týsdagur 4. november 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Neistin — KÍF, 1. deild menn:
Leygardagin spældi Neist-
in móti KÍF. Hesin dyst-
urin var spældur í Havn,
og tapti Neistin við 21
málum móti 26. Dysturin
var ikki áhugaverdur,
hvat spæli viðvíkir, men
tað spælið sum var, átti
KIF.
Tá dysturin byrjaði,
sást skilliga, at KIF ætl-
aði at vinna dystin.
Leikarar og venjari vóru
samdir um hetta áðrenn
dystin, og soleiðis skuldi
eisini gangast.
Tá 15 minuttir vóru
farnir, var stødan 3—5.
Neistin var ikki so effekt-
ivur sum KIF. Í fleiri
ålopum sløsadu teir bóltin
burtur vid langskotum, id
fóru langt við síðuna av.
Regin einaferð enn
Tá fimm minuttir vóru eft-
ir av fyrra hálvleiki, var
stødan 6—9, eftir eitt sind-
ur av rumbli i KIF-verj-
uni. Aðrenn hetta, hevði
Regin Djurhuus í KIF-
málinum, sanniliga víst
sín kynstur. Tvær ferðir
upp í slag bjargaði hann,
har maður leyp inn frá
strikuni. Hann vísti so
sanniliga at hann er ein av
Føroya bestu hondbólts-
málmonnum. Eisini
an hjá KIF var meira kon-
sentrerað enn Neistin.
Teir høvdu armarnar upp.
og snakkaðu annars meiri
saman. Fyrri hálvleikur
endaði við 7—11.
Seinni hálvleikur
Tá seinni hálvleikur byrj-
aði, sá út sum um at Neist-
in var tann sum avgjerdi
hvar skápið skuldi standa.
Teir legdu har út við
fleiri málum, uttan at KIF
fekk nakað. Skiótálopini
ver)-
sum KIF hevði havt í
fyrra hálvleiki, vóru har,
men ikki bar til at fáa mál
Tá 8 minuttir vóru leikt-
ir av seinna hálvleiki, var
Hendrikk í Neistamál-
inum útskiftur, eftir at
hava fingið ein bólt í and-
litið. Tá var steðan
10—12.
Nústani tá stødan var
12—13, fór KIF í gongd.
Tá fimtan minuttir vóru
farnir av seinna hálvleiki,
vóru fýra mál á muni,
nevniliga 12—16.
pælid sum var, átti KÍF
Trupulleikar við
talvuni
Fleiri ferðir undir dyst-
inum varð rópt eftir teim-
um, ið skuldu fylgja við
skoringstalvuni. Tað kom
meir enn so fyri, at hon
ikki stemmaði við málini,
ið veruliga vóru undir
dystinum. Hetta bleiv
gjørt vart við bæði av á-
skoðarum, dómarum og
venjarum.
Tá tíggju minuttir vóru
eftir av dystinum, var
steðan 15—20. KIF hevði
onkra góða kombinatión
við tríggjametur kast-
inum, men annars hendi
einki serligt. Spælið gekk
eitt sindur skjótari móti
endanum, men ferdi hetta
bert við sær, at fleiri feilir
vórðu gjerdir.
Munurin millum liðini,
tá dysturin var liðugur,
var 21—26. Teir síðstu
minuttirnir av dystinum
komu fleiri keðilig mál, ið
ikki vóru komin, um leik-
ararnir vóru 100% kon-
sentreraðir.
Málini fyri Neistan
skutu: Sámal Johansen 4,
Rói Egholm 4, Jón Han-
sen 3, Jógvan Djurhuus 1,
Palle Mohr 3, Páll Nólsee
5, Jón Niclasen 1
Málini fy ri KIF skutu
Regin Djurhuus 1, Petur
M. Johansen
I r
k rn i)
Greittir
J