Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 225 - 22. november 2002 Á smiðuni Hydro Tech á Eiði eru teir farnir undir enn eina tvíkilju, sum brúkast skal í alivinnu. Men meðan tær flestu, sum fyrr eru smíðaðar, eru seldar í Føroyum og onkur einstøk í Skotlandi, skal hendan nýggja tví- kiljan til Íslands SKIPASMÍÐ Edvard Joensen Eiði: Føroyskt skipasmíð er sloppið inn á íslendska marknaðin. Fyri fyrstu ferð nakrantíð lata íslendingar stálskip smíða í Føroyum. Talan er um eina tvíkilju, sum brúkast skal í ís- lendskari alivinnu, ið smíð- að verður á smiðuni Hydro Tech á Eiði. Báturin er um 12 metrar til longdar og seks metrar breiður. Í mun til hinar tvíkiljur- nar av somu longd, sum Hydro Tech hevur smíðað, er hendan ein metur breið- ari. Aðrir bátar hava kortini verið seks metrar breiðir, men so hava teir eisini verið eina tríggjar metrar longri. Teir hava ligið um teir 15 metrarnar til longd- ar, sigur Ólavur Asafson Olsen, stjóri á KJ Hydrau- lik á Kambsdali, sum eigur smiðuna Hydro Tech á Eiði. Báturin, sum íslendingar skulu hava, er útgjørdur sum teir, ið Hydro Tech fyrr hevur latið. Hann hevur stóran krana, stóran spæl- kopp og dupulta fóður- kanón. Tveir eru motorarnir í bátinum, og eru teir upp á góðar 200 hestakreftir hvør. Umframt er øll nútíðar nautisk útgerð umborð. Ólavur A. Olsen sigur, at síðan Hydro Tech í sep- tember lat tann seinasta bátin til føroyingar - hann fór til Hera Hjelm í Vági - hevur einki bátasmíð verið fyr enn nú, íslendingar hava skrivað undir sáttmála. Hetta felagið, sum skal hava hendan nýggja bátin, hevði áhuga í at fáa ein afturat. Men hava tó tikið fyrivarni og vilja bíða eitt halvt ár ella so í fyrsta umfari. Men tó eru vónir fyri, at onkur annar íslendingur tekur við, tí eitt annað felag liggur framvið og er áhugað í einum báti, sigur Ólavur Olsen. Um tann áhugin gerst til veruligan sáttmála, verður tann báturin so smíðaður, áðrenn ein møguligan nummar tvey verður gjørd- ur til felagið, sum í løtuni letur bát smíða á Eiði. Talan er um eitt felag á Eysturlandinum, sum nú hevur gjørt sáttmála um bátasmíð við Hydro Tech. Felagið hevur aling og aliloyvi á Reyðafirði og Mjóafirði báðu megin Norfjørðin. Ólavur Asafson Olsen, sigur, at felagið Samherji á Akureyri, sum kent er í Føroyum í øðrum sambandi, eisini er parta- eigari í hesum alifelagnum. Umframt KJ Hydraulik og Hydro Tech vóru buðu norðmenn seg fram at smíða íslendska felagnum alibát. Men hóast teir eisini kundu bjóða fígging, tóku íslendingar av føroyska tilboðnum, sigur Ólavur A. Olsen stjóri á KJ Hydrau- lik, sum eigur Hydro Tech á Eiði. Húsini hjá Ólavi á Heygum, Heyganes- húsini í Vestmanna, verða nú niðurtikin. Stórviðurin í elsta partinum verður goymdur BYGDARMYND Edvard Joensen Vestmanna: Heyganeshús- ini hvørva nú úr bygdar- myndini í Vestmanna. Part- ar av teimum verða tó goymdir. Gomlu Heyganeshúsini vóru í so ringum standi, sigur Gunn Joensen, borg- arstjóri í Vestmanna, at einki var at gera við tey annað enn at taka niður. Økið, har tey stóðu, fer í fyrsta umfari at liggja opið. – Tað er sera trongligt í umráðnum, so brúk er fyri einum opnum plássi her, sigur borgarstjórin. Onkrir fyrispurningar hava verið um at sleppa at brúka økið, men víst er til øki aðra- staðni. Øðrum vinnuvirk- semi, sum talan kann vera um, er gott pláss fyri Inni á Firði, og upp aftur rúm- ligari verður, nú ferjan um Vestmannasund fer at gevast at sigla. Eisini eru komnir onkrir fyrispurn- ingar um at sleppa undir virksemi har inni, sigur borgarstjóin í Vestmanna. Røddir hava verið frammi, sum vildu varð- veita Heyganeshúsini. Gunn Joensen sigur, at avvarðandi myndugleikar hava eisini verið uppií, men úrslitið var, at einki nevni- vert var at varðveita, og húsini eru ikki friðað. Um bygningurin skuldi verið settur aftur í gamlan stand, fór tað at kosta milliónaupphæddir, sigur Gunn Joensen, og Vest- manna Kommunan gjørdi greitt, at tí kundi kommun- an ikki bera kostnaðin av. Tó vóru partar av tí, sum tikið er niður, tiknir frá og goymdir. Eitt nú útsker- ingar og annað, sum hildið var vert at goyma. Tann parturin, sum nú verður tikin niður, er tann elsti av húsunum. Hann verður tikin sundur, og allur stórviðurin goymdur. Bygningurin verður av- myndaður, so hvørt tikið er uttan av, sigur borgar- stjórin. Smíða alibát til Íslands Heyganeshúsini niðurtikin Í áravís hava Heyganeshúsini verið í ringum standi og einki kunna brúkst til....... Mynd: Edvard Joensen ........Nú er mestsum alt niðurtikið, og elsti parturin verður eisini tikin niður. Stórviður og annað, sum vert verður hildið at goyma, verður tikið frá Mynd: Edvard Joensen Tað er ein bátur av hesum slagnum. Hydro Tec nú er farið at smíða til Íslands Sunnukvøldið kl. 20.00 Frá fríggjadegi 22. november til hósdagin 28. november Frá fríggjadegi 22. november til hósdagin 28. november Leikstjórin Edward Zwick hevur gjørt hesa frásøguna, sum fer fram undir 1. heimsbardaga í harðliga landslagnum í Montana. Anthony Hopkins spælir William Ludlow, ein hugsjónarligur ovasti, sum er ósamdur um, hvussu herurin og kríggið fer við teimum innføddu. Av tí, at konan er farin frá honum, uppalir Ludlow sjálvur sínar tríggjar synir á tí óbygda landslagnum, bert við hjálp frá sínum innføddum vinum. Leikarar: Brad Pitt, Anthony Hopkins, Aidan Quinn, Julia Ormond, Henry Thomas, Karina Lombard, John Novak, Kenneth Welsh o.o. Legendernes tid Legendernes tid Við Jógvani í Barmi Sunnukvøldið kl. 21.00 Borð um borð Sunnukvøldið kl. 20.00 Bullworth Fríggjakvøldið kl. 22.25 C M Y K 13 12