leygardagur 23. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 226 - 23. november 2002
Nr. 226 - 23. november 2002
11
Í dag letur upp nýggj-
ur handil í Niels
Finsensgøtu í Havn.
Talan er um handilin
Bethel, sum selur
kristiligar bøkur,
gospelfløgur og gávu-
lutir
HANDILSLÍV
Birita í Dali & Mariann
Mortensen
Í dag, leygardag, letur
Stella Zachariassen ein
handil upp í Niels Fins-
ensgøtu. Handilin hevur
fingið navnið Bethel, sum
merkir Guds hús.
Stella Zhakariasen er frá
Sri Lanka, men gift í Før-
oyum og hevur nú búð her í
11 ár.
Í Bethel verður mangt at
fáa millum annað bøkur,
nýmótans og eldri fløgur,
sjónbond av til dømis Bill
Gaither og gávulutir. Í
handlinum er eisini ein
kiosk, har ein kann keypa
góðgæti og annað.
Í dag verður Svenning av
Lofti í Bethel, har hann fyri
fyrstu fer selur sína egnu
bók
Handilin er til øll, stór
sum smá. Stella leggur
stóran dent á, at handilin
skal vera eitt stað, har ung
kristin kunnu møtast. Stella
ynskir, at handilin helst
skal verða eitt stað, har tey
kunnu vera seg sjálvi. Hon
heldur, at tey ungu kristnu
hava ov fá støð at halda til í.
– Handilin skal vera eitt
stað, har ung kristin kunnu
hugna sær, men øll eru
hjartaliga vælkomin, sigur
Stella.
Fólk við trupulleikum
ella sum eru á skeivari lívs-
kós kunnu fáa hjálp inni hjá
Stellu.
- Eg vil ikki royna at um-
venda ein og hvønn, men
bara hjálpa fólkið, leggur
Stella afturat.
Um ein ynskti at keypa
kristiligar fløgur ella bøkur,
var fyrsti handil við hesari
vøru í Runavík. Hetta hildu
fólk, sum búgva longri
burtur, lítið og einki um.
– Nógv saknaðu ein tílík-
an handil í miðbýnum, men
eingin gjørdi nakað við
hetta, tí fekk eg tað
hugskot, sjálv at opna ein
kristnuligan handil, sigur
Stella Zachariassen at enda.
Handil við kristiligum bókum og fløgum
Stella Zachariassen letur nú
egnan handil upp í Niels
Finsensgøtu í Havn.
Handilin, ið eitur Bethel,
selur kristiligar fløgur, bøkur,
gávulutir og harumframt er
eisini kiosk
Mynd: Jens Kr. Vang
Tvey ferðsluóhapp
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Hóskvøldið
vóru
tvey
ferðsluóhapp. Annað var
um tíggjutíðina um kvøld-
ið. Tá var tað ein bilur, sum
kom úr tunlinum í Kald-
baksbotni, og skal yvirhála
ein lastbil. Men tá bilurin
so yvirhálar kemur ein bilur
frá Kaldbaksvegnum, og
hesir báðir renna saman.
Ongin fólkaskaði stóðst
av samanstoytinum, tí talan
var bert um materiellan
skaða.
Seinni sama kvøld var
eitt ferðsluóhapp á Áar-
vegnum í Havn. Politiið
veit ikki at siga, hvussu tað
er hent, men annar av bil-
førarunum var ávirkaður av
rúsdrekka.
Eitt ferðsluóhapp var á
Áarvegnum um 00.30 tíðina
hóskvøldið. Annar av
bilførarunum var ávirkaður
av rúsdrekka
Mynd: Eirikur Lindenskov
Mánadagurin 25.
november er lýstur at
verða altjóða dagur
móti harðskapi ímóti
kvinnum
HARÐSKAPUR
Ingrid Bjarnastein
Kvinnuhúsið og Kvinnufel-
agið í Havn skipa fyri fundi
á gongugøtuni í Havn
mánadagin tann 25. novem-
ber. Hetta kemst av, at hesin
dagur er lýstur at verða al-
tjóða dagur móti harðskapi
ímóti kvinnum.
– Rætturin til eitt lív utt-
an harðskap er eitt krav frá
kvinnum um allan heimin.
Afturat at skaða og oyði-
leggja kvinnuna likamliga,
er harðskapur ein forðing
fyri, at kvinnur virkið taka
lut í samfelagnum. Harð-
skapur rakar kvinnur um
allan heim, í øllum sosial-
um løgum og uttan mun til
útbúgving, skrivar Kvinnu-
húsið í tíðindaskrivi.
ST hevur staðfest í eini
yvirlýsing staðfest, at øll
menniskju er frí og hava
sama rætt. Tí skal miðast
ímóti at forða harðskapi
ímóti kvinnum – bæði
alment og privat. Øll sløg
av kynsligum ágangi, mis-
nýtslu og handli av kvinn-
um, kynsdiskriminering í
umsiting av rættarskipan og
ósemjum, har kvinnur av
siðvenju ella átrúnarligum
umstøðum eru í vanda.
–
Harðskapur
ímóti
kvinnum er ein forðing fyri
framburði og friði. Í virkis-
ætlan frá Bejing í 1995,
staðfestir ST, at harðskapur
ímóti kvinnum forðar javn-
støðu millum kynini, sigur
Kvinnuhúsið víðari.
Seinastu árini hava fleiri
lond tikið stig til at bøta um
lóggávur í sambandi við
harðskapsraktar kvinnur.
Nýggj svensk lóggáva revs-
ar tann, ið keypir kynsligar
veitingar. Í Eysturríki sigur
lógin, at um ein maður
fremur
harðskap
ímóti
kvinnu í teirra egna heimi,
so er tað maðurin, ið skal
flyta úr heiminum, meðan
kona og møgulig børn
verða búgvandi.
– Í Føroyum setti løg-
tingsmaður fram spurning í
Løgtinginum um striptease
er lóligt. Tað er tað ikki,
men onkur skal melda mál-
ið áðrenn løgvaldið tekur
stig til at forbjóða strip-
tease. Skulu broytingar fara
fram krevur tað eina hug-
burðsbroyting. Ikki minst
hjá teimum, ið umboða
samfelagið. Herundir dóm-
arar og løgreglufólk, sum
gjøgnum útbúgving eiga at
broyta
samfelagsliga
áskoðan og fatan, sigur
Kvinnuhúsið at enda í tíð-
indaskrivi.
Nú eru jólabússurnar hjá
Frelsunarherðinum settar
í handlarnar, og tann,
sum leggur pening í hesar
bússur er við til at hjálpa
teimum við vælgerðar-
arbeiði.
Tað mesta av peningin-
um, sum kemur inn, fer
til Herberg Frelsunar-
hersins í Niels Winthers-
gøtu 3. Hetta er eitt tilboð
um mat, song og persón-
liga røkt.
Higartil í ár hava verið
um 2000 yvirnáttingar.
Harafturat hava umleið
2000 gjørt brúk av dagtil-
boðnum, har møguleiki
er at fáa døgurða.
Allar
matútreiðslur
verða goldnar av tí pen-
ingi, sum kemur úr jóla-
bússum og gávum.
Frelsunarherurin
er
ógvuliga takksamur fyri
hjálpina, sum verður giv-
in at stuðla arbeiðnum,
verður sagt í tíðindaskriv.
-ib
Jólabússurnar
hjá Frelsunar-
herinum
Altjóða dagur móti harðskapi
ímóti kvinnum
Miðflokkurin hevði fingið tvey umboð
Nýggjasta veljara-
kanningin hjá Fregn-
um gevur Miðflokki-
num tvey umboð á
løgting, meðan Sjálv-
stýrisflokkurin fram-
vegis ikki røkkur
uppum tinggáttina.
Hálvt ár er nú síðan
samgongan seinast
hevði meiriluta í
regluligu veljara-
kanningunum, ið
Gallup ger fyri blaðið
VELJARAKANNING
Jón Brian Hvidtfeldt
Miðflokkurin hevði fingið
tvey umboð á løgting, um
val var í dag. Tað vísir
nýggjasta veljarakanningin,
ið Gallup hevur gjørt fyri
Fregnir.
Sambært kanningini er
Sambandsflokkurin fram-
vegis størsti flokkur og fær
níggju umboð á ting. Tjóð-
veldisflokkurin fær átta
tinglimir, Javnaðarflokkur-
in fær sjey, Fólkaflokkurin
fær seks tinglimir, Mið-
flokkurin fær tvey, meðan
Sjálvstýrisflokkurin sam-
bært kanningini einki um-
boð hevði fingið á løgting,
hevði val verið í dag.
Í mun til seinastu kann-
ing, ið Gallup gjørdi fyri
blaðið í oktober, er einasta
broytingin, at Fólkaflokk-
urin missir ein tinglim,
meðan Miðflokkurin fær
ein afturat. Í prosentum
gongur Fólkaflokkurin aft-
ur úr 21,3 niður í 19 pro-
sent, meðan undirtøkan hjá
Miðflokkinum økist úr 3,8
prosentum upp í 5,2 pro-
sent.
Samgongan framvegis
ikki meiriluta
Líka síðan valið 30.apríl
hevur Gallup gjørt reglulig-
ar kanningar, einaferð um
mánaðin,
fyri
Fregnir.
Kanningarnar vísa, at sam-
gongan, ið hevur 17 ting-
limir aftanfyri seg, misti
henda meiriluta, longu í
juni mánað. Og síðan hevur
samgongan ongantíð megn-
að at vinna seg uppaftur á
17 tinglimir í veljarakann-
ingunum. Í juli og í august
vístu kanningarnar, at sam-
gongan bara hevði fingið
15 tinglimir, hevði val verið
tá. Hesar báðar mánaðirnar
fekk Sambandsflokkurin
10 tinglimir. Síðan hava teir
fýra samgonguflokkarnir í
hvørjari av mánaðarligu
kanningunum í Fregnir
bara fingið 16 tinglimir.
Havast skal tó í huga, at hó-
ast samgonguflokkarnir í
nýggjastu veljarakanning-
ini bara fáa 16 tinglimir, so
høvdu flokkarnir fingið til-
samans 51,1 prosent av at-
kvøðunum, hevði val verið
í dag.
Freistin longd
Trivnaðar- og heilsu-
ráðið hevur fingið
longt freistina, ráðið
hevði til at lata lands-
stýrismanninum álit
um føroyska al-
manna- og heilsuøk-
ið. Tó verður ikki tal-
an um størri játtan til
ráðið
KANNING
Jón Brian Hvidtfeldt
Trivnaðar- og heilsuráðið
verður ikki liðugt við sítt
arbeiði í ár. Upprunaliga
skuldi ráðið handa Bill
Justinussen,
landsstýris-
manni, eitt álit við tilráðing
um føroyska almanna- og
heilsuverkið í seinasta lagi
á nýggjárinum. Men ráðið
hevur síðan staðfest, at skal
arbeiðssetningurin røkkast
til fulnar, so verður neyðugt
við longri skotbrái. Og Bill
Justinussen hevur nú gjørt
av at tíðarskeiðið hjá ráð-
num at arbeiða í verður
longt til 30.juni næsta ár. Á
fíggjarlógini í ár er ein
millión játtað til ráðið, men
av tí at ráðið upprunaliga
skuldi vera liðugt við sítt
arbeiði í seinasta lagi á
nýggjárinum, eru eingin
pengar settir av næsta ár.
Bill Justinussen sigur, at
tørvur verður ikki á meira
pengum til ráðið, tí játtanin
fyri í ár er ikki brúkt, og
kann tí flytast til næsta ár.
Í grein eitt í lógini fyri
Trivnaðar- og heilsuráð-
num stendur, at uppgávan
hjá ráðnum er at útgreina
føroyska
almanna-
og
heilsuverkið og gera eitt
uppskot til eina langtíð-
arætlan fyri føroysku væl-
ferðartænastuna.
Ráðið
varð sett í september í fjør,
men skuldi fyrst orða ein
arbeiðssetning, ið skuldi
góðkennast av táverandi
landsstýrismanni
á
al-
manna- og heilsumálum, og
tí dróg nakað út, áðrenn
ráðið av álvara slapp til arb-
eiðis.
Mia Pedersen, formaður í
ráðnum, sigur, at higartil
hevur ráðið millum annað
gjørt eina spurnarkanning
millum 60 almennar stovn-
ar. Eftir er nú at gera eina
brúkarakanning, ella hug-
burðskanning, millum før-
oyingar, har spurt verður,
hvat fólk halda um tænast-
una, tey fáa frá almanna- og
heilsuverkinum. Ætlanin er
at senda spurnarbløð út til
umleið 1000 føroyingar.
- Endamálið er at fáa
báðar partar við, bæði
stovnar og brúkarar, fyri á
tann hátt at geva eina mynd
av, hvar er gott, og hvat
kanska ikki er so gott, sigur
Mia Pedersen. Hon sigur, at
spurnarbløðini til brúkarar-
nar verða send út eftir
nýggjár.
Formaðurin í Trivnaðar-
og heilsuráðnum sigur, at
enn er tað verður ikki neyð-
ugt at biðja um meira peng-
ar til ráðið, hóast arbeiðið
nú fer at vara eitt hálvt ár
longri enn upprunaliga
mett. Millum 200.000 og
300.000 krónur eru eftir av
játtanini, sum ráðið fær á
fíggjarlógini í ár, og ætlan-
in er at flyta hesar pengar til
næsta ár.
Ráðið hevur skrivara í
starvi fulla tíð, og hann er í
starvi til 31.desember. Enn
dugur Mia Pedersen ikki at
siga, hvørt skrivarin fer at
halda fram í starvinum eftir
nýggjár.
Í lógini fyri Trivnar- og
heilsuráðið stendur bein-
leiðis, at ráðið skal lata
landsstýrismanninum eitt
álit innan 31.desember í ár,
og tí fer Bill Justinussen,
landsstýrismaður í familju-
og heilsumálum, í næstum
at leggja eitt broytingar-
uppskot fyri løgtingið, ið
skal geva ráðnum heimild
til at halda fram við sínum
arbeiði.
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, hevur
gjørt av, at inngjaldið,
ið allir arbeiðsgevarar
higartil hava verið
noyddir at gjalda í
Trygdargrunnin fyri
avreiðingar og lønir,
skal steðga. Við árslok
standa útvið 70 milli-
ónir í grunninum, og
tað er nóg mikið,
metir landsstýris-
maðurin, sum í næst-
um fer at leggja upp-
skot fyri løgtingið
FÍGGJARMÁL
Jón Brian Hvidtfeldt
Allir arbeiðsgevarar skulu í
dag gjalda 0,15 prosent av
útgoldnum lønum í serliga
Trygdargrunnin fyri avreið-
ingar og lønir. Endamálið
við grunninum er at tryggja
arbeiðsfólki
teirra
løn,
skuldi eitt virki farið á
húsagang, og eingir pengar
sostætt vóru at gjalda fólki
ta løn, ið tey eiga tilgóðar.
Tá útgjaldið úr grunni-
num var uppá tað mesta,
kreppuárini miðskeiðis í
nítiárunum, vóru okkurt ár-
ið goldnar á leið fimm
milliónir krónur úr grunni-
num. Men seinnu árini hev-
ur at kalla einki verið gold-
ið úr grunninum, sum sam-
tíðis hevur havt møguleika
at vaksa, so tað við árslok
fara at standa útvið 70
milliónir krónur í grunni-
num.
Í fjør vóru til dømis gold-
nar stívliga sjey milliónir
krónur inn í Trygdargrunn-
in. Av samlaða inngjaldi-
num guldu privatu arbeiðs-
gevararnir tveir triðingar,
meðan almenni arbeiðsgev-
arin, tvs. landskassin stóð
fyri einum triðingi. Men
grunnurin
hevði
eisini
rentuinntøkur osv, so sam-
anlagt vóru inntøkurnar 10
milliónir krónur.
Málið um at broyta lóg-
ina fyri Trygdargrunnin, so
inngjaldið verður strikað,
hevur verið fyri á lands-
stýrisfundi, og í næstum fer
Karsten Hansen, landstýris-
maður í fíggjarmálum, so at
leggja málið fyri løgtingið.
Fyri landskassan fer upp-
skotið at mekja, at spardar
verða millum tvær og
tríggjar milliónir krónur ár-
liga, ið higartil eru goldnar
inn í Trygdargrunnin.
Karsten Hansen sigur, at
eftir hansara tykki er
grunnurin í dag so mikið
sterkur, at ráðiligt er at
strika inngjaldið.
Trygdargrunnurin er nóg stórur
Karsten Hansen fer nú at strika inngjaldið, sum allir
arbeiðsgevarar hava rindað í Trygdargrunnin. Broytingin fer
eitt nú at spara landskassanum millum tvær og tríggjar
milliónir krónur um árið
Mia Pedersen, formaður í
Trivnaðar- og heilsuráðnum,
hevur biðið um at ráðið skal
sleppa at halda fram við sín-
um arbeiði eftir nýggjár. Bill
Justinussen, landstýrismaður,
hevur játtað at leingja freist-
ina til 30.juni, men tørvur
verður tó ikki á meira peng-
um til ráðið
C
M
Y
K
11
10