leygardagur 23. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 226 - 23. november 2002
Nr. 226 - 23. november 2002
13
Hann var góður forsætisráðharri fyri Danmark, men hann
var ikki serliga góður politiskari leiðari fyri danska
javnaðarflokkin. Týsdagin boðaði Poul Nyrup Rasmussen
frá, at hann fer frá sum formaður fyri danska javnaðar-
flokkin, og at ein eyka landsfundur í desember skal velja
nýggjan formann.
Allir fjølmiðlar og eygleiðarar í Danmark eru samdir um,
at Poul Nyrup Rasmussen var ein góður forsætisráðharri.
Saman við Mogens Lykketoft sum fíggjarmálaráðharra
fekk hann gongd á aftur búskapin. Teir "kick-startaðu"
búskapin, sum eitt danskt blað skrivaði nú í vikuni.
Tað hevði við sær, at arbeiðsmarknaðurin fekk brúk fyri
nógv meiri fólk, og so nógv arbeiðspláss vórðu skapað tey
9 árini, Poul Nyrup Rasmussen var forsætisráðharri, at
arbeiðsloysi, sum hevði verið stórt líka síðani oljukrepp-
urnar í 70-árunum, minkaði niður í nærum einki.
Harafturat hevði búskaparligi vøksturin tað við sær, at
fíggjarligu hallini hvurvu. Danmark rindar eisini av álvara
niður uttanlandsskuldina, sum vaks seg stóra í teimum
fyrstu kreppuárunum, tá javnaðarstjórninirnar hjá Anker
Jørgensen ikki fingu bilbult við skeivu búskapargongdini.
Samstarvsfelagarnir Poul Nyrup Rasmussen og Mogens
Lykketoft prógvaðu, at eisini ein javnaðarstjórn kann fáa
og hava skil á búskapinum, sum var ein av borgarligu
ræðumyndunum í 70- og 80-árunum! Men tann búskapar-
ligi vøksturin og tey nógvu arbeiðslplássini taldu ikki við í
hugaheiminum, tá krossurin varð settur 20. november ífjør.
Danski javnaðarflokkurin fekk ein so dyggan lúsing, at
hann fyri fyrstuferð í meiri enn 70 ár ikki var størstur á
Fólkatingi. Tá skuldi Poul Nyrup Rasmussen havt lagt frá
sær, men hann valdi at vera sitandi. Hann hevur arbeitt við
at skapa eina endurnýgging, uttan at tað er vorðið greitt,
hvørja kós henda endurnýgging skuldi hava.
Hann hevur ikki megnað at skapa flokkinum nakran profil
sum andstøðuflokkur, og hann hevur ikki megnað at fáa
býtt veður og vind líka og fáa røttu persónarnar í tey ym-
isku álitisstørvini í politiska arbeiðnum á Kristiansborg.
Tað evur verið so galið, at eygleiðarar siga, at tann borg-
arliga stjórnin hevur fingið alt ov nógvan frið at reka sín
egna politikk.
Hóast nógvar ymiskar - og ikki sørt negativar - metingar
um Mogens Lykketoft, eru allir eygleiðarar samdir um, at
hann kann savna flokkin og geva Anders Fogh Rasmussen
ein skarpan gang. Báðir eru gløggir og kønur í búskapi, so
har verður óivað mangur hanakampur at hoyra og síggja í
framtíðini.
Men flestu eygleiðarar seta spurnartekin við, um hann
kann vinna danska javnaðarflokkinum stjórnarvaldið aft-
ur á næsta vali. Tað eydnast neyvan, halda teir.
Fyri føroyingar verður Poul Nyrup Rasmussen settur í
samband við kreppuna, hóast Anders Fogh Rasmussen og
Poul Schlútter høvdu lagt kósina frammanundan. Hann
taklaði ikki serliga væl ynskini hjá sitandi samgongu um
fullveldi við skiftistíð og hann var óivað medvirkandi til,
at Javnaðarflokkurin ikki fekk mann valdan á seinasta
fólkatingsvali.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nyrup
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Útbúgvingar innan okkara høvuðsvinnu -
niðurprioriteraðar
Bárður Nielsen,
Løgtingsmaður
Vit hava seinastu mongu
árini tosað nógv um før-
leikamenning og grannsk-
ing, men ikki eru vit komin
nógv longri við hesum enn
bert prát. Vit liva mestsum
einans av fiski og tað er her
vit eiga at skapa neyðugu
fortreytirnar fyri at menna
okkara førleika innan hesa
vinnu og soleiðis verða við
í fremstu røð, tá ið tað snýr
seg um framburðin, bæði
tøkniliga og innan nýggjar
marknaðir.
Vit hava ein fiskivinnu-
skúla, sum hevur verið
skerdur líka frá byrjan, men
hóast hetta hevur hann
ment seg til tað hann er í
dag. Men spurningurin er
hvussu leingi leiðsla, lærar-
ar og næmingar støðast
undir so ósømiligum karm-
um sum fiskivinnuskúlin
hevur at virkað undir í dag.
Í staðin fyri at gera íløgur í
ein veruligan og áhuga-
verdan
fiskivinnudepil,
sum fær skapt áhuga mill-
um ungdómin, at utbúgva
seg innan okkara høvuðs-
vinnu, hevur onki verið í
vegin tá ið talan hevur verið
um at byggja fleiri stud-
enta- og handilsskúlar. Alt
gott um tað, men hví ikki
eisini røkja okkara høvuðs-
vinnu og við hesum fáa økt
um okkara útflutningsvirði,
tí tað er veruleikin í dag, at
ein stórur partur av okkara
rávøru fer óvirkaður av
landinum.
Tað seinastu sum lands-
stýrið er komið við, er at nú
skal kostnaðarendurgjaldið
fyri yrkisskúlarnar lækkað
frá 100% til 75%. Grund-
gevingarnar eru, at hetta
var ein kreppuloysn fyri at
fáa fleiri lærlingar, eftir at
mestsum eingin handverk-
aralærlingur hevði verið í
fleiri ár. Hetta endurgjaldið
bleiv hækkað í 1998 tá ið
allir høvdu nokk at gera.
Veruleikin er nokk at her
eru nakrar milliónir, sum
landskassin kann fáa hend-
ur á, nú tað stendur á at fáa
fíggjarlógina fyri 2003 at
hanga saman. So vit kunnu
helst vænta okkum fleiri
slíkar spariætlanir komandi
vikurnar.
Okkara vágatunnil!
Magni Thomassen
stjóri í Sandavágs
Timburhandli og Kovanum
Í nógv ár hava vágafólk
bíðað við ferjulegurnar í
Vestmanna og á Oyrar-
gjógv. Tað almenna ferða-
sambandið um Vestmanna-
sund var ongantíð lagað til
tørvin hjá fólki og vinnu í
Vágum. Annar tørvur varð
tikin fram um – og vit
bíðaðu. Henda almenna
misrøkt av útjaðaranum og
stak vánaligu karmar hjá
vinnuni førdu við sær, at
vágafólk saman við nøkr-
um streymoyingum løgdu
fram ymisk uppskot um
fast samband um Vest-
mannasund.
Við tógvið stríð og so at
siga ongari fíggjarligari
hjálp fingu vit umsíður
landsins myndugleikar at
geva loyvi til at gera ein
undirsjóvartunnil.
Nú var hugaligari at bíða.
Um stutta tíð eru vit
liðug at ilskast inn á vána-
liga ferðasambandið um
Sundið. Nú er okkara mál
rokkið. – Alt verður so gott
– trúðu vit.
Nei, nú varð annað haft
lagt á okkum, sum ræðast
teir at sleppa okkum leys-
um. Okursprísir verða lagd-
ir á vágafólk og serliga
vinnuna, sum framman
undan var nóg illa fyri.
Men hóast tosað verður
um at skapa góðar karmar
fyri vinnuna og at meira
eigur at verða gjørt fyri út-
jaðaran, so er ongin sjón
fyri søgn. Fyrr varð øll vøra
til oynna lossað upp her
vesturi.
Hetta
arbeiðið
mátti flytast til Havnar. Vit
mistu
arbeiðspláss
og
havnapengar.
Við okursgjaldi undir
Sundið verður øll fram-
leiðsla í Vágum nærum
løgd lamin. Tann sunna
kappingin, teir góðu karm-
arnir og útjaðarapolitikkur-
in eru bert fundarfjas og
tómt tos hjá teimum stýr-
andi.
Tað er ófatiligt, at vinnan
í Vágum skal gjalda fyri
ferðing hjá 300-400.000
ferðafólkum, sum árliga
fara ígjøgnum vágatunnil-
in.
Soleiðis sum tey ymisku
gjøldini eru lýst at verða,
kunnu vit bert staðfesta, at
stýrið veit onki um, hvussu
oyggjarfólk búleikast og
hvørjum vána sømdum tey
liva undir. Bilur er til hvørt
húski í Vágum sum alneyð-
ugt hjálpartól. Tað er ikki
hjálpartólið, sum vil um
(undir) sundið, men fólkini,
sum eru í teimum ymisku
akførunum. Tí eru tað vit
ferðafólk, sum eiga at
gjalda fyrst og fremst, með-
an akførini hava sín prís.
Latið nú okkum bara
sjálv taka okkum av vága-
tunnlinum og stýra aftur-
gjaldingini. Tá vit hava
megnað øll hini tøkini,
megna vit eisini við skili at
loysa teir trupulleikar, sum
onnur royna at leggja á
okkum. Vit hava stríðst fyri
hesum fasta sambandinum
um Vestmannasund og eru
nádd á mál. Vit hava glett
okkum, sum arbeiðið leið,
nú ynskja vit eisini við
gleði at brúka og at gjalda
vágatunnilin.
(Hervið er ynski um, at
stýrið fyri vágatunnilin
verður sent heim, og at
Felagskommunan
tekur
við).
Ein heilsan til 10-ára haldið hjá ALS
Kanning staðfestir, at
við høgum arbeiðs-
loysisútgjaldi og eftir-
útbúgvingum fáa vit
ein góðan og smid-
ligan arbeiðsmarknað
HANS PAULI STRØM,
JAVNAÐARMAÐUR
Eitt aðalmál við einum
skilagóðum arbeiðsmarkn-
aðarpolitikki er at skipa
viðurskiftini so, at tey
fremja ein smidligan ar-
beiðsmarknað. Tvs. at ar-
beiðsmegin skal hava lætt
við at flyta seg á arbeiðs-
marknaðinum: Frá størv-
um, arbeiðsplássum og
vinnum, har tað trongir
samanum - Til størv, ar-
beiðspláss og vinnur, sum
eru í vøkstri og har tað er
veksandi eftirspurningur
eftir arbeiðsmegi. Tá slepst
undan darvandi trekleika
og sonevndum fløskuháls-
um, arbeiðsloysi á summ-
um økjum og manglandi
arbeiðsmegi á øðrum.
Nú er váttað við víðfevn-
andi altjóða kanning, at eitt
høgt endurgjald við ar-
beiðsloysi er ein av fyri-
treytunum fyri at einum
slíkum smidligum arbeiðs-
marknað!
Tað er arbeiðsmálaráðið í
týsku landspartastjórnini í
Nordrhein-Westfalen, sum
hevur gjørt eina samanber-
andi kanning av arbeiðs-
marknaðarviðurskiftum í
Danmark, Týsklandi, Hol-
landi og Onglandi. Niður-
støðan í kanningini er, at
danski arbeiðsmarknaðurin
er vinnarin, tí hann er best-
ur til at sameina góða sosi-
ala trygd og stóran fleksi-
bilitet - tað sum tey í kann-
ingina kalla “flexicurity”.
Tað sum serstakliga ger
danska arbeiðsmarknaðin
til tann smidligasta og
tryggasta, er tað høga dag-
pengaendurgjaldið við ar-
beiðsloysi. Hetta er upp til
90% av seinastu miðalløn-
ini. Sagt verður, at fyri-
munurin við danska mod-
ellinum er, at fólk rætt og
slætt ikki eru so bangin fyri
at missa starvið. Tey krøkja
seg ikki í tað fyri einhvønn
prís og ræðast ikki fyri at
skifta, sjálvt um vandi
skuldi verið fyri, at tey
gjørdust arbeiðsleys eina
tíð. Tí tey vita, at dag-
pengaendurgjaldið
fyri
mistu inntøkuna er so mik-
ið høgt, at tey koma ikki
illa fyri, ongin vandi er fyri
at noyðast at fara frá húsi
og heimi. Danski løntakar-
in torir tí betur enn hinir at
flyta seg, taka kjansir,
ganga nýggjar leiðir og
taka við nýggjum avbjóð-
ingum í arbeiðslívinum.
Haraftrat vísir kanningin
á, at eisini góðir møguleik-
ar fyri eftirútbúgving eru
avgerandi fyritreyt fyri tí
smidliga arbeiðsmarknað-
inum. Her ger serliga tann
vælvirkandi almenna skip-
anin við arbeiðsmarknaðar-
útbúgvingum í Danmark
munin. Kanningin vísir, at
20% av donsku løntakarun-
um hava fingið lut í eftirút-
búgvingum,
samanborið
við bert 6% í Týsklandi.
Hetta er nakað at læra av,
nú ALS hátíðarheldur síni
10 ár. Tí hvørgin av hesum
nevndu fyritreytum fyri
einum góðum, effektivum
og
smidligum
arbeiðs-
marknað eru í Føroyum. Vit
høvdu dumpað so syngj-
andi, vóru Føroyar við í
hesi kanningini. ALS-end-
urgjaldið uppá í mesta lagi
70% av eini arbeiðsmanna-
løn er so lágt, at tað er ein
skandala. Líka so vánaligt
ella rættari enn verri statt er
við møguleikunum fyri
eftirútbúgving. Teir eru so
at siga ikki til.
ALS eigur tí beinanvegin
sum tað fremsta málið í sín-
um næsta 10-áraskeiði at
fáa endurgjaldið fyri mista
arbeiðsinntøku upp á eitt
sømiligt og skilagott støði.
Fyrsta stigið á hesi leiðini
ber til at seta í verk, nú
Javnaðarflokkurin
hevur
uppskot á tingborði um at
hækka útgjaldið til 80%.
Næsta stigið er at fáa sett
eina skipan við arbeiðs-
marknaðarútbúgvingum á
stovn. Hetta hevði Javnað-
arflokkurin uppskot til í
okkara valskrá. Tað er
gleðiligt, at landsstýris-
kvinnan í mentamálum er
av somu hugsan, og er Javn-
aðarflokkurin altráður eftir
at fáa uppskot hennara á
tingborð, so vit sum skjótast
kunnu bjóða føroysku løn-
takarum alneyðugu møgu-
leikar fyri arbeiðsmarknað-
arútbúgvingum.
VIÐMERKINGAR
Vágatingmenn – váðatingmenn
ÓLAVUR GROTH
Ja, nú er nógv frammi um
Undirsjóvartunnilin.
Eg
hoyrdi Marius Dam nú eitt
kvøldið siga í útvarpinum,
at hann ivaðist í at taka seg
burtur úr politikki. Tað
haldi eg vera tað skilabesta,
eg nakrantíð havi hoyrt
hann siga. Hann skal jú
eitast at vera annar av
kommunulæknunum í Vág-
oynni. Tað vil siga, at tá
hann er av oynni, er Vág-
oyggin skerd við helvtini av
læknabestandinum, og tá
hann nú ætlar at sleppa at
koyra fyri einki í tunnlin-
um, verður hann helst
sjálvdan í oynni. Hvat siga
vágafólk, føla tey seg trygg
við at vera skerd so nógv
læknaliga? Nú tá ið ferðsl-
an fer at økjast, er tað tá
nógv trygt einans at hava
ein lækna í Vágoynni. Ting-
mannalønina settu teir upp
við eini 40 prosentum, við
tí grundgeving, at tingmenn
skuldu kunna liva av lønini
og ikki hava onnur størv,
geldur hetta ikki eisini
Marius Dam. Tíbetur hava
vit aðrar seriøsar komm-
unulæknar (Andrias Peter-
sen), ið taka síni størv í álv-
ara og fara í farloyvi orsak-
að av tingarbeiðinum. Vit
hoyra nøkur fá vágafólk
gremja seg um prísin
gjøgnum tunnilin, sum ein-
ans økist við 10-12 prosent-
um fyri vanliga borgaran.
Já nú hoyrdu vit Suna
Jacobsen í sendingini í dag.
So vítt eg veit er hann lær-
ari, vóni ikki fyri vágafólk,
at hann undirvísir í stødd-
frøði. Hann fekk rokni-
stykkið til kr. 5.000,00 um
mánaðin fyri eitt vágafólk
at koyra, sum arbeiddi í
Havn.
Jóanis Nielsen helt, at
nevndin fyri tunnilin fór
púra skeiv, tá teir gingu út
frá at 350 bilar koyrdu
ígjøgnum um samdøgrið.
Hann helt, at talið fór meira
at líkjast 5-600 bilar um
samdøgrið og hótti við at
slíta samgonguna, um ikki
prísurin bleiv broyttur bein-
anvegin.
Nei Jóanis sit nú hetta
skeiðið út og stilla so bara
ikki uppaftur. Tí um tín
spádómur gongur út uppá
so nógvar bilar, ja so finnur
nevndin í Vágatunnlinum
sjálvandi sjálv út av at red-
usera prísin.
Karsten Hansen, tað er
gott at tú heldur fast um
prísin. Tað eru slíkir menn,
vit hava brúk fyri í politikki
og ikki slíkar, ið bara vilja
tekkjast veljarunum.
Eg veit eisini, hvat tað vil
siga ikki at búgva í megin-
økinum. Tað hevur sín prís
at búgva í tí sokallaða út-
jaðaranum, og tað hevur so
sanniliga eisini sínar fyri-
munir.
Vágafólk burdu fegnast
um, at tey koma nógv nærri
meginlandinum (tað rokni
eg nú eisini við, at teir
flestu gera).
Eg vóni, at Vágatunnilin
verður ein stór sólskinssøga
og gevur okkum vón um
skjótt at kunna fara undir
Norðoyatunnilin við góð-
um treysti.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
kona, mamma, omma og langomma
Beata Jacobsen
Syrðugøta
andaðist á Eysturoyar ellis- og røktarheimi
hósdagin 21. november, 77 ára gomul.
Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík
leygardagin 23. november kl. 14.30.
Jarðarferðin verður úr Filadelfia í Gøtu
sunnudagin kl. 13.30.
Vegna familjuna
Elias, Bergleif og Klæmint
Tey, ið vilja minnast Beatu, kunnu lata
Eystuoyar røktar- og ellisheimi eina gávu.
SJÓNLEIKUR
Klaksvíkar Sjónleikarafelag
Komandi vikuskifti fáa
onnur enn Norðoyingar
møguleikan at síggja væl-
umtókta skemtileikin, tí tá
fer Klaksvíkar Sjónleikara-
felag at ferðast við Frank-
enstein.
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag hevur hesuferð valt at
framføra leik, ið er bygdur
yvir skaldsøguna Franken-
stein, sum Mary Shelley
upprunaliga skrivaði í 1818,
um Dr. Frankenstein og
skapning
hans.
Danin
Thomas Malling hevur um-
skrivað skaldsøguna til
skemtileik. Andrias Juste-
sen hevur umsett leikin og
Jákup Weyhe hevur leik-
stjørna.
Tað eru 10 leikarar við í
leikinum, og eru flestallir
gamlir kenningar við nógv-
um royndum á palli, tó eru
onkur nýggj talent við fyri
fyrstu ferð.
Frankenstein hevur verið
sýndur í Klaksvík 14 ferðir
og hevur leikurin verið
sera væl vitjaður. Nógv
fólk hava verið í Atlantis og
flent at Frankenstein. Um-
mælini hava verið góð og
fólk hava verið væl nøgd.
Nú vera tað fólk í Eystur-
oynni, sum fáa møguleikan
at síggja Frankenstein, tí
týsdagin 26. nov. og miku-
dagin 27. nov. klokkan
20.00 verður leikurin sýnd-
ur í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
Seinni verður farið til
Havnar við leikinum.
Forsøla
av
atgongu-
merkjum verður í kunning-
arstovuni í Fuglafirði og
við dyrnar undan sýning.
Tað er lagt upp til, at
Klaksvíkar Sjónleikarafel-
ag aftur í ár verður garantur
fyri, at nakað veruligt verð-
ur at flenna at á føroyskum
sjónleikarpallum.
Fankenstein í Fuglafirði
C
M
Y
K
13
12