leygardagur 8. november 1986síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 126 — 8. november 1986
Frá konsertfelagnum:
konsert við
kamarmusikki,
solosangi og
korsangi
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum
hósdagin 13. november kl. 20.
Síðan konsertfelagið var
stovnað í 1979 hevur verið
siður at skipa fyri minst
einari konsert um árið, har
roynt hevur verið at fram-
fe-a ymiskt háttaðar
musikkformar. Kórsangur
og kamarmusikkur hevur
verið fastur táttur, og
roynt hevur verið í so
stóran mun sum gjerligt
at nýta sangarar og
musikarar sum búgva í
føroyum.
Færøerne i Fokus
Nógv var skrivað um,
hvat fór fram í feroya-
vikuni »Færøerne i
Fokus« i Keypmannahavn
í apríl i ár. Ein táttur, sum
lítið hoyrdist um vóru tær
tríggjar kór- og kamarkon-
sertirnar sum vóru í Nico-
laikirkjuni, har eisini
framsýningin við feroysk-
ari list helt til. Húsakórið
stjórnað av Marionnu
Clausen hevði væleydnaða
framferslu og tey sum
annars sungu og spældu
vóru: Ernst Dalsgarð.
Arni hansen, Martin
Mouritsen, Petur Birgir
Petersen, Chr. Wahl og
Páll Sólstein.
Ein partur av tí sum
bleiv framfert í Keyp-
mannahav verður upp-
afturtikið nú. Sanna í
Brekkunum syngur 5 fer-
oyskar sangir. Tað nýggja
við hesi framferslu er
klaverfylgispælið, ser er
lagt til rættis av danska
tónaskaldinum Niels Ros-
ing Schow. Sangirnir eru:
Feroyar mín móðir — Um
eg vítt um vereld fór —
Nú tann stundin koma
má — Góða mamma kom
nú og Á halgum náttar-
tíma.
Nýggi búnin varð gjørd-
ur júst til Færøerne i
Fokus og er hetta fyrstu
ferð teir verða at hoyra á
hendan hátt til almenna
konsert í Børoyum. Arni
Hansen hevtir klaverfylgi-
spælið. Floytusonata í g-
moll av J. S. Bach verður
spæld av Ernst Dalsgarð,
floyta, Árna Hansen, klav-
er og Petru Smith, cello.
Ernst Dalsgarð og
Martin Mouritsen spæla
duett nr. 1 op 46 fyri
floytu og klarinett av G.
Kummel.
Umframt omanfyri-
nevnda »Fokustønleik«
syngur Berghild Poulsen
ta vælkendu ariuna »What
is Live to Me without
Thee« ur operuni Orpeus
og Euridice av (Gluck
Arni Hansen hevur fylgi-
spælid
Tórshavnar
kamarkór
Hetta kórið var eisini við í
Færøerne i Fokus, men
har sum ein helvt av ti
vælumtókta Focuskór-
inum. Hin helvtin var
mannað av Havnarkór-
inum. Til hesa konsert
syngur Tórshavnar Kam-
arkór, stjórnað av Olavi
Jeklada. sangir av David
Wikander, W. Petersen —
Berger, Sv. Asmussen,
Jester Hairston og Þór-
arinn Guðmundsson. Har-
umframt syngur kórið
nakrar føroyskar sangir
Konsertfelagið
Arsaðalfundur var hin 23
mars 1986. Í nevndini sita
nú: Arni Hansen. form
Sámal Johannesen. næst-
form.. Lone Behrens,
kassam. og Einar Larsen,
skrivari. Meinigir nevnd-
arlimir eru Bjern Sunner-
stam, Louisa Lamhauge
og Helgi í Brekkunum
Virksemi felagsins var
stórt í 1985. Vit skipaðu
fyri 14 ymiskum tiltøkum
sum í alt góvu 40 kon-
sertir ymsastaðni í land-
inum. Uml. 3.000 fólk
hoyrdu konsertirnar. Har-
umframt vóru feliri skúla-
konsertir.
Grunnurin Volker
Behrens til áminningar
er nú farin at virka. Í ár er
fyrsta veitingin uppá
5.000 kr. latin og var tað
Jóhanes Andreassen,
pianistur, sum fekk pen-
ingin. Hann hevur í 4 ár
lisið tónleik í Wien og er
nú næmingur á Yehudi
Menuhin akademinum í
Schweiz, har Alberto Lysi,
sum er vælkendur hjá
okkum, er rektari.
I felagnum eru uml. 300
limir. Hevur onkur hug at
stuðla felagnum og gerast
limur, so skriva til Kon-
sertfelagið, Box 1107, 110
Tórshavn ella ring á nr
14183 ella 14345
Limagjald
Einstaklingar
Hjún
Lesandi og
pensionistar
Feleg og virkir
150.-
200,-
50.-
700,-
Næsta konsert verður við
polska sangaranum Andre
Orlowitz og donsku pian-
istinnuni Elsebeth Brod-
ersen. Hetta verður i
Norðurlandahúsinum hós-
dagin 27. nov. kl. 20.00.
Konsertin verður vænt-
andi framferd aðrastaðni
e1sin!
9
í
Síða 2 7
Summarsiglingin hjá Norrønu longd
Fleiri bileggingar
og størri avslåttur
Smyril Line er liðugt við
fyrireikingarnar til
summarsiglingina hjá
Norrenu í 1987, og
nýggja ferðaætlanin
verður skjótt send í
hvert hús í landinum.
Norrena fer næsta
summar at sigla eftir
somu ferðaætlan sum í
ár, men summarsigling-
in verður longd við
tveimum vikum og varar
í 14 vikur. Siglingin
byrjar í Hanstholm tann
30. mai og endar 6. sep-
tember. Komu og fráfar-
ingartíðirnar verða tær
somu sum í ár.
Smyril Line hevur
longu nú fingið nógvar
bíleggingar til summar-
siglingina næsta ár, og
tað tykist sum bílegg-
ingarnar frá teimum
stóru útlendsku ferða-
mannastovunum koma
fyrr í ár. Tí er rættast at
bíleggja ferðaseðlar í
góðari tíð.
Øktir avslåttar-
møguleikar
Smyril Line fer i 1987 at
bjóða øktar avslåttar-
møguleikar. Tey, sum
ferðast við Norrønu tær
fyrstu og síðstu vikur-
nar av siglingartíðini,
fáa eins og í ár ein serlig-
an avsláttur, sum er
25% av ferðaseðlaprís-
unum. Tíðarskeiðið, har
hetta tilboðið er gald-
andi, verður ekt í 1987.
A rutuni til Noregs og
Hetlands verður hetta
tilboðið galdandi í 7 vik-
ur, á rutuni til Danmark-
ar í 5 vikur og á rutuni
til Íslands í 4 vikur.
Hesin serligi 8vslátt-
urin verður givin á ellum
rutum í tíðarskeiðnum
frá 30. maí til 19. juni. Á
noregsrutuni verður hes-
in avsláttur aftur givin
frá 10. august og restina
av siglingartíðini, á dan-
markarrutuni frá 22.
august og á íslandsrut-
uni á seinasta túrinum.
Umframt henda av-
sláttur galda eisini allir
aðrir avsláttir.
Avsláttarskipanin fyri
bern verður broytt í
1987, soleiðis at aldurs-
markið verður hækkað
við einum ári, og bern
gjalda nú íkki fullan
ferðaseðil, fyrr enn tey
eru fylt 16 ár. Bern und-
ir 3 ár, sum ikki hava
koyggju, ferðast ókeyp-
is. Bern 3-7 ár, sum ikki
hava koyggju, gjalda
10% av bíligasta ferða-
seðlaprísinum. Hava tey
koyggju, gjalda tey
hálvan ferðaseðil, og
bern 8-15 ár gjalda eisini
hálvan ferðaseðil.
Partaeigarar í Smyril
Line fáa aftur í 1987 til-
boð um partaeigaraav-
sláttur, sum verður
20%. Ferðin við Norrenu
kann tí ofta gerast bílig-
ari við at keypa parta-
brev í Smyril Line.
Ferdamøguleikar
til og frå Norrønu
Eins og undanfarin år
verður hildið fram við
bussrutunum í Danmark
til og frá Norrenu. Ein
ruta er millum Hanst-
holm og Keypmanna-
havn og ein millum
Hanstholm og Árhus.
Rutan til og úr Kevp-
mannahavn koyrir
gjegnum Ringsted,
ferjuhavnirnar Halsskov
og Knudshoved, Oden-
sen, Fredericia, Vejle,
Herning og Holstebro.
Rutan til og úr Áhus
koyrir gjøgnum Ran-
ders, Hobro og Aalborg.
Prísirnir við bsusunum
verða óbroyttir
I Íslandi hevur Smyril
Line avtalu
lendska flogfelagið Ice-
landair um serligan av-
sláttur til ferðafólk til og
frá Norrenu, sum flúgva
vid Icelandair millum
Egilstaðir og Reykjavík.
Somuleiðis hevur
Smyril Line avtalu við
Larvik Line, sum rekir
ferjusamband millum
Larvik á vestursíðuni av
Oslufjørdåinum og Fred-
erikshavn í Norðurjyl-
landi, um serligan av-
sláttur til ferðafólk til og
frá Norrenu.
við ís-
Prísirnir
Smyril Line hevur mett
tað neyðugt at fremja
eina avmarkaða hækk-
ing í f.rðaseðlaprísun-
um, sum svarar til tann
metta prísveksturin.
Eykagjaldið, sum er lagt
á ferðir úr Feroyum, er
íroknað prísin.
Hinvegin verður tað
ikki dýrari at vera ferða-
fólk umborð á Norrønu.
Prísirnir umborð — bæði
í cafeteria og restaura-
tiónini eins og á tollfri-
um verum — eru sum
heild óbroyttir, sigur
Smyril Line í einum tíð-
indaskrivi.