Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. november 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 225 - 22. november 2002 Nr. 225 - 22. november 2002 25 VIÐMERKINGAR Kári Thomsen Hugtakið burðardygg menning hevur alment sín uppruna frá Brundtland- kommissiónini, ið í 1987 legði fram frágreiðingina »Vor fælles fremtid«. Sagt verður her: Burðardygg menning er ein mennig, ið lýkur tørvin hjá verandi ættarliðum og sum samstundis ikki forðar fyri møguleikunum hjá komandi ættarliðum at lúka teirra tørv. Burðardygg menning er tí ikki ein enda- lig samljóðsstøða, men heldur ein broytingartil- gongd, har gagnnýtslan av tilfeingi, skipan av íløgu- og fíggingarháttum, gongdin í tøkniligu menningini og umsitingarligu viðurskift- unum annars verða sambært framtíðar eins og nútíðar tørvi. Stremban og dálking Samfelagsmenningin í heiminum er, síðan ídnaðar- mennningin tók seg fram, so líðandi farin av burðar- dyggu leiðini við áhaldandi og ofta fyrilitarleysari stremban eftir vaksandi og miðvísari gagnýtslu av náttúrunar tilfeingi. Í byrj- anini vóru lítlar og ongar treytir fyri, hvussu ídnaður- in kundi gagnnýta náttúr- una, mestan tí árin ikki só- ust, og at náttúran megnaði at taka til sín og bróta niður dálkingina. Komið er nú hartil, at náttúran ikki megnar at taka til sín, við- gera ella bróta niður ovur- stóru nøgdirnar av skaðilig- um evnum, og her eisini nógv umrøddu nøgd av koltvísúrni, ið sum kunnugt saman við øðrum evnum er við til at økja um óhepnu hitaøkingina á jørðini. Altjóða ráðstevnur eru hildnar um veðurlagsbroyt- ingar, um hvussu náttúrutil- feingið eigur at nýtast á skilagóðan og burðardygg- an hátt, um avmarking og steðg í nýtslu av vandamikl- um kemiskum evnum, og hvussu fátæki parturin av heiminum eigur fáa sín sjálvsagda lut í nátturutil- feinginum. Her er orðað skrá fyri 21. øld, nevnd Ag- enda 21, ið leggur áherðslu á, at vit gera ætlanir til loysn á umhvørvistrupul- leikunum, og óhepnu ávirk- anini dálkingin hevur á fólk og øllum livandi verum. Ásannað náttúruvernd Føroya Náttúruverndarfelag hevur í viðtøkum sínum hesar meginreglur, ið Tór- móður Dahl, sáli, orðaði við stovnan felagsins á Græk- arismessu í 1980: Ásannað og tikið verður avleiðing av: • at eitt samfelag av plant- um, djórum og menniskjum saman við sínum lívrunnað og ólívrunnað umhvørvi er fortreytin fyri øllum lívi á jørðini, • at henda vistskipan er støðufastari og sterkari, jú fjølbroyttari hon er, - at nærum øll vistfrøðilig afturgongd hevur við sær úrskeping av grøði og djóra- lívi, at øll kykt, plantur, djór, landsløg og heildar- myndir í vistfrøðiligari javnvág bera friðhalgi, og at tað sostatt er skylda okkara at líta at jørðini, sjónum, vatninum og luftini, saman við teimum verum, sum liva her - ikki bert sum ein- um arvi frá forfedrum okk- ara, men eisini sum einum láni frá komandi ættarlið- um, - at eitt samfelag, har ser- staki leiklutur menniskjans í umhvørvi og náttúru eigur at vera í samljóð við seg sjálva, og má seta sum fyrstu treyt, at samfelags- skipan, tøkni og búskapur, og siðalag og list, má finna saman á gongda leið, har orðið dygd stendur sum felagsnevnari. Íhald uttan fyrilit Ídnaður, tøkni, hækkandi effektivitetur, nýggir ar- beiðs- og viðgerðarhættir og rationaliseringar, har til- feingi skal gagnnýtast á tamb við eittans endamáli, nevniliga at fremja áhald- andi fíggjarligan vøkstur - uttan at fyrilit verða tikin fyri avgerandi burðardyggu meginreglunum, hevur við sær úrskeping av grøði og djóralívi og harvið okkum sjálvum og lívsgrundar- lagnum framyvir. Vistskipan og sólar- máttur Vistskipanin kann ikki inn- rættast ella programmerast til dagsins samfelagsskipan og kann heldur ikki noyðast at fylgja tøkniligum ella fíggjarligum ætlanum ella reglum. Ávís menningarætlan kann einans sigast at vera burðardygg, um hon hevur støði í vistskipanini og tí varandi tilfeingi, ið grundað á sólarmáttin veitir verandi og komandi ættarliðum haldbar livilíkindir. Greitt er, at náttúran og ljósið frá sólini eigur lívið í okkum menniskjum og øllum, ið livandi er. Avgerandi er tí, at náttúran ikki verður dálkað og oyðiløgd av tí virksemi, vit seta í verk innan fram- leiðslu ella veitan av teim vørum, tænastum og útbún- aði, vit hava tørv á. Ikki burðardygt Nøkur dømi kunnu nevnast um virksemi, ið ikki kann sigast at vera burðardygt. T.d. er fiskiskapur við troli ikki burðardyggur, tá smá- fiskur og fiskasløg, ið ikki eru ætlað at fáa í veiðuna, av góðum grundum ikki kunnu haldast burtur, og at dygdin annars ikki stendur mát við húkaveiddan fisk. Skiljiristir, meskavíddir og tiltøk til avmarking av hótt- um fiskastovnum, kunnu nýtast, men dømi um niður- fiskaðar stovnar eru mong. Aling av laksi, síli og skjótt eisini toski og kalva, er ikki burðardygg framleiðsla. Vandamálini eru her sjúkur fiskur, ið kann smitta villan fisk, og strongd og síðan heilivágsviðgerð, fyri at halda fiskinum á lívi, inntil hann skal takast, ella kopp- seting, kann við møguligari framtíðar hormonviðger ð ella genmanipulatión, hava sera álvarsom árin á náttúr- una í sjónum, á landi og okkum menniskju. Kjøt- og landbúnaðar- framleiðsla okkara virkar á nøkunlunda somu treytum sum alingin av fiski, og hevur henda við óneyðug- um heilivági, genspleisað- um kraftfóðuri og ovur- honds stórari nýtslu av handilstøðum, eisini óhepp- in árin við sær, líkasum dygdin lækkar javnt sum frálíður. Kenda hugtakið »de danske svin strutter af penicillin«, var ikki nakað, ið var danska landbúnaðin- um til frama, og áttu vit at tikið við læru av hesum mistøkum. Oljuvinnan ikki burðardygg Mest týdningarmikli sekt- orur samfelagsins er orku- veitingin. Sum er, eru vit fyri 98% viðkomandi bund- in at olju- og oljuúrdrátti, og verður eisini tikið við, at búskapur okkara stendur og fellur við bert lítlari prís- hækking á olju, eiga vit og einamest politiski myndug- leikin, at taka annað skinn um bak. Kanningar hjá jarð- frøðingum vísa, at globala oljuframleiðslan bert kann nøkta verandi tørv góð 10 ár afturat. Goymslurnar verða minni ár fyri ár, tí til- gongdin av nýggjum fund- um ikki stendur mát við nýtsluna. Oljuframleiðsla og nýtsla hevur einki við burðar- dygga mennning at gera. Tó so hevur hetta evni og orku- tilfeingið ment ídnaðar- greinir og samfeløg í al- stóran mun, soleiðis at vit í dag mugu siga, at menning- in er grundað á júst olju- vinnuna. Evni ella tilfeing- ið, ið er avmarkað, kann ikki flokkast í burðardygga bólkin. Hetta kunnu einans tilfeingið, ið sum nevnt eru grundað á vistfrøðina og máttin frá Sólini. Burðardygg fiskivinna Fiskur veiddur við húki er og hevur alla tíðir verið burðardygg veiða. At fara til útróðrar er frumrættur hjá øllum fólkum við at- gongd til sjógvin, og er pol- itisk sera løgna krav um fiskiveiðuloyvi hjá smábát- um ein av aldarinnar størsta ágangi, ið gjørdar er á út- róðrarmenn, fiskiveiðu- mentan og land okkara. Væl hagreiddur húkaveiddur fiskur er fyrsta floks vist- frøðilig vøra, ið gevur hægsta prís og samstundis virðir tilfeingið. Maður við 4 til 5 nýmótans snellum ger ikki ágang á nakran fiskastovn Burðardyggur land- búnaður Tilvitanin um vistfrøðiliga framleidda landbúnaðar- vøru er við at menna seg eisini her hjá okkum, og er tað at gleðiligt, at Bjørn Patursson, bóndi í Koltri, hevur tikið stig til miðvísa framleiðslu av vistfrøðilig- um landbúnaðarúrdráttum. Stór menning kann setast í verk innan hópin av land- búnaðarvørum. Veðurlagið setur ikki forðingar, bert hugsjónir og vitanarstøði, marknaðarkanningar og miðvíst samstarv, kann geva nýggj arbeiðspláss og egin vistfrøðiliga framleidd dygdargrønmeti. Burðardygg orku- framleiðsla Orkuframleiðsla til egið brúk er vatnorkan og eina vindmyllan á Nesi. Mark er fyri, hvussu nóg kann fremjast av vatnorkuút- byggingum framyvir, eina- mest tí víddir og lendis- hæddir eru avmarkaðar, men mestan tí vit út frá nátt- úru- og umhvørvisfyrilitum mugu stðafesta, at markið fyri vatnorku er nátt. Vatn- orka hevur árin á vistfrøð- ina samt, at vit ikki kunnu loyva okkum at leggja hald á øll fjallavøtn. Frítíðar- og rekreativ øki skulu virðast, og fuglur og djóralív annars skal verjast. Grannalond okkara Ís- land, Skotland og Noreg arbeiða miðvíst við upp- setan av varandi orkuútbún- aði einamest vindorku, meðan Ísland við nógva jarðarhitanum leggur seg eftir vetnisorkuni, har ele- ktrolysuverk og áfyllingar- støð í løtuni er í gerð í Reykjavík. Almenna flutn- ingsskipanin kemur at nýta 3 bussar frá september 2003. Hvør kostar góðar 800 túsund krónur og koyrir 250 km uppá eina áfylling. Skipaflotin hevur 100 tons fiskifør á tekniborðinum og eru hesi ætlað at gera 4-5 daga túrar við 500 kw gen- eratori. Skotland og norðurpartur av Onglandi sigst verða framtíðar orkumiðdepil í Europa. Her er ta vindork- an, ið kemur at nøkta mesta tørvin á elorku í Onglandi. Norðmenn hava sum kunn- ugt nógva vatnorku, men har eru umstøðurnar eisini til staðar við veldugum víddum og hæddum. Tó so er vindorkuparkin á Smøla júst tikin í nýtslu, og ár 2005 verður annað byggi- stig tikið í nýtslu við íalt 104 MW installeraðum gen- eratormátti. Vindorkuparkin á Hitra verður uppá 56 MW - áleið okkara tørv, um vit sløkkja dieselmotorarnar og við tí minka um vakstrar- húsútlátið við 14%. Hitra- parkin verður sett til rav- magnsnetið summari 2004. Vinarliga legg til merkis at grannar okkara seta upp góð 50MW uppá 2 ár. Aðrar varandi orkukeldur kunnu eisini verða við at avmarka útlatini av vakstr- arhúsgassum, m.a. innsavn- an av tøðum og lívrunnum evni frá fiskavirkjum, hot- ellum og matstovum, og húsarhaldum - um innsavn- ingarskipan verður framd. Besta vistfrøðiliga tøð og orka sum metangass ella metanol verður tá eginfram- leiðsla til el-orku ella hita. Sólkyknur og sólpanelir eru eisini tøkar til el- og hitaframleiðslu, og kann samanumtikið uttan hóva- sták minka um okkara part av vakstrarhúsgassum við 20% uppá fá ár. Er viljin til staðar er tað eisini gjørlig. Orkutilfeingisfellan Um vit vilja tað ella ikki, so noyðast vit at ásanna: - at orku- og tilfeingis- grundarlag okkara í farnu øld, við avmarkaðu nøgdini av steinrunnum tilfari, ikki kemur at standa við í fram- tíðini, og at tað tí verður neyðugt at sleppa okkum undan hóttandi orkutil- feingisfelluni við at leggja um til varandi og náttúru- vinarliga orku. - at ein umlegging til orku- og tilfeingi grundað á sólina, sum høvuðs-orku- keldu, vil hava við sær av- gerandi týdning fyri fram- tíðina og alla samfelags- menning. - at búskaparliga til- gongdin, grundað á stein- runnu orkuna, verður løgd um til eina vistfrøðiliga og burðardygga orkuveiting grundað á sólina, tá bert henda kann steðga einsrætt- an av búskapi og mentan, og seta ístaðin eina fjøl- broytta tilgongd og menn- ing til eina framtíð, ið tekur hædd fyri og tryggjar mannaættina og náttúruna. Økisskipanir Nógv er tosað um ov stóran yvirbygnað og ov nógv stýri, tó tað ikki skerst burt- ur, at spurningurin ikki er, hvussu fá stýri, vit skulu hava, men harafturímóti hvørji stýri eru neyðug fyri at skipa og reka samfelagið á skilagóðan hátt. Sitandi landsstýri hevur havt sum mál at leggja so nógvar landsuppgávur út til privatu vinnuna og komm- unurnar at taka sær av sum gjørligt. Greitt er ikki, hvørjari langtíðarætlan landsstýrið arbeiðir eftir, men uppgávur og fylgjandi ábyrgd eru í nøkrum førum longu løgd út til áður nevndu. Eisini eru lands- uppgávur/stovnar fluttir frá landsumsitingini í høvuðs- staðnum og út á ávísar kommunur, tó at ábyrgd og arbeiðið verður liggjandi hjá landsstýrinum. Einskilj- ing hevur verið yvirskriftin, og má í tí sambandinum nevnast ætlanin at selja alla kongsjørð. Hetta tykist sera undrunarvert, eftirsum eingin langtíðarætlan finn- ist viðv. t.d. ferðavinnumál- um, umhvørvis- og friðing- armálum, og so orkumál- um, bert fyri at nevna nøkur fá dømi. Lukkutíð fyri tann haga- eigara, sum vísir seg at hava øll rættindi á síni ogn, ið kann vísa seg at verða allar- besta vindmylluøki. Ognar- tøka aftaná at hava selt sína egnu jørð, vegna vantandi langtíðarplanlegging, kann kosta landsins borgarum dýrt - og ravmagnskostnað- urin verður hareftir. Skilligt er, at lógarsmíð til skipan av planleggingar- grundarlagi okkara er mangulfult og ótíðarhósk- andi. Náttúrufriðingarlógin eigur at dagførast og byggi- og býarskipanarlógin at endurskoðast og skipast til eitt hægri planleggingar- stig, nevniliga lands- og øk- is(región)planlegging. Við lóg um lands- og región- planlegging kann landsstýr- ið hava tamarhald á støðuni, samstundis sum komm- unurnar hava púra greiðar langtíðarætlanir at halda seg til - og samstarva um. Kommunurnar royna í før- um at leggja saman í størri Burðardygg menning, náttúruvernd og økisskipanir Framhald á síðu 25 eindir, har áhugi og semjur kunnu fremjast. Frá lands- ins síðu er eingin stýring ella skipan av møguligum samanleggingum, komm- unur gera, sum tær vilja, og úrslitið kann blíva ein ruð- ulleiki, ið tórførur verður at greiða aftur. Langtíðarætlanir til skip- an av landsuppgávum vil nátúrligt blíva ein saman- seting av skipanum fyri ávísar regiónir ella størri øki/oyggjar ella oyggjar- partar. Verður Suðuroy brúkt sum dømi, er klárt, at allar kommunur í oynni noyðast í miðvíst samstarv, ið tá ikki letur seg fremja á tilvildarligum kaffifundum eina ella tvær ferðir um árið. Bygdar- og býráðini mugu leggja saman í eitt økis- ella amtsráð, ið verður skipað á sama hátt sum bygdar- og býráð. Upp- gávu- og ábyrgdarbýtið verður lagt út til økisráðið at umsita vegna allar kom- munurnar í oynni, og fylgir tá við lógargrundarlag, ið tryggjar, at landsstýrið m.a. kann áleggja økisráðnum fyri Suðuroy at útvega upp- lýsingar til nýtslu í lang- tíðar- landsplanskipanini. Ein økis- ella regións- skipan er partur av einari landsplanskipan, og er endamálið (í stuttum): at arbeiða fram móti ein- um støði, har økis- og nátt- úrutilfeingið verður gagn- nýtt út frá burðardyggari heildarmeting. at økisnýtslan verður skipað soleiðis, at dálking av luft, jørð, vatni óljóði o.ø. verður fyribyrgd við m.a. frægasta skilnaði mill- um búseting og umhvørvis- tyngjandi virksemi. at samskipa einstøku av- gerðirnar/evnini innan karmarnar í fíggjarligu samfelagsplanleggingini. Framhald av síðu 24 Fartelefonin grøddi orðblindni LESITRUPULLEIKAR Rúna Sivertsen Útvarpið visti gjáramorgun at siga frá drongi á Fjóni, sum tá hann fekk eina far- telefon frá mammu síni, lærdi skjótt, bæði at lesa og skriva. Mamma hansara keypti honum fartelefonina, so hann kundi ringja til henn- ara, tá hann hevði tað fyri neyðini. Men drongurin nýtti, sum so mong onnur, eisini telefonina at senda vinum sínum SMS-boð. Ikki gekk long tíð, so dugdi drongurin bæði at lesa og skriva. Ein fitt søga um fartele- fonina, sum annars mangan stendur fyri skotinum at vera meiri til møði enn føði. VIÐMERKINGAR Tónleikur og yrkingar í Losjuni í Gøtu YRKJARACAFÉ Tíðindaskriv Í kvøld, fríggjakvøldið, verður Losjan í Gøtu karm- ur um eitt spennandi tiltak. Talan er um eina so- nevnda singer/songwriter og yrkjaracafé. Hetta er eitt tiltak, har høvið verður at hoyra og uppliva framførsl- ur og upplestur frá ymsum, kanska serliga ungum, sangskrivarum og yrkjar- um. Endamálið við tiltakinum er, at geva teimum, ið fáast við hesar listagreinar ein pall, har tey kunna koma út við tí, ið tey hava upp á hjartað, tað veri seg tón- leikur ella yrkingar. Tað hevur leingi verið eitt ynski frá Grót at skipa fyri fleiri tiltøkum av hesum slag, sigst kann, at líknandi tiltøk hava verið roynd við góð- um úrsliti fyrr. Millum luttakandi sang- skrivarar og yrkjararar vera m.a. Søren Søgaard, Petur Pólsson, Símun Skorastein, Knút H. Eysturstein og Hanseman Poulsen. Eisini verður møguleiki hjá áhoyrarum at bera fram yrkingar og/ella framføra nøkur løg. Áhugað kunna tekna seg sum kvøldið líð- ur. Øll eru hjartaliga væl- komin, sigur Grót í tíð- indaskrivi. Samstarv um fólkateljingar Ættargranskingarfela gið KT Slekt og Landsskjalasavnið hava gjørt samstarvs- avtalu um teldutøkar fólkateljingar ÆTTARGRANSKING Tíðindaskriv KT Slekt bleiv stovnað 1. februar í fjør. Eitt av enda- málum felagsins er at virka fyri at ættargranskingar- keldur verða teldutøkar. Felagið fór beinanvegin undir eina verkætlan, við tí endamáli at fáa allar fólka- teljingar teldutøkar. At fáa allar fólkateljingar teldutøkar er ein stór verk- ætlan, sum krevur nógv arbeiði av bæði av teimum sum skriva fólkateljingar- nar inn í teldu og teimum sum skipa fyri. KT Slekt fekk fyrr í ár fíggjarligan stuðul frá Føroya Sparikassa uppá kr 40.000, sum eru ætlaðar til at samskipa verkætlanina við at fáa fólkateljingarnar teldutøkar. Nú hava KT Slekt og Landsskjalasavnið gjørt eina samstarvsavtalu, sum í høvuðsheitum áleggur Landsskjalasavninum ímóti samsýning at veita fakliga vegleiðing til tey sum skriva fólkateljingarnar inn á teldu. Tað áliggur limunum í KT Slekt at skriva fólka- teljingarnar inn á teldu. Endamálið við sam- starvsavtaluni er at KT Slekt fær fakliga vegleiðing í keldutilfari og samskipan av innskrivingini. Lands- skjalasavnið fær aftur fyri rættin til at brúka allar teldutøku fólakteljingarnar. Tað er eyðsæð at sam- starvsavtalan gevur Lands- skjalasavnium eyka arbeiði omaná vanliga arbeiðsdag- in. Tí kemur stuðulin frá Gávugrunni Føroya Spari- kassa sera væl við. Ætlanin er at verkætlanin er liðug í 2005. Skeiðvirksemið Tað sita longu fleiri og skriva fólkateljingar inn á teldu. Men fyri at fáa enn fleiri við í verkætlanina, skipar felagið fyri skeiðum í innskriving. Innskrivingin ferð fram í einum forriti sum eitur WinKip, sum er danskt og sum felagið hevur fingið loyvi til at nýta til enda- málið. Eitt skeið verður í Rúnavík og eitt verður í Havn. Bæði skeiðini verða í endanum í november. Lýst verður á heimasíðu felagsins. Virkin heimasíða Allir limir í KT Slekt fáa atgongd til teldutøku fólka- teljingarnar so hvørt tær eru liðugt innskrivaðar. Í løtuni eru fleiri enn 120 bygdir tøkar á heimasíðu felagsins, sum er www.genealogi.fo. Nevnast kann eisini at felagið KT Slekt er farið undir aðrar verkætlanir. Millum annað hevur ein sum endamál at fáa allar gravir í øllum kirkjugørð- um í Føroyum teldutøkar. Felagið KT Slekt hevur í dag fleiri enn 250 limir, sum á heimasíðu felagsins javnan møtast á kjaktorgin- um ella leita í nógva for- kunnuga tilfarinum. C M Y K 25 24