilitet við tí úrsliti, at skipsmáling og annar rakstur endar á ting- borði sum eykajáttnarlógir. Pengar kunnu ikki yvir- førast tvørturum nýggjár við tí úrsliti, at almennir stovnar mangan fáa eitt løgið forbrúk í seinasta ársfjórðingi. Hvussu er so við almennum partafeløgum, sum t.d. Vágatunnilin? Teir kunnu eftir øllum at døma alt, hóast tað eisini eru skattgjaldarans pengar, teir umsita. Hvussu ber til, at ein almennur stjóri næstan ikki kann keypa frímerkir, uttan ein eykajáttan skal til, meðan eitt alment partafelag, ið harafturat ikki er umfatað av lóg um alment innlit, kann fara næstan 20 prosent uppum fíggjarætlanina, uttan nakrar sum helst avleiðingar. Stovnspengar eru yvirreguleraðir, meðan almenn partafeløg eftri øllum at døma kunnu gera sum teimum lystir, og enntá turka meirkostnaðin á brukaran. Okkurt má gerast, so balansa kemur i aftur! Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Tá krubban er tóm....... Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. 2,8 mió kr til World Food Programme, 50.000 kr til »Hjálp til Eysturevropa« og 150.000 til útbúgving av afganskum gent- um. Soleiðis hevur Føroya Landsstýri valt at býta menn- ingarhjálpina í ár MENNINGARHJÁLP Tíðindaskriv Á fíggjarlógini 2002 vórðu 300.000 krónur settar av til menningarhjálp. Afturat hesum játtaði Løgtingið 2,7 milliónur krónur, sum vóru ætlaðar til hjálp til Af- ganistan. Løgmansskriv- stovan hevur latið menn- ingarhjálpina 2002 til hesi átøk: • ST-felagsskapurin World Food Programme hevur fingið 2,8 milliónur krónur til bráðfeingis hjálp í Afganistan. • "Hjálp til Eysturevropa" hevur fingið 50.000 krónur til at flyta sjúkra- sengur til Rumenia og at keypa madrassur til hesar. • Sjeyndadags Adventista- samkoman hevur fingið 150.000 krónur til verk- ætlan, har endamálið er at betra um møguleikar- nar hjá afganskum børn- um, serstakliga gentum, at koma inn á hægri læru- stovnar og á arbeiðs- marknaðin Hjartafelagið fer í næstum undir sítt árliga tiltak við fyri- lestrum og tilboð til fólk at verða kannað HJARTAKANNING Tíðindaskriv Hesaferð hevur Hjarta- felagið valt Suðuroynna, og verður tiltakið í skúla- høllini í Trongisvági fríggjadagin og leygar- dagin. Fríggjadagin kl. 19.00 verður fyrilestur, har Heðin Thomsen, yvirlækni greiðir frá hjartasjúku og viðgerð av hjartasjúku og um úrslitini av kanningum, sum hjartafelagið hevur gjørt aðrastaðni í Føroyum. Jórun Petersen, fysiotera- peutur, heldur fyrilestur um íðkan og týdningin av kropsrørslu fyri heilsuna. Høvi verður at seta spurn- ingar. Leygardagin kl. 9.00 til 16.30 verður opið hús í skúlahøllini í Trongisvági, har fáa fólk høvi at máta sitt kolesterol, blóðtrýst, blóðsukur, hædd og vekt. Beinta Augustinussen, kostráðgevi, og Tina Mid- jord, økonoma, verða hjá- staddar at vegleiða um kost. Høvi verður eisini at fáa gjøllari kunning um fyri- bygjan og viðgerð av hjartasjúku. Eitt spurnar- blað við fýra einfaldum spurningum verður at fylla út. Tá blóðroyndirnar eru kannaðar, verður úrslitið sent hvørjum einstøkum í brævi saman við nøkrum viðmerkingum. Tiltakið er fyri øll og øll eru vælkomin, sigur Hjartafelagið. Landstýrið latið 3 mió kr í menningarhjálp Hjartafelagið kannar suðuroyingar Jólasølustevnan hjá VB verður komandi vikuskiftið og um- framt nógvar fram- sýnarar, verða eisini mangar forvitnisligar framførslur SØLUSTEVNA Dagfinn Olsen Næsta vikuskiftið, tað vil siga um mánaðarskiftið, verður stóra jólasølustevn- an hjá VB. Í nøkur ár hevur VB havt sølustevnu undan jólum og er hetta vorðið afturvend- andi tiltak. Vanligt er, at framsýnarar koma úr øllum landinum til Vágs at sýna fram, og so er eisini í ár. Stevnan verður í VB- høllini dagarnar 29. og 30. november og 1. desember. Eini 20 framsýnarar sýna fram. Umframt vørur av al- skyns slag, so verður eisini undirhald á pallinum. Fyri- reikararnir siga seg longu nú vita, at m.a. Brandur Enni og Guðrun Jacobsen fara á pallin at syngja. Brand kenna tey flestu, eins og tey flestu minnast Guðr- una, sum hevur vunnið ár- sins songrøddkapping og sum skal til Danmarkar at royna seg í kapping hjá Danmarks Radio. Mótasýning er eisini á skránni og leygarkvøldið spælir væl umtókti bólk- urin Blanding til dans í VB- húsinum. Jólasølustevnan hjá VB nærkast Árliga jólasølan hjá Verkstaðnum á Brekku byrjar leygar- morgunin klokkan tíggju. Tá Sosialurin vitjaði tey, vóru tey í ferð við at leggja seinastu hondina á teir ymsu lutirnar, sum tey hava gjørt síðani summar- frítíðina JÓLASØLA Solby A. Eliasen Klaksvík: Huglagið inni á Verkstaðnum ber brá av, at jólini eru í nánd. Hóast tað er meira enn ein mánaður eftir til jólaaftan, so hava tey pyntað eitt sindur. Uppi á loftinum inni í vevstovuni hava tey ruddað alt og eru so smátt byrjað at stilla upp til søluna. Starvsfólkini stilla ymsar lutir upp. Millum annað hanga tveir avbera fittir jólakalendarar á vegginum og á einum borði standa nógvar smáar nissur. Onkr- ar nissur sita á einum træ- stubba og summar á reiggj- um. Eisini eru fleiri trølla- greinar, sum eru pyntaðar við ymiskum kúlum og hjørtum og mangt, mangt annað. Men tað er ikki bert jóla- prýði, sum tey hava gjørt. Har eru eisini ymsir gávu- lutir, sum kundu verið eitt gott jólagávuhugskot. Og ikki kann sigast annað enn, at tey hava fing- ið væl burturúr. Lutirnir eru hvør vakrari enn annar, og tað sást, at her liggur nógv arbeiðið aftanfyri. Tað er ikki ein fingur at seta á nakrastaðni, og tað er sanniliga onki at siga til, at jólasølan fær góða undir- tøku, tí her fært tú hond- gjørdar lutir, sum tað er avmarkað nøgd til av. Og tað ger bara alt meira ser- stakt. Eitt av starvsfólkunum greiðir frá, at undirtøkan hevur altíð verið góð, og hóast tað ikki ber til at siga frammanundan, um hon verður tað aftur í ár, so kann tað væntast. Vanliga selja tey bert einaferð um árið til jóla, men í ár høvdu tey eisini eina summarsølu, sum eydnaðist sera væl. - Vit hava ongantíð selt so nógv uttanfyri jólasøl- una fyrr sum í ár, so vit lata væl at, sigur Ragna eitt av starvsfólkunum á Verk- staðnum. Tað starvast fimm fólk á Verkstaðnum á Brekku, og umleið 20 brúkarar koma til arbeiðis har hvønn dag, tó ikki øll fulla tíð. Jólini byrjað á Verkstaðnum á Brekku Millum allar lutirnar, sum tey hava gjørt á Verkstaðnum til jólasøluna er nógv ymiskt og vakurt jólaprýði Millum teir ymsu lutirnar, sum tey hava gjørt er eitt ótal av bundnum húgvum í alskyns litum Jacobina situr við nissuhúgvunum, sum hon hevur gjørt sjálv. »Nú skal tað seinasta gerast við tær, so eru tær lidnar«, sigur hon C M Y K 11 10