leygardagur 23. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 226 - 23. november 2002
Nr. 226 - 23. november 2002
5
Hósdagin var mót-
tøka í stóru framsýn-
ingarhøllini hjá Reyni
Service í Hoyvík. Or-
søkin var, at teir lótu
níggju nýggjar Toyota
LandCruiser til Færø-
ernes Kommando í
Mjørkadali
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tey seinastu meira enn 40
árini, ið eru liðin síðan
hernaðarbilar av fyrstan tíð
komu til støðina í Mjørka-
dali, hava teir verið keyptir
beinleiðis gjøgnum danska
herin. Tá teir skulu seljast,
verða teir sendir av landin-
um aftur.
Eftir fyrireikingar í um-
leið eitt ár hava Reyni Ser-
vice í Hoyvík og Færøernes
Kommando í Mjørkadali
gjørt avtalu um keyp av
nýggjum bilum, tænastu og
viðlíkahaldi av bilunum.
Hetta er fyrstu ferð, at ein
føroysk bilasøla selur bilar
til Færøernes Kommando.
Hósdagin var móttøka í
stóru framsýningarhøllini
hjá Reyni Service, har um-
boð fyri fjølmiðlarnar og
ymiskar stovnar vóru boðin
við. Móttøkan var í sam-
bandi við, at Reyni Service
lótu níggju teir fyrstu bilar-
nar til Færøernes Kom-
ando. Talan var um myrka-
bláar Toyota LandCruiser,
ið allir vóru eins, einasti
munurin var tølini á numm-
arplátunum.
Fyrst beyð stjórin á
Reyni Service, Eivind av
Reyni, øllum at vera væl-
komin, síðan var kaffi og
pinnamatur at fáa. Eivind
greiddi frá avtaluni, teir
høvdu gjørt við Fæørernes
Kommando og um søguna
hjá LandCruiser.
Framleiðslan byrjaði í
1951, tá Toyota eftir seinna
heimsbardaga fór at gera
hernaðarbilar.
Síðan 1956 eru LandCru-
iser gjørdir í 6 milliónum
eindum og seldir í 129 ym-
iskum londum.
Eftir at eitt umboð fyri
Færøernes
Kommando
saman við einum umboð
fyri Reyni Service høvdu
stillað seg við hvønn av bil-
unum, handaði Eivind av
Reyni bilarnar til komm-
andørin
á
Færøernes
Kommando, Jan T. Leis-
borch. Síðan vórðu allir bil-
arnir á rað koyrdir út úr
høllini.
Reyni Service selur bilar til Fæøernes Kommando:
Níggju nýggir hernaðarbilar
Frá Færøernes Kommando
vóru teir væl mannaðir, tá
teir komu at heinta níggju
spildurnýggjar Toyota
LandCruiser hósdagin
Stjórin á Reyni Service,
Eivind av Reyni, handar
bilarnar til kommandørin á
Færøenes Kommando, Jan T.
Leisborch
Nýggj matstova lat í
vikuni upp við Norð-
skála. Til ber at fáa alt
frá grillmati til búffar
við víni afturvið
undir somu lon
Í BÝIN
Edvard Joensen
við Norðskála: Tá tey fara
út at fáa sær ein bita við
Norðskála, fara tey í IN.
Nýggju caféina, sum mána-
dagin lat upp beint norðan
fyri brúnna.
Í nýggju caféini fæst alt
frá grillmati til fínar búffar
við øllum tilhoyri. Opið er
frá klokkan tíggju fyrra-
partin til klokkan 11 á
kvøldi. Um middagleitð ber
til at keypa døgurða. Dag-
sins rætt. Matstovan, har
borðreitt verður við búff-
um, hevur fult skeinkiloyvi.
Har verður tó ikki latið upp
fyrr enn klokkan 17 seinna-
partin.
Fríða Midjord, sum eigur
Café-IN við Norðskála,
býður vælkomin, tá vit
koma inn. Tað regnar uttan
fyri, og væl av vindi er. Tað
rekur naka undir brúnni,
Undan ættini, so tað sær
ikki so galið út hiðani úr
vindeyganum. Útsýnið er
gott, og til ber at fylgja við
tí, sum fer norður gjøgnum
Sundalagið. Í dag eru tað
bara nakrar æður, sum
liggja og andøva í streym-
kantinum.
Hølið er ljóst og rúmligt.
Lætt at koma inn í. Bygt
sum ein grillbarr við diski,
har matskráin er lýst við
myndum omanfyri. Køkur-
in er í sama rúmi, so Fríða,
sum stendur við komfýrin,
sær, nær fólk koma inn.
Hon fer yvir til diskin og
setir tvey krúss undir kaffi-
maskinuna. Fyllir tey við
espresso, og vit fara so inn
í matstovuna í norðara enda
at práta.
– Hetta er ein avloysing
ella víðkan av grillini
Centrum, sum vit høvdu
frammanundan. Men tað
var líkasum, at nakað
manglaði, greiðir Fríða
Midjord frá.
So nú er Centrum stongt,
og virksemið flutt og víðk-
að her í nýggja bygningin-
um.
Fyrstu dagarnar hevur
undirtøkan bara verið í lagi,
letur hon at. Fólk kenna
sjálvandi grillvørurnar frá
Centrum, og tað, tey høvdu
har, er eisini at fáa her í
nýggja handlinum, greiðir
Fríða Midjord frá.
Talan er um alla vanligar
grillvørur. Men so er tað
døgurðamaturin, dagsins
rættur, sum fæst fyri 35 ,-
krónur. Hann verður seldur
frá umleið klokkan hálvum
tólv, til hálvgum tvey ella
so. Og tí hava fólk longu
funnið útav.
Í tí partinum av bygning-
inum, har grillin er, eru sett
borð upp, so sitast kann og
eta tað, keypt er.
Sum nakað heilt nýtt her
norðurin er verulig mat-
stova eisini latin upp. Her
er heilt annar stílur enn í
syðra partinum, har grill-
matstovan er.
– Vit vænta eisini, at tað
verða onnuur fólk, sum
koma her, sigur Fríða Mid-
jord. Her er meira »ekslu-
sivt«, um vit kunnu siga so.
Myrk panel. Mahogni disk-
ar og viftur undir loftinum.
Tú kennir teg líkasum kom-
nan í gomul kolonilond.
– Tað er ikki ætlanin at
hava hendan partin í sam-
bandi við grillina yvirhøv-
ur, greiðir Fríða Zacha-
riassen frá, tá vit hava set
okkum í eina av polstraðu
sofunum. Líkasum í einum
bási, har fýra fólk fáa sitið
við eitt borð. Skilaveggur
er ímillum, so tú situr fyri
teg sjálvan og verður ikki
órógvaður av teimum, sum
sita aftanfyri. Ella øvugt.
Her er pláss fyri umleið 30-
35 fólkum inni.
– Her fara vit at bjóða
fólki at koma at fáa sær ein
betri bita. Í fyrsta lagi hava
vit valt ikki at hava so
øgiliga
stóra
matskrá.
Tríggjar ymiskar búffar við
tilhoyri, greiðir Fríða frá.
Umframt er so fult skeinki-
loyvi til hendan partin.
Longu nú hava fólk verið
og roynt staðið, og tey eru
nøgd. Trý jolaborðhald eru
eisini longu umbiðin.
Okkurt smávegis er eftir
at gera soleiðis rundanum,
hóast latið er upp. Eitt nú
manglar skelting enn, men
tað verður eitt tað fyrsta, nú
verður farið undir. Í fysta
lagi á bygninginum sjálv-
um, men kanska eisini eitt
sindur burturfrá, soleiðis at
tann, sum kemur koyrandi
framvið, sær, at her er
komið nýtt matstað. Og tey
koyra nógv um brúnna við
Streymin hvønn einasta
dag.
Tey eru IN
við Norð-
skála
Fríða Midjord í »ekslusivum«
umhvørvi í sera hugnaligu
matstovuni Café-IN við
Norðskála
Mynd: Edvard Joensen
Café-In er býtt í tveir partar,
Tann ljósi og rúmligi, har eitt
nú grillbarrin er, er opin
allan dagin, meðan »fínara«
matstovan bert er opin um
kvøldið
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4