leygardagur 23. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 23. november 2002
15
Hóskvøldið í kom-
andi viku, verður
árliga hugnaløtan fyri
blóðgevarum í kan-
tinuni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
BLÓÐDONORAR
Rúna Sivertsen
Hóskvøldið 28. novembur
kl. 19, verður hugnaløta í
kantinuni á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi fyri Klaksvíkar
blóðdonorliði.
Hvørt ár undan jólum,
bjóðar sjúkrahúsið blóð-
gevarum sínum til eina
slíka hugnaløtu við ábiti.
Skipað verður fyri undir-
haldi, og eisini fer Korosh
at halda fyrilestur um blóð-
trýst.
Korosh Taheri er ættaður
úr Iran, men tað eru mong
ár, síðani hann flutti úr
heimlandinum.
Korosh,
sum er medisinskur yvir-
lækni á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, verður bara róptur við
fornavni sínum.
Lívsneyðug gáva
- Tað er gott, at tað finnast
fólk, ið vilja geva blóð. Tað
er veruliga ein gáva, tey
geva, tí í mongum førum
eru blóðgevarar við til at
bjarga lívum, sigur Karin
Jacobsen, bioanalytikari.
Karin sigur eisini, at tað
er neyðugt, at tað allatíðina
er ein tilgongd av blóðgev-
arum, tí tað sjálvsagt er ein
náttúrlig frágongd.
Klaksvíkar blóðdonorlið
varð stovnað av Petur
Waagstein, 3. desembur
1957. Fyrstu, ið sótu í
nevndini,
vóru;
Sigurð
Heinesen,
lærari,
Olaf
Bjartalíð, portørur og Petur
Waagstein, yvirlækni.
Tey, ið løgdu lunnar und-
ir Klaksvíkar donorlið,
vóru Klaksvíkar Ítróttar-
felag og skótarnir.
Hugnaløta fyri blóðgevarar í Klaksvík
Tað eru lærararnir, ið
fáa skoluna, hvørja
ferð ein OECD- kann-
ing vísir, at donsk
børn duga verri at
lesa og rokna enn
aðrir ungir verðins-
borgarar. Men tá ið
granskarar fara í
dýpdina við tølunum,
er ein onnur frágreið-
ing, sum heilt týðiliga
slær ígjøgnum: Tað
snýr seg um bakstøði
hjá foreldrunum,
sigur Anne Bech-
Danielsen í eini grein
í Politikken herfyri
SKÚLI OG SAMFELAG
Rúna Sivertsen
Seinast í oktobur var al-
tjóða ráðstevna á Fjóni
undir heitinum; Skole &
Samfund. Har lýstu gransk-
arar í Danmark og úr
øðrum londum, hvat skúl-
arnir vildu fáa burturúr við
at nýta foreldrini konstruk-
tivt í menningini av børn-
unum.
Kanningar vísa, at børn,
hvørs foreldur hava lítla
skúlagongd, klára seg verri
enn børn úr heimum, har
bøkur eru á hillunum og
klaver í stovuni.
Ráðstevnan tók støði í
PISA-kanningini,
har
172.000 børn úr OECD-
londunum vórðu nároynd í
lesing, rokning og náttúru.
Niels Egelund, profess-
ari, Danmarks Pædagog-
iske Universitet, hevur nær-
lisið risastóru dungarnar av
dáta.
Tað vísir seg, at donsk
børn - hóast verðins dýrastu
útbúgvingarskipan - ikki
duga so mikið væl at lesa,
at tað eydnast teimum at
náa um miðaltølini.
Klassisk mentan er
best
Hvussu væl børnini klára
seg bókliga, er ikki bara
treytað av atgongd til teldu
og alfrøði heima. Tann
klassiska mentanin børnini,
uppliva heima, hevur størri
týdning enn útbúgvingar-
støðið hjá foreldrunum.
Tey foreldur, sum seta
pening í eitt klaver, gera
sambært kanningini, íløgu í
eina góða barlast til børn
síni.
Børn, sum sleppa við
foreldrunum á konsertir og
listaframsýningar ella tosa
politikk heima, klára seg
vanliga væl - ikki bara í
tónleiki, list og samfelags-
læru, men eisini í skúlans
torføru lærugreinum.
Formaðurin fyri Skole og
Samfund, Thomas Dam-
kjær Pedersen, fatar ikki, at
útbúgvingarskipanin ikki í
størri mun tekur hædd fyri,
at foreldrini hava ein so
stóran leiklut í útbúgving-
ini av børnunum.
- Í mun til, hvussu nógv
vit annars hugsa um kostn-
aðin av danska skúlaverk-
inum, er tað ótrúligt,
hvussu lítið vit gera burtur
úr samastarvi millum heim
og skúla, sigur hann.
Í samstarvinum millum
heim og skúla, liggur ein
stór orka. Flestu foreldur
vilja fegin hjálpa, verður at
enda sagt í greinini hjá
Politikken.
Tað gongur
betur
við klaveri
í stovuni
Sambært kanningum er tónleikur mennandi fyri børn, bæði fakliga og sosialt. Tá Durita sum lítil smágenta vildi læra at spæla
klaver, var bíðlistin langur. Her er hon avmyndað saman við klaverlærara sínum, sum kom heim at undirvísa henni
Mynd: Jan Müller
Jonhard Larsen er ein av teimum um 250 blóðgevarunum hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi. - Tað er
ein góð kensla at geva blóð, sigur Jonhard, sum eggjar øðrum ungum at gerast blóðgevarar.
(Mynd Rúna Sivertsen)
15
14
Nr. 226 - 23. november 2002
Alex Buvik seksti
Í dag verður Eugen Alex-
ander Sorgei Buvik 60 ár,
ella bara kendur sum Alex
Buvik.
Alex er norðmaður, hálv-
ur russari, men hevur tey
seinastu árini búð í Havn,
har hann starvast sum
trygdarstjóri í Oljumálaráð-
num.
Alex er útbúgvin verk-
frøðingur. Heilt frá ungum
árum, tá norska oljuævin-
týrið enn var í síni byrjan,
hevur hann starvast innan
hetta yrki. Eftir nøkur ár í
Oljudirektoratinum í Sta-
vanger arbeiddi hann nógv
ár í privatu oljuvinnuni, har
hann eitt langt skeið var
stjóri á stóra norska olju-
pallinum, Valhall.
Tá landsstýrið fór undir
fyrireikingarnar til verulig-
ar oljuleitingar í Føroyum,
varð Alex í 1995 settur i
starv á Oljufyrisitingini, ið
tá var, við ábyrgd av øllum
trygdarviðurskiftum. Og
sigast má, at hann hevur
verið ein sannur fongur hjá
føroysku oljuumsitingini.
Ikki einans í sjálvum arb-
eiðinum hevur hann bygt
varðar og sett síni greiðu
spor. Hann hevur við hepn-
ari hond eisini verið ein
høvuðskraft aftan fyri arb-
eiðið at fáa oljufeløgini at
taka trygdar- og umhvørv-
isspurningar við frá fyrsta
degi í teirra fyrireikingum
at leita eftir olju á okkara
leiðum. Í tí heimliga olju-
vinnuumhvørvinum hevur
hann somuleiðis verið við
til eitt nú stovnsetingina av
Oljutinginum, eins og hann
hevur verið við í nógvum
øðrum mennandi tiltøkum.
Alex hevur eisini verið
ein týðandi katalysatorur í
sambandi við samskipan av
eini føroyskari tilbúgving.
Og nógv annað kundi verið
nevnt um henda sjarmer-
andi og hugnaliga norska
víkingan. Tað er ein sann-
roynd, at norðmenn hava
dugað væl at bygt upp og
ment eina oljuvinnu uppá
teirra egnu treytir. Hjá okk-
um føroyingum - at fáa ein
slíkan norðmann higar at
leggja okkum lag á og
tryggja, at vit bera okkum
eins skilagott at sum norð-
menn og at vit haraftrat
royna at sleppa undan at
gera teirra mistøk - er tað
einki minni enn eitt “fund”,
fyri at brúka eina rámandi
mynd úr oljumálinum.
Í umleið sjey ár hevur
hesin fryntligi og altíð blíði
tó eitt sindur harðmælti
norðmaðurin verið ein part-
ur av býarmyndini í høv-
uðsstaðnum. Hann sæst og
hann hoyrist, har hann er og
fer. Og í kjalarvørrinum á
honum liggur eisini altíð
okkurt gott eftir, vitan og
royndir, sum í síðsta enda
skulu gagna øllum føroy-
ingum, nú vit vóna og
halda, at vit stevna móti at
gerast ein oljuframleiðandi
tjóð. Hjartaliga tillukku
Alex. Við vón eina góða
framtíð fyri teg og tína
familju og nógv ár aftrat
her á klettunum úti í Norð-
uratlantshavi. Gævið tær
verður unt at vera her, tá
fyrsti oljudropin kemur upp
úr undirgrundini.
Vinir
Ólavur í Beiti fimmti
Í dag, 23. november, verður
Ólavur í Beiti, rithøvundur
úr Sørvági, fimmti ár.
Ólavur vaks upp hjá
Hans og Lenu í Beiti í Sør-
vági. Hann tók students-
prógv í Hoydølum í 1973.
Síðani hevur hann fingist
við ymiskt. Hann starvaðist
í yngru árum sum blaðmað-
ur í nøkur ár, var við fiski-
skipum á lodnuveiðu og á
makrelveiðu. Eisini hevur
hann verið í langfarasigl-
ing.
Í nøkur ár var Ólavur lær-
aravikarur, og í 1976/77 var
hann vikarur í Mykinesi.
Ólavur hevur búð í Ong-
landi og í Danmark í nøkur
ár, har hann hevur lisið,
men nú býr hann í Hjørring
í Norðurjútlandi saman við
dóttrini, Katrin.
Hann hevur eisini verið
parttíðar blaðmaður hjá
Sosialinum – hetta var, tá
Sosialurin fyri nøkrum ár-
um síðani byrjaði við
redaktiónunum kring land-
ið. Tá var Ólavur í Beiti
»okkara maður« í Vágum.
Bókmentalistin hjá Ólavi
er langur:
Ung Sál 1980
Genturnar í Leixöes 1988
Sørvágs skúli 1989
Einaferð 1989
Frøkun snarljós og hennara
dýrabæra ogn 1994
Eitt slag av tíð 1995
Tá ið tú kemur 1996
(Eisini týdd til danskt)
Úr egnum barmi 1997
Losi tann fyrsti 1997
Til kærleikin meg skilir
1998
Sangur einliga pápans
Fleiri av søgunum hjá Ólavi
hava verið lisnar upp í Út-
varpi Føroya og hava eisini
staðið í føroysku bløðum.
Í 1990 varð Ólavur biðin
um at senda søgu til stutt-
søgukapping, sum Gula
Tidend í Noreg skipaði fyri,
og sama ár var hann eisini
eitt skifti á Skrivekunstaka-
demiet í Bø í Telemørkini í
Noreg.
Ólavur gongur í løtuni á
listaskúla í Hjørring.
Vit ynskja Ólavi hjarta-
liga tillukku við degnum!
Í gjár kom stóra
jólabryggin frá Før-
oya Bjór á marknað-
in
NÝGGJ ØL
Tíðindaskriv
Hettar er hin stóra 1,25
liturs plastfløskan, sum
longu er roynd og sera
væl umtókt í øðrum lond-
um, sigur Føroya Bjór,
sum leggur afturat, at ser-
liga fløskan er ment til-
vitað til øl.
Fløskan er so mikið
stór, at ikki er ráðiligt at
koyra bil, hóast tú bert
hevur drukkið eina.
Stór jólaøl frá Føroya Bjór
C
M
Y
K
14