leygardagur 23. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 226 - 23. november 2002
Nr. 226 - 23. november 2002
19
- Toskurin er smátt-
fallandi og heldur
rak, men eg haldi
ikki, vit longu nú
kunnu siga, at hetta
verður sum fyrst í
nítiárunum, sigur
Niclas Højgaard, sum
siglir við línuskip-
inum, Volunteer
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Í longri tíð hava línuskipini
havt rokfiskiskap burturav.
Eisini tey smærri línu-
skipini hava fingið nógvan
fisk. Eitt teirra er Volun-
teer, sum Jack Højgaard
eigur. Við skipinum eru
seks mans.
Hóskvøldið skiftu vit orð
eina løtu við sonin, Niclas,
sum eisini er við skipinum.
Hann sigur, at tað hevur
gingið óføra væl hjá teim-
um nógvar teir seinastu
túrarnar.
- Seinastu tríggjar túrar-
nar hava vit verið úti í 14
dagar tilsamans, ávikavist 4
dagar, 6 og síðan aftur 4
dagar.
Niclas sigur, at tann
fyrsta av hesum túrurum
høvdu teir 45.000 pund,
annan 70.000 og triðja túrin
aftur 45.000 pund.
Hetta
gevur
160.000
pund í 14 fiskidagar hjá 6
monnum, og tað má sigast
at vera óført.
Volunteer hevur egning-
armaskinu. Ein seta hjá
teimum svarar til umleið
50-60 stampar av teimum
gomlu. Tað merkir, at fiski-
skapurin seinastu túrarnar
hevur ligið um 200 pund og
meiri á stampin.
Øgilig skrift
Niclas sigur, at teir seinastu
túrarnar hava roynt vestan
fyri Suðuroynna. Umleið
2/3 av veiðini hevur verið
smáttfallandi toskur, og
seinastu triðingurin hevur
verið hýsa.
- Undan hesum túrunum
royndu vit suður úr Myki-
nesi, men vit góvust har, tí
hýsan var so smá, og lítil
prísur fæst fyri hana. Á hesi
leiðini var umleið 2/3 av
veiðini hýsa og seinasti
triðingurin toskur.
Niclas sigur, at tað hevur
verið ein øgilig skrift at
sæð á ekkoloddinum á
leiðini suður úr Mykinesi í
heyst og eisini í summar, og
har hevur eisini nógvur
fiskur verið at fingið.
Sum skilst, eru loddini so
mikið góð í dag, at línu-
bátarnir seta ikki uttan so,
at skrift er at síggja.
- Er eingin skrift, fæst
næstan heldur einki, sigur
hann.
Niclas vísir á, at skriftin
sæst betur, tá ið roynt
verður á harðari botni enn á
bleytum botni.
Toskurin rak
Vit spurdu línumannin, um
toskurin, teir fáa, er so rak,
at tað fellir manningini í
eyguni.
- Tað var pápi sum bar
uppá mál, at toskurin er
rak. Sjálvur hevði eg ikki
hugsað stórvegis um tað.
Tað er minni uppi á fisk-
inum, enn tað hevur verið,
og búkurin er minni. Men
eg haldi ikki, at toskurin er
so rak, at tað fellir mann-
ingini í eyguni, sigur hann.
Niclas hevur verið við
Volunteer burturav síðan
1997.
- Eg haldi ikki, vit longu
nú skulu óttast, at gongdin
verður sum fyrst í nítiár-
unum, tá ið toskurin hvarv.
Tað er ov tíðliga at gera ta
niðurstøðuna longu nú,
heldur hann.
Meðan vit práta, verður
tosað um fiskin, sum sigst
leita inn undir land eftir
føði.
Men hvussu gongur so
úti á, spyrja vit.
- Tey størru línuskipini
fáa eisini nógvan fisk.
Morgunsatjørnan er júst
komin aftur av túri við
176.000 pundum, sigur
Niclas Højgaard.
Fleiri túrar hevur eingin seta
verið niðanfyri 10.000 pund
Vegastrekkið um
Gøtueiði er nú um at
vera liðugt. Vegurin
er breiðkaður og
gjørdur beinur, og nú
verður tað seinasata
asfalterað
VEGAGERÐ
Edvard Joensen
Gøtueiði: Smali vegurin
við argandi svinginum um
Gøtueiði er ikki meir. Hann
er avloystur av einum
breiðum, beinum vega-
strekki.
Vegagerðin er um at vera
endaliga liðug nú, sigur
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur. Breiðkingin
er gjørd, og vegurin verður
nú asfalteraður. Í næstu
viku kemur ein bilur úr
Noreg at seta autoverju upp
ymsastaðni í landinum.
Hann byrjar mánamorgunin
á tunnilsvegnum í Vágum,
og fer síðan undir Gøtueiði.
Tá tað er gjørt, er endaliga
liðugt har, sigur Oyvindur
Brimnes.
Arbeiðið hevur tikið sína
tíð. Eini fýra ár ella so.
Men tað kemst av ymsum
grundum, sigur landsverk-
frøðingurin.
Í fyrsta lagi hevur bara
verið arbeitt fyri smæri,
spjaddar játtanir. Í øðrum
lagi er sera nógv ferðsla
eftir strekkinum, sum ong-
antíð hevur verið stongt.
Øll ferðslan úr Leirvík,
Gøtu og Fuglafirði kemur
tann vegin. Tá eru norðoy-
ingar eisini uppií.
– Einir 3.000 bilar um
samdøgurði hava ferðast
handan vegin, meðan ar-
beitt hevur verið, metir
Oyvindur Brimnes, so tað
er greitt, at tað hevur ó-
rógvað.
Fólkið, sum hevur abreitt
við vegin um Gøtueiði, er
nú farið í Kallsoynna, har
arbeitt
verður
millum
Knúksdal og Syðradal.
Annars er ikki tað stóra í
gongd hjá landsverkfrøð-
inginum í løtuni. Í Gása-
dalstunlinum verður tó
arbeitt av fullari kraft, og
ætlanin er at koma ígjøg-
num fyri jól. Men á Skála
er steðgur í, og tað sama er
í Havnardali. Eingir pengar
eru eftir, sigur landsverk-
frøðingurin.
Farvæl tú smali vegur
Vegurin um Gøtueiði er nú
liðugur, og eftir er bert at
asfaltera og seta autoverjuna
upp
Mynd: Edvard Joensen
Niclas Højgaard, sum
burturav hevur verið við
línuskipinum, Volunteer,
síðan 1997, heldur ikki, vit
longu nú skulu óttast, at
gongdin í fiskivinnuni verður
sum fyrst í nítiárunum.
- Eg haldi, tað er ov tíðliga at
gera ta niðurstøðuna longu
nú, sigur hann.
Mynd: Vilmund Jacobsen
UTTAN ÚR HEIMI
Versnar hvønn dag
Ósemjan millum Danmark og Russland um kekenska
varaforsætisráðharran Akhmed Zakajev er komin
nógvum donskum útflutningsfyritøkum illa við, og
summar teirra hava steðgað sínum samhandli við russ-
ar.
Tað hevur víst seg, at russiska tolleftirlitið ger ser-
liga nógv burturúr, tá danskir lastbilar koma til mark-
ið, og tað hevndir javnan, at bilarnir noyðast at bíða í
fleiri dagar eftir teimum neyðugu innferðarskjølunum.
Hetta kostar nógvar pengar, og tí hava summar dansk-
ar fyritøkur valt at steðga útflutninginum til Russ-
lands. Aðrar fyritøkur royna at halda á, tí tær bera ótta
fyri at missa sambandið við tann góða og veksandi
russiska marknaðin.
Fyrsti dómur í 350 ár
Sum tann fyrsti limurin í enska kongshúsinum sein-
astu 350 árini hevur Anna prinsessa fingið dóm í ein-
um enskum rætti. Tað hendi hósdagin, tá prinsessan
viðgekk, at hundur hennara hevði bitið tvey børn.
Anna prinsessa varð dømd at gjalda 790 pund í bót.
Harðasta revsingin í hesum føri er seks mánaða fongs-
ul.
Bretskir rættarserfrøðingar siga, at dómurin hjá
Onnu prinsessu er tann fyrsti, sum ein limur í enska
kongshúsinum hevur fingið, síðani Karl kongur Fyrsti
varð dømdur til deyða og hálshøgdur í 1649.
Í slíkum málum er rættiliga vanligt, at hundurin,
sum beit, skal avlívast, men so var ikki í hesum føri.
Dómarin gav kortini prinsessuni boð um at ansa betur
eftir hundinum, og hann legði afturat, at bítur hann
fólk eina ferð afturat, skal hann avlívast.
Her kann verða skoytt uppí, at sjálv stevningin í hes-
um málinum kann tykjast rættiliga skemtilig. Í rættar-
bókini stóð: Elizabeth drotning ímóti Anne Elizabeth
Alice Louise. Við øðrum orðum: Móður ímóti dóttur.
Ósamdir politikarar
150 limir í amerikanska umboðsmannatinginum hava
kunngjørt, at teir styðja ein iranskan andstøðufelags-
skap, sum stjórnin hjá Bush forseta hevur skrásett sum
yvirgangsfelagsskap.
Teir 150 politikararnir siga í kunngerðini, at felags-
skapurin MKO er ein lógligur andstøðufelagsskapur,
og at hann eigur at verða strikaður av amerikanska
yvirgangsyvirlitinum alt fyri eitt.
Í september avdúkaði blaðið Newsweek, at ameri-
kanski løgmálaráðharrin, John Aschroft, hevði havt
samband við iranska felagsskapin. Hetta kom bæði
løgmálaráðharranum og stjórnini illa við, tí MKO hev-
ur staðið í amerikanska yvirgangsyvirlitinum líka síð-
ani 1997.
MKO sigur seg hava einar 30.000 vápnaðar limir, og
amerikanska uttanríkisráðið vil vera við, at felags-
skapurin hevur skipað fyri fleiri bumbuatsóknum í
Iran, og at hann hevur beint fyri fleiri iranskum leiðar-
um. Amerikanarar vilja eisini vera við, at MKO myrdi
amerikansk sivilfólk í Iran í sjeytiárunum.
Tað, sum serliga ørkymlar amerikansku stjórnina,
er, at MKO hevur høvuðsskrivstovu í irakska høvuðs-
staðnum Bagdad, og at felagsskapurin uttan iva fær
stuðul frá Saddam Hussein.
Í republikanska flokkinum hjá Bush forseta er ikki
semja um støðuna hjá MKO. Ilena Ros-Lehtinen, sum
er republikanskur limur í umboðsmannatinginum, sig-
ur, at MKO er ein demokratiskur andstøðufelagsskap-
ur, sum USA eigur at viðurkenna.
Arbeiðsloysið veksur skjótt í Danmark
Rættiliga óvæntað
vísa seinastu tølini, at
nógvir danir eru
vorðnir arbeiðsleysir
seinastu mánaðarnar.
DANMARK
Árni Joensen
20.200 danir gjørdust arb-
eiðsleysir í juli ársfjórðingi,
og
tað
hevur
skelkað
donsku búskaparfrøðingar-
nar, sum høvdu mett, at tal-
ið fór at liggja um 5.000.
Men tølini hjá donsku hag-
stovuni vísa, at 5.100 fólk í
byggivinnuni mistu arbeiði
frá juli til oktober, sam-
stundis sum 6.700 fólk í
ídnaðinum gjørdust arb-
eiðsleys. Harafturat vísa
tølini, at kommunurnar
hava sagt 3.400 fólkum úr
starvi í sama tíðarskeiði.
Johnny Bo Jakobsen, bú-
skaparfrøðingur hjá Nor-
dea-bankanum,
heldur
gongdina vera eitt tekin
um, at arbeiðsmarknaðurin
megnar ikki at standa ímóti
teirri búskaparligu aftur-
gongdini longur. Hann sig-
ur, at danir tí kunnu rokna
við, at uppaftur fleiri fara at
missa arbeiðið næstu mán-
aðarnar.
Tølini hjá hagstovuni
vísa eisini, at danska arb-
eiðsmegin minkar, og tað er
beint tað øvugta av tí, sum
stjórnin hevði væntað. Út-
rokningar hjá arbeiðsgev-
arafelagnum vísa, at arb-
eiðsmegin er minkað so
nógv í ár, at skulu fram-
rokningarnar hjá stjórnini
fyri árið í ár halda, skulu
94.000
arbeiðstakarar
koma afturat teir seinastu
tríggjar mánaðarnar í ár. Og
tað er óhugsandi.
Leggja størri dent á trygd á sjónum
Eftir vanlukkuna við
"Prestige" fer ES at
virka fyri betri trygd
á sjónum.
UMHVØRVI
Árni Joensen
ES ætlar sær at taka við
læru av tilburðinum við
tangaskipinum "Prestige",
sum fór til botns úti fyri
sponsku útnyrðingsstrond-
ini fyrr í vikuni.
ES-kommiserurin í flutn-
ingsviðurskiftum, Loyola
de Palacio, segði í Evropa-
tinginum hósdagin, at ES-
londini eiga at skunda und-
ir nýggja lóggávu um trygd
á sjónum, so tað, sum nú
hendir á sponsku útnyrð-
ingsstrondini, ikki skal
henda aftur.
-Hesin tilburðurin eigur
at fáa okkum at skipa so
fyri, at hetta verður tann
seinasti tilburðurin av hes-
um slagnum - bæði við
okkara stendur og aðra-
staðni, segði hon.
ES-nevndin mælti í síni
tíð til at banna tangaskipum
við einkultum skrokki at
sigla í evropeiskum sjógvi,
men viðgerðin í teimum
einstøku limalondunum tók
so drúgva tíð, at bannið er
ikki komið í gildi enn.
Frambrot innan heilivág ímóti krabbameini
Amerikanskir gransk-
arar hava gjørt ein
heilivág, sum kann
vísa seg at hjálpa væl
ímóti krabbameini í
lívmóðurhálsinum
HEILSA OG
HEILIVÁGUR
Árni Jornsen
Tað skrivar tað viðurkenda
læknatíðarritið New Eng-
land Journal of Medicine.
Heilivágurin, sum ameri-
kansku granskararnir hava
ment, verður nú royndur.
Sambært
granskarunum
ger heilivágurin, at kvinnur
verða mótstøðuførar ímóti
einum virusi, sum tær fáa
ígjøgnum seksuella sam-
veru, og sum á hvørjum ári
kostar fleiri hundraðtúsund
kvinnum
kring
heimin
lívið.
1.533 kvinnur hava sjálv-
bodnar tikið lut í kanning-
unum hjá granskarunum.
Helmingurin av kvinnunum
fekk tann nýggja heilivág-
in, meðan hin helmingurin
fekk okkurt, sum kortini
onga ávirkan hevur. Tað
vísti seg, at eingin av teim-
um kvinnunum, sum høvdu
fingið tann nýggja heili-
vágin, fekk virusið HPV,
sum kann elva til krabba-
mein í lívmóðurhálsinum.
Av
hinum
kvinnunum
vórðu 41 smittaðar við
HPV.
Kvinnurnar, sum tóku lut
í kanningini, vóru millum
16 og 23 ár, og granskarar-
nir siga, at tað er umráð-
andi, at kvinnurnar fáa
heilivágin, áðrenn tær av
álvara
gerast
kynsliga
virknar.
Amerikansku
granskararnir siga, at tann
nýggi heilivágurin, sum
kvinnurnar
skulu
taka
tríggjar ferðir í einum seks
mánaða skeiði, kann forða
fyri krabbameini í lívmóð-
urhálsinum, men hann kann
ikki lekja kvinnur, sum
longu hava fingið krabba-
mein har.
Granskararnir siga, at
menn eiga eisini at taka
tann nýggja heilivágin.
Sjálvt um menn av góðum
grundum ikki kunnu fáa
krabbamein í lívmóður-
hálsinum, eru teir medvirk-
andi til at breiða virusið,
sum ger kvinnurnar sjúkar.
Ein spanskur oljureinsingarmaður . Nú ætlar ES
at bera skjótt at, so tílíkt ikki skal henda aftur
C
M
Y
K
19
18