Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 226 - 23. november 2002 Nr. 226 - 23. november 2002 7 Javnaðarflokkurin: Skal vera bíligari at brúka Vágatunnulin –Teir flokkar, sum kravdu, at eitt alment partafelagskuldi gera Vágatunnilin, mugu nú eisini siga okkum, hvussu brúkagjaldið fæst niður á eitt rímiligt støði. Gera teir onki, fer okkurt at henda VÁGATUNNILIN Áki Bertholdsen – Tað skal vera bíligari at koyra ígjøgnum Vágatunn- ilin. Tað heldur javnaðar- flokkurin. Javnaðarflokkurin var hart ímóti at lata eitt alment partafelag gera Vágatunnil- in ístaðin ístaðin fyri at lata Landsverkfrøðingin standa fyri arbeiðnum, soleiðis sum vit altíð hava gjørt. Men nú tunnilin er liðug- ur, eru tað nógv sum halda, at gjaldið fyri at koyra ígjøgnum hann, er alt ov høgt. Og tað er javnaðarflokk- urin samdur í. Jóannes Eidesgaard, for- maður í javnaðarflokkin- um, sigur, at gjaldið er ov høgt og at tað verður neyð- ugt at seta tað niður á eitt rímiligt støði. Men hvussu tað skal gerast, hevur hann onki boð upp á enn. Hava skyldu at koma við eini loysn Men í øllum førum heldur hann, at teir flokkar, sum settu Landsverkfrøðingin til viks og kravdu, at eitt alment partafelag skuldi stovnast at gera tunnilin, nú eisini hava skyldu til at greiða frá, hvussu gjaldið kann fáast niður. Teir flokkarnir eru fyrst og fremst fólkaflokkurin, væl stuðlaður av sambands- flokkinum og sjálvstýris- flokkinum. – Tað er tað minsta, teir skylda bæði vágafólki og øllum Løgtinginum, sum tók undir við at gera tunn- ilin, nú brúkaragjaldið er blivið so høgt, at tað ikki er til at liva við. – Tað er hvørki at liva við hjá privatfólki, men tað er eisini kappingaravlagandi hjá vinnuni í Vágum, ikki minst í sambandi við, at fiskur verður keyptur á uppboðssøluni, tí nú verður tað dýrt at føra hann vestur. Hann sigur, at tað eru ikki so nógvir møguleikar fyri at fáa prísin niður. Antin betalir landið ein størri part av tí, sum tunn- ilin kostar, tí tað er ongin sum sigur, at býtið ímillum landið og partafelagið er tað rætta í hesum føri. Ein annar møguleiki er, at land- ið rindar tað, sum tað kostar at reka tunnilin. Í øllum førum má ein loysn finnast, so at byrðan hjá partafel- agnum lætnar fyri at brúk- aragjaldið kann setast nið- ur. Annars heldur hann, at tað er ein spurningur, um tað er rætt, at bara tey, sum skulu brúka Vágatunnilin, skulu betala fyri tað, sam- stundis sum tað er ókeypis at brúka allar aðrar tunlar og brýr í landinum. Má takast upp Men hann leggur afturat, at ger ongin nakað, er tað greitt, at so fer onkur annar at taka málið upp politiskt. Men um tað verður javnað- arflokkurin, sum fer at taka málið upp, vil hann ikki siga enn. – Fyribils eru vit áskoð- arar til hetta málið og vit ætla at fylgja gjølliga við. Vit eru samd um, at prísur- in, sum nú er ásettur, kann ikki verða tann endaligi prísurin. Útfrá tí fara vit at vita, hvussu leikur ferð. Jóannes Eidesgaard vísir á, at hetta er fyrstu ferð, at vit byggja samferðsluna út eftir hesum leistinum. – Hetta er fyrstu ferð, at tað ikki er ein samfelsags- uppgáva burturav at byggja samferðsluna út. Og tað verður í hvussu so er neyð- ugt at brúkaragjaldið verð- ur lækkað, so at fólk verða eggjað til at at brúka tunnilin. – Tað ringasta, sum kann henda, er, at fólk ikki fara at brúka tunnilin, tí tað er ov dýrt, so at vit koma at liggja við einum deyðun verklagi, so at onngin nytta fæst burturúr tí peningi, sum brúktur er. Hann heldur, at tað er alneyðugt at taka trupul- leikan við brúkaragjaldin- um upp, ikki bara fyri at loysa hendan trupulleikan, men eisini fyri at vita, um hetta gevur okkum at hugsa um, nú Norðoyatunnilin skal gerast. Meirnýtsla má kannast Ein annar trupulleiki, sum nú hevur stungið seg upp, er, at tunnilin er blivin 40 milliónir dýrari, enn ætlað. Sostatt er tunnilin 17% dýrari enn hann skuldi vera, og tað verður mett at vera eitt stórt frávik. – Vit vita ikki, hví tunnil- in er dýrkaður so nógv, um tað er tí, at nevndin í parta- felangum ikki hevur verið nóg ansin, um tað er tí, at hon hevur tikið skeivar av- gerðir, ella um tað eru heilt aðrar orsøkir, sigur for- maður javnaðarfloksins. – Í øllum førum haldi eg Vinnumálastýrið eigur at biðja nevndina fyri Vága- tunnilin um eina nágreini- liga frágreiðing um, hví tunnilin er dýrkaður heilar 40 milliónir og sat seta eina kanning í verk fyri at finna orsøkirnar. Og hendan frá- greiðing og kanning eigur at verða løgd fyri Løg- tingið, so at eisini tingið fær at vita, hví tað dýrkjaði so nógv, heldur Jóannes Eidesgaard. – Vit eiga at seta eina nágreiniliga kanning í verk fyri at vita, hví Vágatunnilin er vorðin 40 milliónir dýrari enn ætlað, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins Formaður tjóðveldis- floksins á tingi held- ur, at Løgtingið má fáa eina frágreiðing uppá, hví Vágatunn- ilin er 17% dýrari enn ætlað VÁGATUNNILIN Áki Bertholdsen Tað hevði verið rætt at rætt at Løgtingið fær eina frá- greiðing um, hví Vága- tunnilin er blivin 40 milli- ónirdýrari enn ætlað. Tað heldur Heini O. Heinesen, formaður tjóð- veldisfloksins á tingi. Hann var tann einasti, sum atkvøddi blankt, tá ið uppskotið um at stovna partafelagið varð til við- gerðar í tinginum. Hann hevur ikki stórvegis viðmerkingar til Vágatunnilin í løtuni, tí tað er so nýtt, at tunnilin er dýrkaður, men ein frágreið- ing um, hví tunnlin kostar 275-280 milliónir ístaðin fyri 240, sum ætlað. Men hann sigur, at tað er greitt, at tað dýrkar eina ætlan sum hesa, tá ið hon skal fíggjast við lántøku, tí tað kostar rentur at taka lán. Men ikki minst vágating- menn vóru altráðir eftir at fáa partafelagið sett á stovn, tí ongin onnur loysn kundi brúkast. Men nú úrslitið fyriligg- ur, ræðast teir sítt egna barn. Men hetta eigur ikki at koma óvart á nakran, tí tá ið tunnlin var til viðgerðar, vísti hann fleiri ferðir á, at tað var skeivt at lata eitt partafelag gera tað heldur enn at lata Landsverkfrøð- ingin standa fyri arbeiðn- um. Brúkaragjaldið hevur hann heldur ikki so stórar viðmerkingar til. Men tá ið farið varð undir arbeiðið, vóru tað summi, sum droymdi um, at tað fór at kosta einar 50 krónur at koyra ígjøgnum tunnulin, men tað vistu vit, var heilt órealistiskt, tá ið hesin leisturin við almennum partafelag og lántøku, varð valdur. Um hetta eigur at fáa av- leiðingar fyri, hvussu ar- beiðið at gera Norðoya- tunnilin skal skipast, dugir hann ikki at siga enn. – Tað er samtykt av stovna partafelag og tað nyttar onki a muta ímóti, tí so fært tú bara at vita, at tú ert ímóti at tunnilin verður gjørdur, hóast veruleikin er, at gjørdi Landsverkfrøðing- urin tunnilin, var langt síðani koyrandi undir Vest- mannasundi. Heini O. Heinesen: Nú ræðast teir sítt egna barn Hetta eigur ikki at koma óvart á nakran, tí eg ávaraðu teir fleiri ferðir Ongin er sum mamma Familjan eigur sjálv at gera av, hvør skal vera heima hjá barninum tað fyrsta árið, tykist ein greiður meiriluti av løgtinginum at halda. Sostatt fær tað ikki undirtøku, at ein pápakvota skal setast á eitt longt barns- burðarfarloyvi. Fleiri tingmenn hildu fyri, at mamman var tann einasta, sum kundi brúkast at vera heima hjá barninum BARNSBURÐUR Ingi Rasmussen »Fátt er sum faðir, ongin er sum móðir.« Gamla orðatakið varð tikið í nýtslu, tá løgtingið fríggjadagin viðgjørdi upp- skotið um barnsburðarfar- loyvi í tinginum. Og tað var hetta, sum ein stórur partur av kjakinum snúði sum um. Hvør eigur at vera heima hjá barninum. Mamman ella pápin. Allir flokkar brúktu barnsburðarfarloyvið sum valagn síðsta løgtingsval, og teir tóku eisini undir við at leingja skipanina upp í 12 mánaðir, tá tað var til viðgerðar fríggjadagin. Summir hildu kortini fyri, at tað var skilabetri at leingja tíðarskeiðið stigvíst og geva fult lønarendur- gjald so hvørt tíðin økist. Mamma er best Tað gongur út yvir kvinn- urnar á arbeiðsmarknaðin- um, um tær einsamallar skulu vera heima hjá barn- inum í eitt heilt ár. Tað kann føra við sær, at arbeiðsgev- arar aftra seg við at seta kvinnur í góð størv og teirra lønarviðurskifti versna í mun til menn. Eitt nú Javnstøðunevndin og Starvsmannafelagið hava tí nevnt møguleikan, at pápar skulu tvingast at taka ein part av økta far- loyvinum. Sjónarmiðini um hetta vóru ógvuliga ymisk í ting- inum. – Fátt er sum faðir, men ongin er sum móðir, tók Kári P. Højgaard úr Sjálv- stýrisflokkinum til, tá hann umrøddi møguleikan. Hann helt lítið um, at pápar skulu heim at ansa børnum. – Vit flyta alla tíðina mørk í samfelagnum, men vit kunnu ikki broyta tann veruleika, at móður og barn er tætt knýtt. Ein løgtings- nevnd kann ikki broyta tann veruleikan. Eg vildi heldur ynskt, at mamman kundi verið heima hjá barninum, líka til tað var komið und- an, segði Kári P. Højgaard. Í sama báti Miðflokkurin og Fólka- flokkurin vóru í sama báti sum sjálvstýrismaðurin í hesum máli. – Tað er ikki ein trupul- leiki, at kvinnurnar eru ov nógv heima. Trupulleikin er, at tað føðast ov fá børn. Um vit kunnu bera soleiðis í bandi, at vit fáa fleiri børn, og at kvinnurnar eru meira heima, so er nógv vunnið. Tí so vinna vit á skeiva aldursbýtinum, sum eyðkennir samfeløgini í vesturheiminum, segði Jenis av Rana úr Miðflokk- inum. Heðin Zachariassen duldi heldur ikki, hvør hoyrdi heima hjá børnunum og grýtunum. – Tað er ein stórur fyri- munur, um vit lata foreldr- ini velja sjálv, hvør skal vera heima og ansa børnini. Tað er sjálvandi gott, um pápin kann vera heima og hjálpa til, men í mínari verð er ongin ivi um, hvør er betri egnað. Tað er mamma, sum klárar tey tingini best, segði Heðin Zachariassen. Vandi hjá kvinnu – Hetta er dovin mans- chauvinisma, segði Kristi- an Magnussen. Framsøgumaðurin hjá Javnaðarflokkinum stóð nakað einsamallur við síni meining, at mamman og pápin skulu býta øktu barnadagarnar sínámillum. – Vit mugu taka útgangs- støði í tørvinum hjá allari familjuni, og harvið eisini mammuni. Kvinnan hevur tað nóg trupult á arbeiðs- marknaðinum, tá hon er burtur í eitt hálvt ár. Um hon einsamøll skal bera barnsburðarfarloyið, so er hon í vanda fyri at vera burtur frá arbeiðsmarknað- inum í fleiri ár, segði Kristian Magnussen. Boppan og barnið. Mamman eigur at bera allan barnsburðin, halda løgtingsmenn Mynd Jens K. Vang Skipanin við avslátt- arstigum fyri ferðing verður tambað. Summi fólk, sum ferðast í almennum ørindum, velja sær dýrastu ferðaseðlar- nar og hotellini fyri at fáa flest bonusstig, sigur ein kelda í ferðavinnuni. Al- menna ferðingin er nógv økt síðstu árini ALMENN FERÐING Ingi Rasmussen Nøkur heilt fá í høgum al- mennum størvum hava misnýtt EuroBonus-skipan- ina upp á tað grovasta. Tað sigur ein álítandi kelda við tilknýti til ferða- vinnuni við Sosialin. EuroBonus-skipanin er strangt persónlig. Tá tú ferðast við ávísum flogfel- øgum, sum eru í við í ein- um felagsskapi nevndur Star-alliance, fært tú bon- usstig. Tað vil siga, at hóast tú ferðast fyri tað almenna, so fært tú persónliga tey bonusstigini, sum ferðin gevur av sær. Dýrasta veg Tey flestu uppføra seg hampiliga og keypa teir bíligastu ferðaseðlarnar, tá tey fara uttanlands á skeið ella fund fyri tað almenna. Men nøkur fá gera sær dælt av skipanini. Skulu tey langan veg til eitt nú handilssamráðingar, verður farið dýrasta veg. Tey velja at flúgva við eitt nú SAS, hóast onnur feløg kunnu vera nógv bíligari, og tey búgva á Radison, tí tað gevur flest bonusstig. Dømi eru eisini um, at fólk óneyðuga eru farin til onn- ur lond á vegnum fyri at fáa sær nøkur eyka bonusstig, sigur okkara kelda, sum hevur selt ferðaseðlar. Tað eru tey fægstu, sum starvast hjá tí almenna, ið fáa savnað sær nóg mikið av stigum til, at tað ger mun. Fyri at fáa eina ókeypis ferð til Danmarkar burturúr, skalt tú t.d. ferð- ast átta ferðir aftur og fram, áðrenn tú hevur nóg mikið av stigum. Men tað eru nøkur, sum ferðast ofta. Rættiliga ofta. Nógv økt Eitt yvirlit, sum Fíggjar- málastýrið hevur gjørt, vísir, at ferðaútreiðslurnar eru hækkaðar óhugnaliga nógv frá 1997 til 2001. Tað skrivaði Fregnir tann 13. september. Í 1997 vóru ferðaútreiðsl- urnar hjá tí almenna góðar 12 milliónir krónur. Men í 2001 ferðaðust fólk fyri 20 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur upp á sløk 70 prosent eftir fýra árum. Hetta hevur Fíggjarmála- ráðið eftir øllum at døma sett sær fyri at gera nakað við. Men í staðin fyri at skerja ferðingina upp á landsins besta, og heldur enn at forða fyri misnýtslu av bonusferðum, fer Fíggj- armálaráðið eftir bonus- stigunum hjá tí einstaka. Roynt verður at skipa so- leiðis fyri, at bonusstigini, sum fólk hjá tí almenna fáa, fella til stovnarnar. Stovnsleiðarar hava fingið eitt bræv, undirskriv- að av Karsten Hansen landsstýrismanni, har sagt verður, at stovnarnir hava skyldu til at tryggja, at vunnin bonusstig verða nýtt til tænastulig endamál. Tann einstaki stovnurin verður tí biðin um at fara undir mannagongdir, ið kunnu upplýsa starvsfólkini um reglurnar um innvinning av ymsum avsláttarskipanum. »Stovnurin eigur at skráseta tey vunnu bonus- stigini og veita vissu fyri, at hesi vera nýtt til framtíðar tænastuferðir,« sigur Karst- en Hansen í brævinum til stovnarnar. Hvussu stovnsleiðararnir skulu fremja hetta, sigur søgan onki um, tí stigini eru strangt persónlig váttar EuroBonus fyri Sosial- inum. Vandi fyri misnýtslu av tænastuferðum EuroBonus-skipan- in gevur tær stig, tá tú flýgur á ávísum leiðum hjá einum felagsskapi av flog- feløgum. Tú kanst savna tær stig, og tá tú hevur nóg mikið av stig- um fært tú eina ókeypis ferð. Tú fært t.d. 2400 stig fyri eina van- liga ferð fram og aftur til Keyp- m a n n a h a v n a r . Savnar tú 20.000 stig innan tvey ár, fært tú eina ókeypis ferð. Fakta C M Y K 7 6