leygardagur 8. november 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Vitjanin
SUDURAFRIKA er ein dap-
ur blettur å politiska heims-
kortinum. Í hesum landi er
stødan tann, sum flest øll
vita, at ein evarska lítil hvít-
ur minniluti hevur alt polit-
iskt vald. Við hesum valdi
hevur minnilutin nú í mong
ár trælkað og kúgað tann
stóra svarta meirilutan av
fólkinum.
MEÐAN tað at kalla alla
staðir í heiminum hevur ver-
ið so, at rasisman, ið hvussu
so er tann lógarbundna ras-
isman, hevur verið í aftur-
gongd, er gingið tann gv-
ugta vegin í Suðurafrika.
Her hevur stýrið hert um
rasuskilnaðin og hevur við
lóg og vápnamegi miðvíst
minkað um og skert tey
borgararættindi, sum
skuldu verið ogn hjá øllum
menniskjum í Suðurafrika.
Henda skipan kallast Apart-
heid og tað er ikki satt, tá
sagt verður — eitt nú av
Dagblaðnum, at Apartheid
er undir avtøku — tað er
beint tvørturimåti.
ALLUR heimurin hevur nú
vent sær ímóti apartheid
við andstygd og vanvirðing.
Tey svertu og teirra undan-
gongufólk hava vent sær til
umheimin og biðið um hjálp
— ikki våpnahjålp, men
hjálp av politiskum slagi.
Tað, sum biðið hevur verið
um, er, at tey lond, sum
hava eitthvert samskifti við
Suðurafrika seta í verk bú-
skapartiltøk móti apartheid-
stýrinum, og soleiðis noyða
hetta stýri til at veita øllum
landsins borgarum sømilig
livikor. Umheimurin hevur í
stóran mun lurtað eftir hes-
um áheitanum og eitt
heimsumfatandi boycott
móti apartheidstýrinum er
nú við at gerast veruleiki.
Uppseting:
Prent:
DIKTATORARNIR i Pre-
toria hava reagerað harð-
liga upp á alt hetta og roynt
nógvar snildir til tess at
sleppa undan boycottinum.
Ein av hesum snildum er at
billa fólki inn, at tiltøkini
skaða tey svertu meira, enn
tey gagna tí demokratisku
søkini.
HETTA er lygn og latin og i
øllum førum nakad, sum
tey svørtu antiapartheid-
fólkini sjålvi eiga at avgera.
Tað eru tí at kalla eingi
lond, sum taka pástandin
hjá apartheidstýrinum fyri
fult. Stýrið er tí illa kroyst,
isolerað og soleiðis fyri, at
einki land við sjálvsvirðing
vil hava nakað við hetta
stýrið at gera.
Í SÍNI neyð leitar suður-
afrikanska stýrið eftir
stuðli, og í hesum starvi
hevur stjórnin ikki ráð at
vera kræsin. Ila gongst, og
vinir finna bødilssveinarnir í
Pretoria bert millum nakrar
fáar yvirgangskroppar í Lat-
ínamerika og Asia og so
millum nakrar av teimum
nasistum, sum enn eru á lívi
í Vesturtýsklandi.
Í HESI leitan eru somu bøl-
menni eisini komin til okk-
ara lítla land — eisini her er
ein botnur at skava í í ávís-
um flokki. Skavað varð ikki
til fánýtis, og tí fór Óli
Breckmann, fólkatingsmað-
ur, løgtingsmadur v.m. i
gjår å almenna vitjan til
Sudurafrika. Hetta er okk-
um til skomm og skaða,
men ein troyst er tað tó, at
tað má standa illa til hjá
apartheidstýrinum, tá ein
vitjan av Óla Breckmann
verður hildin at bóta um
støðuna.
jd
Nr. 126 — 8. november 1986
; |
Sjúkrahúsverkið og
setan landslæknans
| Í blaðtjakinum um sjúkrahúsverkið hevur undirritaði ikki
Í tikið lut, men Sosialurin hevur endurprentað ummæli frá
mær, umbiðið av landsstýrinum og stílað til tess. Skal eg
gera viðmerkingar til tjakið, ið nú er í blødunum, so verður
tað ikki í fjølmidlunum, men eftir áheitan frá landsins
myndugleikum.
Hvat ið viðvíkir starvssetan míni sum landslækni vísi eg
til danska innanríkismálaráðið, ið hevur sett meg í starv
eftir vanligari viðgerð og metan av umsóknunur
Hegni Debes Joensen
landslækni
Svar til heimahjálpar-
leiðaran
hoyra frá
tykkum, so klárvaknar og
Stuttligt at
skemtingarsamar eisini!
Nú gjørdist bara so drúgt,
ådrenn eg fekk svarad
Men tå man, umframt teir
føstu dagtimarnar, hevur
arbeitt bædi i week-end og
5 kvøldvaktir — so er man
troyttur og krevur nakrar
dagar at koma fyri seg aft-
ur. — Men hetta kenna tit
jú so væl — onkur ið
hvussu so er ???
lat okkum aftur tríva í
hatta við leiðara. Núver-
andi leiðarin tók við starv-
inum 1/12-85, siga tit.
Men hon hevur so verið
vikar nógv longri. Fari eg
skeiv at halda tað vera út
ímóti 2 árum íalt? Men í
ellum ferum so sigið mær:
nær bleiv leiðarastarvið
lýst leyst í blødunum ?
Tað sum eg serliga
hugsi um her, er, at »leid-
arin« til 1/12-85 jú fartaði
runt alla verðina, sum
henni lysti — og tað við
loyvi frá leiðsluni á Al-
mannastovuni. Har man
onkur hava sovið — ja,
snorksovið. Eingin stjóri
kann lata ein leiðara (fyri
ca. 400 heimahjálparum)
fara fleiri ferðir í orlov o.a.
uttan at tað merkist í ar-
beiðinum. — Tí sigi eg enn
einaferð: Lat okkum fáa
eina dugnaliga leiðslu —
bæði í »Broncx« og á
»Bryggj« — tað treingja
vit til.
Tað
mundi harma
manga heimahjálp at
hoyra í sjónvarpinum, at
bert tær sluppu á skeið,
sum eru vælegnaðar. Ja,
sleppa bert allar tær á
skeið, sum eru vælegnað-
ar, so fara 5 ferðir so nógv-
ar á skeið hverja ferð
hvert ár! Ti nógvar væl-
egnaðar, dugnaligar,
áhugaðar o.s.fr. bíða eftir
at sleppa á skeið. Men
púrt einki frættist um
slíkt skeiðvirksemi nú
Tá tað eisini í somu
sending bleiv sagt, at bert
tær við skeið blivu sendar
til pleygupatientar — so er
hetta eitt prógv um
manglandi vitan. Tað er
líka nógv regla sum und-
antak. Ferð eftir ferð —
eisini í dag — verða heima-
hjálpir uttan skeið sendar
til pleygupatientar. Fyri
kortum var tað enntá ein,
sum bara hevði arbeitt
nakrar vikur.
Sjálv bleiv eg á míni
fyrstu weekend vakt m.a.
send til ein patient við
kateter. Hevði aldri sæð
tað fyrr, so illa gekst. Tá
so patienturin hevði nakað
nógva pínu sunnumorgun,
so ringdu vit eftir læknan-
um. Og hann var ikki blíð-
ur, tá hann kom. Skilligt
var, at tað var mítt dugna-
loysi, sum bar sterstu
skuldina av pínuni. Sjálv-
andi skuldi eg havt ringt
til eftirlitskvinnuna longu
leygarmorgun, men eg
visti at hon hevði frí tá —
og eg var so nýggj. Enn í
dag rennur hetta fram fyri
meg, tá eg síggi onkran í tí
familjuni ella fari framvið
har tey búgva
Hetta fortelji eg bara
fyri at fáa tykkum (eftirlit)
+ leiðslu at skilja, at tað
má blíva ein fest regla, at
eingin óroynd ella ókend
bleiv sett til pleygupati-
entar. Og at tit av álvara
løgdu press á, at 1. allar
fingu skeið sum ynsktu
tað, og 2. at eingin fólk í
arbeiði uttan byrjanar-
skeið (heldur ikki »bara«
til reingerð).
Annars vil eg heita á
familju og avvarðandi um,
at tey biðja um heima-
hjálpir, sum hava verið á
skeið, tá tað snýr seg um
pleygupatientar.
Undirskriftin á tykkara
aftursvari í Dimmalætt-
ing 25/10 var »Eftirlits-
kvinnurnar. Vil tad siga,
at tit skriva fyri allar?
Neyvan tåa, ti eg veit so
um eina, ið einki kendi til
tykkara aftursvar.
Tit hava helst okkurt at
viðmerkja til hetta brævið
í dag. Tá tit so hava svar-
að — so fari eg at spyrja
um okkurt annað. Livst so
spyrst. Tann, sum árla rís-
ur, verður i mongum vis-
ur.
Heimahjálp í fleiri år
Vit skulu gera vart við, at blaðið skal hava navnið á teim-
um, sum senda inn lesarabrev. Tað hendir seg javnan, at
vit fáa brev, sum einans hava eitt dulnevni og so einki
meira. Tað er rættur og skylda blaðstjórans at vita, hver ið
skrivað hevur.
Blaðstjórin