Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 226 - 23. november 2002 Nr. 226 - 23. november 2002 9 Kall er nú komið á GSM-marknaðin í Føroyum, og harvið er tíðin hjá Føroya Tele sum einaveitara farin. Og nýggi veitarin byrjar við at selja frælsi í dós GSM Heri á Rógvi Alt er ikki longur, sum tað plagar at vera. Hetta kann sigast um føroyska fjar- skiftismarknaðin. Hósdag- in fekk GSM-marknaðurin eitt nýtt økið á kortinum, sum skjótt kann veksa til ein lítlan heimspart á okk- ara føroyska marknaði. Og teir komu brestandi frá byrjan. Við slagorðinum “Frælsi í dós” og einum sangi gjørdum til enda- málið, boðaði Kall frá teirra nýggju støðu. Fjarskiftisveitarar plaga ikki at vera “funky” og enn minni – í Føroyum – í dós, men nú eru nýggjar tíðir. Kall endar við hesum stiginum tíðina hjá Føroya Tele sum einaráðandi á marknaðinum. Kall og Før- oya Tele eru kortini ikki meira sundurbýtt enn at av- tala er gjørd millum fyri- tøkurnar, at Kall skal kunna nýta netið hjá Føroya Tele, har egna netið hjá Kalli ikki røkkur. Hetta verður rópt fyri innanlanda reiking. Hetta er í roynd og veru tað sama, sum tá ein leitar sær í onnur lond og nýtir sína føroysku fartelefon á netin- um hjá einum øðrum út- lendskum veitara. Í løtuni virkar netið hjá Kalli bert í Tórshavn, men innan langa tíð røkkur Kall eisini til Skálafjørðin og í Klaksvík. Stjórin fyri Kall, Bjarni Askham Bjarnason, sigur, at íløgan í GSM hevur verið hampuliga stór fyri Kall, men hann vil ikki, hvussu stór hon er. Stjórin meinar so avgjørt, at teir eru førir fyri at kappast móti fyrrverandi monopolveitaranum, Før- oya Tele. — Vit trúgva, at vit hava nøkur góð produktir og nakrar góðar tænastur, og tað ger, at vit eiga at standa okkum í kappingini, sigur Bjarni A. Bjarnason. Hann leggur afturat, at Kall í løtuni kann bjóða væl lægri prísir enn kapp- ingarneytin. — Við miðja eftir einum marknaðarparti, sum í øllum førum skal liggja yvir 30% - og kanska størri, sigur Bjarni A. Bjarnason. Eftir hansara tykki er pláss fyri einum veitara afturat á GSM-marknaðin- um í Føroyum. — Vit rokna við, at vit koma at taka ein part av marknaðinum hjá Føroya Tele. Men tað eru eisini nógv fleiri kundar at fáa hendur á, sum enn ikki nýta fartelefon, sigur Bjarni A. Bjarnason. Hetta talið av nýggjum kundum kann sambært stjóranum vera fleiri tús- und. Dósin Fartelefon skútan hjá Kalli leggur frá landi við dósum sum provianti. Konseptið lagt verður út við kallast “Frælsi í dós”. Frælsi kann tulkast í fleiri týdningum, men skuldi ikki havt nakað við frælsisstríðið í Føroy- um at gera. Konseptið er rættiliga einfalt: Alt tær tørvar til at fáa fartelefonina at virka hjá Kalli í einari dós. Í dósini, sum í november og desember verður seld fyri serprís, er eitt sim-kort, eitt telefonnummar og ymiskt annað, sum gera teg til kunda hjá Kalli. Talan er um talutíðarhald, sum eisini verður rópt prepaid. Tað er sum við telefonkortunum, at goldið verður fyri nýtsluna áðrenn. Dósirnar eru sjálvandi í appelsingula litinum og við í dósinum eru eisini tvær fløgur við serligum Kall sangum, sum er gjørdir til endamálið. Prísirnir eru eisini til 1. februar 2003 rættiliga bí- ligir – 1,75 kr. fyri at ringja til fastnet ella fartelefon innanlanda. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst, hvørjir prísirnir verða eftir hin 1. februar 2003. Fyrst í komandi ári kem- ur Kall á eisini á marknaðin við “vanligum” haldum, har fólk fáa eina rokning sendandi einaferð um mán- aðin. Við haldum fáast eisini aðrir møguleikar. Eitt nú ber til at ringja í útlond- um, har Kall hevur gjørt reikingar avtalur. Samstundis fer Kall undir at senda øllum sínum fastnetkundum eitt talutíð- arhald við teirra telefon- nummari. Hjá Kalli byrja øll GSM- nummør við 5. Fastnet- kundarnir fáa sítt fyrsta tal í telefonnummarinum skift út við eitt fimm-tal. Riggar fínt Tað vóru Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í sam- skiftismálum, og Ib Byder, stjóri fyri LM Ericsson í Danmark, sum tosaðu fyrstu almennu samrøðuna á GSM-kervinum hjá Kalli. Og tað riggaði, sum tað skuldi. Báðir nýttu teir eisini høvið til at nevna, at talan var um framstig fyri før- oyskt telemarknaðin. Tað er LM Ericsson Dan- mark, sum hevur selt sjálvt GSM-kervi til Kall. Ib Byder nevndi eisini, at teir eiga 40% av heims- marknaðinum, men teir mettu framvegis Føroyar, sum ein týðandi marknað, ið teir vóru ernir yvir at eiga allan partin av. Nevndarformaðurin í Kalli, Óli Hansen, sum umboðar Framtaksgrunnin, nevndi á móttøkuni í sam- bandi við sjósetingina av GSM hjá Kalli, at hetta virksemið hevur stóran týdning fyri fyritøkuna. Hann var serliga fegin um, at hetta bar til við bert tólv starvsfólkum. Sostatt er klárt at kapp- ast. Nú lagt verður til brots á GSM-markn- aðinum, satsar Kall upp á at fáa hendur á teimum ungu kund- unum fyrst og fremst GSM Heri á Rógvi Kappingin á GSM markn- aðinum í Føroyum fer frá fyrsta bríksli at snúgva seg um tey ungu. — Hetta konseptið hjá okkum er beinleiðis ætlað til tann yngra marknaðin, sigur Bjarni A. Bjarnason, tá spurt verður um, hvønn málbólk roynt verður eftir í hesum fyrsta umfarinum. Nógv tann størsta partin av teimum ungu kundunum finna vit á talutíðarpart- inum (prepaid) av markn- aðinum. Hesar eigur Føroya Tele (síðst í oktober) 14.847 av. Allir hesir kundarnir, um- framt teir, sum leggjast afturat, eru ikki bundnir av nøkrum haldi og kunnu skifta, sum teimum lystir uttan nakað. Hesir kundarnir verða oftani róptir fyri teir il- loyalu kundarnir, og tað er kanska heldur ikki so undarligt. Hesir kundarnir eru eis- ini teir, sum gjalda mesta- prísin fyri hvønn minutt, teir tosa. Í Danmark liggur kostnaðurin eitt nú hjá TDC Mobil um 100 kr. fyri at gerast kundi til tílíkar tænastur. Í Føroyum liggur kostn- aðurin millum 200 og 300 kr. Longu nú hevur íkast hjá Kall til marknaðin gjørt ávirkan, og serliga teir ungu brúkararnir verða næstu tíðina forkelaðir eitt sindur. Bæði Føroya Tele og Kall hava sannað - eins og allar aðrar telefyritøkur í heim- inum – at pengar eru at vinna í risastóra fartelefon trendinum hjá teimum ungu. Tað er tó, hvørki hjá Kalli ella Føroya Tele, sett nakað aldursmark á, so tað stendur sjálvandi øllum frítt at keypa sær talutíð - í pakka ella dós. Fylla online Teleutíðarkort hjá bæði Kall og Føroya Tele fáast til keyps í handlum. Báðar fyritøkurnar eru tó farnar undir at bjóða hesa tænast- una út á netinum, har tú kanst tú keypa talutíð við einum gjaldskorti. Kall koyrir við sínum byrjunarprísum á talutíð til 1. februar, og inntil verður tað spennandi at síggja, hvussu marknaðurin fer at hátta seg. Kall bjóðar frælsi í dós Snýr seg um teir yngru kundarnar Líkt er til eina spenn- andi tíð við munandi lægrum prísum á GSM næstu tíðina, nú kappingin av álvara fer at byrja GSM Heri á Rógvi Við tveimum veitarum á marknaðinum, sigur tað seg sjálvt, at landslagið fer at broytast nakað. Kall bjóðar Føroya Tele av á marknaðinum við GSM. Tað er eingin loyna, at hesin marknaðarparturin hevur verið sera góður fyri Føroya Tele, sum hava ligið sum einasti veitari á marknaðinum. Kundarnir hava streymað til. Tað hevur eisini fyri ein stóran part verið GSM, ið hevur verið grundarlagið undir metstóra yvirskotinum hjá Føroya Tele seinastu árini. Frá Føroya Tele hava vit fingið upplýst, at síðst í oktober mánað vóru 30.596 fartelefonkundar íalt. Har- av 14.299 teletíðarkundar, 14.847 á tí vanliga GSM haldinum og 1.520 NMT 450 kundar. Trekkja vit NMT kund- arnar frá, so eru framvegis 29.076 GSM kundar. Kall bjóðar ikki NMT tænastur, og flestu NMT kundarnir nýta NMT, tí hetta netið røkkur betri enn GSM netið. Tá hugsað verður um, at fólkatalið í Føroyum er umleið 47.500, so kunnu 30.596 fartelefonkundar tykjast rættiliga nógv. Men – skal mann trúgva teimum serkønu – kann og fer marknaðurin at veksa við kanska einum áttatúsund kundum afturat. Kall hevur ætlanir um at ogna sær fleiri enn fjøruti prosent av marknaðinum, og hetta merkir so eisini, at teir skulu taka ein ávísan marknaðarpart frá Føroya Tele. Higartil hevur Kall lagt út við nøkrum sera lágum introduktiónsprísum. Kall eigur í dag – sam- bært stjóranum hjá Kalli – tjúgu prosent av marknað- inum av fastnetkundum. Kall og TeleF vórðu løgd saman í eitt sterkari Kall í oktober mánað í fjør. Avtala er gjørd millum Føroya Tele og Kall um innanland reiking, har Kall nýtir netið hjá Føroya Tele, har teirra egna ikki røkkur. Hetta merkir so eisini, at Kall fer at vinna minni pening av sínum kundum uttanfyri Havnina. Avtalan um reikingina varð í sínari tíð gjørd fyri at forða dupultum íløgum, varð sagt. Prísirnir lækka Hjá Føroya Tele eru tey klár til kappingina. Richard Mortensen, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sigur, at teir eru fegnir um kappingina, ið teir eisini hava leingi roknað við fór at koma. — Vit síggja hetta sum eina avbjóðing og vilja framhaldandi bjóða góðar tænastur í kappingini, sigur Richard Mortensen. Og marknaðarstjórin lov- ar lægri prísir til sínar kundar. — Seinastu árini hava vit lækkað okkara prísir rætti- liga nógv, og hetta vilja vit framvegis gera. Vit meta eisini, at vit í dag hava rættiliga lágar prísir í mun til onnur Norðanlond, sigur Richard Mortensen. Hann vil ikki siga júst, hvussu nógv prísirnir at tosa í fartelefon fara at lækka, men lækkingar fara so í øllum førum at henda, nú kapping er komin á marknaðin. Hann er tó ikki í iva um, at Føroya Tele vil standa seg í kappingini – bæði fíggjarliga og tøkniliga. Fyrst prepaid Nú Kall leggur út við einum talutíðar konsepti, so verður tað eisini her, at kapping fer at merkjast í fyrstu atløgu. Føroya Tele kemur við einari “jóla- gávu”, til sínar kundar, sum inniber, at kundar frá eitt 100 kr. talutíð fyri væl minni enn hundrað kr. Byrjunarprísirnir hjá Kalli eru nakað væl lægri enn teir hjá Føroya Tele á talutíðarøkinum. Gera vit eina lítla saman- bering, so sæst, at tú fært sum er væl meira fyri peng- arnar hjá Kalli enn hjá Føroya Tele. Talan er um byrjunarprísir, og tískil mugu samanberingin takast við fyrivarni. Prísurnir verða broyttir hjá Kalli 1. februar 2003, og Føroya Tele fer eisini at finna upp á okkur. Men sum er, so fæst ein startpakki – frælsi í dós – frá Kalli fyri 199 kr. Við í pakkanum er 100 kr. talutíð og velur tú at skráseta teg, so fært tú 50 kr. talutíð afturat. Ein startpakki frá Føroya Tele kostar 300 kr. Har fært tú 100 kr. talutíð við í pakkanum, og tú skalt skrá- seta teg, tá tú keypir. Við Kalli ber eftir øllum at døma til at ringja “ano- nymt”. Eisini er stórur munur á prísinum: Hjá Føroya Tele sendir tú eini SMS-boð fyri 90 oyru, men hjá Kalli kostar SMS- boðið 60 oyru. Prísurin hjá Kalli at ringja er 1,75/min. alt sam- døgrið innanlanda. Hjá talutíðarkundum hjá Før- oya Tele er kostnaðurin 4 kr./min. um dagin, t.e. frá 6 til 18, og um kvøldið 2 kr./min. Setir tú eitt roknistykki upp, har tú tosar eins nógv um dagin og um kvøldið, so fært tú munandi fleiri minuttir frá Kalli. Føroya Tele svara aftur: Prísirnir fara at lækka Íløgan í GSM-kervi hevur verið kostnaðarmikil fyri Kall, men tó ikki so kostnaðarmikil, at fyri- tøkan ikki kann bera hana, sigur stjórin, Bjarni A. Bjarnason. Fyri at styrkja felagið er Kall farið í holt við at hækka partapeningin. — Vit hava gjørt eitt prospekt, sum vit hava bjóðað út til ávísar møgu- ligar íleggjarar, sigur Bjarni A. Bjarnason. Hann upplýsir, at hækk- ingin verður millum 14 og 25 milliónir. Aftan fyri Kall sum er standa 5 høvuðseigarar og harafturat ávísir privat- persónar og virki, stendur á heimasíðuni hjá Kalli. Talan er um bæði út- lendskar og føroyskar eig- arar. Høvuðseigarar eru: Framtaksgrunnur Føroya 28,40%, NOTIO 18,52%, Íslandssími 17,21%, Tallaton Holding 17,11%, og Teletænastan 12,49% -HR Hækka partapeningin James Olsen syngur um, at tað er funky og cool at keypa Kall í Dós Mynd:Jens Kristian Vang Tey ungu eru bæði millum teir mest gevandi av kundunum, men eisini tann mest illoyali bólkurin, sum skal lokkast við øllum góðum. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 9 8