Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-11-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. november 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TTT ETT Sida 20 Nr. L 126 — 8. november 1986 Ove skrivadi autografar i Hanse- manni hósdagin, tá bandið handlinum hjá Spæla fyri svimjih Ove Joensen stendur við síni orð. Tá hann kom aftur úr Danmark, lovaði hann bernunum úti í Nólsoy ein svimjihyl. Og hetta hevur hann ikki gloymt. Pengar- nir til hylin eru nú farnir at rulla. Hósdagin kom út eitt band við tíggju legum um ferðina hjá Ova. Band- ið eitur »Ove« og útgevari er Hansemann Tórgarð. Allur vinningur, bandið gevur av sær, fer til svimjihylin i Nólsoy. Sama veg fer vinningurin av dansinum i Kvøldloti i kvøld, har Ove spælir saman vid orkestrinum Driv. Á bandinum »Ove« eru tiggju leg, tónleikur í næstan trý korter Bandið kostar 110 kr. SJOVINNUBANKA- KAPPING 86 Aftur i år fer FLEYR at skipa fyri stór- ari flogbóltskapping í Havn við heit- inum: SJÓVINNUBANKAKAPPING 86 Kappingin verður í Gundadalshøllini og í Høllini á Nabb vikuskiftið frá 14. til 16. november íár. Ætlanin er at býta tey luttakandi liðini í fýra bólkar: Meistaradeildin 1. deild 2. deild 3. deild Vinnarin av hverjum bólki fær steyp og heiðurstekin til ognar. Síðsta freist at boða frá luttøku er 9. november, og skal luttøkugjaldid, ið er kr. 150,- pr. lið, verða goldið á konto nr. 152.628-8 í SJOVINNU- BANKANUM. kom út Luttøka kann fråbodast við at senda niðanfyristandandi luttøku- seðil, ella at siga frá hjá: Tlf. 15992 Niclas Joensen Tlf. 16542 Óli Hansen Ætlanin er eisini at skipa fyri undir- haldi leygarkvøidid 15. november fyri luttakarunum. Flogbóltsfelagið FLEYR Postsmoga 1022, 3800 Tórshavn boðar við hesum frá lut tøku i Sjóvinnubanka kappingini vid liði/um í meistaradeildini kvinnur liði/um í meistaradeildini menn liði/um í 1. deild kvinnur liði/um 1. deild menn liði/um í 2. deild kvinnur í 2. deild menn liði/umí 3. deild kvinnur liði/um í 3. deild menn. FLOGBÓLTSFELAGIÐ FLEYR Lill Róin farin juli andaðist Lill Róin. Hon var bara 59 ára gomul, nú hon fór Lill, sum var fedd í Keypmannahavn tann 3. janu- ar 1927, lærdi til sjúkrasystur á Bispebjerg Sjúkrasystraskúla frá 1947 til 1950. Hon giftist við Jógvani Róin í 1951, og tey fingu fimm bern Meðan bernini vóru smá, arbeiddi hon bara av og á, vit kunnu nevna, at eitt skifti í fimtiárunum var hon á Dronning Alexandrines Hospitali. Men sum bernin vuksu til tók hon so líðandi starvið uppaftur. Í 1974 fór hon aftur at arbeiða av álvara. Hóast tað athon hevði verið burturfrá sjúkrarektini í langa tíð, so varnaðist tú skjótt, at hon hevði fylgt væl við, so tað var tí ikki torfert hjá henni at byrja av nýggjum, eisini tí henni dámdi arbeiðið so væl. Hon tosaði feroyskt og hevði tokka til land og fólk. Henni dámdi væl avbjóðingar, eitt demi um hetta er, at hon í 1980 fór til Grenlands at arbeiða undir heilt eðrvísi korum enn hon var von við her Lill hevði allar teir eginleikar, ið ein góð sjúkra- systur skal hava. Hon legði stóran dent á sjúkra- rektina, hon hjúklaði um sjúklingarnar, hetta hevði við sær, at vit vistu, at sjúklingarnir vóru í góðum hondum hjá henni. Hon var altíð fús, tá ið heitt var á hana, frálík í ávikum, lett og glað, so tað var ein sonn fragd at arbeiða saman við henni. Arbeiðsgleði hennara kom okkum øllum til góðar Vit hava mist ein góðan vin og starvsfelaga, sum vit sakna, og hava djúpastu samkenslu við tykk- um, ið hava mist so ómetaliga nógv. Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um Lill Róin. Starvsfelagar