Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. november 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 226 - 23. november 2002 Vágatunnilin vil hava 6.000 kr. av mánaðarlønini áðrenn skatt, men hvør vil gjalda??? Jan Johannesen Stórbrúkarnir av sambandi- num um Vestmannasund eru stóru taparnir í nýggju prísskipanini, sum P/F Vágatunnilin hevur kunn- gjørt. Millum stórbrúkarnar finnast vinnulívskundar, Strandferðslan og pendlar- ar við persónbili. Í hesi grein verður støðan hjá pendlarum við persónbili viðgjørd. Vit eru nógvir pendlarar við bili standandi mána- dag-fríggjadag annaðhvørt við ferjuleguna í Vest- manna ella á Oyragjógv. Flestu okkara sóu fram til at brúka undirsjóvartunnil- in til og frá arbeiði hvønn dag. Men við teimum prís- um sum nú eru komnir á borðið er lítil hugsingur um tann møguleika. Eitt 20 túra avsláttarkort, ið røkkur næstan ein mánað, kostar 3.000 kr. Siga vit at ein mánaði um árið er feriu, so skal ein av hesum bilførar- um gjalda í minsta lagi 33.000 kr um árið. Yvir tey 15 árini sum gjaldið verður innkravt, kemur undirsjó- artunnilin at krevja uml. eina _ millión inn, ella sagt ørvísi, viðkomandi skal gjalda 1.000.000 kr av bruttolønini til Vágatunnil- in. Men eg vænti at teir koma at bíða leingi eftir hasari hálvu milliónini. Fá- ir pendlarar kunnu vænast at taka av hesum tilboðið. Í dag er støðan soleiðis, at teir persónbilar, sum ferðast dagliga aftur og fram við Ternuni hvønn dag kunnu teljast á einari hond, ella í mesta lagi teimum. Hesin kundabólkur er í høvuðsheitum samansettur av stjórum og fólkið, har arbeiðsgevarin betalur ferðakostnaðin. Hesin bólkur kann væntast at halda fram at ferðast hvønn dag við teimum nýggju prísunum. Hin bólkurin (week-end bilar) sum bert ferðast við Ternuni mánamorgun og fríggjakvøld brúkar sum nú er 10 túra-kort, sum fyri hvønn einvegis túr kostar 68 kr. Mánaðarliga fær Ter- nan uml. 550 kr. frá hesum kundum. Sjálvt við 10 túra- kortið ferðast hesin bólkur ikki dagliga, tí prísurin er ov høgur. Orsøkin til at prísurin er so høgur hevur helst samband við avmark- aða kapasitetin við ferjuni. “Week-end bilarnir” vilja heldur ikki fara at ferðast hvønn dag aftur og fram, tí mánaðargjaldið sum áður nevnd verður omanfyri 3.000 kr. Ístaðin kann væntast at teir fara at ferð- ast sum higartil, um ikki ein partur gevst at koyra. Vágatunnilin vil fáa uml. 600 kr um mánaðan frá hvørjum av hesum bilum. Talið 600 stavar frá einum persónbili, sum keypir sær eitt 20-túra kort t/r frá Vágatunnlinum og brúkar 4 klipp um mánaðan. Tað man ikki vera langt av leið at siga, at í dag eru einir 30 “week-end bilar.” Fara hesir at ferðast sum higartil og einir 5 bilar fara at ferðast dagliga um sund- ið, so fær Vágatunnilin um- leið 33.000 um mánaðan frá hesum kundum. (Sí talvuna:alternativ 1). Men um nú Vágatunnilin kemur út við einum mánað- arkortið fyri 1.500 kr, so meti eg at í minsta lagi 2/3 av teimum 30 bilunum fara at brúka mánaðarkort fyri bil. Teir 5 føstu kundarnir vilja eisini fáa hendan prís- in. Hin 1/3 vil ferðast sum higartil. Harafturat kann roknast við einum vøkstri í tali av pendlarum við per- sónbili, um mánaðarligi prísurin er 1.500 kr. Hann havi eg sett til 25 % í al- ternativ 2. Á Oyrasunds- brúnni er talið av pendlar- um við persónbili vaksið við 500 % eftir tveimum ár- um, samstundis sum prísur- in er niðursettur úr 3.400 kr til 2.400 kr fyri eitt mánað- arkort. Prísurin á tí brúnni er politiskt ásettur fyri at verja ferjusambandi mill- um Helsingør og Helsing- borg, tí kundi tað møguliga veri búskaparliga skilagott at fari enn longur niður við prísinum fyri pendlarar, um politisku myndugleikarnir góðu loyvi til tað. Saman- lagt gevur alternativ 2 Vágatunnlinum uml. 57.000 kr um mánaðan, ella út við tveir ferðir so nógv sum alternativ 1. Sjálv um talið av pendlar- um undir alternativ 1 verð- ur broytt til 10 samstundis sum økingin í ferðsluni í al- ternativ 2 verður sett niður til at vaksa við 12,5 %, so hevur alternativið við mán- aðarkortinum betri løn- semi. Minnast skal eisini til, at Vágatunnilin ikki hevur nakað aktuelt kapasi- tetsproblem. Eitt triðja alternativ kann uppsetast við einum mán- aðarkorti fyri 1000 kr. Tá kann roknast við at allir teir 30 “week-end bilarnir” fara at brúka mánaðarkort. Har- afturat meti eg at í minsta lagið 50 % fleiri bilar fara at gerast pendlarar við hes- um prísi eftir 1-2 árum. Eisini hetta alternativ (al- ternativ 3) hevur betri løn- semi enn alternativ 1. Men um Vágatunnilin roknar við at fleiri fara at pendla saman tvey og tvey við bili, so krevst at uml. 2/3 av “week-end bilunum leggja um at ferðast saman 2 og 2 við núverandi prís- skipan, um alternativ 1 skal byrja at líkjast alternativ 2. Sí alternativ 4. Tað meti eg er lítið sannlíkt, heldur er meiri sannlíkt at fleiri bil- førarar við “week-end bil- um” leggja um til bara at ferðast við bygdaleiðum. Men vit eru nøkur sum eru noydd at brúka bil ein part av leiðini. Men hvar bilar- nir skulu parkerast er ilt at siga??? Hevur P/F Vága- tunnilin nakað boð um tað??? Mín niðurstøðu er, at P/F Vágatunnilin hevur upp- bygt sína prísskipan við støðið í kostnaðarsíðuni, uttan at seta seg inn í marknaðarsíðuna. At brúka eitt spurnarblað frá 1999 sum grundarlag er burtur úr vón og viti. Sjálvandi søgdu nógv tá, at prísurin ikki hevði so stóran týdn- ing, tí tá longdist fólk ein- ans eftir at fáa sett gongd á fasta sambandið um Vest- mannasund. Ein áseting av príspolitikki um Vest- mannasund uttan at meta um og kannað kundabólkar, orsøkir til hví fólk ferðast, prísfølsemi og hvørjir aðrir faktorar hava týdning fyri eftirspurningin hjá teimum ymisku kundabólkarnar er óseriøs. Og síst men ikki minst konsekvensútrokn- ingar fyri teir ymisku kundabólkarnar eiga at ger- ast við grundarlagi í nevndu marknaðarkanning- um. Tíðindaskriv 14 árgangur av Birting er komin og fæst í bókabúð- unum. Innihaldið er stuttsøg- ur, yrkingar og siðsøgu- ligt tilfar. Jens Pauli Heinesen, sum júst er farin um tey sjeyti, hevur skrivað stutt- søguna Komið innar, Sól- run Michelsen Angi av deyða, Mina Reinert Summardáin og Frits Jo- hannesen hevur eisini roynt seg sum stuttsøgu- høvundur við søguni Manskórið á Ytstu Trom. Av siðsøguligum tilfari er at nevna áhugaverdu frásøgn hjá Johs. Andr. Næs um Káragjógv, har ið hann sjálvur í barna- og unglingaárunum átti nógv sporini. Elin Dahl Johannesen hevur skrivað um pápa sín, Dr. Dahl og um við- urskiftini í Sandagerði, har ið tey búðu undir krígnum, tá ið bumbu- flogfør og minur vóru ein støðug hóttan. Ebba Skaalum greiðir frá eftirkomarunum hjá ommu síni Charlottu Danielsen úr Porkeri, sum doyði frá 10 børnum í 1904. Suni F. Jacobsen hevur týtt eitt brot út bókini hjá Gretu Gravesen, lækna- kona í Føroyum í 5 ár. Sera hugatakandi greiðir hon frá fyrstu jólunum eftir at tey koma til Sands at starvast seinast í 20- unum. Hóri og Robert McBir- nie hava hvørt hvør sína yrking í blaðnum. Myndirnar í Birging hava Elisabeth Pike, Gyðja H. Didriksen og Frits Johannesen gjørt. Permumyndina hevur Eyðun av Reyni málað. Birting 2002 er 64 blaðsíður og kostar í bókabúðunum 80 kr. Ritstjóri er Niels Natte- stad. ÚTGÁVA Tíðindaskriv Í hesum døgum gevur Forlagið Rhema út Bíbil – Lesiætlanina av nýggj- um. Hetta er uppaftur prent. Hon varð givin út fyrru ferð í fjør í 2000 eintøkum. Lesiætlanin verður eisini í ár prentað í 2000 eintøkum. Bóklingurin er á 16 síð- ur. Skipa fyri útgávuni hevur Fríðtór Debes, meðan Hestprent hevur staðið fyri prentingini. Permina hevur Britt Ras- mussen gjørt. Petur Kirke hevur eisini hjálpt til við útgávuni. Tann, ið upp- runaliga gjørdi lesiætlan- ina æt R.M. Mc Cheyne. Bóklingurin kostar 20 krónur. Hann fæst í flest øllum bókhandlum. Hig- artil eru seld uml. 1700 eintøk. Serliga eru tað samkomur, ið hava gjørt nýtslu av Lesiætlanini og deilt hana út til ymsu lim- irnar í byrjanini av nýggja árinum. Við at nýta Lesiætlan- ina kanst tú lesa gjøgnum alla Bíbliuna eftir einum ári. Tú kemur ígjøgnum Nýggja Testamenti og sálmarnar 2 ferðir um ár- ið. Aftast í heftinum finn- ur tú m.a. Frelsunar ABC; Orð til hin trúgvandi; Hvar finni eg kend skrift- støð; Týðandi støð í Bíbliuni. Sum nakað nýtt er tikið við í hesari útgávuni kenda Bøn Jabezar og sum tú kanst gera til ein part av tínum dagliga bønarlívi. Lesiætlan til Bíbliuna 14. árgangur av Birting Nr. 226 • leygardagur • 23. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Perestroika er enn komandi Eini 2000 fólk hoyrdu fyrilestur eftir Mikhail Gorbatjov, fyrrverandi leiðara Russlands, á Harvard í USA í farnu viku. Bartal Nolsøe Poulsen, sum er lesandi har, var millum áhoyrararnar. Lesið síðu 8 & 9 ÍTRIV Áki Bertholdsen Tað riggar ikki at sita fyri onki. Í hvussu so er ikki hjá Poul Emil Poulsen í Hvalba. Tá ið so Poul á Skalla, sum hann vanliga verður nevndur, bleiv óarbeiðsførur, vóru góð ráð dýr. Men ístaðin fyri at fella í fátt, tá ið teppið brádliga varð rykt undan honum, fór hann at arbeiða í hondunum, tí hann ikki kundi arbeiða so nógv við kroppinum. Og úrslitið av tí prýðir nú ikki bara fleiri rúm í hansara egnu húsum, men eisini fleiri aðrar stovur, bæði herheima og uttan- lands. Poul á Skalla var sjómaður í nógv ár og sigldi við føroyskum og norskum trolara. Men ein dagin í 1974, meiðslaði hann seg so illa umborð, at hann bleiv óarbeiðsførur og mátti halda uppat at sigla. Hann meiðslaði tríggjar geislar í rygginum og kom ongantíð fyri seg aftur, hóast hann varð lagdur undir skurð. Tá ið hann nú var komin at sita fyri onki, fekk hann tað hug- skot at fara at gera borðbátar og ymsan reiðskap í lítlari stødd burturúr viði og messingi. Hetta er eitt ítriv, hann tók upp eftir pápan, sum eisini fekst eitt sindur við slíkt. – Eg mátti hava okkurt at pjak- ast við, tí eg trívist ikki at ganga fyri onki – Tá ið eg sá meg føran fyri tí, fór eg niður á verkstaðið ímeðan pápin var til arbeiðis og helt fram við tí, hann var í holt við. Tá ið hann kom aftur, rættaði hann uppá meg, soleiðis lærdi eg kynstrið at fáast við slíkt, sigur hann Síðani hevur hann gjørt fleiri borðbátar, bæði sluppir og in- stalleringar, umframt ein hóp av grindareiðskapi, fiskireiðskapi, reiðskapi til fugl, alt í so smáari stødd, at tað skal varsemi til at taka tað ímillum fingrarnar. Tá ið tað er liðugt, verður tað sett í rammu at hongja upp á eitt bróst. Minst eitt hálvt ár Tað, sum mest arbeiði er av, eru borðbátarnir. Hann hevur gjørt borðbátar til abbasynirnar, men tað er eisini ein ávísur áhugi at keypa borð- bátar, hann hevur gjørt og hann hevur selt, bæði norðureftir og uttanlands. Treyðugt so, onkran lut hevur hann eisini latið til vinningar í spæli og hann hevur eisini havt bátar hjá sær við á framsýning- um hjá "Hendur og Hugflog". – Tað ganga nógvir tímar til ein slíkan bát, men hann hevur ongantíð talt. – Men tað tekur minst eitt hálvt ár at gera ein slíkan bát, minni ger tað ikki hjá mær, sigur hann. Viðurin, hann brúkar, er sambaviður, sum ongin kvistur er í. Tað er viðhvørt nakað longi at bíða eftir viðinum, men hann er avbera góður, bara hann verður hitaður eitt sindur, kann hann boyggjast sum ein vil. Tað hevur ikki altíð verið so nógv ferð á "bátasmíðinum" hjá honum. Fyri trimum árum síðani varð hann fyrst skorin fyri krabbamein og beint eftir skifti hann knæið. – Tvær stórar skuðviðgerðir upp á stutta tíð fóru við øllum kreftum, men síðani gekk framá aftur. Amboðini eru góð og tey hevur hann keypt so við og við, so hvørt, sum ráðini eru til tað. Men ein maskina, sum høvlar og sagar, og sum hann ynskti sær, kostaði næstan 8.000 krónur og hana bað hann Almannastov- una hjálpa sær við at keypa. Men tað læt seg ikki gera, tí tey søgdu, at hann var ov gamalur. – Men eg fekk eina avbera lagaliga avtalu við Valdemar Lützen, sum seldi maskinuna, so tað eydnaðist at fáa maskinuna kortini. Og tað var eitt gott og hent keyp. Installeringurin, sum hann akkurát er liðugur at gera, er 1,20 metrar langur og hevur motor við fjarstýring. Motorurin er viskaramotorurin úr einum bili, sum hann hevur sett í bátin. Hann hevur verið og siglt við honum og hann ber seg sera væl á sjónum og fjarstýringin rakk einar 200 metrar. Og hóast Poul á Skalla nú er 72 ára gamalur, hevur hann ongar ætlanir um at gevast. Hann er við at forma skrokkin til eina slupp. Somuleiðis hevur hann merkt ein installering upp, sum verður 1,30 metrar langur, hann heldur, at stórt størri ber ikki til at gera teir. Men hetta skal hann so hava at fáa tíðina at ganga við í vetur og nakað afturat. Borðbátin, sum hann nú hevur gjørt, ætlar hann eisini at selja. Men skuldi hann tikið sær tímaløn fyri arbeiðið, hevði ongin keyp hann. – Fái eg 10.000 krónur fyri hann, eri eg nøgdur. Men minni enn tað heldur hann ikki, at tað kann vera, tí bara fjarstýringin, ljósini, og annað, sum báturin er útgjørdur við, kosta 5.000 krónur. Umframt hetta ítrivið, hevur Poul á Skalla eisini nakrar seyðir, so tað gongur...... Tað riggar ikki at sita fyri onki Poul á Skalla við installeringinum, sum júst er blivin liðugur og sum hevur fingið navnið Fiskaklettur. Tað tekur minst eitt hálvt ár at gera ein bát sum hendan C M Y K 21 20