fríggjadagur 22. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 225 - 22. november 2002
Tá Neistin síðsta
korterið valdi at
mansverja Halgir
Dahl Olesen, fann
H71 ikki fleiri
streingir at spæla
uppá, og tí kundi
Neistin halda fast um
leiðsluna og sigurin
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Ikki fyrr enn einir tíggju
minuttir vóru eftir, bleiv
dysturin í Hoyvíkshøllini
millum H71 og Neistan av-
gjørdur, og tað var Neistin,
sum fór avstað við øllum.
Vápnið var einfalt, tí eitt
korter fyri tíð valdi Neistin
at mansverja størstu skot-
hóttanina hjá H71, Halgir
Dahl Olesen, og tað tók
fullkomuliga broddin av
spælinum hjá hoyvíking-
um, ið ikki megnaðu at
svara aftur.
Tað hevði annars verið
javnt fram til hesa avger-
andi løtuna. Eftir ein fyrra
hálvleik, har hvørki liðið
nakrantíð slapp frá hinum,
stóð á jøvnum 14-14.
Onkra løtu í fyrra hálv-
leiki valdi Neistin at taka
Halgir burturúr, tá hoyvík-
ingar vóru í minniluta á
vøllinum, men uttan at tað
tóktist ávirka spælið hjá
H71 nóg nógv til, at Neistin
endurtók hetta — fyrr enn
altso móti endanum.
Í seinna hálvleiki líktist
tað fyrsta korterið spælin-
um, sum hevði verið fyrsta
hálva tíman, og mong
mundu helst væntað, at
kanska tveir ella tríggir teir
síðstu minuttirnir kundu
gerast dramatiskt avgerandi
fyri, hvør vann.
Vantandi hugflog
H71 var kanska heldur
betur fyri og var ofta liðið,
ið legði seg framum. Men
tá støðan var 22-21 til
hoyvíkingar, settu Neista-
menn mansverjuna inn, og
hon gav beinanvegin úrslit.
Frá at hava verið aftan-
fyri, kom Neistin í einum
taki framum við tveimum
málum, og seinni øktist
munurin upp í fýra mál.
Hoyvíkingar
megnaðu
ikki tað sama, tá teir noydd-
ust at spæla, uttan at fáa
stórskjúttan uppí, og tí fekk
Neistin frið og náðir at
halda fast um leiðsluna og
kundi tryggja sær sigurin
hesa síðstu løtuna.
Tað vísti seg eisini móti
endanum, at spælararnir hjá
Neistanum
orkaðu
eitt
sindur meira og gjørdu
heldur ikki so nógvar feilir
sum teir hjá H71, ið hesa
ferð vóru nær við, men
samstundis avdúkaðu, at
teir mugu leita eftir hug-
flogi at brúka, næstu ferð
mansverja pilkar spælið
sundur.
Við sigrinum er Neistin
nú á triðja plássi, við sama
stigatali sum VÍF, men tó
tvey stig aftan fyri StÍF.
Dysturin í tølum:
H71-Neistin 30-33 (14-14)
Málskjúttar:
H71: Jákup á Borg 10 (1),
Halgir Dahl Olesen 6, Niels
V. Niclasen 4, Esbern Pat-
ursson 3, Tróndur Vatn-
hamar 3 (3), Bárður Brim-
vík 2, Hans J. Jacobsen 2
Neistin:
Áki Mørk 6,
Morgan Knezevic 6 (3),
Ragnar Stakksund 5, Helgi
K. Justinussen 4, Birgir F.
Kass 4, Kári Mortensen 3,
Dann Thorleifsson 3, Rani
Slættanes 2
Brotskøst: H71 5, Neistin 4
Útvísingar: H71 3, Neistin
2
Dómarar: Kári Hansen og
Trygvi Mortensen
Eftir eina veika
byrjan tykjast VÍF-
kvinnurnar at vera
komnar fyri seg.
Mikukvøldið fekk
StÍF ikki fótin fyri seg
í Vestmanna, tá VÍF
stríddist fyri sigrin-
um
KVINNUHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Síðstu tvey árini hava
kvinnurnar hjá VÍF vunnið
greipuna, og eingin hevur
veruliga fingið gjørt nakað
við tær. Men í ár hevur
verið øðrvísi, og VÍF hevur
longu tapt heilar tríggjar
dystir.
Kortini hava VÍF-kvinn-
urnar ikki givið skarvin
yvir, og tað fekk StÍF at
kenna í Vestmanna miku-
kvøldið, tá dystur var um,
hvør skuldi sleppa at taka
kappingina upp við VB á
oddasessinum.
Og hóast byrjanin í vetur
ikki hevur verið nakað
serlig, vísti undirtøkan í
høllini, at vestmenningar
ikki hava gloymt tær, tí tað
fólkið, sum var og hugdi
mikukvøldið, var stórt sæð
komið til kvinnudystin.
Bara nøkur tandur løgdust
aftrat, tá mansdysturin var
aftaná.
Í eitt korter megnaði StÍF
at fylgja við, men so menti
VÍF seg og slapp sær av 6-
6 upp á 10-6. Og so sá StÍF
ongantíð ordiliga aftur í
halaferðina á vestmanna-
kvinnum.
Bert ta einu løtuna í
seinna hálvleiki var tað um
reppið, at StÍF fekk svarað
aftur, men tá megnaði
Manuela Stam í VÍF-mál-
inum mestsum einsamøll at
forkoma
møguleikunum
hjá StÍF at sleppa upp í part
av nýggjum.
Manuela helt tætt
Hesa avgerandi løtuna tók
hon trý brotskøst, meðan
meira enn illa lá fyri hjá
útispælarunum
at
løna
henni fyri stríðið við at
skjóta nøkur mál í hinum
endanum.
StÍF stóð væl, og tá VÍF
royndi at gera eitt sindur
um seg, vóru feilir og ov
nógvur skundur ofta orsøk
til, at einki kom burturúr.
Leiðslan hjá VÍF minkaði
úr átta niður í fýra mál, men
so var tann hvøkkurin eisini
av, og VÍF gjørdi enn ein
vørr og vann trygt við
níggju málum, 26-17.
Burtur sæð frá hesi einu
løtuni í seinna hálvleiki, var
tað eitt rættiligt liðavrik, ið
lá aftan fyri sigurin hjá VÍF,
tí allar stríddust fyri sakini,
eins og tær um vikuskiftið
eisini gjørdu tað í dystinum
móti Neistanum.
At breiddin er har, varð
staðfest, tá VÍF síðstu
løtuna gjørdi nakrar útskift-
ingar, ið avgjørt ikki gjørdu
liðið veikari.
Nú líkt er til, at ikki skal
roknast við Ioanu Rapa
meira í vetur, kemur tað
væl við hjá vestmenningum
at síggja, at VÍF-kvinnurnar
eisini kunnu stríðast, um
tað krevst.
Síðstu tvey árini hevur
tað í summum dystum
kanska verið í so lætt, og
mótstøðan hevur kanska
ikki altíð verið størsta av-
bjóðingini.
Men nú nógvir av dyst-
unum krevja meira av spæl-
arunum, verður eisini víst í
verki, at liðið dugir at fáa
arbeiðssigrar til høldar, tá
tað er neyðugt.
Við sigrinum er VÍF nú
bara tvey stig aftan fyri
oddaliðið VB, ið enn einki
stig hevur sett til, men tann
munurin kann økjast so
skjótt, tí VB hevur spælt
tveir dystir færri enn VÍF.
Dysturin í tølum:
VÍF-StÍF 26-17 (14-9)
Málskjúttar:
VÍF: Sóley Mikkelsen 9
(2), Jacklyn Durhuus 7 (3),
Nicoleta Radu 5, Fríða
Marjunardóttir 3 (1), Niko-
lina Eyðbjørnsdóttir 1,
Hertha Simonsen 1
StÍF: Asta Petraukieke 7
(3), Alina Olaru 5 (1), Anna
Maria Berthelsen 2, Anna
B. Danielsen 1, Paula B.
Høgnesen 1 (1), Poula D.
Olsen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 9
Útvísingar: VÍF 4, StÍF 2
Dómarar: Hannis Wardum
og Eyðun Samuelsen
Eftir sjey tap á rað
hevur Tjaldur vent
byttuni. Fyrst við at
basa StÍF sunnudagin
og síðani miku-
kvøldið við eisini at
vinna á Kyndli
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Tjaldur megnaði miku-
kvøldið at halda fast í góða
endanum frá dystinum móti
StÍF, og tað gav hesa ferð
sigur á Kyndli.
Kyndil kanska ikki hevði
væntað sær ta mótstøðuna,
Tjaldur hevði at geva, og
var tað kanska ein orsøk til,
at Tjaldur vann sær tvey
týdningarmikil stig aftrat.
Men tað var ikki øll
orsøkin. Tjaldur spældi
væl, og serliga í verjuni
vóru menn stinnir at blokka
skotroyndir frá Kyndli.
Og so skal málverjin
Dejan Lacod ikki gloymast,
tí umframt at taka fimm av
teimum sjey brotskøstunum
hjá Kyndli, skoraði hann
eisini eitt mál sjálvur, tá
hann úr egnum máli sendi
bóltin alla longdina á vøll-
inum.
Júst hetta málið var eisini
rættiliga avgerandi fyri
gongdina í dystinum, tí
eftir at Tjaldur hevði havt
góða byrjan við einari 4-1
leiðslu, steðgaði alt upp, og
Kyndil slapp sær upp á 10-
5.
Tá var tað, at Dejan tók
sakina í egnar hendur og
setti skjøtil á málskjóting-
ina hjá Tjaldri av nýggjum.
Og tað gav bonus, tí hálv-
leiksstøðan var 11-11.
Ikki minst kom tað væl
við hjá Tjaldri hesa løtuna,
at Jens Martin Knudsen
aftur er á liðnum, tí hann
órógvar mótstøðuliðið og
er uppi í nógvum, uttan
endiliga at skula skjóta øll
málini sjálvur.
Mansverja broytti
einki
Tann stóri munurin, sum
hevði verið í fyrra hálvleiki
— fyrst til fyrimuns fyri
Tjaldur og síðani Kyndli —
var ikki at síggja eftir hálv-
leikssteðgin, tá tað gekk
meira javnt á.
Kortini var tað Tjaldur, ið
gekk undan, og síðstu gott
og væl 25 minuttirnar fekk
kom Kyndil ongantíð aftur
upp á javnleik.
Á liðnum hjá Kyndli stóð
Johan Danielsen væl í mál-
inum, og hóast hann einki
fekk gjørt við fleiri av
Tjaldurs-skotunum,
ið
komu beint gjøgnum verj-
una, tók hann nógv annað.
Hinvegin var kanska ov
lítil broddur í tí, sum Jacob
Jónsson og Finnur Hansson
royndu at fáa burturúr.
Spælið teirra millum gekk
kanska skjótt og væl, men
heildini gav tað ikki so
nógv.
Í seinna hálvleiki royndi
Kyndil at pilka spælið hjá
Tjaldur sundur við at
mansverja
málslúkin
Dragisa Stojovic, men tað
broytti einki, tí hinir hjá
Tjaldri megnaðu kortini at
varðveita yvirtakið og at
spæla seg til neyðugu
møguleikarnar.
Dupult útvísing
Tá so Jens Martin fýra
minuttir fyri tíð fyrst fekk
eina útvísing og so eina
aftrat, tí hann ikki vildi
góðtaka ta fyrstu, tóktist
tað heldur ikki ávirka
spælið hjá Tjaldri, at liðið
hesar síðstu minuttirnar
mátti spæla við einum
manni í minniluta.
Eisini hesa løtuna vísti
Dejan í málinum gott spæl
og tók eitt nú enn eitt
brotskast,
so
munurin
kundi halda sær, til liðugt
var.
Tískil gjørdist tað til ein
fult uppibornan sigur til
Tjaldur í dystinum, sum
ikki bara stríddist fyri lív-
inum, men eisini vísti gott
spæl. Tað sama gjørdi
Kyndil, men kortini virkaði
tað, sum hekk ein skuggi av
undirmeting alla tíðina yvir
spælinum, og tí kundi tað at
enda ikki spyrjast annað
enn tap burturúr móti væl-
upplagda heimaliðnum.
Hóast kærkomna sigurin
er Tjaldur framvegis aftast,
men hevur nú sama stigatal
sum H71 og er bara eitt stig
aftan fyri KÍF. Kyndil
liggur framvegis í miðjuni,
uttan at vera í vanda fyri
aftaru liðunum og uttan at
røkka tey ovaru.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Kyndil 26-22 (11-
11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Dragisa Stojovic 7,
Zoran Sarpevic 6 (2),
Sverri Justinussen 5, Jens
Martin Knudsen 4, Áki L.
Hansen 1, Dejan Lacod 1,
Arnfinn
Langgaard
1,
Tórhallur Thomsen 1
Kyndil: Høgni Klein 7,
Finnur Hansson 6, Regin
Johannesen 4, Josef Abra-
hamsen 2, Jacob Jónsson 2,
Hanus Jensen 1, Jónleif
Sólsker 1
Brotskøst: Tjaldur 2,
Kyndil 7
Útvísingar: Tjaldur 3,
Kyndil 2
Dómarar: Kristian Johan-
sen og Sámal Hansen
Tjaldur-Kyndil 26-22 (11-11):
Tjaldursmenn koppaðu Kyndli
H71-Neistin 30-33 (14-14):
Síðsta løtan avgjørdi alt
VÍF-StÍF 26-17 (14-9):
VÍF spílar seg út
Kvinnurnar hjá VÍF tykjast veruliga hava
fingið ferð á. Mikukvøldið vitjaði StÍF, og her
fingu Nicoleta og tær veruliga hevnd fyri
tapið á Skála fyrr í heyst
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22
Nr. 225 - 22. november 2002
23
UTTAN ÚR HEIMI
Rættarmálið í sambandi
við flogvanlukkuna í
Linate-floghavnini
í
Milano, sum kravdi 118
mannalív, byrjaði fyrra-
dagin.
Á
ákærubonkinum
sótu ellivu fólk, teirra
millum flúgvileiðarar og
fólk, sum arbeiddu í
leiðsluni í floghavnini.
Hinumegin sótu meiri
enn hundrað verjar. Á-
kæruvaldið væntar, at
málið fer at enda við
umleið 300 krøvum um
endurgjald og annað.
Italsku myndugleikar-
nir hava kannað vanlukk-
una í fleiri mánaðir, og
nógv fólk eru avhoyrd.
Sambært týsku tíðinda-
stovuni DPA er tað
leiðslan í floghavnini,
sum fær høvuðsábyrgd-
ina av vanlukkuni, tí
leiðslan hevði ikki gjørt
tær ábøtur, sum hon
hevði fingið boð um at
gera. Eitt nú vísti tað seg,
at radaraskipanin í flog-
havnini virkaði ikki, sum
hon átti, og at lending-
arbreytirnar vóru alt ov
illa merktar.
Rættarmál um flogvanlukku
Oljufelagið Shell sigur
nú, at tað kann vera
vandamikið at tosa í far-
telefon, tá ein stendur við
eina bensinstøð og koyrir
bensin í tangan. Shell
sigur,
at
fartelefonin
kann elva til eld, og fe-
lagið ætlar sær tí at banna
sínum viðskiftafólkum at
tosa í fartelefon, tá tey
eru á einari bensinstøð.
Shell í Danmark hevur
longu boðað frá, at frá 1.
desember
verður
tað
bannað viðskiftafólkun-
um at tosa í fartelefon,
meðan tey eru á bensin-
støðunum hjá felagnum
og dótturfelagnum Me-
tax. Shell í Danmark sig-
ur, at tey hava gjørt nak-
rar royndir, sum vísa, at
neistar frá fartelefonum
kunnu elva til eld og
spreingingar.
Í Bretlandi hava minst
tríggir tilburðir verið, har
fartelefonir hava elvt til
eld á bensinstøðum, og
bretsku myndugleikarnir
hava ávarað fólk ímóti at
nýta fartelefonina, tá tey
fara á eina bensinstøð.
Fartelefon vandamikil
Amerikansk vísindafólk
siga seg vera komin eftir,
at sjokoláta og kakao
kunnu fyribyrgja hjarta-
sjúkum.
Vísindafólkini
hava
kannað tey bæði sjoko-
látusløgini
Dove
og
M&M, og har hava tey
funnið evnið flavanol,
sum hevur góða ávirkan
á hjartað. Flavanol er í
plantum og matvørum,
sum eru gjørdar úr plant-
um og vinst m. a. í grøn-
meti, frukt, reyðvíni og
kakao.
Vísindafólkini
siga, at evnið hevur góða
ávirkan á blóðrenslið.
Marguerite
Engler,
professari, sum hevur
staðið á odda fyri kann-
ingunum, ávarar kortini
fólk ímóti at eta ov nógva
sjokolátu. Hon minnir á,
at fólk eiga framvegis at
hava í huga, at nógvar
kaloriur eru í sjokolátu.
Sjokoláta fyribyrgir
hjartasjúkum
Granskarar hjá evrope-
iska
rúmdarstovninum
ESA hava funnið eitt
stórt hol, sum fer ígjøg-
num rúmdina sum ein
kanónkúla. Ferðin er
heilar 400.000 kiloemtrar
um tíman.
At kalla samstundis
hava amerikanskir rúmd-
argranskarar funnið tvey
ovurstór og higartil ó-
kend hol í rúmdini. Hesi
bæði holini mala um
hvørt annað.
Evropeisku granskar-
arnir siga, at holið, sum
teir hava funnið, hevur
kós ímóti Jørðini, men
vandi er kortini eingin, tí
væntandi fer holið fram
við Jørðini um 200 milli-
ónir ár, og teinurin mill-
um Jørðina og holið
verður millum 6.000 og
9.000 ljósár, siga teir. Eitt
ljósár er tann teinurin,
sum ljósið ferðast í eitt
ár, og tað svarar til um-
leið 10.000 milliardir
kilometrar.
Tey bæði holini, sum
amerikansku granskar-
arnir hava funnið, eru
eftir øllum at døma mið-
depilin í einum stjørnu-
hópi. Teinurin millum tey
bæði holini er mettur at
vera 3.000 ljósár, og
holini eru umleið 400
milliónir ljós ár frá Jørð-
ini.
Funnið hol í rúmdini
NATO-londini samdust á
fundi í Prag í gjár um at
geva sjey eysturevropeisk-
um londum limaskap í
verjusamgonguni.
Tey sjey nýggju lima-
londini eru Estland, Let-
land, Litava, Slovakia, Slo-
venia, Bulgaria og Rumen-
ia, men formliga verða tey
ikki limir í samgonguni
fyrr enn í 2004. Fyri trim-
um árum síðani komu
Kekkia, Ungarn og Póland
upp í NATO.
NATO-aðalskrivarin,
George Robertson, sigur, at
tey nýggju limalondini fara
at gera NATO sterkari og
fara at gera framtíðina hjá
verjusamgonguni tryggari.
Sjey lond afturat í NATO
Í fýra mánaðir var
eingin sjálvmorðs-
bumba brostin í
Jerusalem, men gjára-
morgunin var frið-
urin úti
ÍSRAEL
Árni Joensen
Tólv fólk doyðu, tá ein
palestinskur sjálvmorðs-
bumbumaður sprongdi seg
í luftina í Jerusalem tíðliga
gjáramorgunin.
Maðurin var í einum
bussi, sum var fullur av
fólki. Busurin var á veg úr
býarpartinum
Kiryat
Menaham har vesturi í
Jerusalem og skuldi inn í
miðbýin við arbeiðsfólki og
børnum, sum skuldu í
skúla.
Men tey komu ongantíð
so
langt.
Á
vegnum
sprongdi maðurin bumb-
una, sum hann hevði hjá
sær. Tólv fólk doyðu, og
meiri enn 40 vórðu særd.
Nær maðurin kom upp í
bussin, dugdi løgreglan
ikki at siga í gjár, og hon
visti heldur ikki, hvør
bumbumaðurin var.
Ein talsmaður hjá ís-
raelska innanríkisráðnum
segði, at tað var uttan iva
ein palestini, sum hevði
sprongt bumbuna. Tals-
maðurin segði, at tilburð-
urin er enn eitt dømi um
palestinska ágangin ímóti
ísraelska sivilfólkinum, og
hann legði afturat, at hetta
kann ikki halda fram.
Beint aftan á spreinging-
ina fóru fleiri ísraelsk hern-
aðarakfør inn í Betlehem,
men einki varð sagt um,
hvør ætlanin við átaklinum
var. Ísraelski herurin hevur
ikki verið í Betlehem síðani
tann 19. august, tá herurin
tók seg aftur eftir einari
avtalu millum ísraelskar og
palestinskar myndugleikar.
Eftir teirri avtaluni skuldi
ísraelski herurin fara úr
býnum,
aftur
fyri
at
palestinar skuldu gevast við
at søkja at málum í Ísrael.
Men sum so mangar aðrar
avtalur millum teir báðar
partarnar
helt
hendan
heldur ikki.
Tangaskipið var í so
vánaligum standi, at
tað kundi eins væl
verið sokkið í donsk-
um sjógvi. "Prestige"
fór ígjøgnum Stóra-
belti tann 6. novemb-
er
UMHVØRVISDÁLKING
Árni Joensen
Donsku loðsarnir ávara nú
um, at tað er bara ein
spurningur um tíð, til
danskt sjóøki og donsku
strendurnar verða raktar av
einari umhvørvisvanlukku.
Tangaskipið "Prestige",
sum fór av um tvøran og
sakk úti fyri sponsku út-
nyrðingsstrondini,
fór
ígjøgnum Stórabelti tann 6.
november, og tað var í so
vánaligum standi, at tað
kundi eins væl verið sokkið
har.
Tað sigur Jens Jørgen
Thuesen, sum var loðsur
umborð á skipinum, tá tað
fór ígjøgnum Stórabelti.
Í
Sjóferðslustýrinum
undrast
stjórin,
Jørgen
Hammer Hansen, á, at
loðsurin ikki boðaði mynd-
ugleikunum frá, hvussu
vánaligum standi skipið var
í, tí tað eigur loðsurin at
gera í einum slíkum føri,
sigur stjórin.
Men so einfalt er málið
ikki, sigur formaðurin hjá
teimum donsku loðsunum,
Mogens von Jessen. Hann
sigur, at høvdu donsku
loðsarnir meldað skip, sum
teir hildu vera í vánaligum
standi, hevði tað bert havt
við sær, at tey vánaligu
skipini høvdu als ikki biðið
um at fáa loðs umborð.
Sjálvur heldur hann, at tað
er bara ein spurningur um
tíð, til ein álvarssom um-
hvørvisvanlukka hendir í
donskum sjógvi.
Á hvørjum ári fara
22.000
skip
ígjøgnum
Stórabelti, og soleiðis sum
reglurnar eru, er tað skip-
arin, sum í hvørjum ein-
støkum føri ger av, um hann
vil hava loðs umborð.
Donsku politikararnir hava
fleiri ferðir umrøtt spurn-
ingin um at áleggja øllum
skipum at taka loðs um-
borð, men enn er einki hent
í málinum. Seinast, málið
var frammi, var, tá farma-
skipið "Baltic Carrier"
sigldi á eina grynnu við
Møn á vári í 2001.
Hesaferð doyðu 12
»Prestige« kundi tað sama
sokkið í donskum sjógvi
Vanlig sjón í Miðeystri: Líkposar á gongubreytini
Mynd: Reuters
23