Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 226 - 23. november 2002 Nr. 226 - 23. november 2002 17 Nýggja ølin hjá Restorffs hevur fingið heitið Vargur. Navnið merkir úlvur, og við úlvinum og úlva- ýlinum eru Restorffs vísur í einari succés RÙSDREKKA Heri á Rógvi V-dagur er Vargadagur. Nýggja ølin hjá Restorffs bryggjaríi kallast Vargur. Og við henni heldur Restorffs V-dag. Leingi hevur ein nýggj øl verið í væntu frá Restorffs bryggjarí. Fríggjadagin kom so ølin á marknaðin. Talan er um eina øl við mest loyvdu alkoholstyrki í Føroyum, 5,8%. Navnið á ølini er Vargur, og sambært stjóranum á Restorffs brýt- ur hendan ølin frá øllum øðrum á føroyska marknað- inum í dag. – Ølin er bryggjað av Munchener Malti og gevur hetta slagið av malti ølinum ein dimman ravgulan lit. Smakkurin er stórur og kraftmikil – smakkurin loypir fram sum ein vargur, sigur Johan Mortensen. Navnið vargur merkir í roynd veru úlvur. Navnið er tikið langt afturi í norðun- um gudatrúnni, har sagt varð frá um vargin og í kvæðum frættist eisini um varg. Nú á døgum verður vargur ofta rópt um styggan seyð, men Restorffs hevur hildið tað verið meiri hósk- andi at taka eldra heitið. Um sjálva etikettina er tað at siga, at myndin er av einum norður amerikansk- um úlvi, sum hevur fingið onkran nýggjan eginleika í myndaviðgerðini. Øðrøðrir, sum eisini stendur á etikettini, er ein ketil, har gandaður drykkur av blóði einaferð hevur verið í. Við ølini fylgir eisini ein bryggjarasøgu, sum tekur lesaran aftur til Norrønu gudalæruna við øllum tí, ið hartil hoyrir. Sagt verður frá, at drykk- urin er skaldadrykkur, og hann ger menn til óður menn, sum renna eftir konufólki. Fekk hugskot í Svøríki Johan Mortensen sigur, at hugskotið til nýggju ølina kom á ferð í Svøríki, har hann sá nakrar úlvar í djóragarði. – Hesir gjørdu eitt ótrú- liga stórt inntryk á meg, og harfrá kom hugskotið til hesa ølina. Tað eydnaðist mær at yvirtala Óla Svenn, og nú rokni eg við, at ølin fer at gerast væl umtókt, sigur Johan Mortensen. Bryggjarin hjá Restorffs, Mortan Mørk, hevur út- viklað ølina sjálvur. Ølin lá átta vikur, áðrenn fyri fyrstu ferð týsdagin varð tappað í fløskur. Við nýggju ølini miðjar Restorffs bryggjarí at vera eina øl frá at verða lidnir við teirra útboð av øli. Hendan næsta ølin skal hava pilsnara styrki, sum er 4,6%.0 Varga øl Bryggjarin Mortan Mørk hevur staðið fyri at útviklað nýggju ølina, Vargin, hjá Restorffs. Mynd: Jens Kristian Vang. Her er fyrsti kassin av Vargi á samlibandinum hjá Restorffs við Landavegin í Havn. Leygardagin klokkan 15 hava Klaksvíkar Hornorkestur og kvinnusangkórið Suð konsert í skúlanum við Ósánna KONSERT Solby A. Eliasen Klaksvík: Talan verður eina konsert við løttum og rytmiskum undirhaldstónleiki. Tilfarið brýtir ikki sørt frá tí van- liga, sum Klaksvíkar Horn- orkestur plagar at hava á skránni til tílíkar konsertir. Klaksvíkar Hornorkestur plagar eitt nú altíð at spæla marsjir, men ongin marsjur er á skránni leygardagin. Eitt annað, sum eisini er øðrvísi við heystkonsertini hjá hornorkestrinum í ár, er at tey ikki verða einsamøll hesuferð. Við á konsertini verður, sum sagt, eisini kvinnusangkórið Suð. Tað er Steinvør Fonn, sum stjórnar kórinum. Orkestrið og kórið fara at hava felagsframførslu, um- framt at tey framføra hvør sær eisini. Eisini fara hornorkestrið og Norðoya Sparikassi at skriva undir trý ára spon- sorsáttmála. Andrass Sól- stein, formaður í Klaksvík- ar Hornorkestur sigur, at orkestrið hevur tørv á pen- ingi líka so væl sum ítrótt- arfeløg og onnur, so avgjørt varð at seta seg í samband við Norðoya Sparikassa, sum nú hevur játtað at stuðla hornorkestrinum. – Vit hava eisini brúk fyri ymsum, eitt nú jakkum og nýggjum nótastólum, sigur formaðurin í hornorkestr- inum. Andrass greiðir frá, at tað ofta hevur víst seg at rigga illa at hava heystkonsertir, tí fólk hava so nógv um at vera hesa ársins tíð, men kortini hava tey so valt at halda hesa konsertina. Tað kann eisini metast sum ein upphiting til árligu jólakon- sertina í Christianskirkjuni, sum hornorkestrið skipar fyri. Tann konsertin verður tann 15. desember. Umleið 27 fólk manna Klaksvíkar Hornorkestur, og frásøgumaður á konsert- ini verður Gunnar Nolsøe. Klaksvíkar Hornorkestur og Suð konsert Tað hevði verið áhugavert at sett kikaran á tað, sum fiskifrøðingar hava sagt seinastu 10-12 árini og síðan hugt eftir veruligu gongd- ini í fiskastovnunum hesi somu ár. Náttúran goymir mong av sínum loyndarmálum; tí er ikki lætt at vera fiskifrøðingur ANALYSA/SJÓNARMIÐ Vilmund Jacobsen Í mong ár tosaðu fiski- frøðingar næstan bara um veiðitrýst - sum um tað, ið veitt verður av fiskastovn- unum, var tað einasta, ið hevði týdning fyri hesar. Síðan rakárini í fyrru helvt av nítiárunum er prátið dottið meira yvir á náttúru- viðurskiftini. Orsøkirnar kunnu vera fleiri. Í fyrsta lagi, at veiðitrýstið er minkað so nógv og tí, at toskurin, sum fiskifrøðing- ar meta ikki í stóran mun ferðast út og inn av land- grunninum, "rýmdi" og kom aftur í stórum tali. Hvaðani toskurin fór fyrst í nítiárunum, og hvaðani hann kom so stutt eftir, høvdu fiskifrøðingarnir torført við at greiða frá. Sama var við upsanum nøkur ár seinni. Ávaring- arnar um, at stovnurin var niðri á tí minimala, trutu ikki. Gjørdu myndugleik- arnir, soleiðis sum ráðgev- ingin mælti til, var upsa- veiðan nærmast hildin uppat fyri nøkrum árum síðan. Men tað, sum hendi - og er hent síðan við upsan- um - var beint øvut av tí, ið fiskifrøðingarnir søgdu. Eingi tekin hava verið um, at tað, sum ráðgevingin segði um upsan, var rætt, tí veiðan hevur verið góð øll árini síðan. Árið í ár er eitt tað besta í nøgd hjá upsaskipum í næstan 20 ár! Ein onnur orsøk til, at fiskifrøðingar nú tosa minst líka nógv um náttúruviðurskifti sum veiðitrýst, kann vera, at Fiskirannsóknarstovan hev- ur fleiri ymiskar kanningar at byggja á enn áður. Aftrat hesum kemur so umrødda gongdin við toskinum og upsanum, sum torfør hevur verið at sett orð á. Aftaná ber saktans til at siga, hví gongdin var, sum hon nú einaferð var. Men sjálv ráðgevingin og tilmælini vóru ikki nógv verd, tá ið tey komu. Og kanska kundi tað ikki vera øðrvísi, tí tað er avgjørt ikki lætt at skula ráðgeva um ein "haga" ella eitt havøki, sum so stórt óvissa er um. Havøkið er stórt, og eingir hegnpelar avmarka neyvt ymisku leiðirnar frá hvørju aðrari. Gróðurkanningar Tað er áhugavert, at Fiski- rannsóknarstovan nú hevur gróðurkanningar at byggja ein part av sínum meting- um á. Sum skilst, hava hes- ar kanningar 12 ár á baki og kunnu tískil siga nakað um gróðurin á landgrunninum. Allar kanningar, sum møguliga kunnu siga okk- um, hvussu væntast kann, at gongdin verður frameftir, eru áhugaverdar. Tað, sum ikki er serliga áhugavert, er, tá ið fiskifrøðingar 5 ella 10 ár seinni kunnu siga okkum, hví teir mistóku seg! Sambært gróðurkanning- unum hjá Fiskirannsóknar- stovuni, er gróðurin í sjó- num nú líka lítil, sum hann var fyrst í nítiárunum. Men sambært hesum somu kanningum hevur gróðurin verið óvanliga stórur síðan seinnapartin av nítiárun- um… og hann er nýliga minkaður niður í tað, hann var í 1990. Tað er ikki hent fyrr enn í ár! Eingin er førur fyri at siga, hvussu gróðurin verður komandi ár. Tí kann tað undra, at fiskifrøðingar longu nú leypa ótta á sam- felagið og siga, at fiski- vinnan siglir vandasjógv. Tað er at taka ov rívan til og samsvarar ikki serliga væl við tað, ið fiskimenn siga. Menn eru ivaleyst samdir um, at toskurin ikki er feitur í løtuni - hóast hann heldur ikki er óvanliga rak - men vit mugu eisini hava í huganum, at nógvur fiskur er á grunninum. Bankabók ella hagi Í Sosialinum hósdagin, 21. november, samanber fiski- frøðingur landgrunnin við eina bankakonto. Hann sigur, at í løtuni er nógv á kontoini, men einki kemur inn á hana. Tí ræður um ikki at brúka ov nógv av henni. Hetta er púrasta øvut av tí, ið íslendski fiskifrøðing- urin, Jón Kristjánsson, sum er kendur her um okkara leiðir, hevur sagt í fleiri ár. Hann heldur, at tá ið nógvur fiskur er á grunn- inum, og føðin minkar, er best at veiða sum mest, soleiðis at umstøðurnar hjá tí, ið eftir er, eru góðar. Í hesum sambandi hugsar hann ikki minst um vakst- rarlíkindini hjá tí, ið gýtt verður og skal koma undan. Jón hevur gjørt umfatandi kanningar av, hvussu týdn- ingarmikið tað er, at fisk- urin, sum kemur undan, hevur vakstrarlíkindi. Og vakstrarlíkindini eru betur, um grunnurin ikki er yvirskipaður við fiski… Tað hevur minni týdning, sigur hann, hvussu nógv kemur undan. Tað, sum er avgerandi fyri gongdina og endurbyggingina av stovn- inum, er, at fiskurin, sum kemur undan, sleppur at veksa skjótt og nørast. Hví okkara fiskifrøðing- ur heldur velur at nýta dømi um bankakontoina enn hagan, er undrunartvert. Á eini konto er einki at "eta", sum er grundarlagið fyri fiskastovnunum, og har nørist heldur einki. Í einum haga hava vit nøkur kríatúr, sum skulu hava okkurt at eta hvønn dag, og tá ið várið kemur, koma eisini lombini. Eru ærnar rak, kemur lítið undan, og fáa lombini einki at eta, doyggja tey. Er lítið gras í haganum, er umráðandi, at hagin ikki er yvirskipaður. Fiskur "goymist" ikki Ein kanning hjá Jón Kristjánsson vísir, at tað ber ikki til at "goyma" fisk. Hetta vístu krígsárini, tá ið lítið varð veitt undir Før- oyum. Tann fiskur, sum ikki varð veiddur árini 1940-1945, sást ikki aftur í fiskiskapinum, tá ið kríggið hasaði av aftur. Íslendski fiskifrøðingur- in hevur sagt um Flemmish Kap, at tað ringasta, sum myndugleikarnir har yviri gjørdu, tá ið náttúruviður- skiftini broyttust, var, at vildu hava skipini at gevast at fiska. Sambært okkara fiski- frøðingum, er hagin - ella føroyski landgrunnurin - yvirskipaður við fiski í mun til náttúruumstøðurnar beint nú. Tí er óhugsandi, at gongda leiðin hjá okkum er at minka um fiskiskapin. Frægasta, vit kunnu gera, man vera at biðja eftir, at náttúruviðurskiftini aftur fara at laga seg soleiðis, at fiskurin hevur nóg mikið at eta. Annars læt ein maður meg herfyri vita, at pump- urnar á skipinum fyrr í heyst fyltust við nebbasild og typtust… Eingin skal ivast í, at náttúran eisini goymir síni loyndarmál… tí er heldur ikki lætt at vera fiskifrøð- ingur. So avgjørt ikki. Fiskifrøðingar mistaka seg – næstan hvørja ferð Sambært okkara fiskifrøðingum, er hagin - ella føroyski landgrunnurin - yvirskipaður við fiski í mun til náttúruumstøðurnar beint nú. Tí er óhugsandi, at gongda leiðin hjá okkum er at minka um fiskiskapin. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 17 16